Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 7. oktober 2003 25 Venjarin vil hava álitisváttan frá spæl- arunum, nú Molde kennir niðurflyting- arhóttanina álvar- samari enn nakrantíð NOREG Jóannes Hansen Tað stendur ikki væl til í Molde. Í gjárkvøldið skuldi fundur vera í felags høl- unum í glæsiliga stadion, sum KÍ vitjaði fyrr í summ- ar. Tað var Molde venjarin, Odd Berg, sum vildi hava fund. Hann vildi hava spæl- ararnar at geva til kennar, um teir framvegis hava álit á honum sum venjara. Um teir ikki hava tað, so ætlaði hann at leggja frá sær. Hetta varð kortini ikki roknað at verða serliga sannlíkt, tí tað verður ikki mett, at tað er nakað galið við venjaranum. At teir fundast og práta í Molde kemst av, at felagið er komið í støðu, sum teir ikki hava verið í nógvu tey seinastu árini, og sum teir ikki roknaðu við, at teir skuldu koma í. Í vikuskiftinum tapti Molde 2–0 á heimavølli ímóti meistaraliðnum Ros- enborg. Tað var kanska ikki heilt óvæntað. Tað óvænt- aða var, at fleiri av botnlið- unum vunnu, og harvið lyftu tey sær nógv nærri Molde, sum hevur 27 stig. Botnliðini, sum vunnu, vóru Aalesund, sum á útivølli púra óvæntað vann á næstfremsta Bodø/Glimt, og Vålerenga, sum vann á útivølli ímóti Bryne, sum er niðast og tykist vera fokið. Rosenborg er meistari í stórum stíli. Nú hava teir tjúgu stig fleiri enn Bodø/ Glimt, sum kappast við Odd Grenland og Stabæk um silvur og bronsu merk- ini. Bodø hevur 38 stig, Odd Grenland hevur 37 og Stabæk 36 stig. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 11 7 - 2 - 2 18 7 11 23 2 FCK (M) 11 6 - 3 - 2 17 9 8 21 3 Esbjerg 11 6 - 3 - 2 18 12 6 21 4 OB 11 6 - 2 - 3 22 12 10 20 5 FCM 11 6 - 2 - 3 19 13 6 20 6 AaB 11 5 - 2 - 4 12 12 0 17 7 Viborg 11 3 - 4 - 4 20 20 0 13 8 AGF 11 4 - 1 - 6 16 23 -7 13 9 Herfølge 11 3 - 2 - 6 9 14 -5 11 10 FC Nordsj. 11 2 - 4 - 5 12 15 -3 10 11 Frem 11 3 - 0 - 8 10 22 -12 9 12 AB 11 2 - 1 - 8 9 23 -14 7 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Horsens 11 10 - 1 - 0 23 5 18 31 2 Randers FC 11 8 - 2 - 1 31 15 16 26 3 Silkeborg 11 7 - 2 - 2 24 9 15 23 4 Køge 11 7 - 2 - 2 24 15 9 23 5 HFK Sønderj. 11 6 - 1 - 4 31 20 11 19 6 Ølstykke 11 6 - 0 - 5 25 23 2 18 7 Skjold 11 5 - 2 - 4 24 17 7 17 8 Fredericia 11 5 - 2 - 4 19 16 3 17 9 FC Nordjylland 11 5 - 1 - 5 12 15 -3 16 10 Fremad Amager 11 3 - 3 - 5 16 21 -5 12 11 B 93 11 3 - 2 - 6 19 22 -3 11 12 Vejle 11 3 - 2 - 6 19 27 -8 11 13 Nykøbing 11 2 - 3 - 6 16 21 -5 9 14 FC Aarhus 11 2 - 1 - 8 11 30 -19 7 15 B 1913 11 1 - 3 - 7 11 26 -15 6 16 Brønshøj 11 1 - 1 - 9 10 33 -23 4 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle) Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Skotska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Celtic 8 7 - 1 - 0 19 3 16 22 2 Rangers 8 7 - 0 - 1 26 7 19 21 3 Hearts 8 4 - 2 - 2 11 8 3 14 4 Dunfermline 8 3 - 3 - 2 6 7 -1 12 5 Dundee 8 3 - 2 - 3 11 10 1 11 6 Motherwell 8 3 - 2 - 3 9 11 -2 11 7 Hibernian 8 3 - 2 - 3 8 11 -3 11 8 Livingston 8 2 - 3 - 3 8 10 -2 9 9 Kilmarnock 8 2 - 2 - 4 8 15 -7 8 10 Aberdeen 8 2 - 1 - 5 9 15 -6 7 11 Dundee Utd. 8 1 - 2 - 5 5 16 -11 5 12 Partick 8 0 - 2 - 6 7 14 -7 2 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Partick) Danska TDC-ligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GOG 4 4 - 0 - 0 131 80 51 8 2 AaB 4 4 - 0 - 0 116 89 27 8 3 Bjerringbro 4 4 - 0 - 0 110 91 19 8 4 KIF 4 4 - 0 - 0 126 115 11 8 5 Årshus GF 4 3 - 0 - 1 137 115 22 6 6 Skjern 4 2 - 0 - 2 106 99 7 4 7 Fredericia 4 2 - 0 - 2 103 113 -10 4 8 FCK 4 1 - 0 - 3 99 102 -3 2 9 Tvis 4 1 - 0 - 3 102 106 -4 2 10 Ajax 4 1 - 0 - 3 99 107 -8 2 11 TMS 4 1 - 0 - 3 89 106 -17 2 12 Silkeb.-Voel 4 1 - 0 - 3 97 118 -21 2 13 Helsinge 4 0 - 0 - 4 96 128 -32 0 14 Otterup 4 0 - 0 - 4 84 126 -42 0 Føroyskir leikarar: Heini Hanusarson (TMS) Men Vejle tapti á heimavølli ímóti botnliði, og nú sær tað alt annað enn væl út hjá gamla og stolta stórfelagnum DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Christian Høgni Jacobsen hevur rærttuliga fingið fótin fyri seg sum álops- spælari í næstbestu donsku deildini. Tað vísti hann aftur sunnudagin, tá ið bara 773 áskoðarar vóru møttir upp á heimavøllinum hjá Vejle í Nørreskóginum. Christian Høgni skoraði enn eina ferð, og nú hevur hann skorað fimm mál í hesum kappingarárinum og er komin á toppskjúttara- listan. Men tað gongst ikki væl hjá Vejle. Hesa ferð høvdu teir vitjan av gamla stór- felagnum, B93. Høvuðs- staðarfelagið hevur sæð betri dagar, enn teir hava gjørt tey seinastu nógvu árini. Men kortini var fe- lagið, sum Preben Elkjær nú er ein av høvuðsmonn- unum aftanfyri, nóg væl fyri at fáa øll stigini við sær úr Vejle og aftur til Keyp- mannahavnar. B93 legði fyri sum eitt ódnarveður. Teir vóru frammanfyri 3–0, tá ið stórur hálvur tími var farin. Tveir minuttir undan hvíld- ini birti Christian Høgni Jacobsen lítla vón hjá heimaliðnum, tá ið hann minkaði um munin til 1–3. Og eftir steðgin sá tað fyrstu løtuna út til, at Vejle fór at sleppa væl frá hesum, sjálvt um byrjanin hevði verið so vánalig. Peter Degn minkaði um munin við brotssparki, og tá ið ein tími var farin, javnaði Martin Andersen til 3–3. So var lagt upp til, at heimaliðið skuldi vinna, men teir mistu alt. B93 skoraði í 68. minutti til 4–3, og tveir minuttir seinni varð útisigurin staðfestur. Jann Ingi í Fremad Amager Vejle er fimti niðast við ellivu stigum. Við sigrinum í Vejle fór B93 upp á tólv stig. Í hesi vikuni fer Jann Ingi Petersen niður til Fremad Amager. Sáttmálaskeiðið hjá honum á Amager er frá nýggjárinum av, men B68 spælarin er sinnaður at royna seg longu nú. Gongdin higartil í hesum kappingarárinum kundi bent á, at teir í Fremad Amager hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Sunnudagin vóru teir í Nykøbing á Falster, og úrslitið var 1–1. Heimaliðið javnaði í evstu løtu. Í toppinum var eingin slingur í hjá oddaliðunum báðum. Horsens er fram- vegis ósigrað. Hesa ferð vunnu teir 2–0 í Odense á B1913. Randers FC hevði heimavøll ímóti botnlið- num, Brønshøj, sum varð sent aftur til Keypmanna- havnar við 6–0 tapi. Silke- borg hevði vitjan av HFK Sønderjylland. 2.855 áskoðarar vóru vitni til 1–1 uppgerð. Fredericia og Køge hava bæði kjálkast fram undir toppliðini. Tey spældu 2–2, og Skjold vann á Eystur- brúgv 3–1 á Ølstykke, sum nú hevur mist eitt sindur í toppstríðnum. FC Nord- jylland kom illa frá tí, tá ið FC Aarhus vitjaði. Gestir- nir, sum ikki hava staðið seg nakað serligt higartil, fóru avstað aftur við 1–0 sigri. Eftir málturk síðani landsliðsúttøkuna skoraði Christian Lamhauge Holst trý mál fyri Lyngby, har eisini ein annar før- oyingur kom á talv- una ÚTISETAR Jóannes Hansen Tað kom sum ein bumba, tá ið Christian Lamhauge Holst fyri einum mánað síðani varð úttikin til landsliðið. Tað varð hann, tí hann í Lyngby í 2. deild í Danmark hevði verið so mikið góður málskjútti, at Henrik Larsen metti, at tað kundi koma føroyska landsliðnum til góða. Síðani tá hevur Christian Lamhauge Holst ikki skor- að nógv mál. Men sunnu- dagin var hann rættuliga í miðdeplinum. Lyngby hevði vitjan av Slagelse. Í sjeyti árunum taldist Slag- else, sum Frank Skytte var venjari hjá nøkur ár í níti árunum, í fleiri ár ímillum tey bestu í Danmark. Men síðani hava bæði Slagelse og Næstved, sum teir í Slagelse altíð hava verið í innanhýsis kapping við, verið langt frá, har tað gongur fyri seg. Lyngby vann heima- dystin 4–0. Christian Lam- hauge Holst skoraði trý tey fyrstu málini. Tað fyrsta gjørdi hann í 22. minutti, so skoraði hann aftur í 31. minutti, og í 85. minutti staðfesti hann hattrikkið. Atli eisini á listan Umframt Christian Lam- hauge Holst er ein annar føroyingur í Lyngby. Tað er verjuspælarin Atli Greger- sen, sum er sonur Árna Gregersen. Atli, sum er 21 ára gamal, lærdi at spæla fótbólt í B36. Síðani flutti hann til Danmarkar, har hann royndi seg á fótbólts- skúla í Jyllandi. Hann um- boðaði Randers FC, og hann var á U–17 landslið- num. Lars Olesen er venjari í Randers FC, og tað gekk eitt sindur striltið hjá Atla at sleppa upp í part á besta liðnum. Tí gjørdi hann í summar av at royna fót- bóltseydnuna í onkrum øðrum felag. Hann er flutt- ur til danska høvuðsstaðin at búgva, og hann spælir fótbólt í Lyngby. Sunnudagin kom Atli fyrstu ferð á máltalvuna. Í síðstu løtu staðfesti hann trivaliga heimasigurin. Lyngby vann 4–0. 582 áskoðarar hugdu at. Teir droyma ivaleyst um, at Lyngby skal flyta upp aftur í bestu deidlina, sum teir orsaka av fíggjarligum trupulleikum vórðu varp- aðir úr fyri nøkrum árum síðani. Enn eru teir langt frá bestu deildini. Lyngby er nummar átta av sekstan liðum í 2. deild. Toppskjútt- in hevur skorað tólv mál, og Christian Lamhauge Holst er skrásettur fyri sjey mál. Enn hevur Jákup Mikkelsen ikki vunnið plássið millum stólparnar aftur, eftir at hann var sjúkur í eina viku SKOTLAND Jóannes Hansen Tað gongur illa hjá Partick Thistle. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Hibernian, sum fór avstað við øllum trimum stigunum. Úrslitið var 1–0 útisigur. Einasta málið fingu gestirnir í síðstu løtu, tá ið bæði liðini stríddust fyri at fáa sigurs- málið. Grant Brebner stút- aði bóltin í kassan, eftir at frísparksinnlegg var komið úr vinstru. Partick Thistle hevði onkrar møguleikar, og tá ið seinna umfarið var tveir minittir gamalt, vildu teir hava brotsspark, tí teir mettu, at ein av teirra spælarum var hildin í brots- teiginum, men dómarin tagdi. Jákup Mikkelsen misti plássið millum stólparnar, tá ið hann her fyri var sjúk- ur í meiri enn eina viku. Enn hevur hann ikki vunnið plássið aftur. Partick Thistle er aftast við tveimum stigum. Oman fyri teir eru Dundee United við fimm stigum, og Aber- deen hevur sjey stig. Christian Høgni aftur á blettinum Bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum Fýra føroysk mál í Lyngby Kenna seg hóttar í Molde 25 24 Nr. 189 - 7. oktober 2003 Brøndby orduliga í hopla Smáskaddi Todi Jóns- son var ikki á FCK liðnum, sum við sigri í lokaluppgerð tók seg eitt vet nærri toppin- um SUPERLIGAN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var Todi Jónsson ikki á liðnum hjá FCK. Sambært heimasíð- uni hjá honum, todi.fo, er hann plágaður av skaða í lærkrikanum. Todi sigur, at talan er ikki um álvarssam- an skaða, men skaðin darv- aði tó so mikið, at tað fríggjadagin ikki varð mett ráðiligt, at hann skuldi vera á liðnum, sum fór út í Glad- saxe at spæla ímóti AB. Umframt Toda Jónsson var eisini Zuma uttanfyri, tí hann var skaddur. Hetta var fyrsta ferðin í ógvuliga langa tíð, at hvørki Todi Jónsson ella Zuma vóru í FCK álopinum. Á heimasíðu sínari ásannar Todi, at tað ofta vísir seg ógvuliga torført at vinna á grannunum í Keyp- mannahavn, sjálvt um mót- støðuliðini ikki teljast mill- um tey bestu í superliguni. Í hesum kappingarárinum hevur FCK vunnið á Frem í Parkini og á AB á útivølli. Úrslitið leygardagin var 1–0 til FCK. Málið skoraði Peter Møller, tá ið ein hálv- ur tími var farin. AB verjan gjørdi eitt stórt mistak, og Møller var á rætta staðnum. Næst við at fáa mál var AB, tá ið teir í 1. hálvleiki stút- aðu í stólpan. Í FCK álopinum vóru hesa ferð Peter Møller og Jörgen Pettersson. Álvaro Santos var á beinkinum. Tá ið tað restaðu trettan min- uttir loysti hann Pettersson av. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir kom verjuspælarin Bora Zivkovic á vøllin fyri Peter Møller. Hetta var tíggjunda ferð- in á rað, at FCK spældi á útivølli uttan at tapa. Brøndby framúr Í Brøndby var lagið gott sunnukvøldið. Heimaliðið hevði á heimavølli vunnið toppdystin ímóti Esbjerg 3–0. Harvið er Brøndby aftur á odda í superliguni. At Esbjerg, sum framman- undan var oddalið, tapti, hevði við sær, at FCK lyfti sær eitt vet nærri toppinum. Michael Laudrup er ikki hvør sum helst í fótbólti. Eitt er, at liðið, sum hann hevur ábyrgdina av, vinnur. Men hann vil fegin hava, at Brøndby umframt at vinna eisini spælir undirhaldandi og hugflogsríkt. Soleiðis var tað sunnudagin. Í 1. hálvleiki var tað tætt og javnt. Thomas Kahlenberg, sum er ein av ungu og evna- ríku Brøndby spælarunum, skoraði eitt mál stutt undan steðginum, og eftir steðgin var hann aftur á blettinum við framúr einmansavriki. Í Viborg vann AaB fyri triðju ferð, síðani Søren Kusk gjørdist venjari. Hann hevur havt ábyrgdina í fýra dystum. Í mai mánað fekk hesin venjarin sekkin í Vi- borg. Tí mundi sigurin kennast serliga søtur. Christian Lundberg, sum ikki kundi brúkast í AGF, skoraði aftur hesa ferð tvey mál. Tað seinna var 3–2 sigursmálið, og tað skoraði hann í síðstu løtu. Tungt hjá AGF Í Aarhus er einki fótbólt- slag. Eftir framgongd og hampuliga góð úrslit í fleiri vikur vóru fleiri enn tólv túsund møtt upp, tá ið OB vitjaði á Aarhus stadion. Lagið var gott, og fyrstu løtuna hevði heimaliðið fleiri góðar møguleikar. Men so gekk av skriðuni, og spurningurin er, um áskoðararnir fara at hirða at møta upp aftur. Tað iðraðu spælararnir og ábyrgdar- menninir í AGF seg um. OB skoraði trý mál í fyrra umfarinum, og teir vunnu 5–0! Í FC Nordsjælland er fót- bóltslagið heldur einki ser- ligt. Botnstøðið á liðnum er alt ov lágt, ásannaði venj- arin, Christian Andersen, eftir at liðið hjá honum hevði tapt 2–1 í Herfølge. Eftir at teir í summar púra óvæntað vunnu bronsu- krónurnar, hevur gongdin hjá FC Nordsjælland higar- til í hesum kappingarárin- um mint heilt nógv um gongdina hjá Herfølge, eftir at teir høvdu vunnið DM í 2000. Fyrra málið hjá Herfølge skoraði Poul Hübertz. Fyrr í summar flutti hann til Herfølge, eftir at hann í gamla felagnum hevði fingið at vita, at hann kundi ikki brúkast. Gamla felagið var – FC Nordsjælland! FC Midtjylland hevði vitjan av Frem, sum teir settu rudduliga upp á pláss. Heimaliðið vann 4–1, og harvið er Frem illa spert í botninum, har eitt annað høvuðsstaðarfelag, AB, er aftast. FCK stríddi seg til tepran sig- ur í Gladsaxe um vikuskiftið Enn eru tær báðar nýggju útlendsku ikki komnar til landið, men við Ioanu Rápa megnaðu VÍF uttan stórvegis hóvasták at senda Søljuna gjøgn- um holið við ongum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir eitt ára barnsburðar- farloyvi er Ioana Rápa aftur til reiðar at seta sín dám á føroyskan kvinnuhondbólt. Hetta staðfesti stóri rumen- in, tá hon saman við liðfel- øgunum úr VÍF tók ímóti Søljuni í fyrsta landskapp- ingardystinum. Vestmenningar vóru kanska nakað skerdar, tí tær báðar nýggju útlendsku leikararnir enn ikki eru komnar til landið, men hetta tóktist so ikki at bila tað stóra móti uppflytarunum. Eftir eina heldur tama byrjan setti VÍF og serliga Ioana seg á dystin, og so fingu tær úr Søljuni ikki gjørt stórt annað enn at hyggja, meðan skotini fóru dundrandi inn ímóti mál- inum. Og tá gestirnir so heldur ikki megnaðu at svara aftur, so skuldi mun- urin gerast stórur. Bara tvær ferðir funnu tær fram til meskarnar fyri steðgin, og tó at hetta batnaði eftir steðgin, so vóru tær ongan tíð í nær námind at skapa nakað av spenningi í dyst- inum. Fyri VÍF var talan nokk ikki um truplasta dystin á árinum, men hóast tað, so mundi tað kennast fløv- andi, at liðið megnaði at vinna somikið trygt, hóast nýggju leikararnir ikki eru komnar. At Ioana eisini er um at finna rætta formin aftur, man eisini vera nak- að, sum kann lyfta hond- bóltsfepurin í bygdini nøk- ur stig, eins og tað fyri venjaran var hugagott at síggja fleiri av ungu leikar- unum sleppa at royna seg. Hjá Søluni var talan hin- vegin um eina staðfesting av, at árið í ár verður sera trupult hjá teimum. Fyrst og fremst er neyðugt hjá leikarunum at venja seg við ferðina, sum er nakað hægri í bestu enn í næst- bestu deildini. Og hon verður neyvan minni, tá Søljan skal spæla næstu ferð. Hetta verður annað vikuskifti, tá tað er VB sum er mótstøðuliðið, og tað tykist í øllum førum verða ein uppgáva av tí heilt torføra slagnum. Dysturin í tølum VÍF-Søljan 21-13 (10-2): Málskjúttar VÍF: Ioana Rápa 12(3), Fríða Marjunardóttir 2, Eyðritt Andreasen 2, Nico- lina Eyðbjørnsdóttir 2, Eydna Joensen 2, Alis Høg- hamar 1(1) Søljan: Nicoleta Radu 4, Arnleyg Haraldsen 4(1), Heidi Haraldsen 2, Jana Jakobsen 1, Hertha Simon- sen 1, Heidi Maria Aksel- sen 1(1) Brotskøst: VÍF 7, Søljan 6 Útvísingar: VÍF 2, Søljan 4 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum Taptu á heimavølli Heini Joensen og teir í TMS taptu aftur um vikuskiftið, tá teir á heimavølli tóku ímóti AaB, sum er eitt av odda- liðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Endaliga úrslitið gjørd- ist 26-22 til gestirnar, sum eisini vóru á odda 12-9 í steðginum. Um dystin verður sagt, at tað serliga var gott verjuspæl hjá gestunum, sum tryggjaðu sigurin, og tó at TMS royndi at muta ímóti, so eydnaðist teimum ongantíð at vinna seg heilt nær mót- støðuni. Heini Hanusarson var sum vant partur av liðn- um hjá TMS, sum við tapinum nú er farið aftur á 11. plássið í donsku TDC-liguni. -jm VÍF-Søljan 21-13 (10-2): Nú Rápar aftur í Vestmanna C M Y K 24