leygardagur 4. oktober 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
37
Venja at skjóta
flogfør niður
Flogskiparar á amerikonskum jagaraflogførum fáa
miðvísa venjing í at skjóta ferðamannaflogfør niður,
sigur ein av ovastu leiðarunum í flogvápninum.
Ralph Eberhart, generalur, sigur, at flogskipararnir
venja fleiri ferðir um vikuna. Endamálið er sambært
generalinum at venja flogskipararnar við, at teir
einaferð kunnu koma í ta støðu, at teir noyðast at
skjóta eitt ferðamannaflogfar við fleiri hundrað
ósekum ferðafólkum niður. Hjá teimum flestu flog-
skiparunum er hetta púra óhugsandi, men vandin fyri,
at yvirgangsmenn fara at ræna flogfør og at nýta tey
eins og 11. september í 2001, ger, at flogskipararnir
noyðast at venja seg við tankan, sigur Ralph Eber-
hart.
Generalurin sigur, at flogskipararnir eru fyrireikað-
ir nú, men eins og flogskipararnir vónar hann, at teir
ongantíð fáa brúk fyri tí, teir hava vant.
Tit finna einki
Iranski forsetin, Mohammad Khatami, endurtekur
nú, at land hansara hevur einki at fjala fyri eftirlits-
monnunum hjá altjóða kjarnorkustovninum IAEA.
Sama hvussu teir kanna og leita, finna teir einki,
sigur forsetin.
IAEA hevur givið iransku myndugleikunum freist
til tann 31. oktober at lata stovninum allar upplýsing-
ar um landsins kjarnorkuætlanir. Higartil hevur Iran
sett seg upp ímóti kravinum, og júst í hesum døgum
eru samráðingar millum Iran og IAEA um kravið. So
seint sum í gjár hevði Khatami sjálvur fund við um-
boð fyri kjarnorkustovnin.
Samstundis komu tíggju eftirlitsmenn hjá stovnin-
um til Iran. Teir næstu fjúrtan dagarnar skulu teir
ferðast aftur og fram í landinum í einari roynd at skrá-
seta allar smálutir í iransku kjarnorkuverkætlanini.
Amerikanarar leggja Iran undir at hava ætlanir um at
gera kjarnorkuvápn, men tað avsanna iranar. Teir
siga, at kjarnorkan skal einans nýtast til friðarlig
endamál.
Fingramerki í passið
Løgmálaráðharrarnir í ES-londunum hava nú sam-
tykt, at umframt mynd skulu fingramerki setast í vis-
um og uppihaldsloyvi.
Endamálið við samtyktini er at gera tað truplari at
falsa slík skjøl og at steðga ólógligum innflytarum,
men samtyktin er eisini liður í stríðnum ímóti yvir-
gangi. Løgfrøðiligi ES-kommiserurin, Antonino
Vitorino, sigur, at allir ráðharrarnir tóku undir við
uppskotinum.
Borgararnir í ES-londunum skulu eisini hava
okkurt frámerki í síni pass afturat myndini, og talan
kann vera um fingramerki. Amerikonsku myndug-
leikarnir hava kravt, at í framtíðini skulu evropear-
arnir hava eitt frámerki afturat myndini, ætla teir sær
til USA uttan visum. ES-løgmálaráðharrarnir siga
kortini, at tann nýggja samtyktin kemst ikki av
amerikanska kravinum, og at USA hevur heldur ikki
lagt trýst á ES í hesum máli.
Misnøgd við kríggið
Ein nýggj meiningakanning vísir, at meiri enn helm-
ingurin av amerikanska fólkinum heldur, at tað var
skeivt av USA at leypa á Irak.
Kanningin, sum sjónvarpið CNN og The New York
Times hava gjørt, vísir, at 53 prosent av teimum
spurdu halda, at tað var skeivt at leypa á Irak. 44
prosent siga, at tey eru nøgd við uttanríkispolitikkin
hjá Bush, forseta, men 50 prosent halda ikki, at for-
setin hevur verið heppin í uttanríkispolitikkinum.
CNN og The New York Times spurdu eisini, hvønn
fólk fara at velja á næsta forsetavalinum. 44 prosent
svaraðu, at tey ætla sær at velja Bush, og onnur 44
prosent svaraðu, at tey ætla sær at velja tað demokrat-
iska valevnið, sum fer at stilla upp ímóti forsetanum.
UTTAN ÚR HEIMI
Vápnaeftirlitsmenn
úr USA, Bretlandi og
Avstralia hava heldur
ikki funnið nøkur
hópoyðingarvápn í
Irak. Men teir siga seg
hava funnið prógv
fyri, at landið ætlaði
at gera slík vápn
VÁPNALEIT
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Vit hava ikki funnið nakrar
vápnagoymslur, men vit
kunnu framvegis ikki siga
við vissu, um irakar høvdu
slíkar vápnagoymslur fyri
kríggið. Tað einasta, sum
vit nú hava eftir at gera, er
at kanna, hvat so er vorðið
av vápnunum, sigur amer-
ikanarin David Kay, sum er
leiðari hjá teimum amerik-
onsku,
bretsku
og
avstralsku vápnaeftirlits-
monnunum, sum seinastu
mánaðarnar hava leitað
eftir hópoyðingarvápnum í
Irak.
David Kay segði á tíð-
indafundi í gjár, at hann og
hansara menn hava heldur
ikki funnið nakað prógv
fyri, at Irak var til eiðar at
nýta evnafrøðilig ella lív-
frøðilig vápn ímóti her-
monnunum, sum lupu á
Irak. Var tað so, eru eingi
prógv fyri tí í dag, segði
hann.
Fjaldu ymiskt
Sambært leiðaranum hjá
eftirlitsmonnunum hevur
Irak eisini havt ætlanir um
at útvega sær kjarnorku-
vápn, men David Kay sig-
ur, at enn hava eftirlits-
menninir ikki funnið nak-
að, sum prógvar, at irakska
stýrið gjørdi nakra roynd á
hesum øki aftan á 1998.
Bæði David Kay og Don-
ald Rumsfeld, verjumála-
ráðharri, løgdu á tíðinda-
fundinum dent á, at eftir-
litsmenninir eru ikki lidnir
við sínar kanningar, tí fleiri
støð eru ikki kannað enn.
David Kay nevndi í hesum
sambandi, at tað ber til at
fjala hópoyðingarvápn í
einum vanligum bilhúsi, so
tað sigur seg sjálvt, at tað er
lætt at fjala slík vápn, segði
hann.
Sambært David Kay eru
amerikonsku, bretsku og
avstralsku eftirlitsmenninir
komnir fram á umleið
tíggju ídnaðarvirkir, sum
kunnu setast í samband við
hópoyðingarvápn, og hann
sigur eisini, at eftirlits-
menninir
hava
funnið
nógva útgerð, sum irakar
fjaldu fyri ST-vápnaeftir-
litsmonnunum, tá teir leit-
aðu í Irak seinasta vetur.
Teir hava eisini funnið nak-
rar rannsóknarstovur og
nakrar loyniligar bygning-
ar, sum irakska fregnartæn-
astan hevði, og sum kunnu
setast í samband við hóp-
oyðingarvápn. Millum ann-
að hava eftirlitsmenninir
funnið eina rannsóknar-
stovu inni í einum fongsli,
og sambært David Kay er
tað ikki óhugsandi, at irak-
ar hava gjørt evnafrøðiligar
royndir við fangum har.
Ikki samsvar
Amerikonsku, bretsku og
avstralsku eftirlitsmenninir
siga seg hava prógv fyri, at
irakar beindu fyri teldu-
útgerð og forritum, sum
kunnu hava havt samband
við
hópoyðingarvápn.
Sambært David Kay bendir
nógv á, at Irak varðveitti
fleiri smáar verkætlanir og
ymsa útgerð aftan á 1991,
sum kundu gera landið ført
fyri at gera hópoyðingar-
vápn eftir stuttari tíð.
Men tað eru eingi prógv
fyri, at landið nakrantíð
setti hesar ætlanir í verk, og
sambært David Kay bendir
nógv á, at landsins møgu-
leikar at gera hópoyðingar-
vápn vóru nógv skerdir og
kanska als ikki vóru til
staðar.
Hóast frágreiðingin hjá
eftirlitsmonnunum er ein
fyribilsfrágreiðing, sigur
David Kay, at sama hvat tað
endaliga úrslitið verður, so
fer tað ikki at samsvara við
tær fregnartænastufrágreið-
ingar, sum komu um við-
urskiftini í Irak undan
krígnum.
Eingi hópoyðingarvápn at finna í Irak
Irak hevði eingi hópoyðingarvápn, sum kundu hótta USA, sigur leiðarin hjá amerikonsku, bretsku og avstralsku
vápnaeftirlitsmonnunum, David Kay
Frítíðarundirvísingin
á Oyrarbakka
veturin 2003/2004
Motiónsfimleikur menn
Mánadag
21.00–22.18
Erling Petersen
tlf. 423194
Fríggjadag 21.00–22.18
_________________________________________________________________________________
Postalínsmáling
Mikudag
19.00–22.30
Eydna Johansen
tlf. 422335
_________________________________________________________________________________
Handarbeiði
Týsdag
18.45–22.15
Katrin Hansen
tlf. 423491
_________________________________________________________________________________
Klænkiskeið
Mikudag
18.30–22.00
Edna Einarsson
tlf. 421289/217089
_________________________________________________________________________________
Fimleikur kvinnur
Týsdag
19.30–20.48
Lovisa Ellendersen
tlf. 268401
_________________________________________________________________________________
Fimleikur gentur
4 til 6 ár
Mánadag
16.00–17.00
Birna Larsen
tlf. 422265
7 til 10 ár
Mánadag
16.00–18.00
Birna Larsen
tlf. 422265
_________________________________________________________________________________
Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndugleikunum. Luttøku-
gjaldið er 300 kr. fyri hvørja lærugrein, tó 500 kr. fyri motiónsfimleik menn, og tað skal verða flutt á
konto skúlans nr. 6460-1001908 í Føroya Banka beinanvegin, tá ið undirvísingin er byrjað. Skúla-
næmingar gjalda 30 kr.
Fráboðan og nærri upplýsingar hjá faklærara.
Felagsskúlin á Oyrarbakka
Tlf. 422084
Til Sølu !
Harley-Davidson FLH 1200.
Prísur : Gev eitt boð
Kann síggjast og roynast í Tórshavn,
sí eisini www.hd.fo
Ring 0045 51844758 / 0045 87254758
Toyota Avensis
1.8 SOL
Toyota Avensis 1.8 SOL, árg. 02/00, til sølu.
Bilurin er silvurgráur og hevur koyrt 20.500 km.
Prísuppskot: kr. 165.000.
Tel. 211950 ella 317565
Jørð til sølu
Um nóg høgt boð fæst, er jørð í Svínoy til sølu:
Uttangarðs:
6 gyllin Fyri Handan Fjøll
Innangarðs:
4.130 m2 við Gamlagarð
Tlf. 318353 · 518353
Jólasølan hjá
Føroya Heima-
virkisfelag
verður í Badmintonhøllini 29.–30. november.
Tekning á tlf. 317911 innan 20. oktober.
Fyri at fáa so nógv hugskot sum gjørligt, kunnu
limir,sum ikki hava so nógvar lutir sum til ein bás,
luttaka har tey verða sett saman við øðrum, og
samstundis kunnu tey tosa um, hvussu básurin
skal passast.
Føroya Heimavirkisfelag
STONGT
frá 6. til 31. oktober 2003
Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi
Bilverkstaðurin
í Statoilstøðini í Leirvík
er latin upp aftur
• Persónbilar, lastbilar & Bussar
• Alt vanligt service arbeiði
• Oljuskift
• Dekkskift
JKH Verkstaðurin
520 Leirvík
Tlf. 443363
C
M
Y
K
37
36