leygardagur 4. oktober 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
41
Pedagogur ella
hjálparfólk
til Sambýlið í Smærugøtu 29
Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við
tænastu inntil víðari á Sambýliunum í Smæru-
gøtu 29 , er eitt pedagogstarv leyst at søkja til
setan 1. november 2003 ella eftir nærri avtalu.
Starvið er tænastumannastarv, sett eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið,lønt
eftir lønarstigunum 24 - 31 eftir lønartalvuni frá
mars 2002. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-
kvøldvaktir umframt døgn-og vikuskiftisarbeiði
Sambýlið er undir uppbyggjan og er heim hjá 5
fólkum við m.a. menningartarni, sosialum- og
sálarligum trupulleikum
Dentur verður lagdur á, at tann sum settur verð-
ur, er likamliga og sálarliga væl fyri, áhugaður at
luttaka í øllum avbjóðingum og opin fyri ný-
hugsan. Eisini er neyðugt at kunna arbeiða sjálv-
støðugt, at samstarva við onnur, umframt at vera
førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í tí dagliga
arbeiðinum.
Søkir tú nýggjar avbjóðingar og vil verða við til at
menna hetta sambýlið saman við okkum, er tað
nú tú hevur møguleikan.
Bert fólk sum hevur lokið námsfrøðiligt prógv
verður sett í pedagogstarvið. Um ikki útbúgvi
fólk verður sett í hetta starv,verður tað sett tíðar-
avmarkað við fólki við líknandi førleika.
Meiri fæst at vita um starvið við at ringja á telefon
321068 og spyrja eftir Finn Larsen, fyristøðufólki.
Umsóknarfreistin er 17. oktober 2003 og skulu
umsóknirnar sendast til:
Sambýlið í Smærugøtu
Att. Finn Larsen
Smærugøta 29
Fo-100 Tórshavn
Keyp av seyða-
skinnum
Aftur í ár keypa vit seyðaskinn, men bert um hesi
eru saltað og íligin.
Prísurin verður:
Fyri 1. flokks seyðaskinn kr. 22,-
Fyri 2. flokks seyðaskinn kr. 17,-
Hagreiðing skal vera eftir forskriftunum, og skulu
skinnini m.a. kølast beinanvegin.
Bert væl hagreidd lambsskinn fáa góðan prís,
meðan ær-, veðra- og 2. flokks lambsskinn fáa 2.
flokks prís.
Pesjur verða ikki keyptar.
Seinni verður lýst um, nær móttøkan byrjar og
hvar hon verður.
Forskriftir um hagreiðing av seyðaskinnum
kunnu fáast við at venda sær til MBM á
telefon 479035.
Kollafjørður 2.oktober 2003
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Skótabúðin
søkir fólk
Ert tú áhugað/ur í náttúruni og hevur handils-
prógv, vantar tær starv, so ert tú kanska tann, vit
leita eftir.
Sp/f Skótabúðin søkir eftir dagligum leiðara 3/4
tíð at byrja skjótast gjørligt.
Skótabúðin hevur síðani miðskeiðis í 60-unum
rikið handil við skóta- og frítíðarútgerð.
Vit vænta at tú:
• Ert arbeiðssamur
• Ert røkin
• Ert samarbeiðsvilligur
• Hevur handilsprógv
Arbeiðið fevnir um:
• Sølu og kundatænastu
• Keyp av vørum
• Marknaðarføring
Løn sambært S&K.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvum skal
sendast til
Sp/f Skótabúðin
Hoydalsvegi 6
Postsmoga 1080
FO-110 Tórshavn
í seinasta lagi 20. oktober 2003.
Hava tygum spurningar, so setið tygum í sam-
band við Hans Anfinnson Norðfoss á tlf. 224454.
www.sosialurin.fo
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingur
Heilsuatstøðingur
Hesi størv eru leys at søkja á E3/E2:
• fast fulltíðar starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í
skiftandi vaktum til setan 1. november 2003
ella eftir avtalu
• avloysarastarv á starvsbrøki 0,7 sum heilsu-
atstøðingur í skiftandi vaktum til setan
1.desember 2003 til og við 30.november 2004.
E3 er ein medisinsk deild. Sergreinin á deildini er
uppvenjing av sjúklingum við apopleksia cerebri
og við dis. sclerosu. Arbeitt verður í tøttum sam-
starvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar, ergo-
terapeutar og talupædagog. Dentur verður
lagdur á gott samstarv við avvarðandi og við
primertænastuna.
E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri fólk-
um.Vit ynskja starvsfelagar við hugi og hegni til
at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á
góðan moral, etisk virði, positiva menniskja-
áskoðan og góð samstarvsevni.
Vit kunnu bjóða:
• Góðar og dugnaligar samstarvsfelagar.
• Góða upplæring
• Eitt umhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan
galdandi og vera við til at menna sjúkrarøktina
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja tlf
313540 Óluvá Hentze, deildarleiðara, á lokal 216,
ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing,
lokal 300, e-post asap@lsh.fo
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum av-
varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 20. oktober 2003 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Óla Arge
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingur til A2
føðideildina
Á føðideildini er farloyvisstarv sum sjúkrarøktar-
frøðingur leyst til setan skjótast gjørligt ella eftir
avtalu og fram til 31.august 2004.Talan er um eitt
starv á starvsbrøki 0,6 í kvøld- og náttarvakt.
Føðideildin A2 er ein deild við plássi fyri 12
mammum við børnum, 4 barnakonum og einari
neonatalari eind, har vit royna, at hvørt einstaka
barnið saman við foreldrum, fær so góða byrjan
sum gjørligt í lívinum. Deildin er spennandi við
nógvum avbjóðingum, tvørfakligum samstarvi,
góðari upplæring, undirvísing, og hon hevur
tilrættislagda innleiðsluætlan. Á deildini eru
royndir og virknir starvsfelagar.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• faklig vitan og royndir
• góð samstarvsevni
• fleksibul og kreativ/ur
• røkjuskapur
• hug til tvørfakligt samstarv
• vil søkja mennandi avbjóðingar
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fe-
lagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Upplýsingar um starvið:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Sonju Andersen, deildarleiðara, telefon 31 35 40,
lokal 102 ella til Ceciliu Vestureið, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing, lokal/kallara 499 ella e-post
ceci@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 20. oktober 2003 kl. 12.00.
Skivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
GSM telefonir
Tráðleysar
Til skip og bátar
Nokia - Siemens - Motorola
Ericsson - Panasonic
Siemens Dect.
Kunnu ikki avlurtast
NMT 450 - VHF telefonir v.m.
SØLA & TÆNASTA
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F
144, P/F Højgaards
Handilsvirkið, 600
Saltangará.
Viðtøkur broyttar:
16.08.2003.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Elsebeth
Malene Sophie Højgaard,
600 Saltangará.
Skráseting Føroya tann 2.
oktober 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3344,
Sp/f SBJ, 460 Norðskáli.
Viðtøkur broyttar:
02.09.2003.
Kapitalur:
Hækking við kr. 50.000,00 til
kr. 150.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
50.000,00 við
skuldarumskifti til kurs 100.
Skráseting Føroya tann 2.
oktober 2003
Kristin Balle
_______________________
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
41
40