týsdagur 7. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 7. oktober 2003
23
Gullveitsla í Fuglafirði
Seinasta umfarið í
aðru deild var á
skránni leygardagin,
og meðan fuglfirð-
ingar kundu taka sær
av løttum móti
2. DEILD
Jákup Mørk/Jóannes Hansen
jakup@sosialurin.fo
joannes@sosialurin.fo
Spenningurin í aðru deild
var fyri tað mesta útloystur,
tá seinsta umfarið var á
skránni. ÍF hevur alt árið
víst seg at vera í einum
flokki fyri seg, og tó at teir
hava tapt móti teimum báð-
um niðastu liðunum í deild-
ini, so hevur oddasessurin
ongantíð av álvara verið í
vanda. Hvørja ferð tað
hevur staðið nakað á, hava
teir tvørturímóti reist seg
eitt stórt fet omanfyri hini
liðini, og eftir greiða sigur-
in á Sevmýru í heyst mundi
eingin vera í iva um, hvønn
vegin tað bar.
Týdningarleysar
uppgerðir
Og á seinasta leikdegi var
eingin sum heilst ivi um, at
ÍF var rætti vinnarin av
deildini. Sumba var á vitj-
an, og teir sluppu bara at
spæla við eina løtu. Í hálv-
leikinum stóð á jøvnum 1-
1, men so setti ÍF ferð á, og
við fimm málum á rað
staðfestu teir endaligt, at
talan verður um fótbólt í
bestu deildini komandi ár.
Næst fremsta liðið í
deildini er TB, og teir løgdu
ikki ov nógv fyri, tá vitjað
varð á Sandoynni. Endaliga
úrslitið av dystinum varð 4-
0 til B71, men tað hoyrir
helst við søguna, at TB her
royndi at spara nakrar av
vanliga føstu monnunum.
Liðið hevur tveir altavger-
andi dystir móti Skála fyri
framman í dystinum um at
fáa pláss í fyrstu deild kom-
andi kappingarár, og so
vórðu eingi óráð tikin fyri.
Í Havn høvdu B36 og
B68 avgreitt sínamillum
uppgerðina longu fríggja-
kvøldið, og her eydnðiast
toftamonnum at siga farvæl
við deildina við einum stigi
um ikki annað. B68 var
annars á odda 3-1 eitt skifti,
men teir megnaðu ikki at
halda fast um leiðsluna.
Í Klaksvík tók KÍ á sein-
asta leikdegi móti AB.
At fleiri KÍ spælarar í 1.
deild vóru leikbannaðir
hevði við sær, at onkrir av
stuðulsspælarunum á næst-
besta KÍ liðnum vóru í
Gundadali. Tí var miðalald-
urin á liðnum í Klaksvík
rættuliga lágur. Meiri enn
helmingurin av spælarun-
um hava unglingaaldur, og
teir stóðu seg væl. Hetta er
kanska eitt sindur undar-
ligt, tá ið havt verður í
huga, at KÍ unglingarnir
ikki megnaðu at spæla seg
víðari í FM kappingina.
Men tað hevur ikki verið
fyrr enn eftir summarsteðg-
in, at skil er komið á ung-
lingaliðið, sum vann kapp-
ingina í heyst millum B36,
LÍF, NSÍ og KÍ. At evnaríku
unglingarnir fingu tað at
rigga sum lið eigur ikki
minst nýggi venjarin hjá
teimum – hann var eisini á
beinkinum leygardagin –
Jóan Pauli Jacobsen heiður-
in fyri. Eftir lestrarár á flat-
londum er hann í summar
komin aftur til Klaksvíkar.
KÍ hevði fleiri málmøgu-
leikar ímóti AB, men tað
eydnaðist bara eina ferð at
fáa mál. Marius Nystrøm,
sum
var
miðvallari
í
vinstru, stýrdi tætt undir
málinum eftir innlegg úr
høgru, sum var farið fram-
við fleiri við– og mótstøðu-
monnum, bóltinum í málið.
Tá restaðu tað tjúgu min-
uttir.
LÍF skal spæla fyri
lívinum
Einasti dysturin, sum hevði
nakað veruligt uppá seg,
varð leiktur í Vági leygar-
dagin. Har var LÍF á vitjan,
og undan uppgerðini stóð
greitt, at taparin av dystin-
um varð partur av seinastu
báðum dystunum um upp-
og niðurflyting millum
aðru- og triðju deild.
Og her eydnaðist VB at
vinna. VB hevði fyri tað
mesta eina trygga leiðslu í
dystinum, men seinastu løt-
una løgdu gestirnir nógv
fyri, men nóg mikið varð
tað ikki. Og soleiðis noyð-
ast leirvíkingar nú at
leingja kappingarárið nak-
að, áðrenn teir kunnu fara í
vetrarfrí.
Úrslit
B68-B36 3-3
B71-TB 4-0
ÍF-Sumba 6-1
KÍ-AB 1-0
VB-LÍF 4-3
B36 togaði seg á sein-
asta leikdegi fram á
silvurplássið, tá teir
enn einaferð vístu, at
teir trívast væl í vindi
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrr varð ofta tikið til, at
regn og vindur var B36-
veður. Undir hesum búði
tann sannroynd, at B36 í
fimti- og seksti árunum
mundi hava eitt hitt best
stríðandi liðið, og at teir tí
ofta stóðu seg best, tá
fótbóltslíkindini ikki vóru
av teimum allar bestu.
Og okkurt bendir á, at
hetta framvegis er støðan. Í
øllum førum hevur B36 nú
tveir útidystir á rað vunnið
truplar dystir í sonnum
ódnarveðrið, og í so máta
kunnu tey í árstalsfelagnum
bara iðra seg um, at veðrið
var somikið gott, tá dysturi
móti HB var á skránni.
Gjørdu skjótt av
Í Gøtu sunnudagin var tað
B36, sum hevði vindin und-
an, og fyri steðgin høvdu
teir við trimum málum at
kalla punktera allan spenn-
ing í dystinum.
Fyrsta málið var eisini
ein beinleiðis avleiðing av
vindinum. Heðin á Lakjuni
sendi horna innfyri, og utt-
an stórvegis hóvasták tók
vindurin bóltin beint í
meskarnar.
B36 helt á at trýsta, og
tvær ferðir afturat fyri
steðgin øktu teir um munin.
Fyrst var tað Allan Mørk-
øre, sum í seinastu gerð síni
hetta árið fór einsamallur
gjøgnum GÍ-verjuna, áðr-
enn hann potaði í málið. Í
skotroyndini fekk Allan
samstundis ein vøddaskaða
í lærið, og so var kapping-
arárið liðugt fyri hansara
viðkomandi. Og stutt eftir
var tað Jens Kristian Han-
sen, sum gjørdist púra leys-
ur og rundaði málverjan,
áðrenn bólturin at enda
varð sendur í netið.
Og eftir steðgin tóktist
B36 bara at halda fram.
John Petersen økti til 4-0,
og møguleikin var eisini til
5-0, tá B36 fekk brotsspark.
Jákup á Borg royndi tó at
verða dekan og smartur, tá
hann heldur enn at skjóta
móti málinum bara gav
bóltinum eitt lítið skump.
Jens Kristian Hansen kom
nevnliga rennandi aftanf-
yri, men tá hann skeyt beint
í krovið á málverjanum, og
so var tann royndin av
ongum.
Ístaðin var tað GÍ, sum
fram móti dystarenda kundi
seta punktum fyri dystin, tá
Gidek
sendi
fríspark
beinleiðis í netið.
Ov stuttir
B36 kundi eftir dystin stað-
festa, at teir við hesum
høvdu vunnið seg upp á
næstovasta sessin á stiga-
talvuni, nú B68 einki fekk í
Vági. Sum so mundi tað
eisini vera ein lítil troyst,
men tað er tó eingin loyna,
at talan alt í alt var um
vónbrotnar leikarar, sum
fingu heiðursmerkini hongd
um hálsin. Frá byrjan varð
lagt upp til, at hetta liðið
skuldi vera tað sterkasta í
landinum, men alt ov ofta
høvdu mongu stjørnurnar á
liðnum ilt við at finna
saman til eina heild.
GÍ endaði árið á sjeynda
plássinum við lakastu úr-
tøkuni, sum teir hava havt í
fyrstu deild. Einki er tó at
taka seg aftur í, at margin-
alarnir so avgjørt ikki hava
verið við liðnum hetta
kappingarárið. Skaðarnir
hjá lyklaleikarum hava ver-
ið bæði nógvir og drúgvir,
og so hevur unga mann-
ingin ikki havt neyðugu
tyngdina til at halda liðnum
har, sum teir vanliga meta
seg hoyra heima. Í steypa-
kappingini gjørdist tað tó til
silvur, men hóast hetta man
vera ein troyst, so var tað
ikki nóg mikið at senda
liðið út aftur í Europa kom-
andi kappingarár.
Dysturin í tølum
GÍ-B36 1-4 (0-3)
0-1: Heðin á Lakjuni, 11
0-2: Allan Mørkøre, 21
0-3: Jens Kr. Hansen, 28
0-4: John Petersen, 71
1-4: Zdzislaw Janik, 90
GÍ: Hallur Hansen – Bartal
Eliasen, Poul Ennigarð, Kaj
ennigarð, Leivur Hansen –
Súni Olsen, Zdzislaw Janik,
Símun Samuelsen, Áslakur
R. Petersen – Hans Pauli
Petersen, Bárður á Lakjuni
B36: Tróndur Vatnhamar –
Allan Mørkøre, Pól Thor-
steinsson,
Rúni
Elttør,
Sverrir Kjærbo – Niels
Joensen, Klæmint Matras,
Jens Kristian Hansen –
John Petersen, Jákup á
Borg, Heðin á Lakjuni
GÍ-B36 1-4 (0-3):
Silvur í stormi
Komandi tvey árini
verður Føroya Tele
høvuðsstuðul hjá
elsta hondbóltsfel-
agnum í landinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta er fyrstu ferð, at
Føroya Tele er høvuðs-
stuðul hjá einum hond-
bóltsfelag, men seinnu
árini hevur tað tó verið alt
meira vanligt, at stóru
fyritøkurnar í landinum
hava
valt
at
stuðlað
ítróttafeløgum.
Richard
Mortensen,
marknaðarleiðari hjá Før-
oya Tele, segði á fundin-
um, at hetta við sponsor-
avtalum er ein heldur øðr-
vísi háttur at lýsa uppá.
- Her hevur tú møgu-
leikan at fanga potenti-
ellar kundar, meðan tey
eru í eini avslappaðari
støðu, og tað í sjálvum
sær kann virka positivt.
- Hartil er tað eisini
okkara fatan, at Neistin
sum ítróttafelag hevur
nøkur virði, sum vit eisini
vilja seta í samband við
okkum sjálvi. Eitt nú eru
tey aloftast við í kapping-
ini um at vera best og
størst, og ikki minst sýnir
felagið við ungdómsar-
beiði sínum atlit til per-
sónliga menning.
Neistin hevur annars
lagt nógv fyri, nú felagið
brynjar seg til eitt nýtt ár.
Hjá monnunum hevur fel-
agið fingið tilgongd av
stórskjúttanum, Dragisa
Stojovic, umframt einum
í føroyskum høpi nýggj-
um útlendingi, sum eitur
Buha Blagoje.
Hjá kvinnunum er Lina
Andriulyte
úr
Litava
nýggjur útileikari, um-
framt at Linda á Dunga er
komin heim úr lestrarør-
indum at verja málið.
Neistin nýggjan
høvuðsstuðul
Eyðólvur Petersen við steyp-
inum hjá ÍF. Fuglfirðingar
vunnu sannførandi kapping-
ina í aðru deild, og komandi
ár skulu tei yvirtaka sessin
hjá FS Vágum í bestu deild-
ini. TB og Skála fara at stríð-
ast um seinasta sessin
Mynd: Finnur Justinussen
23
22
Nr. 189 - 7. oktober 2003
Tað sást ikki á B68
avrikinum, at teir
høvdu silvurkrónur-
nar at spæla um,
meðan mótstøðu-
menninir vóru í
vanda fyri at flyta
niður
VB–B68
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Setningarnir
vóru
heit
ymiskir. Á Vágseiði spældi
heimaliðið
leygardagin
fyri at sleppa undan hótt-
anini
av
niðurflyrting.
Gestirnir av Toftum vóru
fríggjakvøldið komnir suð-
ur at fyrireika seg til stríð
fyri at fáa silvurkrónurnar.
Tað eydnaðist hjá VB, og
tað miseydnaðist hjá B68.
Umstøðurnar vóru ikki til
flótandi fótbóltsspæl. Tað
snúði seg um at stríðast.
Tað reið leingi um snarið,
og tað koppaði heimaliðn-
um til fyrimunar. Gestirnir
høvdu stórar trupulleikar at
standa á beinunum á hála
undirlagnum, og tað kom
heilt ofta fyri, at teir meiri
lógu enn stóðu.
Einasta málið skoraði
altíð vandamikli Birgir
Jørgensen, tá ið tað restaðu
fimm
minuttir
eftir.
Innleggið kom úr vinstru,
og mitt fyri málinum
smekkaði
málrevurin
høvdið undir bóltin, sum
við nógvari ferð fór í net-
takið
aftanfyri
Albert
Sævarsson, sum ongan
sum helst møguleika hevði
at bjarga.
B68 hevði onkra roynd
úti frá, sum Bjarni Johan-
sen
ongar
trupulleikar
hevði at verja fyri. Tofta-
menn hava seinastu ferðir-
nar havt trupulleikar í
álopspartinum, og soleiðis
var tað aftur hesa ferð.
Hvørki Øssur Hansen ella
Jann Ingi Petersen vóru á
miðvøllinum, og tað tóktist
liðið ikki megna at bera.
Tapið hevði við sær, at
B68
spælararnir
fingu
bronsukrónurnar. Tær fara
at verða handaðar á árs-
veitsluni hjá felagnum,
sum verður nú leygar-
kvøldið.
Burtur úr vanda
Vágbingar tóktust vita,
hvat tað snúði seg um.
Áskoðararnir
stuðlaðu
teimum væl, og VB spæl-
ararnir vóru meiri ágang-
andi, enn teir hava verið í
so nógvum øðrum dystum
fyrr í ár.
Undan steðginum vildu
teir hava dómaran at
bríksla fyri brotssparki, tí
B68 verjan hevði ov gott
tak á einum av álopsspæl-
arunum,
men
Oddmar
Andreasen bríkslaði ikki.
VB hevði onkrar skot-
royndir úti frá, sum Albert
Sævarsson ongar trupul-
leikar hevði at taka sær av.
Sum heild vóru málmøgu-
leikarnir ikki nógvir. Birgir
Jørgensen fekk fulla nyttu
burturúr tí eina, sum so
mangur annar ikki hevði
megnað at umsett til mál.
At Birgir megnaði hetta
var sera týdningarmikið
fyri VB. Vágbingar vóru
lættir, tá ið teir fóru úr
kuldanum á Vágseiði og
heim til heita drekkamunn-
in. Eftir at teir hava livað í
óvissu um lagnuna hjá
teirra liði í fleiri vikur,
kunnu teir nú hvíla seg og
vita, at teirra lið aftur kom-
andi ár fer at fáa møgu-
leika at vísa, at tað er ein
sjálvfylgja, at VB og Vágur
eru partur av fótbólts-
stríðnum, har tað rættuliga
gongur fyri seg.
Toftamenn fóru norður
um aftur við blandaðari
kenslu. Eftir eitt sindur
trilvandi kappingarbyrjan
og fjórða pláss í summar-
steðginum vunnu teir við
sjey sigrum á rað seg heilt
upp á toppin. Men teir
taptu gulldystin í Gunda-
dali, tá ið mest um galt, og
nú taptu teir aftur, tá ið tað
ráddi um at verja silvur-
plássið.
Dysturin í tølum
VB–B68 1–0 (0–0)
1–0: Birgir Jørgensen 85.
Dómari: Oddmar Andrea-
sen
VB: Bjarni Johansen –
Predrag Zivkovic, Eyðun
Jacobsen, Janus Kjærbo –
Mortan úr Hørg, Milan
Kuljic,Slobodan Madzar,
Anders Sørensen, Palli
Augustinussen – Birgir
Jørgensen, Brian Andersen
Gult kort: Slobodan Mad-
zar 35.
B68: Albert Sævarsson –
Jóhan Petur Poulsen, Hans
Fróði Hansen, Arnbjørn
Danielsen
(Mannbjørn
Nesá, 78.), Jákup Eli Olsen
– Bogi Petersen (Oleif
Joensen, 85.), Fróði Benja-
minsen, Dánial Hansen,
Eyðstein Skipanes (Øssur
Jacobsen, 75.) – Súni Fríði
Johannesen, John Heri
Dam
Gult kort: Oleif Joensen
85.
VB-B68 1-0 (0-0):
VB syrgdi fyri sær sjálvum
NSÍ-FS Vágar 2-0 (0-0):
NSÍ vísti onga náði
Veteranurin og spæl-
andi venjarin var
mest eyðsýndi vága-
maðurin, tá ið liðið
tapti í Runavík og
samstundis vinkaði
farvæl við bestu
deildina
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað vóru tey, sum høvdu
hættað sær úr Vágum og til
Runavíkar fyri at fylgja við
í, hvussu hótta fótbóltsliðið
hjá teimum fór at standa
seg. Men tað var skjótt, at
tað gjørdist greitt, at bjarg-
ingarkransurin hjá vága-
monnum lá í hondunum á
EB/Streymi
eitt
sindur
innari og hinumegin Skála-
fjørðin. FS Vágar var ong-
antíð verulig hóttan ímóti
NSÍ.
Gestirnir høvdu í 1.
hálvleiki bóltin nógv. Jens
Erik Rasmussen var á fram-
rættaða miðvallarplássin-
um væl upplagdur, bólt-
tryggur og hugflogsríkur.
Men tað var ikki nóg mikið.
Tað var ov lítil tyngd og
saft og kraft í álopspartin-
um. Clayton Soares var
fleiri ferðir um at gerast
vandamikil,
men
hann
hevði ikki marginalirnar á
sínari síðu. Onkra ferðina
gloymdi hann bóltin eftir, tá
ið
avgerandi
dragingin
skuldi gerast, og aðrar ferð-
ir var hann ov seinur at
smekka til. Birgir Joensen
lúrdi eitt sindur til høgru,
og tað var onkra ferðina um
reppið, at góði sparkifør-
leikin skuldi royna Jens
Martin Knudsen, men tað
varð ongantíð so mikið
ágangandi, at tað kundi
gerast hóttafall fyri heima-
liðið.
Harvið var eisini veik-
leikin hjá FS Vágum, sum í
bítandi
heystarveðrinum
sendi teir út í kuldan, settur
í glas og rammu. Í verju-
partinum vóru teir ikki nóg
tryggir, á miðvøllinum var
verjukendi stuðulin hjá
Jens Eriki Rasmussen ikki
nóg hollur, og tá ið tað við-
hvørt líktist góðum saman-
spæli, so spurdist úrtøka
ikki burturúr, tí álopspart-
urin var ov tunnur.
Jens Erik Rasmussen
hevði góða skotroynd úti
frá, sum fór dygst framvið,
Clayton Soares var tætt við
at umseta frísparksinnlegg,
og tað var meiri av tí slagn-
um. Í 2. hálvleiki noyddist
NSÍ miðverjin Áki L. Han-
sen eina ferð at beina bólt-
inum út til horna, tá ið hann
annars var á veg í málið.
Men tað bar ikki mál við
sær, og tað eru tey, sum
telja og geva stig og harvið
lyfta lið úr vandastøðu.
Framúr mál
NSÍ var ikki sinnað at geva
nakað burtur, hóast venjar-
in hevði broytt liðið í fleiri
ódnum. Áki L. Hansen fekk
møguleikan í miðverjuni,
og Messias Pereira kom
undan steðginum inn fyri
skadda Helga L. Petersen.
Karsten From var vongverji
í høgru. Hann gjørdi ikki so
nógv um seg í 1. hálvleiki,
men í 2. hálvleiki, tá ið NSÍ
hevði fríska lotið undan,
var hann fleiri ferðir ágang-
andi.
Seinna umfarið var eitt
lítið korter gamalt, tá ið
unglingaspælarin Andy Ol-
sen legði NSÍ framum.
Hann var við frá fyrsta
bríksli í miðvallarplássin-
um í vinstru, sum skaddi
Jónstein Petersen annars
hevur átt. Í 2. hálvleiki fór
Andy í álopið, meðan
Messias fór í miðvallar-
plássið í vinstru.
Andy fekk bóltin stungn-
an fram ímillum. Vága-
menninir dúvaðu upp á
rangstøðuna, men linju-
verjin segði einki, og so var
ungi maðurin kaldur og
lyfti upp um Jákup Joensen,
sum kendi seg noyddan at
leypa út út málinum.
Níggju minuttir seinni
staðfesti Sjúrður Jacobsen
heimasigurin og harvið, at
FS Vágar skuldi flyta niður.
Og tað var vorðið sum mál.
Eftir innkast í høgru og
tvørtur um og út frá, royndi
vinstrabeinti
vongverjin
seg úr 25–30 metrum. Mál-
verjin mundi ikki síggja
bóltin beinanvegin, tí nógv
fólk var fyri, og tá ið hann
sá bóltin var einki at gera.
Tað sang í nettakinum, tá ið
bólturin var komin strúk-
andi dygst inn undir saman-
komingina.
Dysturin í tølum
NSÍ–FS Vágar 2–0 (0–0)
1–0: Andy Olsen 58.
2–0: Sjúrður Jacobsen 67.
NSÍ: Jens Martin Knudsen
–
Karsten
From,
Óli
Hansen, Áki L. Hansen,
Sjúrður Jacobsen – Gert
Langgaard, Ian Højgaard,
Kári Hansen, Andy Olsen,
Helgi L. Petersen (Messias
Pereira, 44.), Sonni L.
Petersen
Gult kort: Kári Hansen
68., Ian Højgaard 90.
FS Vágar: Jákup Joensen –
Sjúrður Ellefsen, Vlad Odi-
pov, Albert Ari Thomassen,
Jóhannis
Joensen
(Rói
Árting, 70.) – Hegga Samu-
elsen (Hannus Olsen, 65.),
Jens Erik Rasmussen, Rusl-
an Screlea, Silva de Braga
– Birgir Joensen, Clayton
Soares
Vágamenn stóu eftir við
svartaperi, og eftir tapið í
Runavík stóð greitt, at teir
fara beina leið niður aftur í
aðru deild
C
M
Y
K
22