leygardagur 4. oktober 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KRONIKK
Hanus Kamban
Í Sosialinum tann 23. august í ár
hevði undirritaði eina kronikk,
sum lutvís var eitt ummæli av
filminum Føroyar.Dk. og lutvís
ein roynd at viðgera nakrar tættir
í tí miseydnaðu fullveldisætlan-
ini 1998-2000.
Svarið hjá Kjartani Hoydal í
Fregnum 19. september er av
fleiri grundum rættiliga áhuga-
vert. Kjartan nemur við nakrar
av teimum spurningum, undir-
ritaði tók upp, men ger tað eftir
mínum tykki sum heild heldur
grunnliga. Áhugavert er, at
Kjartan velur at loypa hjartað í
kronikkini - metingar um film-
sins brek og um veikleikar í
fullveldisætlanini, sum gjølla
verður grundgivið fyri - um.
Ikki minni áhugavert er
Kjartans erkvisni um, at undir-
ritaði ikki - sum tey flestu - vil
veita filminum treytaleyst rós.
Ein positiv, men sakliga avvigað
meting er ikki nóg mikið, einans
samfeldir og spurningsleysir
lógvabrestir duga. Hvar fór
nýansan?
Dialogur
Kortini skal Kjartan hava takk
fyri hetta svarið. Tí veruligur
dialogur, eitt nú um prinsipiellar
spurningar, er ikki vanligur í
føroyskum bløðum, heldur ikki í
hesum tíðum. Tað tænir somu-
leiðis Kjartani til æru, at hansara
grein er saklig og fólkaliga
orðað, og at hann nemur við týð-
andi spurningar. Av hesi orsøk,
og av tí at tey mál, sum
kronikkin og svarið sum heild
fevna um, ikki bara eru við-
komandi, men eisini fakliga
áhugaverd, fari eg at nýta høvi til
at útgreina tey eitt sindur meira.
Málini kunnu skipast sum
fimm høvuðsbólkar. Teir eru:
(1)Søga og politikkur.
(2)Heimastýrislóg og
Ríkisfelagsskapur.
(3)Fullveldisætlanin 1998-2000.
(4)Hjálandaveldi sum køvandi
ella mennandi fyribrigdi.
(5)Støða undirritaða til
spurningin um Føroya politisku
framtíð.
1. SØGA OG POLITIKKUR
Sum nevnt ørkymlar tað Kjartan
Hoydal ikki sørt, at undirritaði
brúkar sín kritiska sans og ikki
gevur filminum Føroyar.Dk. eitt
treytaleyst herðaklapp. Til hetta
er at siga, at var filmurin bí-
lagdur av td. Unga Tjóðveldin-
um, sum eitt slag av propaganda-
íkasti, var neyvan grund til at
finnast at honum.
Men filmskvinnan og hennara
stuðlarar hava lagt dent á, at
hetta var ein kvalifiserað søgulig
viðgerð við javnvág. Sostatt
hevði ein orsøk til at vænta eina
lýsing, sum var fakliga í lagi og
uttanveltað. Eina slíka viðgerð
fingu vit - sum umrøtt í míni
kronikk - ikki.
Tað prinsipiella í hesum máli
er munurin millum politiskan
vilja og søguliga ella søgufrøði-
liga lýsing. Politikarar vilja
nakað, virka fyri tí og tvinga
mangan onnur økir, eitt nú søgu
ella bókmentir og list, inn undir
henda vilja. Vit kenna hetta rákið
frá miðøldini og frá nútíðar
einaræðum.
Søgan verður, undir ávirkan
ella trýsti frá valdinum, til mýto-
logi ella hagiografi. Uppgávan
hjá tí heiðurliga søgufrøðingin-
um, antin hansara miðil er bókin,
útvarp, sjónvarp ella filmur, er -
í tann mun, tað er menniskjans-
liga gjørligt - at lýsa søguna sum
hon er, óávirkaður av politiskum
trýsti ella árini.
Eg skal ikki møða lesaran við
at taka upp aftur mína próv-
grundaðu meting. Í stuttum var
hesin filmur eftir mínum tykki
listarliga væleydnaður, meðan
hann sum søgulig lýsing ikki
stóð mát. Eg virði onnur og
øðrvísi sjónarmið um hetta, men
haldi upp á mín rætt til at brúka
skil og vit.
2. HEIMASTÝRISLÓG OG
RÍKISFELAGSSKAPUR
Í síni grein undrast Kjartan
Hoydal á, at undirritaði lýsir
Ríkisfelagsskapin sum "eina
politiska ætlan við tjóðskapar-
ligum innihaldi". Um Heima-
stýrislógina skrivar hann, at hon
var
eitt danskt svar til krav um
broytingar úr Føroyum . . . ein
roynd at innibyrgja ynski frá
hesum donsku ríkislutum um at
flyta politiska ábyrgd av
Christiansborg og heim til
løgtingið.
Skal ein royna at greina tey
viðurskiftir, her verður sipað til,
fellur málið í tveir partar. Annar
depilin er ynskir og krøv úr
Føroyum um at fáa størri
politiska ábyrgd. Hin depilin er,
at hesi ynskir og krøv verða
"innibyrgd", t.e. í ein ávísan mun
steðgað. Hvør yvir av øðrum í
hesum talvi standa tað føroyska
fólkið og tann danski politiski
myndugleikin.
Heimastýrislógin
Hvat er veruleikin í hesum máli?
Við Heimastýrislógini 1948 fekk
Føroya Løgting, fyri fyrstu ferð
síðan tann yngra Gulatingslógin
kom í gildi í Føroyum í 1274,
ein formliga og løgfrøðiliga
akkersfestan lóggevandi mynd-
ugleika. Í øðrum lagi fingu
Føroyar, fyri fyrstu ferð nakran-
tíð, ein útinnandi myndugleika,
sum var savnaður í Føroya
Landsstýri.
Hóast hvørgin av hesum
myndugleikum var óskerdur,
fevndu teir um mong týðandi
málsøkir. Aftrat tí kom, at í
lógini lá møguleiki fyri støðugt
og eftir ynski at vaksa um ábyrgd
og myndugleika. Í triðja lagi var
tað føroyska málið við Heima-
stýrislógini fyri fyrstu ferð
nakrantíð løgfrøðiliga viðurkent.
Um sjálvt løgfrøðivirðið hjá hesi
lóg eru ymiskar hugsanir, men
eg kann nevna, at serfrøðingurin
Frederik Harhoff setir Heima-
stýrislógina "på et niveau
mellem lov og grundlov" og
metir Heimastýrið at hava
"statslignende karakter".
Fólkaviljin
Sum kunnugt var ein partur av
føringum ikki nøgdur við hesi
framstig. Tann áhugaverdi
spurningurin er, hvussu stórur
hesin partur var. Tá ið íslend-
ingar valdu fullveldi í 1944, var
valluttøkan 99%. Av hesum tali
atkvøddu 97% fyri, at Ísland
gjørdist fullveldi. Í Føroyum
atkvøddu 50,7% av eini luttøku
upp á 63,7% fyri loysing. Telja
vit ógyldugar atkvøður við,
valdu 48,6% av eini luttøku upp
á 66,4% loysing. Tilsamans av
teimum, ið høvdu atkvøðurætt,
valdu sløk 33% loysing.
Tað verður ov drúgført á
hesum stað at viðgera hesi mál
út í æsir. Í stuttum er myndin, at
ein triðingur av veljarafjøldini
kravdi loysing, ein triðingur eina
skipan nærri amtsstøðuni og ein
triðingur - kanska - eina millum-
loysn. Søgufrøðingurin Hans
Andrias Sølvará skrivar í bókini
Løgtingið 150 ár soleiðis um
hetta mál:
Enski søgumaðurin John F. West
er á góðari leið, tá hann skrivar,
at fólkaatkvøðan var "a
masterpiece of inconclusive-
ness". Hóast tey reint løgfrøði-
ligu viðurskiftini søgdu, at
loysingin var samtykt, so vóru
politisku realitetirnir so ógreiðir,
at fólkaatkvøðan í veruleikanum
kundi útleggjast upp á fleiri
mátar.
Eitt risaframstig
Sæð á hesum baksýni var
Heimastýrislógin eitt risafram-
stig. Uttan mun til um tann
danski politiski myndugleikin
virkaði út frá ríkisegoistiskum
ætlanum ella ikki, fingu føringar
við hesi skipan ein møguleika til
at menna sítt samfelag, vinnu-
liga, politiskt og tjóðskaparliga,
sum helst er eindømi í 20. øld.
Eftir at hava verið fyri vanbýti í
650 ár fingu teir eina lóg, sum
var tætt við at vera grundlóg, og
eina "ríkiskenda" stýrisskipan.
Hesin møguleikin verður
serliga sjónskur, um vit hyggja
at, hvussu gekst øðrum smáum
tjóðum, bæði í og uttan fyri
Europa, um somu tíð. Meðan
Føroyar í lívd av Heimastýris-
lógini bygdu út sítt vinnulív,
skaptu eitt nútíðar ferðslukervi,
bygdu upp skúlaverk og sosial-
lóggávu, vælaðu um málið og
gjørdu tað ment at lofta nútíðini,
og meðan list, bókmentir og
fróðskapur blómaðu, so tey nú
nærkast altjóða støði, bløddi
mong lítil tjóð, eitt nú í USSR,
burtur, fólkaræðisliga niður-
bundin, málsliga kúgað, morlað
og jagstrað við tvingsilsflyting,
morði og brandi. Summar av
hesum tjóðum, eitt nú Kekenia,
bjóða helst ongantíð bøtur.
Politisk ábyrgd flutt til Føroya
Niðurstøðan av hesum verður, at
metingin hjá Kjartani Hoydal um
Heimastýrislógina er púra
burturvið, annaðhvørt tí hon er
grundað á tørvandi kunnleika,
ella tí hon sprettur úr einum
óhepnum samanvavstri av
hugmyndafrøði og pseudosøgu.
Heimastýrislógin var ikki bara
eitt danskt krav, men eisini eitt
føroyskt ynski. Við lógini fingu
10
Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003
Á brigdisleysum haga
KJARTAN HOYDAL OG NÝANSAN
Petur Mohr Dam fyrrverandi løgmaður umboðaði meira enn nakar annar
føroyskur politikari ætlanina við og hugsanina í, Heimastýrislógini
Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003
11
føringar, við at politisk ábyrgd
var flutt av Christiansborg til
Føroya, í stóran mun síni ynskir
uppfylt. Og kanska fingu før-
ingar við hesi lóg munandi
meira, enn teirra veiki "fólka-
vilji" til eina víðgongdari skipan
- hvørs neyva talvirði var sløk
33% av veljarafjøldini - kundi
krevja.
Eitt annað mál er, um tíðar-
hvarvið hjá Heimastýrislóg og
Ríkisfelagsskapi nú er av ella er
um at vera av. Henda spurning
fari eg at venda aftur til.
3. FULLVELDISÆTLANIN
1998-2000
Tá ið fullveldisstevnan varð
borin fram á vári 1998, hevði ein
- sum nevnt í míni fyrru kronikk
- ta kenslu, at hetta var ein
nýskapan í føroyskum politikki,
sum - eftir eina eyðmýkjandi
kreppu - sýntist at koma í tøkum
tíma.
Av somu orsøk kendist tað
ørkymlandi, at samgongan ikki
beyð fleiri flokkum upp í sítt
starv. At Javnaðarflokkurin varð
hildin uttanfyri, kendist løgið, og
rangvørgt, serliga tá hugsað
verður um, at hesin flokkur sum
tann fyrsti í føroyskum politikki í
nýggjari tíð skeyt upp at skifta
Heimastýrislógina út við eini
dagførdari skipan. Men aðrir
fyrimunir, helt ein tá, høvdu
verið við einum breiðum sam-
starvi. Í grein í Sosialinum tann
26. februar 2000 skrivaði
undirritaði:
Samgongan kann bjóða tí sjálv-
stýrishugaða andstøðuflokkinum
upp í sítt samstarv og geva
honum ávirkan á samgongunnar
politikk - eisini á øðrum økjum
enn tí ríkisrættarliga. Henda
niðurstøða tykist so sólarklár, at
ein undrast á, at hon ikki oftari
hevur verið frammi. Í tí semju,
sum kundi verið gjørd, hevði
tjóðveldisflokkurin ivaleyst
noyðst at slaka í raðfestingini -
við tí úrsliti, at nýskipanir vórðu
framdar, eftir at Føroyar vóru
fíggjarliga sjálvbjargnar - og
javnaðarflokkurin á tí prinsipi-
ella økinum, soleiðis at skilja at
hugtakið ríkisfelagsskapur varð
endurskoðað.
Fyrimunirnir við eini slíkari
loysn eru fleiri. Hon kann
tryggja ta breiðu semju, sum
allir partar tráa eftir, og sum hin
samráðingarparturin leggur so
stóran dent á. Hon kann tryggja
samgonguni ein medleikara, sum
frammanundan hevur gott
samstarv við donsku stjórnina.
Og hon kann tryggja
samgonguni dyggari álit og
undirtøku millum føringar og í
øðrum pørtum av andstøðuni, tá
ella um eitt samráðingarúrslit
verður sent til fólkaatkvøðu.
Ongul í reyv
Tríggar vikur eftir at hesi orð
høvdu staðið á prenti, byrjaðu
samráðingarnar við donsku
stjórnina. Samgongan valdi at
halda fast um ta smølu leiðina,
við lítlari, viðhvørt mest at kalla
ongari, undirtøku í fólkinum. Og
samgongan heystaði fruktirnar
av hesum vali. Hennara umboð
komu aftur ongul í reyv, og tá
saman um kom, var einki "úrslit"
sent út til nakra fólkaatkvøðu. Í
áðurnevndu grein varð henda
forsøgn førd fram:
Tað er lutanna speisemi, at
samgongan, tá hon valdi at
útihýsa einum potentiellum
samstarvsparti, sjálv feldi ein
leka inn í ta byrging, hon fór
undir at byggja.
Aftur renna vit okkum í hetta
nýansutrotið, sum Kjartan
Hoydal ikki vil kennast við. Tí
var tað ikki júst tjóðveldis-
floksins trótandi førleiki til at
hava nakað munagott orðaskifti
um taktikk og strategi, hetta
lyndið til at suspendera alla
sjálvstøðuga hugsan og
kritikkleyst elta sum fyri varð
slóðað - við einum øðrum orði:
floksins ótti fyri nýansuni - sum
var ein høvuðsgrund til, at full-
veldisskútan 1998-2000 koll-
sigldi?
4. HJÁLANDAVELDI SUM
KØVANDI ELLA MENNANDI
HUGTAK
Hóast hesin spurningur kanska
einamest er akademiskur, er
hann sera áhugaverdur. Hugsanin
er í stuttum, at ein ávís kúgan er
millum tær fyritreytir, sum ein
tjóðskaparrørsla, møguliga
endandi við fullveldi, byggir á.
Dømi um eina slíka gongd eru
eitt nú Ukraina ella Baltalond.
Hinvegin hevur Kjartan púra rætt
í, at ein kúgan kann vera so
greflig, at hon køvir eina tjóð.
Tað serliga áhugaverda við
hesum fyribrigdi er, at sjálvur
tørvurin á kúgan sum mýtu
hevur sítt egna lív uttan mun til,
um nøkur verulig kúgan finst,
ella um hon bara finst í eini
spakari útgávu. Føringar hava,
fyrst undir norskum og seinni
undir donskum valdi, sum heild
upplivað eina spaka kúgan.
Hetta, saman við einum merkis-
verdum mentunarligum og
málsligum seiggi og ríkidømi,
hevur ført okkum rættiliga
óskalaðar gjøgnum átta alda
norsk-danska hjálandatíð.
Kúgan sum uppfinning
Men hinvegin hevur hetta havt
við sær, at politikarar, sum
byggja sína stevnu og sín stuðul
á kúganarhugtakið, hava havt
lítið av veruligum lóðuri at taka
til, tá ið á stóð. Av tí at kúgan
sum hugtak er ein neyðugur
partur av teirra grundarlag, hava
teir tí noyðst at uppfinna eina
lutvís mýtologiska kúgan. Hetta
lutvís fiktiva kúganarhugtakið
livir enn millum okkara við sítt
fríska lív.
Á ein hátt er hetta heilt
natúrligt. Og ivaleyst finna vit
hetta mýtologiska rákið í
mongum londum, eisini - á
annan hátt og í øðrum líki - í
Danmark. Tað er tá ið kúganin
sum mýtologi herjar inn á økir,
har vit krevja vísindaligan
stringens, uttanveltaða viðgerð
ella listarlga dygga lýsing, at hon
ørkymlar og verður hættislig. Er
ikki filmurin hjá Ullu Boje
Rasmussen, við sínum ivasama
kúganarpostuláti og sínum heil-
ella hálvsentimentalt sukur-
stroyddu hetjumyndum, eitt
fullgott dømi um henda vanda?
5. STØÐAN HJÁ
UNDIRRITAÐA
Tá ið Tjóðveldisflokkurin bar
sína nýggju politisku ætlan fram
á vári 1998, høvdu Føroyar fá ár
frammanundan verið í eini
svárari fíggjarkreppu. Bæði
kreppan sjálv, tann skuld, hon
hevði við sær og landsins lækk-
aða umdømi høvdu kenst
mongum føringi eyðmýkjandi.
Mongum - úr ymiskum politisk-
um flokkum - tóktist, at brúk var
fyri nýhugsan, og at henda
nýggja politiska stevna kom á
einum søguliga røttum
tíðarmundi.
Mín egna støða var tann, at eg
í mong ár hevði stuðlað Javn-
aðarflokkin, helst einamest av
sosialum grundum. Tað serliga
við tí nýggju politisku stevnuni
hjá Høgna Hoydal var, at hon
fevndi um ein heim, sum rakk út
um vanlig flokspolitisk
trongrum, sum fataði um Føroya
politisku framtíð, og um hetta
merkiliga og ikki altíð
skilbundna hugtakið, vit rópa
samleika. Hesin politikkur var tí
ein avbjóðing, sum ikki minkaði
av, at teir gomlu flokkarnir í
eftirkreppputíðini - moralskt og
hugmyndafrøðiliga - vóru bæði
rivnir og skræddir.
Blokkstuðulin
Undirritaði valdi í hesi støðu at
royna at leggja tey flokspolitisku
glareyguni til viks og - eftir
førimuni - hyggja fordómsleyst
at gongd og politiskum tilboðum.
Tað er tí ikki bara rætt, tá ið
Kjartan Hoydal velur at síggja
mína kronikk um eitt "ríkis-
felagsskapsmanifest".
Dømi um eitt politiskt stig,
sum samgongan er farin undir at
fremja, og sum eftir mínum tykki
er ógvuliga týðandi, er ætlanin -
sum longu er komin nakað
ávegis - at minka blokkstuðulin.
Hesin politikkur er eftir mínum
tykki rættur. Á mínum ferðum
uttan fyri Føroyar havi eg sann-
að, at hann hevur bøtt munandi
um landsins umdømi. Ein slíkur
sigur er ikki lítil. Eisini tey, sum
brúka sín sjálvsagda rætt til at
geva einihvørjari samgongu ikki
bara stuðul, men eisini kritiskt
mótspæl, eiga at ásanna, at
núverandi samgonga hevur givið
føringum, og Føroya ungdómi,
sjálvsvirðing og sjálvsálit aftur.
Stigmenning og breidd
Skal eg nú royna at lýsa ein
høvuðsmun í áskoðan millum
undirritaða og leiðsluna á full-
veldisskútuni, so fevnir hann
bæði um søguliga uppfatan,
strategiska leið og politiskt
stavnhald. Eftir míni hugsan má
ein og hvør politisk nýskipan
fyri Føroyar grundast á ríkis-
felagsskapin og vaksa lívfrøði-
liga burtur úr hesum politiska og
mentunarliga stórsigri. Í øðrum
lagi eigur ein slík skipan at verða
gróðursett í fólksligari breidd.
Hetta kann hava tann fyrimun,
at slíkar nýskipanir, av t.d.
stjórnmálafrøðiligum ella
løgfrøðiligum slag, verða gjølla
umhugsaðar. Hinvegin borgar ein
slík menning ikki fyri, at tær
mest radikalu loysnirnar vinna
frama í fyrstu syftu. Ein menn-
ing eftir hesum frymli kundi,
uttan at farið verður í staklutir,
sæð nakað soleiðis út:
A. Amtsstøða
Løgtingið ráðgevandi.
Lóggávuvald og útinnandi
vald í Danmark.
B. Heimastýri
Løgtingið lóggevandi.
Avmarkað lóggávuvald og
útinnandi vald flutt til
Føroya.
C. Heimastýri eftir sjálvstýrislóg
Økt lóggávuvald og útinn-
andi vald.
Búskaparligt sjálvbjargni.
Felags grundlóg.
D. Samveldi
Samstarv millum javnstødd
ríkir, hvørt við síni grund-
lóg. Lóggávuvald, útinnandi
vald og dómsvald á føroysk-
um hondum.
E. Loysing
Samstarv millum sjálv-
støðug ríkir.
Viljahugsan
Eg síggi ikki burtur frá tí møgu-
leika, at stig C fellur burtur, og
kanska vilja fullveldisfólk sum
heild loypa bæði stig C og stig D
um. Sambandsflokkurin flytir
seg, í fyrstu syftu, neyvan longur
enn til stig C. Hinvegin var ikki
óhugsandi, at Javnaðarflokkurin,
um hann var við í eini samgongu
og fekk nøkur málsøkir afturfyri,
eitt nú umsiting av sosialmálum
ella eftirlønarmálum, flutti seg til
stig D.
Í hesum sambandi er vert at
gera vart við ein annan mun í
áskoðan millum undirritaða og
fullveldisvongin. Mong í hesum
liði tykjast at hava ta somu
viljaheimspeki, sum t.d. Lenin
hevði: Tað, sum eg vil, verður.
Eftir mínum tykki er ein slík
heimspeki antirationell og
ódemokratisk. Eitt er hugsanin
hjá einum sjálvum, eitt annað er
fólksins hugsan. Tað kann væl
henda, at veruleikin vil nakað
annað enn eg.
Á ein hátt er gongdin 1998-
2000 eitt gott dømi um, hvussu
lítil dugur er í viljaheimspekini
hjá Lenin. Fullveldispolitikarar
roknaðu við treytaleysum sigri,
men vóru fyri ósigri av teirri
orsøk, at teir - m.a. tí teir vildu
sita á maktini einsamallir - valdu
at líta á tað veika mandatið.
Mistilteinurin
Tað merkisverda í dag er ikki, at
fullveldisvongurin hevur stóra
undirtøku, men at andstøðan -
hóast fullveldið í dag er tað
politiskt korrekta, rúgvar nógv
mest upp í fjølmiðlanna almenni,
á skíggja, í lurti og á blaðteigum
og verður profilerað, við al-
mennum og privatum stuðli, av
útlendskum listafólkum (sum
Føroyar.Dk. eftir Ullu Boje
Rasmussen er eitt gott dømi
um)- framvegis stendur sera
sterk. Javnaðarflokkurin fekk til
seinasta val 20,9% og er fram-
vegis ein mun størri enn Fólka-
flokkurin. Sambandsflokkurin
fekk 26% av atkvøðunum og fór
2,3% fram um Tjóðveldisflokkin.
Við eini valluttøku upp á 91,1%
umboða hesir flokkar tilsamans
ein vilja, ið er væl sterkari enn
loysingarviljin í 1946.
Báðir andstøðuflokkarnir
hugsa nú um at taka seg burtur
úr grundlógarnevndini. Hevði
tað ikki verið ómakin vert, um
ein stílar móti fullveldi, ella
nýskipanum fullveldisvegin, at
havt eyguni eftir slíkum
mistilteinum? Og ber ikki til at
siga, um ein hyggur at full-
veldisroyndini 1998-2000, hesi
merkisverdu ætlanini at gera
sirkulin fýrkantaðan, at vestigia
terrent?
Ríkið, sum Lenin grundaði á
viljahugsan og nýansuloysi, fór í
sor í 1989 og reisir seg ongantíð
aftur. Kanska átti Kjartan Hoydal
at spurt seg sjálvan, um tað loys-
ir seg framegis at vála í brigdis-
leysum haga.
C
M
Y
K
33
32