leygardagur 4. oktober 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
39
Berlingo
vøruvognur
8 mðr. gamal Berlingu HDI vøruvognur til sølu.
Tlf. 210298
Barnaheimið
søkir eftir
avloysara
Barnaheimið søkir við hesum eftir avloysara fyri
starvsfólk á Familjuheiminum, sum fer í farloyvi í
eitt ár frá 01. november 2003.
Tann, sum settur verður í avloysarastarvið, skal
starvast í skiftandi vaktum á Familjuheiminum,
har tilsamans 9 fólk eru í starvi.Øll við viðkomadi
útbúgving.
Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðlað í tí at vera for-
eldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum
ein heild.Eisini er endamálið at fáa greiði á,hvørj-
ar styrkir og hvørjar trupulleikar familjan hevur,
og í hesum sambandi meta um, hvat slag av
stuðli er bestur og mest viðkomandi at veita
familjuni framyvir.
Hevur tú viðkomandi útbúgving og hug at royna
teg í hesum arbeiði, so send umsókn sum skjót-
ast til Føroya Barnaheim, Pedda við Steingøtu
10, 100 Tórshavn.
Er okkurt,tú ynskir at frætta nærri um,so ber til at
ringja í vanligari arbeiðstíð á tlf.312320 og spyrja
eftir Hallbjørg Lamhauge, deildarleiðara.
Umsóknir við prógvum o.ø. skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 20. oktober 2003.
Tann, sum settur verður í avloysarastarvið, skal
byrja 1. november 2003 ella so skjótt tilber.
Føroya Barnaheim
Reingerðarfólk
til býráðshúsini hjá
Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir fólki at vaska
býráðshúsini, frá 01. november 2003 at rokna.
Arbeiðið er mett til uml. 15 tímar um vikuna og
arbeiðstíðin verður gerandisdagar millum
kl. 16,00 og 19,00.
Løn sambært galdandi sáttmála.
Umsóknarfreistin er 15. oktober 2003, og skal
sendast til:
Fuglafjarðar kommuna
Postbox 30
530 Fuglafjørður
Kvøldskúlin í Norð-
skála-Oyrar skúla
Kórið undir leiðslu av Hans Oliver Joensen byrjar
venjingina aftur mánakvøldið 6. oktober 2003
kl. 19.00.Vant verður í Skálanum.
Nýggir sangarar eru vælkomnir.
Norðskála-Oyrar skúli
400 Oyrarbakki
tlf. 422245
Starvslýsing
Søkt verður eftir heilsuassistenti til fast starv at
byrja 1.desember 2003.Setunarbrøk 0,59.Starvið
umfatar dag-, kvøld- og náttarvaktir.
Løn sambært Fíggjarmálaráðnum og avvarðandi
fakfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja til leiðaran á
tlf. 456775.
Umsókn við avriti av prógvi og góðkenning skal
sendast til:
Norðoya Ellis- og Vistarheim
Garðavegur 10
FO-700 Klaksvík
Att. Leiðarin
Umsóknarfreist: 13. oktober.
Lærlingur
søkist til handilin hjá P/F Esmar Simonsen
á Kambsdali at seta skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt gott arbeiðspláss, har tú í einum spenn-
andi starvi fært møguleika at arbeiða
sjálvstøðugt
• Fjølbroyttar uppgávur, sum gera at tú fert at
læra nógv og skjótt
Tú kemur at taka tær av at:
• Taka ímóti og avgreiða viðskiftafólk, sum
kemur í handilin ella gjøgnum telefon
• Samskifta við og bíleggja vørur frá veitarum
okkara uttanlands
• Taka móti innkomnari vøru frá veitarum
okkara og halda skil á eykalutagoymslu
Vit vænta okkum av tær, at:
• Tú ert ágrýtin, fryntlig/ur og fyrikomandi
• Tú ert álítandi og før/ur at átaka tær ábyrgd
Førleika- og útbúgvingarkrav:
• FHS ella onnur miðnámsútbúgving
Umsókn verður at senda til:
P/F Esmar Simonsen,
Att. Jonni Isaksen, Kambsdalur,
530-Fuglafjørður.
________________________________________
P/F Esmar Simonsen er ein handils- og tænastufyritøka,
sum hevur sølu- og verkstaðsvirksemi innan bilar og
trukkar. Vit umboða merkini Daewoo, Still, Caterpillar og
nógv onnur merki. Harumframt hava vit ein handil, har
m.a. bil-eykalutir og dekk verða seld. Í fyritøkuni starvast
13 fólk.
Høll til sølu
Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember
2002 um alment útboð av kommunalari fastogn,
lýsir Sumbiar Kommuna høllina, sum stendur á
havnarlagnum í Lopra, til sølu.
Høllin er 1275 fermetrar stór.
Upplýsingar um søluna fáast við at venda sær til
Sumbiar Kommunu.
Møgulig tilboð um keyp skulu vera skrivlig og
vera Sumbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 10.
oktober 2003.
Kommunustýrið skilar sær rætt til at velja ímillum
innkomnu tilboðini ella havna øllum.
Sumbiar Kommuna
FO-970 Sumba
Tlf. 370344 · 221915
Fax 370114
Bilur til sølu
BMW 524 td, nýsýnaður, koyrt 282.000 km,
frá nov. ‘90, til sølu fyri 85.000 kr.
Bilurin er at síggja hjá Sp/f Ivan Johansen
bilasølu.
Tlf. 311199 / 503108
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Ergoterapeutur/Fysioterapeutur
til Hjálpartólamiðstøðina (HTM)
Á HTM er 1 fyribilsstarv leys at seta beinanvegin.
1 avloysararastarv sum Ergoterapeutur/Fysioterapeutur fyri starvfólk í
barsilsfarloyvi er leyst at seta pr. 01. nov. 2003.
HTM er deild á Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heimin-
um og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 13 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.
• upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndugleikar
o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av hjálpartólum
• viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðar-
broytingar og avlamisbilar.
• tvørfakligt samstarv - innan- og uttanhýsis
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur:
• útbúgving sum ergoterapeutur / fysioterapeutur
• royndir frá líknandi arbeiði er ein fyrimunur
• góð samstarvsevnir
• hollan telduførleika
Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt arbeiði
• flextíð
• tætt samstarv við starvsfelagarnar
• samskifti við viðskiftafólk
• fakligt mennandi umhvørvi
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkom-
andi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen leiðara á HTM
tel. 358300.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum og viðmerking um hvat starv søkt
verður um skal sendast til Hjálpartólamiðstøðina,Postboks 1049,110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 17. okt. 2003 kl. 14.00.
ALMA
pdf
C
M
Y
K
39
38
P/F ALMA
Maskinverkstaður & Smiðja
Tlf. 31 58 90 Fax. 31 35 00
Mail: jan@alma.fo
442D RENNUGRAVARI
Fabriksnýggjur
Prísur uttan mvg. Kr. 498.000,-
906B RENNUGRAVARI
Frá 1991 – 3800 tímar-renoverað
Prísur uttan mvg. Kr. 305.000,-
908ESD RENNUGRAVARI
Frá 1996 – 5750 tímar-renoverað
Prísur uttan mvg. Kr. 450.000,-