Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003 9 8 Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003 MENTAN Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Hvussu hevði føroyska sam- felagið verið at liva í um tjóð- skaparliga arvagóðsið varð sett upp á loftið ella á museeum? Er tjóðskaparlig mentan um at enda sum ein lívstílur millum aðrar í Føroyum í dag? Og merkir tíðin vit liva í í dag og tað, ið verður rópt modernitetur ikki, at vit refleksivt kunnu velja hendan lívstíl, ella ein annan? Í hesi grein sum í undan- farnum vil eg royna at draga saman um nøkur sjónarmið um tjóðskap og modernaða føroyska mentan í dag. Í seinastu greinum varð hugt eftir tjóðskaparligari mentan og tjóðskaparrørsluni og hennara veruleikakjølfestu, heimspeki og mytum, við brillum frá gransking innan nationalismu og frá modernaðari sosiologi. Allar mentunarbroytingar eiga at byrja og enda við kjaki, hugskot- um — ið liva víðari í hugaheim- inum hjá lesarum, ið minnast kjakið. Benedict Anderson hevur sagt, at allar tjóðir eru skaptar í útlegd, helst tí exilið ella útlegdin hvessur ta tilvitan, ið kann bera eina komandi (romantiska) tjóðarbygging, sum m.a. inni- heldur eina blanding av nostalgi, sentimentaliteti og øktari tilvitan um tjóðina sum eina kensluborna eind. Føroyska tjóðskaparrørslan kom sum sjálv nationalisman uttanifrá. Ung lesandi komu at bera hesar tankar við sær frá meginlandinum, eins og nærum allar politiskar og trúðarligar rørslur eru komnar úr útheimi. Tjóðskaparrørslan í Føroyum gjørdist ein politisk rørsla í 1906. Eisini henda rørsla byrjaði við kjaki og hugskotum. Tær kenslur, ið fylgdu, vóru tengdar at einum ávísum lívstíli og lívs- formi í Føroyum í dag, og av eini kenslu av, at hesin varð hóttur av útlendskum rákum, máli og sið- um. Føroyska samfelagið í 20. øld hevur verið merkt av tjóð- skaparrørsluni. Um sama mundið sum eindarmentan føroyinga tók at hvørva, tók tjóðskaparrørslan seg upp. Eisini nýggjar trúðar- rørslur komu hesi árini. Bardagin var um at "vekja" føroyingin. Teir stóru vekjararnir hildu til í møtisalum, á fólkafundum og á t.d. Háskúlanum. Fólkslig mentan ella biedermeiermentan Kristin í Geil helt longu um fyrra aldarskiftið, at føroysk sjálvstýrismannaheim líktust biedermeierheimum. Bieder- meiermentanin helt á at hálova tí harmoniska, tí sentimentala og forsimplaða, ið longdist eftir tí farna og tí einfalda, sum tí rúmaði reaktionera gykling, ið bert vildi rúma tað "reina", "upprunaliga", "tað greiða og heimliga". Idealbygdin "over them all" var og er enn Kirkju- bøur, næstbest útoyggjabygdir og smábygdir í Eysturoynni sum Elduvík, tí har var málið serliga upprunaligt, húsini serliga gomul og hvat veit eg. Í hesi tilveru- fatanini varð ikki rúm fyri nýggja føroyska veruleikanum við fátækum proletarum á Tvør- oyri, fyri Vestmanna, Fuglafirði, Klaksvík og fyri fiskimonnum, ið vóru snýttir at keypa vørur frá sama handilsmanninum, sum hann arbeiddi fyri, og lítil varð helst áhugin fyri útlendskari mentan. Tjóðskaparrørslan var í føðing ambivalent; longu frá byrjanini hugdi hon bæði fram eftir og aftur eftir í senn, og fór tí at skeita. Málið varð m.a. at fremja eina tjóðskaparliga veking, ið bygdi á eina ávísa (mangan mytiska tulking) av fólksligu mentanini. Mál, mentan og føroyskir siðir skuldu varðveitast, samstundis skuldi samfelagið moderniserast, sum Jørgen-Frantz Jacobsen tó seinni tók til í eini takt, ið passaði føroyingum: "... forudsætning- erne for den gamle almuekultur er ved at forsvinde; ja sprog og nationalitet er bragt i fare af en ny industrialiseret epoke, som måske med tiden kan bringe velstand og kulturelle mulig- heder, men som foreløbig ikke har andre virkinger, end at den affarver og proletariserer en fin gammel almuebefolkning (...) Det færøske må ikke kastes over bord. Det skal bjerges med over i den nye tid og finde en form som passer til denne". Her er nógv, ið skurrar í oyruni av hesum, Jørgen-Frantz skrivaði í 1936, m.a. dugdi hann illa at síggja, at fiskivinnan bjóðaði møguleikar, og at bóndasam- felagið og hesin sonevndi "almuekultur" ikki kundu breyðføða fólk í Føroyum. Hann sær bert restir av eini eldri ment- an í Føroyum, ið hann týðuliga "folkloriserar" og romantiserar: "Alt det øvrige, klæder og god mad fik man i bondens gård, og forlystelser med (...Der kunne være en pragtfuld lavloftet, næsten ydmyg hygge over en sådan gammel bondebygd (...) Stilfærdigt lå de der midt i den store natur sum lune værnere over menneskets hjemmeliv (...) De gamle færinger besad en storladen ro overfor livets til- skikkelser, en sindets dannelse og en ydre værdighed, som nutidens travle mennesker næppe kan gøre sig noget fuldstændigt begreb om". Her fellur J.F. Jacobsen í eina mentunarkon- servativa gjógv og hálovar tí fólksliga og gerst blindur, ella fer at skeita. Í føroyskari tjóðarbygging gjørdist tað fólksliga tað veru- liga, ella ein serlig romantisk tulking av hesum, í samsvari við heimspekina hjá Herder. Og tí varð neyðugt at savna fólkaminni og mál, sum t.d. Grimmbrøð- urnir áður høvdu gjørt. Sum Svend Grundtvig í Danmark og í Føroyum. Henda frøi yvir egið mál og egna mentan hevur mangan verið stevnuskráin hjá føroyskum akademikarum, sjálv- góðheit heldur enn hárhvassar og neyðugar tulkingar av slíkum fyribrigdum. Vit fingu tí tjóðar- søgufrøði, tjóðskaparligar mál- frøðingar, ið hava virkað sum ovasti hugmyndafrøðisligi myndugleiki. Men teirra tíð er um at hvørva. Ein halgimynd og onnur Tjóðskaparrørslan hevur skapt tey súmbol, vit savnast um í dag. Henda rørsla hevur givið tjóð- skaparligum ikonum innihald, sum flagginum, tjóðfuglinum, tjóðbúnaðnum, tjóðsanginum. Rørslan, ið við Föringafelag vildi verja mál og siðir í 1889, eyðnaðist at fremja fleiri stór- mál, málinum og mentan at stórum bata. Menninir, ið tóku stig til Jólafundin, Føringa- tíðindi, Færøsk Antologi og at betra skúlaviðurskifti og støðuna hjá málinum komu, síggja vit nú, at skapa varandi kognitiv mynst- ur í føroyinginum rundan um eina kenslu av felagsskapi. Tað hvílir enn ein serliga aura yvir hesum "founding fathers", ið vit hava sæð á frímerkjum, sum vit síggja í okkara søgu og tilvitan. Samfelagið broyttist tó skjótt til eitt ídnaðarsamfelag og hetta kom so líðandi at skapa eina nýggja tilveru í Føroyum og hvat tað vil siga at vera føroyingur í Føroyum í dag — eins og eitt nýtt alsamt globaliserað kunn- ingartøknismerkt Føroyar kemur tað í dag. Ein roynd við søgu okkara Hevði tjóðskaparrørslan kyknað eini fimti ár seinni, ella hevði ídnaðarsamfelagið verið ein veruleiki í Føroyum í 1888, hevði flagg okkara havt ein klippfisk á dúkinum. Tjóðsang- urin hevði kanska verið "Vit fáa tevant og breyð". Tjóðfuglurin havhesturin ella likkan. Allir halgidagar og merkisdagar høvdu fylgt árstíðum á sjónum, streym- viðurskifti og dagar tá grunnar kring Ísland og Føroyar eru bestir. Tá høvdu føroyingar staðið á Vaglinum á ólavsvøku og sungið "Eg sjólívið valdi", "Í skúri", "Kristin Háberg" og "Nei einki er á hundavakt". Gøturnar í Havn og Klaksvík høvdu verið kallaðar "Langanesgøta", "Stokknesgøta", Skagafjörðs- gøta", "Fiskanesgøta", "Ravns Stóroysgøta", "Hvarvið", "Saint John´s Gøta","Halifaxgøta", "Ytribankagøta", "Norðhavs- gøta". Tjóðskaparligu høvund- arnir høvdu ikki skrivað um farið bygdalív, um torv og seyð, men um mergjaðar hendingar í Føroyingahavnini, ballingartúrar í Hull, um at renna eftir konu- fólki í Vestmannaoyggjunum, at fiska, og at fara til útróðrar í Klaksvík. Stórmenni høvdu verið reiðarar og skiparar. Hetjurnar onkur bestimaður ella onkur hjartagóð fiskagenta. Hetta hevði verið ein tjóðarbygging, har høvundar sum Jóanes Nielsen og Magnus Dam Jacobsen høvdu verið chefideologar. Sjálvar frummyturnar í Føroysku tjóðini høvdu verið av einum øðrum slag, kanska minni hátíðarligar. Søgufrøðin hevði ongan jóla- fundin havt, men fyrsta flaka- virkið, fyrsta ísfiskatrolaran, rækjutrolaraflotan og garna- skipini í Føroyum sum evni. Sum so hevur Jóan Pauli Joensen sett fyrsta spakan niður í hesa søgu- skriving ella etnologisku kanning av fiskimonnum og fiskiveiðu, eg haldi at hetta er ótrúliga gott. Ímynda vit okkum eina tjóðar- bygging, skapt rundan um eina ídnaðarmentan, so hevði hon sum so verið í samsvari við tíðina, tá hon var skapt, men í dag hevði hon longu verið óbrúkilig og luktað av slupp- fiskimonnum, av klippfiski og 1930-unum í Føroyum, tí ein slík nationalistisk tjóðarbygging frystir tíðina, og er ikki refleksivt modernað ella før fyri at endur- skapa seg sjálva. Siga vit, at føroysk tjóðskapar- lig mentan er ein "ímyndaður felagsskapur", eru vit noydd at læra okkum at síggja, at hesin felagsskapur varð skaptur í einum andaligum umhvørvi, har bóndasamfelagið, konga- og feudalveldi hvarv. Nationalistar settu alt álit til tankan um tjóð- ina, ið varð settur saman við tankanum um frælsi í tí suve- ræna statinum. Nationalistiskar rørslur hava tó ongantíð hugt eftir veruligum ójavnað, um fólk vóru misnýtt, tí tankin um tjóðina var framborin við eini djúpari kenslu av felagsskapi og vinalag, ið eisini blindaði. Hin berandi konstruk- tiónin í Føroysku tjóðini Jürgen Habermas, sum í 1996 vísti á, at megintrupulleikin í vanligari nationalistiskari tjóðarbygging, er, at hendan nýtur eitt kenslugrundarlag, ið vit skulu vera samd um, vera felags um, ið aftur skal mynda okkara tjóðskaparliga samleika. Nationalistisk tjóðarbygging er og verður kensluborin og irrationel, mangan modernitets- fíggindalig og vandamikil. Henda leið er fødd úr romant- iskum lendi. Habermas heldur, at hetta er óbrúkiligt í einum fleirmentaðum samfelag, og í einum modernaðum samfelag. Í dag smelta tjóðir saman og nationalstaturin var tá hann kom fram, eitt sannførandi svar til eina avbjóðing, ið helt á at finna ein søguligan og funktionellan javning til sosiala samskipan av eindum, ið vóru við áleiðis til at detta sundur. Tá industrialisman kom til Føroyar deildu nationalistar og ørvitis meinigheitir "kenslurnar" millum sín. Tað, sum hvarv, var millumstøðan — ein modernist- isk mentanarradikal kjølfesta, ið við skynsemi torir at hyggja at øllum eini 10 metrar frá. Tað radikala og nýggja í endurmet- ingini av berandi konstruktiónin í Føroysku tjóðini er ein triði vegur, har tjóðskaparlig mentan er endað sum ein lívstílur millum aðrar í Føroyum í dag, sum vit refleksivt kunnu velja. Eg haldi, at Kristin í Geil var skynsamur og framskygdur høvundi. Neyðugt er í dag at byggja á skynsemi, tolsemi og verulig radikal og modernað hugskot, sum ein triðja veg, ið tola modernaða mentan. Í refleksiva modernaða samfelaginum, broyt- ast sosialar skipanir í samsvari við rørslur í alheimssamfelag- num. Globaliseringin er ikki ein óndur dreymur, hon er her og nú. Vit liva í einum heimi, ið er bundin saman av fíggjarligum netverkum, har nationalstaturin bert er ein aktørur í einum kapitalistiskum heimsbúskapi, ið leiðir til eitt heilt annað og nýtt arbeiðsbýti, sum eisini aftur hevur álvarsligar avleiðingar fyri einstaka menniskjað í Føroyum, serliga fyri samleika og møgu- leikan at skapa og endurskapa henda samleika. Hin berandi konstruktiónin í føroysku tjóðini Eitt mentunarligt essay um ein møguligan triðja veg Fjórði partur Hevði tjóðskaparrørslan kyknað eini fimti ár seinni, ella hevði ídnaðarsamfelagið verið ein veruleiki í Føroyum í 1888, hevði flagg okkara havt ein klippfisk á dúkinum Biedermeiermentanin helt á at hálova tí harmoniska, tí sentimentala og forsimplaða, ið longdist eftir tí farna og tí einfalda, sum tí rúmaði reaktionera gykling, ið bert vildi rúma tað "reina", "upprunaliga", "tað greiða og heimliga". Idealbygdin "over them all" var og er enn Kirkjubøur C M Y K 31 30