leygardagur 4. oktober 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2003
35
12
Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003
Tað er fríggjadagur. Seinna-
partur. Eg siti í bilinum eins
og túsundtals onnur bæði
framman fyri og aftanfyri meg.
Her havi eg nú staðið í meir
enn ein hálvan tíma saman við
øllum hinum. Og fleiri skulu
koma í somu støðu seinni í
dag og allar aðrar gerandis-
dagar framyvir.
Vit eru stødd miðskeiðis í
Lierbakken — á motorvegnum
vestanfyri Oslo.
Og her skal eg standa í
minst ein hálvan tíma afturat.
Við mær í bilinum havi eg
konu og synirnar báðar. Vit
kenna, at svongdin nærkast,
men sleppa ongan veg. Vit
mugu bara bíða eins og øll
onnur.
Sum alltíð so royna vit at
koma okkum sum skjótast út
úr býnum tá vit skulu vitja
ommuna og abban í Telemark.
Bilurin bleiv pakkaður og
gjørdur klárur ígjár. Vit hava
havt stuttan arbeiðsdag, og
vóru eftir synunum í skúlanum
og barnagarðinum so skjótt til
bar.
Men soleiðis hava ivaleyst
øll onnur eisini hugsað.
Tá vit komu út á høvuðsveg-
in í Oslo vóru bilar at síggja
so langt eygað sær í báðar
ættir.
Hóast skelti loyvdu okkum
at koyra 80 var ferðin neyvan
meir enn 8 kilometrar um
tíman.
Og hóast ferðin stundum er
komin uppí mest loyvdu ferð
80-90 km/t, so standa vit
pinnastill og bíða nú. Her er
bert ein ber ong har korn vaks
í summar og ein bensinstøð —
og so teir bíðandi bilarnir.
Brádliga fái eg eyga á eitt
skelti - vegmyndugleikarnir
hava broytt mest loyvdu ferð
akkurát her. Fyri fyrstu ferð
síðani vit fóru úr Oslo, so er
loyvt at koyra 100 kilometrar
um tíman. Hetta má vera fyri
at arga, tí um vit koma 100
metrar fram uppá ein tíma, so
skulu vit vera glað.
Í Oslo er ferðsluproppar
gerandiskostur. Men her úti í
Lier og í Drammen er tað verri
enn nakrastaðni.
Synirnir eru vorðnir troyttir
av at sita stillir. Tann minsti
sum hevur sovið eina løtu er
nú vakin og vil gjarna út at
spæla. Vit royna at práta við
teir. Í øðrum bilum síggja vit,
at tað prutlar undir lokinum
hjá meir enn einum bilstjóra.
Bíðitíðin er drepandi keðilig.
Orsøkin til, at vit ikki koma
skjótari fram er tann einfalda
at her hava skriviborðsfólkini í
Statens Vegvesen gjørt tað sum
gerast kann fyri at øsa
bilstjórarnar. Á veg oman eftir
tí langa Lier-bakkanum so
steðgar ferðslan heilt upp. Og
við snigilsferð gongur ferðin
víðari. Fyri umleið tveimum
árum síðani læt ein nýggjur
tunnil upp á sunnara armi av
Drammens-ánni. Nú skulu øll
fylgja einari breyt yvirum
Drammensánna. Eingin ferðsla
skal inn í Drammen. Øll
skuldu gerast glað.
Men millum tilrættaleggjar-
arnar so var tað ein sum ikki
hevði tikið alt við í rokni-
stykkið. Hann hevði gloymt, at
brúgvin bert hevur eina breyt.
Og inn á hesa breytina skulu
vit, sum hava ligið á motor-
vegnum við trimum breytum
kroystast.
Og her standa vit so fitt.
Bíðandi bilar í túsundatali.
Og eg kann bara sita og
hugsa. Eg kann hugsa um allar
bilarnar, ella eg kann hugsa
um at bert stutta tíð eftir at vit
einaferð eru komin yvirum
Drammensánna, so hava
vegmyndugleikarnir aftur verið
uppá spæl.
Tey hava lagt ein veg við
fýra breytum móti Kongsberg.
Hesin skal fáa ferðsluna
skjótari fram. Men hví hesin
vegurin endar inni ímillum
vanlig sethús er ikki gott at
siga. Áðrenn ein veit av, er
mest loyvda fer sett niður til
40 km/t og ferðsluforðingarnar
í vegnum koma við 50 metra
millumbili — so óhugsandi er
at øka ferðina uppum teir 40
km/t. Á tí gamla vegnum sum
lá uttanfyri Kongsberg bar til
at koyra 80 km/t. Men nú
meina tey, at betri er at senda
okkum ígjøgnum Kongsberg,
samstundis sum tey í Dramm-
en hava gjørt beint øvugt. Har
skal ferðslan leggjast uttan um
býin.
Hugsa tær. Í báðum førum
merkir hetta, at túrarnir hjá
teimum koyrandi gerast
longri?
Tá vit so eru komin ígjøg-
num Kongsberg, so kunnu vit
gleða okkum til, at mest
loyvda ferð er 30-70 km/t
restina av túrinum. Tí tá eru
vit komin so langt út á landið,
at vegirnir eru smalir og nógv
sving eru.
Tá vit so endiliga eru
frammi, so hava vit brúkt
millum tríggjar og fýra tímar
uppá ein tein, sum ikki skuldi
tikið meir enn í yvirkant av
tveimum tímum.
Eg veit væl, at tað er krevj-
andi at byggja vegir, men eg
skilji ikki, hví tað skal gerast
uppá tann mest tvørliga máta
hvørja einastu ferð.
Og tú hugsar kanska og
spyr: Hví fara tit ikki í tok í
staðin. Gloym tað. Í Norra
steðga tokini ikki longur uttan
í størri býunum, og einki
bussamband er út til tey
smærru plássini har færri enn
10.000 fólk búgva. Har vit
skulu búgva 7.000 fólk.
Fýra á fríggjadagsferð
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Jógvan Hugo Gardar, Oslo, hugoga@online.no, jogvan.gardar@c2i.net
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Ja, blokkfloytu og guitar. Eina
tíð var eisini eitt klaver.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– El-bass. Annars klimpri eg upp
á guitar og klaver.
Syngur tú undir brúsuni?
– Ja, um eingin annar er í
húsinum.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Ja, hvønn dag.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Bert mín eksistens.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– 450-500 stk.
Hvat er tín yndisfløga?
– »Moving Pictures« hjá Rush.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Eina ella aðra »lær teg at jodla
her og nú«-fløgu...
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Veit ikki um hann eitur so,
men »Ingen regning« hjá Peter
Belli - syndarligur.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– »Break Dance & Electric
Boogie« – ein pláta við bland-
aðum tónleiki frá fyrst í
80'unum. Men eg haldi/vóni, eg
havi koyrt hana vekk.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– »Born To Be Wild« við
Steppenwolf.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Donsku Moonjam eru ikki
kimsa at til eitt slíkt kvøld.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Ongan...um eg havi spælt
leyagrkvøldið. Annars er tað líka
mikið...
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Death metal og stílarnir, ið
tengja upp at hesum stíli.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– »Remember Me« hjá Journey.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– »Skiparin lítli«, ið Jógvan
Telling spældi og sang so væl.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– »Remain Forever«, Bólkurin
Ikaroz, sum eg var við í, spældi
sangin inn.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Tjaaa...hatta var ein verri ein.
Møguliga »Be Still My Soul«,
sum er ein enskur sálmur.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Pink Floyd í Parkini. Rolling
Stones vóru eisini forbi góðir
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Jaco Pastorius, Sting, Andy
Summers, Stewart Copeland,
Jimi Hendrix, Mozart, Beet-
hoven, Bach, Beatlarnar, Roger
Waters, Johnny Cash, Dylan,
Hank Williams, Bird, NHØP,
Miles Davis, Susi & Leo...øhh
nei, Geddy Lee, Alex Leifson,
Neal Peart, Will Lee, Elton John,
Eric Clapton, Jeff Beck.......og
nógvar afturat.
Jens Tummas Næss, tónleikari
Birni Hansen, bóndi,
hevur saman við
umboðum fyri
Norðoya Rossafelag
kært eina avgerð hjá
Matrikulstovuni til
Vinnumálaráðið
KÆRA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bóndin, Birni Hansen á
Norðoyri
og
Norðoya
Rossafelag, eru ikki nøgd
við
eina
avgerð,
sum
Matrikulstovan hevur tikið.
Málið er tískil endað sum
kæra hjá Vinnumálaráðnum
í høvuðsstaðnum. Men í
Vinnumálaráðnum hava tey
eftir øllum at døma góðar
stundir, tí enn er einki svar
komið haðani, hóast kæran
varð send, 12. mai í ár.
Søgan aftanfyri
Tað var í juni mánaða 2002,
at Birni Hansen, sum eigur
jørð á Norðoyri, søkti um
loyvi at býta umleið 2500
fermetrar frá einum matrik-
ulnummari, hann eigur á
Norðoyri. Matrikulnumm-
arið er tilsamans 6.854 fer-
metrar til støddar og er í
byggisamtyktini lagt út til
landbúnaðarendamál.
Endamálið við sundur-
býtinum er at selja frábýtta
økið til Norðoya Rossafel-
ag, sum ætlar sær at byggja
eitt hestafjós á Norðoyri.
Klaksvíkar býráð hevur
viðmælt umsóknini, og ætl-
aða byggingin er góðkend
av friðingarmyndugleikun-
um.
Men Matrikulstovan hev-
ur lagt seg í buktina og vil
ikki geva loyvi til sundur-
býti.
Í svari, dagfest 23. okto-
ber 2002, uppá umsókn um
sundurbýti, sigur Matrikul-
stovan, at hon ikki kann
ganga umsóknini á møti, tí
matrikuleringslógin
ikki
heimilar
sundurbýti
av
landbúnaðarjørð í smærri
brúk - uttan til samanlegg-
ingar við aðra búnaðarjørð
ella grundstykki, almenna
nýtslu v.m. Somuleiðis
sigur stovnurin, at sundur-
býti kann bert fara fram,
um hetta er í samsvar við
galdandi byggisamtykt.
Undantaksloyvi
Í kæruni, sum eigarin av
lendinum saman við um-
boðum
fyri
Norðoya
Rossafelag, hava sent Vinn-
umálaráðnum, siga tey seg
meta, at frábýti av grundøki
til hestafjós í landbúnaðar-
øki er í trá við byggisam-
tyktina.
- Men Matrikulstovan er
eftir øllum at døma ikki
samd við okkum í hesum.
Í kæruni søkir bóndin
saman við umboðum fyri
rossafelagið tískil Vinnu-
málaráðið um undantaks-
loyvi til frábýti av jørð til
hestafjós á matrikulnumm-
arinum á Norðoyri.
Hjálagt kæruni er við-
mæli frá Klaksvíkar býráði,
svarskriv frá Matrikulstov-
uni, skriv sum er sent Frið-
ingarnevndini og loyvi frá
Yvirfriðingarnevndini.
Einki svar
Sosialurin vendi sær til
eigaran av lendinum, Birna
Hansen og formannin í
Norðoya Rossafelag, Ólav
Johannesen, gjáramorgun-
in, men hvørgin teirra
hevði enn sæð nakað svar
frá Vinnumálaráðnum uppá
kæruna, hóast hon dagfest,
12. mai 2003.
- Eg fari at nýta hetta
høvi til tess at gera
handilin meira sjón-
ligan, sigur Mathilda
Dam Lamhauge
HANDIL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag er langur leygardagur
hjá handlunum, sum eru
við í Handilsmiðdeplinum í
Runavíkar kommunu.
Í samband við langa
leygardagin, fer handilin,
Friendtex, sum síðan mars í
ár hevur húsast á Leitisvegi
109 í Saltangará, at sýna
fram sínar vørur í fundar-
hølunum hjá arbeiðarafel-
agnum, Hæddini.
Meira sjónligur
Mathilda Dam Lamhauge,
sum eigur og rekur Friend-
tex-handilin í Saltangará,
sigur, at hon fer at sýna
fram allar sínar vørur, sum
í fyrsta lagi eru konufólka-
klæði og skógvar.
- Eg fari at nýta hetta
høvi til tess at gera handil-
in, sum annars liggur eitt
sindur avsíðis, meira kend-
an og sjónligan millum
fólk.
Við sær hevur hon bæði
heit vetrarklæði og góð
klæði til tey, sum skulu
pynta seg til eitt hvørt høvi.
- Alt er av kenda og um-
tókta merkinum, Friendtex,
sigur hon.
Mannfólkaklæði
Mathilda Dam Lamhauge
vísir á, at hon eisini selir
mannfólkaklæði, men hesi
verða bíløgd so hvørt – og
eru ikki á goymslu.
- Tað tekur eina til tvær
vikur at fáa bíløgdu mann-
fólkaklæði heim, sigur hon.
Opið verður í Hæddini í
dag frá kl. 10-17.
Handilin við Leitisvegin
er vanliga opin frá kl.
15.00-17.30, men annars
kunnu fólk síggja vørurnar
eftir avtalu við at ringja á
tlf. 449996/224087.
Kæra um lendi til hestafjós á Norðoyri
Norðoya Rossafelag bíðar eftir svari úr Vinnumálaráðnum, og meðan bíðað verður, bíðar eisini
ætlaða byggingin av einum rossafjósi á Norðoyri
Mynd: Rúna Sivertsen
Friendtex í Hæddini
leygardagin
Í dag fer Friendtex-handilin
við Leitisvegin at sýna fram
sínar vørur í hølunum hjá
Hæddini í Saltangará
Tað var á einum túri
heim úr Íslandi, at
fleiri tons av kjøti
fórust við hesum
skipinum
FLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin
lá
gamli
íslendski trolarin, Ernir, í
Saltangará. Skipið siglir
hvørt mánakvøld úr Føroy-
um við feskum fiski fyri
Skipafelag Føroya niður til
Scrabster í Skotlandi. Mill-
um túrarnar verður av og á
eisini farið til Íslands við
fiski og heimaftur við øðr-
um vørum, men fiska-
marknaðurin í Íslandi hev-
ur ikki verið nakað serligur
í seinastuni. Tískil hevur
heldur eingin flutningur
verið hagar í eina tíð.
Kjøtlastin
Tað var júst á einum slíkum
túri heim úr Íslandi, at fleiri
tons av íslendskum seyða-
kjøti endaðu á brennistøð-
ini á Sandvíkarhjalla, tí
kuldin í skipinum sambært
heilsufrøðiligu krøvunum
hevði verið ov lágur.
Her var eingin góða
mamma, tí kjøt, sum liggur
fryst undir tilmálda kulda-
markinum, kann ikki selj-
ast.
Ivamál er um, hvørt
kuldin í skipinum hevur
verið ov lágur longu, tá ið
skipið fór úr Íslandi við
seyðakjøtinum. Kønir ivast
í, um kuldin kundi fella so
nógv á stuttu leiðini til Før-
oya.
Ernir hevur siglt eitt ár
ella so fyri Skipafelag Før-
oya. Skipið hevur kølilast
umframt tvær bingjur á
dekkinum, ið eisini verða
nýttar sum last.
Skipið lastar eini 100
tons netto.
Flytir fisk fyri
Skipafelag Føroya
Gamli íslendski trolarin, Ernir, sum siglir fyri Skipafelag
Føroya. Tað var umborð á hesum skipinum, at fleiri tons av
kjøti endaðu sínar dagar á brennistøðini á Sandvíkarhjalla
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
35
34