Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 1996síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 23. NOVEMBER 1996 tíðindablaðið + [MI 13 =1øvudssta0urin Valblad Sudurstreymoyar Javnadarfelags til by- og skúlaráðsvalið 3. desember 1996 Leygardagur 23. november 1996 Búskaparligt stødufesti og vinnulig menning Javnaðarflokkurin vil áhaldandi stríðast fyri, at tann javnvág, sum er komin í búskapin í Tórshavnar komm- unu kann halda fram. Umboð okkara vilja tryggja ein javn- an búskaparligan vøkstur. Tað gerst við at bera so í bandi, at kommunan fær økt skattagrundarlagið og sostatt fær goldið munandi aftur av skuldini. Vit fara at stríðast fyri at vinnan tær best hugsandi møguleikar at byrja nýtt virksemi og at halda fram við og menna verandi virksemi. Javnaðarumboðini í býráðnum vilja arbeiða fyri at seta á stovn vinnudeild undir býráðnum. Deildin skal hava fasta upphædd á fíggjarætlanini Endamálið við hesum er at tryggja, at so nógvar vinnuligar ætlanir sum møguligt kunnu setast í verk í býnum Vinnudeildin skal vísa á og eggja fólki við hugskotum um nýggja vinnu og betran av verandi At savna og bera víðari vitan um og ráðgeva i tøkniligum, figgjarligum, løgfrødiligum, marknaðar og ødrum spurningum verdur uppgåvan hjå nyggju vinnudeildini. Soleiðis verður kommunan ein virk- in og positivur partur av gerandisdeg- num hjá íbúgvunum í høvudsstadnum. Virkisfúsu íbúgvarnir skulu vita, at kommunan er fús at styðja teirra hug- skotum. Tórshavnar kommuna hevur í dag góðar møguleikar at hýsa vinnuligum virksemi. Sum dómi kann nevnast, at havna- umstødurnar geva vinnuni í kommun- uni sera góðar framtidarmøguleikar. Talan er ikki minst um eina møguliga framtíðar oljuvinnu og møguleikarnar at bjóða høvudsstadin fram í hesum sambandi. Her skal býráðið reka ein virknan og stimbrandi politikk. | (teevari: Suðurstreymoyar Javnaðarfelag | byrgd: Nevndin Æ Torshavnar havn er eitt i kommunal tløga i h Sjálvan 3 tt dómi um, hvussu heppið I tini hevur økt farmaflut di s k ) er, at vinnudiv og byr iðið 47 anga hond hond. Ein so FO | kal býráðið fåast við vinnuliv Men tað skal vera við at skapa vinnulivinum fortreytir at virka undir. Býráðið skapar karmarnar, sum vinnan skal fylla út Sjálvandi eigur ein kommuna at fáast við vinn ulív. Einki er so sjálvsagt, sum tað Sleppur kommunan ikki at gera sína ávirkan galdandi mótvegis arbeiðs- gongdini í býnum, so er als eingin orsøk til at hava eitt býarstýri Vit í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag bjóða okkum fram til við m. a. við hesum sjónarmiði í hyggju. Men lat tað verða sagt beinan- vegin Kommunan skal ikki beinleiðis inn at reka vinn- ulív - hon skal skapa for- treytir, sum vinnulívið kann virka undir Kommunan skal stimbra vinnulivid Havnin einasta inntøkukeldan Burtursæð frå skattinum er Tórshavnar Havn einasta inntøkukelda hjá kommunu okkara. Tí eiga vit at gera alt vit kunna til tess at veita havnini stórri inntøkur - og tað krevur nakrar íløgur Tørshavnar kommuna hevur gjørt nakrar fløgur í havnina. Fyri at ekja um farmaflutningin hevur kommunan nýtt nakað av peningi upp á ekið uttan fyri molan, har planerað og as- falterað er Eisini hevur kommunan dýpt fram við molanum, so stórri skip kunnu leggja at Bert henda iløgan hevur givið kommununi fleiri pengar í kassan, tí møgu- leikarnir at gera nyttu av longu framdum iløgum, sum bara hava ligið í fleiri ár, er nú munandi betri Sum annað dømi upp á, at kommunan roynir at skapa vinnulívinum for- treytir, kann nevnast keypið av bygninginum hjá Saltsøl- uni á Vestaru bryggju. Bý ráðið keypti bygningin til tess at hýsa smærri virkjum, sum á henda hátt betur gjørdust før fyri at fáa fótin fyri seg. Ætlanin er, at tey fólk. ið leiga seg inn í hend- an bygningin, ikki skulu hugsa um at gera ílegur í bygning fyrstu tíðina, men heldur hugsa um framleidsl- una, um marknadarføring og um vørumenning Vinningur er i arbeids- plåssum og virksemi Kommunan hevur ikki keypt bygningin vid vinn- ingi fyri eyga - altso vinn- ingi í pengum. Kommunan hevur keypt bygningin fyri at lata fólk við góðum vinn- uupskotug sleppa at royna seg. Gongst teimum væl, kunnu tey kansa seinni víðka virksemið - og flyta í egin høli. Gongst minni væl, ber til at gevast, uttan at standi eftir við skuld í bygningi Vinnulív og býrað samstarva Tað er á henda hátt, at vit hugsa okkum at kommunan skal taka lut í vinnulívi. Hon skal skapa fortreytir, og tað krevur, at nakrar iløgur verða gjørdar Men iløgurnar eru sunnar, og kasta pengar av sær aftur Hetta er tað, sum vit kalla skilagóðan og skynsaman figgjarpolitikk, har vinnuliv og kommunumyndugleikin gongur hond i hond, bynum og samfelagnum at frama