Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 1996síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 224 — 20. NOVEMBER 1996 tíðindablaðið — || 11 INSERAT Málgagn Miðfloksins Á Nr. 2 Guð svaraði Nú fluttist fjallið og eitt av hjartamálum 7 Miðfloksins og hjá flestu kristnu í land- —& inum gjørdist veruleiki: Einkarrætturin til at senda útvarp varð brotin, tå Før- oya Løgting í farnu viku at enda við lóg gav loyvi til, at onnur enn Útvarp Før- oya kunnu nýta hendan møguleikan. 3 Ígjøgnum mong ár hava trúgvandi úr flestu samkomum kring landið trúliga borið hesa bønina upp til Guds, sam- stundis sum politikarar år flein flokkum hava arbeitt vid målinum. Tå bøn og arbeiði ganga hond í hond, hvat kann tå ikki avrikast? Nú er bert eftir at fáa skipað viðurskifti á økinum, og vóna vit í Miðflokkinum, at Landsstýrismaðurin við ábyrgd á hes- um eki hevur hegni til at gera kunngerð- ir, sum gagna tí kristna arbeiðinum. Og vónandi upprennur tann dagurin við skundi, har vit kunnu finna eina rás á útvarpstóli okkara, sum sendir lívgev- andi kristið tilfar í sangi og tónleiki, talu, tíðindum, barnasendingum o.s.fr. Føroya fólk! Gevist ikki at biðja fyri hesum týdningarmikla øki, men biðið framhaldandi um Guðs signing og veg- leiðing fyri teimum, sum taka hesa tæn- astu á seg. Frá Miðblaðn tøkk til all: við til at 7 Guð sig frametfir 1 hjartans eir politikkarar, søm igjøgngn. Mikudagur 20. n vember 1996 Miðllaðið 1. árgangur Áheitan á øll trúgvandi frá Landsnevnd Miðfloksins: Valið er tykkara — men ikki líkamikið Oneyðugt skuldi verið hjá trúgvandi at valt onnur enn persónlig, játtandi kristin í okkara kommunustýri og skúla- ráð. Síggið hetta sum ein góðan møguleika at gera ávirkan tykkara galdandi við at velja persónar, tit vita vilja skja og ve kkara áhugamál sum trúgv- andi, har tey verða sett at virka Nú tað stundar til kommunu- og skúla- ráðsval kring landið alt, vil landsnevnd Mið- floksins inniliga hetta á øll, 10 taka undir við sjónarmiðum floksins g øll trúgvandi annars um at fara mannsterk á val og velja trúgvandi menn og kvinnur í ráð int øll, ið veljast skulu Tit eiga at síggja hetta sum ein góðan møgu- leika at gera tykkara ávirkan galdandi við at velja persónar í okkara kommunustýri og skúla- ráð, ið tit vita vilja rekja og verja tykkara persón ligu áhugamál sum kristin. Hetta ger seg kanska ikki minst gald andi, tá ið talan er um skúlaráðini, har avgerðir verða tiknar viðvíkjandi frálærutilfari barnanna í fólkaskúlum okkara Born læra skjótt og ávirkast lætt, eisini tyg- ara barn, og tí er tað sera, sera umráðandi, at tygum, fyri at fyribyrgja møguligum óhepnum avgerðum og spillu í barnsins sinni, velja persónliga, játtandi trúgvandi í hesi ráð - til landsins, barnsins og tygara besta! Trúgvandi reisist og fylkist! Jenis av Rana fekk harðar ákoyringar frá ávísum persónum eftir grein sína í fyrstu út- gávu av Miðblaðnum, har hann vísti á, hví tað er so alneyðugt at velja trúgvandi fólk. At so onnur øsa seg um tað og kenna seg gingin ov nær vísir berg, at okkurt rørist innan í teimum - kanska samvitska teirra hóast alt vitnar ímóti teimum Jú, tað er neyðugt, av sonnum alneyðugt, at øll trúgvandi í Føroyum reisast og fylkjast til allar tílíkar umráðandi avgerðir í landi okkara, tað veri seg bæði til kommunu- og skúla- ráðsval og løgtings- og fólkatingsval. Í hesum føri er talan um val til kommunur og skúlaráð, men um - í seinasta lagi - stívliga hálvtannað år er løg- tingsval, og kanska eis- ini innan ta tíð fólka- tingsval, og tá er neyð- ugt at hava hetta í huga Gloymið ikki, vit stríð- ast í heri Harrans, og tá er sigurin vísur. Tí Hann, sum í okkum er, er stérri enn tann, sum I heiminum er! Missið tí ikki mótið, men haldið treystliga á Ræðast ikki avbjóðingina Í Suðurstreymi hevur Miðflokkurin egnan lista til býráðs- og skúlaráðsvalið, mann aður við monnum og kvinnum, ið ikki eru bangin fyri at taka við lutur ikki skal liggja eftir, verða tey vald Aðrastaðni - tó ikki allastaðni - ingin ikki politisk, men her finnast tó á listun- um, eitt nú í Eystur- oynni, menn og kvinn- ur, ið eru hollir Mið- floksstuðlar. Ikki skuldi verið neyðugt hjá einum kristnum at valt onnur enn brødur og systrar í Harranum at tikið av- gerðir sína vegna, av- gerðir, ið koma at gagna bæði bygd og bý, landi og fólki! Farið ti fjølment á val og veljið fólk, ið standa Harranum nær. Tað verður eitt val, tit ong- antíð koma at angra. Eitt er heilt víst: Valið er tykkara - men ikki líkamikið! er uppstill Landsnevnd Miðfloksins