leygardagur 4. oktober 2003síða 24
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
47
SAMBAND YNSKIST
Til tín, ið var í dansi í Kollafirði
leygardagin 27. sept. Tú siglir úti,
og eg veit tú er einsamallur í dag.
Eg vildi fegin, at tú skrivaði mær
nakrar reglur, og tú skuldi fingið ein
trúgvan vin fyri lívið, og annars ikki
verið skuffaður á nakran hátt, tá vit
síggjast. Skriva til Sosialurin, Box
76, 110 Tórshavn
Bill. mrk. 1381/e
VIL TÚ BLÍVA MAMMA?
Eg vil gjarna blíva pápi, tí eg eigi
einki barn – eri trúgvandi, royki og
drekki ikki. Lat okkum liva saman
og helst giftast, eg vóni tú svarar.
Skriva til Sosialurin, box 76, 110
Tórshavn.
Bill.mrk. 1682/1
Sjavs
SJAVSKAPPING
Almenn sjavskapping verður á Kafé
Blákross týsdagin 7. okt. kl. 19.00
Kafé Blákross
SJAVSKAPPING
á Strondum sunnudagin 5. okt. kl.
16. Spælt verður nú um ein Apex
ferðaseðil við Maersk til Danmarkar,
sum verður drigin fyri jól
Strálan
Súkklur
TIL SØLU
Ein Aprillia RS50.
Tlf. 253223
SKUTARI YNSKIST
til keyps, max 5.000,- kr. Hann skal
hava plátur.
Tlf. 510153 eftir kl. 17
KNALLERT YNSKIST TIL KEYP
Helst í góðum standi. Vinarliga ring
tlf. 372071/258438
YNSKIST
Ein dreingjasúkkla til 10-12 ára
gamlan drong við uml. 21 gearum.
Tlf. 514797
MOTORSÚKKLA TIL SØLU
Yamaha FJ 1200, árg. 1991, prísur
67.000 kr.
Tlf. 424407
TIL SØLU
ein Aprillia RS 50
Tlf. 422331
TIL SØLU
Kreidler skutari, 3 ár, koyrt 5.000
km við lítlum breki. Til sølu fyri
5.000 kr.
Tlf. 228347
MINIBANACROSS
Ein minibanacross til sølu fyri
9.000,- Koyrir ikki, men krevur lítið
av ábøtum. Hon er 80 cc.
Tlf. 226880
DAMUSÚKKLA TIL SØLU
Winther kvalitetssúkkla v/ 3 kervum
til sølu. Í góðum standi. Nýprísur:
3.200 kr. til sølu fyri 1.000 kr.
Tlf. 321214 ella 211214
TIL SØLU
2 Puch Monza til sølu. Onnur fyri
3.000 kr. og hin fyri 4.000 kr. Nógvir
deilir fylgja við.
Tlf. 210104
YNSKIST
Ein Aprilia RS 50cc fyri uml. 12.000
kr. Skal vera frá 98. Er í góðum
standi. Ring
Tlf. 270255 ella 441635
Teldur
XBOX SPØL
Fifa Football 2003 kr. 400,- NBA
kurvabóltur 2003 kr. 400,- WW Raw
(wrestling) kr. 300,- Nýprísur pr. stk.
ca. 600,-
Tlf. 448106
TIL SØLU
+2000 mhz athlon Processor, 512
mb Ram, 80 Gb harddisk, Ge-force
4 Graffikkort, innbygt modem,
48x24x48 brennara, dvd-drev, 17"
flatskerm, tráðleyst tastatur og mús,
windows xp við øllum tilhoyri, spøl.
Nýprísur 14.000 kr.
Ringið á tlf. 509669 um tit eru
áhugað
TIL SØLU
AMD+2200 við 256 RAM, 80 GB,
GeForce 4 við 64 MB, 56K Modem,
DVD/CD-Rom, netkort 10/100, 17"
skerm, mús/knappaborð, 2 hátalarar
+ woofer, spøl og annað tilhoyr. Til
sølu fyri 6.000 kr.
Tlf. 229379
TIL SØLU
Pirates of Caribbean,
American Conquest,
Wolfenstein,
Praetorians,
Cossacks,
Medieval/Shogun total war,
Delta Force, Age of Empires,
Commandos 2, + 10 spøl, nýggjur
brennari 48x24x48. Alt fyri bert
1500 kr.
Ringið 214500
TIL SØLU
Eitt playstation I v/ 2 joystikkum.
Eitt Sega master system II við 2
spølum at seta til sjónvarp.
Tlf. 514797
ÓBRÚKT TELDA
við ymiskum tilhoyri til sølu fyri
5.000,-
Tlf. 212405
WORKSTATION!
Hewlett Packard XW6000. 2.8 Ghz
P4 Xeon – 1024 ECC DDR RAM
(synkroniseraði) møguleika fyri 2
processarum. 36,4 GB SCSI HD +
120 GB IDE 133 HD. Radeon 9200
128 mb skermkort – DVD –
52x24x52x brennara – sub + 4
hátalara – win XP 17” HP skerm. 4
mánar gomul. Nýprísur í dag uml.
30.000 kr. Boð undir 20.000 ongan
áhuga.
Tlf. 214487
PRINTARI TIL SØLU
HP Deskjet 3420 við USB-kaðali. Í
óopnaðum orginal innpakningi. 10
síður/min. s/h, 8 síður/min. lit. Kann
printa foto kvalitet. Prísur kr. 799,-
Tlf. 322590/219590
TELDA TIL SØLU
Ein AMD Atlon (TM) processor 1.15
GHz 512 MB Ram, Windows XP
Home Edition, 17" skerm, tráðleys
mús, Epson lit printari, hátalarar við
subwoofara, ómetaliga góð og skjót
telda fyri 8.500 kr. Ring og hoyr
nærri.
Tlf. 722978 ella 422978
TELDA TIL SØLU
AMD XP 2100+, 512 MB Ram,
Creative Audigy Player ljóðkort,
Asus GeForce4, T14400 Grafikkort,
120 GB Harddisk, CD brennara,
Thermaltake Xaser II kabinett. Uttan
skerm. Sí www.sokka.net/telda Til
sølu fyri 6000 kr.
Tlf. 229533
GÓÐ TELDA
1300 MHz, 640 MB ram, 120 GB,
Geforce FX 128 DDR Ram,
Combodrev, 17" skermur, mús,
keyboard, hátalarar, umleið kr.
10.000,-
Tlf. 220127
IETT PLAYSTATION 2
við tveimum spølum og einum
memorykorti til sølu.
Tlf. 321591
TIL SØLU
Telda 1600 MHz, 40GB, 256 Ram,
Philips skermur 19'', Geforce 2 64
MB, CD/DVD + brennara, 4
hátalarar + Subwoofer + nøkur
spøl, uml. 6.000 kr.
Tlf. 315717 eftir kl. 18.00
Tónleikur
FLYGEL TIL SØLU
Enskt flygel av merkinum Chappell.
Longd 165 cm. Kom og royn tað.
Ring 312075 ella 556042
TIL SØLU
E-V hátalarasett 600 watt sub og
400 watt toppar.
Tlf. 504341/255569
BILSTEREO
Eitt hálvt ára gamalt kompl.
bilstereo verður selt fyri hálvan prís.
Ring og hoyr nærri.
Tlf. 211777
ER TAÐ NAKAR
sum hevur eitt brúkt klaver til sølu,
helst hvítt.
Tlf. 263817
YAMAHA AW4416 TIL SØLU
AW4416 er flaggskipið innan
harddisk, recordarar. 24 spor, allar
droymandi effektir, innbygdan
fløgubrennara, óbrúktur, til sølu fyri
17.500,- Nýprísur 25.000,-
Tlf. 515318
EL-KLAVER YNSKIST
fyri sámuligan prís.
Tlf. 441040 eftir kl. 18.00
Út- & Sjónvarp
SJÓNVARP YNSKIST
Eitt sjónvarp/video 20" ynskist
bíliga til keyps.
Tlf. 514797
42'' PLASMA SKERMUR
Av slagnum Panasonic og
Panasonic DVD, spildurnýtt til sølu.
Tlf. 210346
SJÓNVARP TIL SØLU
Eitt nýtt 21" Panasonic til sølu fyri
kr. 4.000 ella hægsta boð yvir.
Tlf. 507997
PARABOL TIL SØLU
Digital parabol (Strong) skál, stativ
og móttakari til sølu fyri 3.000 kr.
Tlf. 448097 ella 748097
TIL SØLU
Sony 29" sjónvarp til sølu fyri 3000
kr.
Tlf. 421059
SAMSUNG RADIO
við dupultum bandspælara 800 kr.
Tlf. 316649 eftir kl. 18
KENWOOD DVD-SPÆLARI
til sølu. DVF-5020, 1 ár. Nýprísur
6.490 kr., til sølu fyri 4.000 kr.
Tlf. 757514
Ymiskt
TIL DANMARKAR
Er tað nakar, ið vil ferðast saman
við mær til Danmarkar 25. okt. og
uppaftur til Føroyar 29. okt. so ring
til mín.
Tlf. 449130 ella 449903
YNSKIST TIL KEYP
Rottangi/septiktangi ynskist til
keyps.
Tlf. 443017
FRÁ VÍF
Ársveitslan verður leygardagin 8.
november 2003 kl. 19.00 í
ítróttarhøllini.
VÍF
TIL SØLU
Panasonic fartelefon til sølu fyri kr.
300,-
Tlf. 316817/516817
TIL SØLU
Studio mix pultur, 16 kanal, 8 suff.
Ring og fá meira og vita
tlf. 504341/255569
TIL SØLU
400 watt Jamo hátalarar, 2 stk. 16
kanal stage kápul 30 m. 24 kanal
stage kápul 30 m.
Tlf. 504341/255569
MAHOGNY VINDEYGU
Eitt nýtt mahogny vindeyga 149 x
149 cm. deilt í 9 lágorkurútar 45 x
45 – 2 at lata upp. Vælegnað til
smærri broyting á húsafasadu ella
at seta í staðin fyri garaguhurð. Til
sølu fyri 6.000,-
Tlf. 224803
GARAGUHURÐAR
Vegna feilkeyp eru 2 el
garaguhurðar 3 x 3 m til sølu.
Tlf. 229171/227474
GERIÐ KVETTI
Motorola T140 fartelefon til sølu
fyri 1.500,- kr. Óbrúkt og óútpakka.
Vanligur prísur er 2.000,-
Tlf. 220333, Rannvá
GRUNDSTYKKI
Grundstykki í Vági – við Toftaryggir
til sølu.
Tlf. 373098
SONY ERICSSON T600
Ein tann minsta fartelefonin í
heiminum. Hon vigar bara 60 gr.
Hevur vibrator, spøl, kalendara,
EMS, WAP og meira. Hon er bert 4
vikur gomul. Til sølu fyri einans
1.200 kr. send ein mail til:
kd@post.olivant.fo
FERÐ VIÐ NORRØNU
2 fyri 1 við Norrønu í heystferiuni!
Ert tú konufólk, ið skal niður
einsamøll uttan bil tann 9. oktober
og uppaftur 18. oktober? Tú fært
billett fyri 1000,- um tú ferðast
saman vid mær. Ring nú!
Anki 214433
VENJINGARBONKUR TIL
SØLU
Bonkur við 2 stongum + 2
hondvektir við tilsamans ca. 70 kg.
Selist samlað fyri 1500 kr.
Tlf. 315167
TIL SØLU
Siemens C45 við tasku og oyrasnigli
til sølu fyri 600 kr.
Tlf. 533491
TIL SØLU
Ein dupultur radiatorur l. 300 cm. x
b. 30 cm. til sølu fyri 800 kr.
Tlf. 225014
PLASTVINDEYGU
Fabriksnýggj plastvindeygu til sølu
120 x 120.
Tlf. 219400
BALLUR
ca. 70 grasballur á 50 kg. til sølu.
Tlf. 422243/226193/422178
STÓRT TILTAK
verður í Studentaskúlanum í
Hoydølum 4. okt. Millum annað
verður loppumarknaður, har
møguleiki verður at keypa bøkur,
møblar og mangt annað sera bíliga.
Eisini verður café, bilvask og nógv
góð barnatiltøk.
Lívfrøði hástig
HUGNAKVØLD
verður í Eydnuni á Oyrarbakka
mánadagin 6. okt. kl. 19.00.
Bussarnir koyra sum vanligt.
Sunda Pensiónistafelag
EIGUR TÚ
eina brúkta kjallaraúthurð std.
89/198 cm.
Ring 254866
FLETTIBORÐ
Tey vælumtóktu flettiborðini fyri
bert 490 kr. fáast framvegis. Verða
send um alt landið.
Tlf. 213695
TÓRA OG VALDEMAR
sakna dvørgakanin teirra, ið er
rýmd úr Tvørgøtu. Kaninin er grá og
hevur hangioyru. Hevur tú sæð ella
funnið hana, vinarliga ring
tlf. 553355
GÓÐ URTAGARÐSMOLD!
Góð urtagarðsmold fæst!
Ring á tlf. 218328
FARTELEFON YNSKIST
Søkt verður eftir einari bíligari
fartelefon, sum skal vera í góðum
standi. vinarliga ring á tlf 220405
ella í arbeistíð á tlf 350519.
Tlf. 220405
TIL SØLU
Uppladari til Ericsson 626, óbrúkt,
við antennu, til sølu fyri 100 kr. +
frakt. SMS chatboard, óbrúkt til
Nokia 51xx og 61xx model, góð til
m.a. SMS, telefonbók v.m. fyri 150
kr. + frakt.
Tlf. 0045 86428627/0045
26747474 (eisini SMS)
SØLUFRAMSÝNING
Gallerí Vágsbotn fer at hava stóra
søluframtsýning í SMS 6. til 11. okt.
Gallerí Vágsbotn, tlf.
314293/214293
NÝTT ÚTHÚS SELIST
Stødd: (LxB) 3m x 2,5m. Høg
reising, Kann uttan hóvasták flytast
í heilum líki. Kostnaður kr. 20.000.
Tlf. 320133 eftir kl.17.00
TIL SØLU
Tveir hitablásara av slagnum
Melissa 2000W, 2 ára gamlir, men
ikki brútktir 200,00 kr. pr. stk
(Nýprísur 348,00 pr.stk)
Tlf. 310039 eftir kl. 18:00
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góði elskaði Magnus
Hjartaliga tillukku við 18 ára degnum og vit gleða okkum
til ballið í kvøld.
Ynskir familjan Johannesen
Góða Katrin
Hjartaliga tillukku við
teimum deiligum 30. Væl-
komin í klubban. Vit
ynskja tær alt tað besta.
Hesin fitti drongurin, ið
eitur Julian, er 4 ár í dag 4.
okt. Tillukku góði.
Mamma og babba
Góða Bryndis
Hjartaliga tillukku við 10
ára degnum.
Ynskja omma og abbi í
Tjarnalág
Góða fitta Sólja
Hjartaliga tillukku við 2
ára føðingardegnum.
Ynskja mamma, babba
og Teitur
Góði Teitur
Hjartaliga
tillukku við 9
ára føðingar-
degnum og ein
heilsan til
Janus.
Heilsan vinur
tín Jens
Kristian
Góði Hans Harald
Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum. Vit gleða okkum at
koma í føðingardag.
Ynskja Bjørt og Djóni
Góða omma og
langomma
Vit øll ynskja tær hjartaliga
tillukku við teimum 80
árunum. Takk fyri alt tú ert
fyri okkum. Eisini ein
heilsan til abba/langabba
Ynskja ommu- og
langommubørnini
Góðu Torfinn og Guðrun
Hjartaliga tillukku við 8 og 1 ára føðingardøgunum. Eisini
ein heilsa til Sverra. Alt tað besta.
Ynskja Anna Katrin gumma, Ann-Tordis, omma,
mostir og gubbi
Góða
stórasystir
Hjartaliga
tillukku við
40 ára
degnum og
nógv góð ár í
framtíðini.
Heilsan
lítlibeiggi,
sum vantar á
myndini
Hey góða S.M.M.
Tillukku við degnum 4.
okt., og takk fyri sam-
starvið á hædd 8,6 og ikki
at gloyma tær strævnu
vaktirnar á hædd 5.
Heilsan hin starvsfelagin
og 3 ferðir MUH
Góða fitta Jonnhild
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við 3 ára degnum.
Bestu heilsanir omma og
abbi
Ha ha, nú er tú eitt ár eldri.
Vit koma fjølment í kvøld
at minna teg á tað alla
tíðina.
Heilsan »venindurnar«
Góði elskaði Týr
Hjartaliga tillukku við 1
ára føðingardegnum og øll
góð ynskir fyri framtíðina.
Ynskja mamma, babba,
Ronja og Oddvør
C
M
Y
K
47
46
Minningarorð um
Ólav Nielsen
Sandavágur
f. 26. juli 1963 - d. 2. sept. 2003
Nú er gott og væl ein mánaði farin, síðani tey
óvæntaðu og syrgiligu boð komu tann 2. sep-
tember at ein starvsfelagi gjøgnum nógv ár, Ólavur
Nielsen, var farin, bert 40 ára gamal. Bert fáar
dagar áðrenn Ólavur aftur skuldi á skipsdekk
saman við starvsfeløgum og vinum sínum, var
seinasti sjógvurin rógvin, og árarnar vóru lagdar
inn.
Ólavur var yngstur av 6 børnum hjá Bodil og
Hans Nielsen, og sleit hann sínar barnaskógvar í
heiminum mitt í Sandavágs bygd við Stórá sum
nærmasta granna. Og Ólavur bleiv eisini búgvandi
í barnaheimi sínum, har hann var móðir síni ein
stórur stuðul, eftir at Hans doyði, eisini á ov ung-
um árum.
Vit komu at kenna Ólav einabest sum
starvsfelaga umborð á "Høgafossi", har Ólavur
hevur starvast í nógv ár. Ólavur var ein friðarligur
maður, og ein góður starvsfelagi sum onki
hóvasták gjørdi burturúr sær og sínum arbeiði. Og
hann var raskur, álítandi og trúðfastur sum fáur, og
tí eisini væl dámdur av starvsfeløgunum. Eitt gott
dømi um hvussu væl dámdur Ólavur var av sínum
starvsfeløgum, var, tá ein lutfalsliga nýggjur av
manningini, sum hevði verið saman við Ólavi ein
túr frammanudan, nakað síðani fekk skipsboð.
Hann spurdi tá, um Ólavur eisini skuldi við, og
fekk at vita at tað skuldi hann. Hann segði tá, at
honum dámdi so ómetaliga væl at arbeiða saman
við Ólavi, tí hann var altíð til reiðar at hjálpa og var
so lættur at umgangast í allar mátar. "Ja, eg gleði
meg faktist at fara aftur til skips saman við Ólavi",
vóru orðini hjá hesum starvsfelaganum, bert stutta
tíð áðrenn Ólavur andaðist. Tað unnist ikki
hvørjum manni at fáa slíkt skoðsmál frá sínum
starvsfeløgum.
Tónleikurin fylti nógv í lívinum hjá Ólavi. Sum
ungur spældi hann í orkestri, og spældi mangan til
dans í bygdunum í Vágum saman við øðrum. Og tá
hann var heima var hann javnan saman við vinfólki
og spældi tónleik. Hesin áhugi fyri tónleikinum
fylgdi eisini Ólavi tá hann var til skips, tí hann
hevði altíð bond, fløgur og avspælarar við sær til
skips, og lurtaði íðin í síni frítíð eftir tónleikinum.
Ólavur hevði eisini áhugað fyri øðrum menniskum
og øðrum umhvørvum. Mangan, tá skipið fór inn
at skifta manning í Canada, støðgaði hann á har,
ella í Onglandi á sjálvari heimferðini í nakrar
dagar, har hann ferðaðist runt og upplivdi hesi
lond, og oftani eisini í Danmark, har hann vitjaði
familju. Ólavur var eisini ein sera íðin frí-
tíðarsúkklari - helst ein av teim ídnastu í landinum.
Hann sást altíð á súkklu í Sandavági ella ávegis til
Miðvágs at vitja familju og kenningar, tá hann var
heima. Og hann hevði altíð súkklu við sær um-
borð, tá hann fór til skips og brúkti hana dúgliga,
tá skipið kom inn í fremmanda havn, antin tað var
í Danmark, Íslandi ella Canada.
Fyri móðir, systkin og familjuna annars er
saknurin nú Ólavur er farin, stórur, og vit vóna, at
tit finna ugga í øllum teim góðu minnunum um
Ólav. Eisini fyri okkum, sum í nógv ár hava
starvast saman við Ólavi, er saknurin stórur, og vit
fara altíð at minnast Ólav sum tann friðarliga,
raska og álítandi starvsfelaga hann var.
Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minni um ein
trúðfastan og góðan starvsfelaga.
Manning og reiðarí á "Høgafossi"
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo