Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 7. oktober 2003 21 Fyribils er meistara- heitið trygt fram til oktober mánað, men vit ætla heilt víst at stríðast av øllum alvi, soleiðis at vit eisini í runda árinum kunnu fegnast FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Meistaraheitið var tryggjað undan seinasta leikdegi, og tí var tað eisini ein óvanliga róligur HB-formaður, sum leygardagin reikaði runt í HB-húsinum. Alt hóvasták- ið við gullveitsluni var fingið frá hondini, og eftir var bara at fáa seinasta dystin frá hondini, áðrenn gullmerkini enn einaferð skuldu handast elsta høv- uðsstaðarfelagnum. 17 ella 19 Eftir at seinasti bólturin var sparkaður hetta kappingar- árið, fingu vit orðið á Birgir Enghamar, og talan var sjálvandi um ein væl upp- lagdan formann, sum nú skuldi taka samanum árið. - At vit nú standa sum meistarar er sjálvandi ein deilig kensla, men vit hava so eisini stríðst fyri tí. Longu við ársbyrjan – tá vit kanska ikki vóru so stórir favorittar – meldaðu vit út, at vit so avgjørt ikki fóru at geva gullið frá okkum við góðum. At vit fóru at stríð- ast til seinasta mann fyri hesum, og tíbetur eydnaðist hetta. - Nú veit eg ikki, hvussu nógv man skal leggja í, at talan eisini er um næsta gullmerkið á rað, men tað er í øllum førum ein sann- roynd, at tað bert er GÍ, sum annars hevur megnað hetta seinastu nógvu árini. Hjá okkum er tað í øllum førum 21 ár síðani, at tað hendi seinast, so tað er heilt avgjørt eisini nakað, sum vit fegnast um. Spurdur, um talan so so eisini verður um reint hat- trick komandi ár, tá HB eisini fyllir hundrað, er formaðurin skjótur at svara, at tað í øllum førum er málið, men hann leggur so eisini afturat, at tað heilt víst ikki verður nøkur løtt uppgáva. - Men setningurin er so tann sami. Fyribils hava vit tryggjað okkum steypið fram til oktober mánað næsta ár, og so vildi tað verið stuttligt, um vit megna at halda steypinum í húsinum alt 2004. Tað vildi í øllum førum gjørt 100 ára føðingardagin enn betri, heldur formaðurin. Ein hundrað ára dagur, sum eftir ætlan skal haldast við ymsum tiltøkum gjøg- num alt árið. Ein nevnd er sett at taka sær av hesum, og tó at arbeiðið hjá hesum enn ikki er liðugt, so ivast Birgir ikki í, at talan verður um tiltøk, sum bæði koma at hoyrast og síggjast. - Óg so skulu vit ikki gloyma, at vit tá eisini hava møguleikan at gerast mest vinnandi felagið í føroysk- um fótbólti yvirhøvur. Her hevur KÍ havt munin, men nú hava vit so bæði 17 meistaraheiti, og so er spurningurin, hvørt numm- ar 18 fer at koma, sigur hann, og leggur so eina lítla søguliga viðmerking aft- urat. - Hatta við 17 FM-heit- um í part er sjálvandi al- menna søgan, og hana mugu vit jú fyrihalda okkum til. Men í røðu í Müllers pakkhúsi segði Jógvan Arge, at tær báðar ferðirnar, at einki FM-heiti var at kappast um – í 1933 og 1940 – var tað HB, sum vann ta kappingina, sum kortini var, so kanska eru vit longu nú teir mest vinnandi. Krevur sterkar leikarar Men tað er ikki bert besta mansliðið í felagnum, sum hevur staðið seg væl í ár. Eisini yngru deildirnar togaðu nógv heiðursmerki heim til felagið, og ikki minst tykist formaðurin vera fegin um hesi. - Tað er jú hetta, sum eigur at vera grundarlagið undir framtíðar úrslitum hjá felagnum, og í so máta haldi eg, at vit eru sera væl stillaðir. Einki er at ivast í, at 1. deild er flaggskipið hjá felagnum, men ung- dómsarbeiðið eigur so av- gjørt ikki at undirmetast, og við mongu gullmerkjunum her, eru góð útlit fyri, at HB eisini framyvir fer at hava ein leiklut í føroyska fótbóltsoddinum. Hóast hetta, so leggur formaðurin tó eisini dent á, at tað neyvan verður so, at HB í framtíðini kemur at hava eitt lið, sum bert er sett saman við leikarum úr egnum røðum. - Tað er sjálvandi ein ynskisdreymur, men tað ræður eisini um at hyggja realistiskt upp á tað heila. Kappingin í føroyskum fótbólti er í dag somikið hørð, at tað er neyðugt við einum sera sterkum hópi, um tú vilt vera í oddinum, og tá er ofta neyðugt við leikarum uttan ífrá, sum kunnu koma inn og styrkja liðið. Tað hava vit so eisini valt at gjørt, men hartil hava vit so eisini roynt at hava so nógvar av okkara egnu í hópinum sum gjør- ligt. Tekur tú dystin móti KÍ, so hava vit fýra blað- ungar leikarar úr egnum røðum á beinkinum. Og vónin er so sjálvandi, at hesir eisini í framtíðini kunnu seta enn størri dám á liðið, men tað krevur hart arbeiði og ikki minst tol. Megna vit at fáa ein og kanska tveir nýggjar leik- arar inn um árið, so kunnu vit ikki krevja nógv meira. Í hesum sambandi slepst ikki undan at spyrja for- mannin, hvørt tað ikki var ein smeitur, at næst besta liðið ikki megnaði at vinna seg upp aftur í aðru deild, og hetta er eisini nakað, sum tykist harma formann- in. - Ikki minst tí vit væl kundu havt enn ein møgu- leika her. Vit gjørdu tó eitt mistak, soleiðis at vit taptu ein dyst á skrivaraborðin- um, men tað fáa vit ikki gjørt meira við. Eg kann bara sláa fast, at tað ikki var gjørt við tí fyri eyga at fáa okkum ein órættvísan fyri- mun. Vilja altíð betra seg Verður tosað um framtíð- ina, og kanska serliga komandi ár, so tykist tað á ongan hátt soleiðis, at teir í HB eru mettir av sigrum. Formaðurin sigur eisini alt fyri eitt, at málið altíð má vera at betra seg, men reint úrslitaliga verður hetta kanska trupult komandi ár. - Men fyri tað eru aðrir lutir, har vit heilt víst kunnu gera eitt størri arbeiði. Eitt nú hava vit eitt ynski um, at talent-venjingin í felagnum verður enn meira málrætt- að, eins og málmansvenjing í øllum deildum er nakað, sum liggur okkum at hjarta. Tað eru í øllum førum lutir, sum vit royna at betra um. - Og á besta mansliðnum vilja vit sum sagt halda fast um gullið. Enn eru allir lutir ikki avgreiddir, men ynskið er í øllum førum, at hópurin frá í ár skal haldast intaktur, og venjaraspurn- ingurin er so nakað, sum vit í løtuni arbeiða við. - Og lat meg so at enda lata eina serstaka tøkk til stuðlarnar hjá okkum. Her hava tað kanska verið spon- sorarnir hjá fyrstu deild, sum hava verið mest sjón- ligir, men týdningurin av øllum hinum stuðlunum eigur á ongan hátt at undir- metast. Uttan hesar hevði tað arbeiðið, sum verður gjørt í felagnum, als ikki verið gjørligt, og tí eru góðu úrslitini hjá okkum eisini hesum fyri at takka, sigur Birgir Enghamar at enda. Gullið verður ikki latið við góðum - Kappingin í føroyskum fótbólti er í dag somikið hørð, at tað er neyðugt við einum sera sterkum hópi, um tú vilt vera í oddinum, og tá er ofta neyðugt við leikarum uttan ífrá, sum kunnu koma inn og styrkja liðið, sigur HB-formaðurin, sum kortini fegnast um framúr góður úrslitini í ungdómsdeildini hjá felagnum 21 20 Nr. 189 - 7. oktober 2003 Hóast teir tíðliga í seinna umfarinum vóru aftanfyri, so fóru hóttu skála- menninir ikki niður við nakkanum, men teir stríddu seg til al- neyðuga tepra sigurin SKÁLA–EB/STREYMU R Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var heilt gott lag á Skála, tá ið Petur Skarðenni hevði bríkslað fyri síðstu ferð leygardagin. Heima- liðið hevði vunnið 3–2. Tá ið tað hoyrdist, at FS Vágar høvdu tapt í Runavík, var tað staðfest, at Skála ikki var niðurflutt. Ikki enn í hvussu so er. Í morgin og leygardagin skulu teir telv- ast við TB um rættin til eitt pláss í bestu deildini. Áðrenn tað var komið har til, at Skála hevði fingið øll stigini, fóru teir á vøllinum og tey kring vøllin fleiri ferðir kensluliga upp á tind- in og niður í dalin. Skála hevði lotið undan í fyrra umfarinum. Teir vóru ágrýtnir, og teir høvdu møguleikar at gera meiri enn tað eina málið, sum teir fingu. Málskjútti í 21. min- utti var vongverjin í høgru, Bárður Danielsen. Eftir stutt horna í vinstru, sneiddi hann framvið ein- um mótstøðumanni, áðrenn hann av brotsteigarmarkin- um og í besta Pires stíli (ímóti Liverpool leygar- dagin) smekkaði framvið Gunnari á Steig og dygst inn við handara stólpanum. Stutt eftir hevði Jónhard Frederiksberg risa møgu- leika at økja um leiðsluna, men úr heilt góðari støðu mitt fyri málinum misnýtti hann. Tað sigur seg sjálvt, at tað var sum pøs av køldum vatni í andlitið, tá ið EB/- Streymur fimm minuttir eftir, at Skála hevði sett hol á, javnaði. Magni á Lakjuni legði innfyri úr vinstru, og eftir eitt sindur av aftur og fram mitt fyri málinum, átti Hans Pauli Samuelsen síðsta fótin á. Eftir steðgin høvdu gest- irnir vindin undan, og tá ið teir løgdu seg á odda, kundi tað verið ábending um, at nú var ballið buðið á Skála. Eyka trongsul var tað hjá heimaliðnum, at tað var ein av teirra egnu, Bent Djur- huus, sum hjálpti til, nú so nógvir vóru leikbannaðir, sum við høvdinum snittaði frísparksinnlegg í málið aftanfyri Eugen Voda. Sannførandi endaspurtur Men Skála reisti seg aftur. At lotið var ímóti bilti ikki. Tað sást í nærdystunum og renningunum, at tað vóru teir, sum spældu fyri lívin- um, og teir fingu løn fyri stríðið. Eftir átta minuttum fingu teir tvey mál, og tá ið EB/Streymur ikki megnaði at svara aftur, var tað greitt, at Skála fyri fyrstu ferð á árinum hevði vunnið seg av aftasta og fram á næstaft- asta plássið. Fyrra málið skoraði Bogi Gregersen, sum brádliga stóð rættuliga leysur mitt fyri málinum og heilt inni ímóti málteiginum. Sigurs- málið skoraði Jónhard Frederiksberg, sum harvið gjørdi tað gott aftur, eftir at hann í 1. hálvleiki hevði misnýtt so stóran møgu- leika. Hanus Thorleifsson sendi innfyri úr høgru, og úr rættuliga spískum í vinstru setti Jónhard bóltin framvið Gunnari á Steig. – Vit eru rættuliga fegnir. Tað sá svart út fyri trimum vikum síðani, og vit hava verið bundnir at, hvussu úr- tøkan var hjá hinum liðun- um í niðara endanum. Men nú hava vit lagnuna í okk- ara egnu hondum, staðfestir Pauli Poulsen. Áður hevur hann verið miðverji, men í ár hevur hann verið hjálpar- venjari hjá Jóhan Nielsen. Hvussu ber tað til, at tað hevur roynst so væl tær síðstu ferðirnar? – Spælararnir hava trúð uppá, at tað skuldi bera til. Teir hava eisini verið upp- aftur meiri nærlagdir, enn teir áður hava verið. Tað er sum um, at vit hava funnið girið, sum ikki hevur verið har nógvu tey fyrstu um- førini, heldur Pauli Poul- sen, sum hevur gott mót, áðrenn Skála skal suður á Sevmýri: – Vit hava í fleiri vikur spælt fyri at koma í hesa støðuna. Nú mugu vit gera arbeiðið liðugt, og vit halda avgjørt, at vit hava førleik- an at vinna samanlagt ímóti TB. Dsyturin í tølum Skála–EB/Streymur 3–2 (1–1) 1–0: Bárður Danielsen 21. 1–1: Hans Pauli Samuelsen 26. 1–2: Bent Djurhuus sjálv- mál 53. 2–2: Bogi Gregersen 65. 3–2: Jónhard Frederiksberg 73. Skála: Eugen Voda – Bárður Danielsen, Bent Djurhuus, Ronni Hansen, Niels Thomsen – Bogi Gregersen, Pauli G. Han- sen, Hanus Thorleifsson, Alexander Jovic – Jónhard Frederiksberg, Alexander Johansen Gult kort: Bogi Gregersen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Gert Hansen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Bárður Olsen – Jákup Martin Joen- sen, Ronnie Samuelsen, Marek Vierczbicki, Esmar Eiðisgarð – Hans Pauli Samuelsen, Magni á Lakj- uni (Sorin Anghel, 83.) Gult kort: Ronnie Samuel- sen Skála-EB/Streymur 3-2 (1-1): Enn heldur línan á Skála Jonhard Frederiksberg hevur skorað, og í tøkum tíma hev- ur Skála lyft seg av botnsess- inum í deildini Mynd: Finnur Justinnussen Skála stríddist fyri hvønn bólt, og úrslitið av hesum varð, at teir nú fáa ein møguleika afturat at lív- bjarga sær í bestu deildini Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 20