mikudagur 20. november 1996síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10 tíðindablaðið
ft
OS!
Nr. 224 - 20. NOVEMBER 1996
STJORI
til Strandfaraskip Landsins
Starvið sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins verður við
hesum lýst leyst at sokja til setan skjótast møguligt.
Strandfaraskip Landsins (SL) er landsfyritoka, sum lutvíst við
egnari fígging og lutvist við studningi úr landskassanum, rekur
almenna samferðslu á sjógvi og landi. Meira enn 300 fólk eru í
vinnu hjá SL og rakstrarætlanin liggur um 105 milliónir kr. ár-
liga
Stjórastarvið:
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins hevur ábyrgd av stovnin-
um, bæði viðvíkjandi figgjarstøduni, tænastustødinum v.m. Stjór-
in hevur ovastu leiðslu av stovninum um hendi. Abyrgdarokið
fevnir eisini um langtíðar ráðlegging innan virkisøki stovnsins,
og hevur hann tí eisini ábyrgd fyri samskipan av ymsu deildun-
um og virkisøkjunum hjá SL. Nýggi stjórin kemur at hava ein
týdningarmiklan leiklut í teirri menning og nýskipan, ið stovnurin
hevur fyri framman.
Krov til evni og eginleikar:
* Hollar leiðsluroyndir, duga at taka avgerðir, loysa trupulleikar,
vera fyrikomandi og hava evni at skapa eitt gott og mennandi
umhvørvi
* Tænastuhugburður. Stjórin skal ganga á odda og eggja starvs-
fólkunum til at menna tænastustoði hjá SL
* Skil fyri og royndir frá fíggjarligum viðurskiftum
* Skil og áhuga fyri samferðslu
- Hava visiónir og strategiskan hugsunarhátt
+ Duga væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli.
Formlig forleikakrov:
* Holl teoretisk útbúgving
* Viðkomandi eftirutbugving, eitt nú innan leiðslu, gevur fyrimun
Setanar- og lønartreytir:
Starvið verður sett sambært avtalu, og er lønt í 38. lønarflokki
sambært tænastumannalógini, tó uttan at starvið er tænastu-
mannastarv. Eftirlonartrygging fylgir við starvinum.
Umsóknir við avritum av prógvum, ummælum, CV og referans-
um skulu sendast til:
Landsskrivstovuna
Postrúm 64
FR-110 Tórshavn
og skulu vera landsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 10. de-
sember 1996
Fleiri upplýsingar fåast við at venda sær til Samskiftisdeildina
v/ Jákupi Thorsteinsson, deildarstjóra, ella Hákun Nielsen, full-
trúa, á tlf. 11080.
Hetta vikuskiftid spæla
góðan, gamlan dansitónleik.
Aldursmark: 18 ár
Kostnaður: Kr. 50,-
kommunuvalið
Tað tykist ikki, sum at menn
hava fingið eygum upp
Seinastu árini hevur verið
nógvur aktivitetur sum
bendir á, at vit standa við
eitt vegamót. Tað gerst alt
meira eyðsýnt. at vit fáa eitt
munandi ískoyti til fiski-
vinnuna, nevniliga olju
vinnuna. Tó eru eingi tekin
í sól og mána um, at po
litiski myndugleikin hevur
fingið eyguni upp. Ein hev
ur hug ul at spyrja, um vit
skulu bíða til aðrir koma at
taka arbeiði úr okkara hond
um. Menn tosa um alterna
tivir, tó tað mest nærliggj
andi liggur teimum fjarast
Nýggjar vinnur eru
størsta borgan fyri fram
burði her á landi. Og Havn
in eigur sín part „v hesum
framburði. Tí eiga vit ikki
at liggja sjóvarfallið av okk
um. Vit eiga sum hevuðs
stadarkommuna at: vera
fremst, tá tað snýr seg um
framtakssemi. Hóast fle
virkir hava latið aftur, eru
tó nøkur/nakrir eftir. Bæði
verkfrødingar, arkitektar og
teknikkarir. Og vit onnur
eru greið yvir, at kemur
gongd á byggi-. anleggs- og
flutningsvinnuna, fylgir
annað við
Einki bendir tó á, at vit
skulu rokna við, at fram
takssemið kemur úr Tinga
nesi. Har verður snorksov
ið
Tad er sera væl skiljandi
at vinnan er ónegd við, at
vinnulívið lítið ella einki
merkir til tann pengastreym
sum hóast alt er til at fáa
eyga á innan hesa komandi
vinnu. Verður mðurlagið tað
sama komandi tíðina, mugu
vit rokna við, at møguleik
arnir gleppa okkum av
hondum. Vit hava onga
grund til at halda, at Ut
lendskt vinnulív bíðar eftir
at vit skulu verða fyrstir at
Tyrlumidstød
i Havnini
fáa okkum av fatinum
Hetta er ov naivt. Teir eru
professionellir, og hava bert
eitt egdamál- at tjena peng
ar. Vit eiga at hugsa sum
tarvafiktarin: skalt tú vinna
á tarvinum, skalt tú hugsa
eins og tarvurin!
Myndugleikarnir eiga ti
at gera alt fyri, at vit fáa
møguleikan, áðrenn út
lendsk feløg fáa fótin alt ov
fastan her á landi. Vit eiga
át minnast til, at útlendingar
eru væl frammanfyri okkum
áðrenn kapprenningin byr)
ar. Tað nýttar einki, at báðir
partar byrja at renna sam-
stundis, tá hetta eru for
treytirnar. Tað nyttar heldur
einki, at oljufyrisitingin set-
ur ein fulltrúa at lova at
kanna viðurskiftim. Vit
hava brúk fyri ítskuligum
vinnuligum aktivitetum-
ikki bert orðum
Nógv bendir á, at tað eru
vit her á staðnum, sum
skulu seta gongd á. Býráðið
eigur. nú landsstýrið snork
svevur, at vísa ivitiativ. Ein
skjóttarbeiðandi nevnd eig-
ur at verða sett undir bý
ráðnum, sum hevur til upp
gåvu at vísa vinnuni á
møguleikarnar í kommun
uni. Stingur landsstýrið ikki
út í kortið, gera vit tað. Vit
hava heilt einfalt ikki ráð
til at bíða
Eingin ivi er um, at kom
andi vinnan kemur at hava
nógvar sera tungar flutn
ingsuppgávur við sær. Hetta
eigur at fáa byggivinnu okk
ara at hugsa seg um. Skjót-
asti flutningsvegurin til ar
beiðsstéðini = uttan um
oyggjarnar er loftvegis
Givid havnameguleikarnar
i kommununi er einki at iva-
st i, at hugtakið havn eisini
eigur at fevna um eina flog
havn. Tó ikki eitt ørvitis-
projekt. Men eina tyrluflog
havn í kommununi. Og við
at samantvinna vinnuílegu
og samferðsluna fáa vit
møguleikar, sum vit hóast
alt atlíkavæl skulu fholt við
seinni
Vit eiga at gevast við at
hugsa antin ov smátt ella ov
stórt. Realistiskt mett verð
ur tørvur á tyrlufloghavn
sum í byrjanini hevur pláss
fyri 10 plássum umframt
hallum til tyrlurnar. Eitt mo
dulsystem/útbyg, ing kann
gerast uttan tær stóru íleg
urnar. Finna vit eitt hósk
andi pláss (Glyvursnes?). er
einki er ul hindurs "yri, at
p?
Pr
allur tyrluflutningur innan
oyggja kann samskipast her
í Havnini. Kommunan eigur
saman við vinnuni: beinan
vegin at kanna hesar møgu-
leikar. Vit eiga, áðrenn kjak
ið verður brongla av ødrum,
at geva vinnun: í býnum ein
kjans at vísa, hvat hon er
ment. Tað vildi verið spell,
um planlegging og gerð av
hesum gleppur okkum av
hondum
Talan er um eina byrjan
Og talan er um eina sera
spennandi avbjóðing fyri
okkum. Vit eiga ikki at lata
mistøkini í 80-unum steðga
okkum, men læra okkum
Her eigur býráðið at ganga
á odda við at visa á møgu-
leikarnar. Útlendingar bíða
ikki eftir at td. Pride skal
rekja teirra flutning millum
oyggjarnar
Veganetið, sum er í
kommununi, skal íkki
broytast nógv fyri at lúka
krøvini. Í so máta hava poli-
tíkkararnir = verið fram
skygdir. Men enn vantar, at
byggifelegini fáa nógv
meira ítskuligar ætlanir at
halda seg til Borðingin
byrjar um tvey ár. Ein hósk
andi vøllur tekur minst
hálvtannað ár at gera
Hverjum bíða vit eftir?
Eingin grund er til at
halda, at útlendingar ikki
longu hava valt bestu skini
út og lagt ætlanir. Hava
útlendingar fingið snevilin
av olju- og tað hava teir
hava teir eisini longu ætl
anir við ikki bert Havnini,
men eisini oyggjunum
Orðið strategi liggur
frammarlaga í teirra verð
So áheitan mín er, at
komandi býráðspolitikkarir
lata seg í oljuarbeiðsklæðini
alt fyri eitt, og saman við
vinnulívinum seta hol á
Hverki = vinnulívið ella
kommunan hava ráð til at
bíða. Eru vit ikki fyrst, eru
vit síðst. Eingin nummar 2
er í hesum talvi. Vit hava
alt at vinna við at:verða
fyrst
Ég vil enda hesa grein
mina við at spyrja lesaran
Er tað nakað sum bendir
á, at vit í dag gera nakað
fyri at fyrireika okkum til
oljuvinnuna ?
Nei — í grundini ikki |
Blíðar heilsanir
Gordon Ejdesgaard