týsdagur 7. oktober 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 189 - 7. oktober 2003
Seinasti dysturin á
kappingarárinum
gjørdist ongantíð
tann veitslan, sum ein
meistari eigur uppi-
borið. Fyrst og fremst
mátti veðrið taka sær
ábyrgdina fyri hetta
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er kalt á toppinnum.
Tað mátti HB sanna, tá teir
leygardagin skuldu av-
greiða seinasta setningin
hetta kappingarárið. Bít-
andi heystarkuldin førdi við
sær, at einans tey mest trú-
føstu viðhaldsfólkini høvdu
leitað sær oman í Gunda-
dal.
Vøttur,
handskar,
húgvur og heit klæði annars
skuldu til, um áskoðararnir
skuldu halda til samfullar
90 minuttirnar, og hetta var
so avgjørt viðvirkandi til,at
rammurnar kring dystin
ikki gjørdust heilt so fest-
ligar, sum lagt varð upp til.
Ein dystur millum arva-
fíggindarnar báðar er jú
vanliga ein av teimum, sum
dregur heilt nógv fólk til,
men sjálvt ikki eitt víst
gullmerki var nóg mikið til
at fylla stórt meira enn
sjálvt HB-skýlið.
Eingin veitsla
Og á vøllinum tóktist veðr-
ið eisini at seta síni spor.
Ella kanska var tað eisini
bara tað, at týdningurin av
dystinum var ov lítil. HB
var jú longu meistari, og tó
at teir sjálvandi vildu
sleppa at enda væl, so
mundu battaríini enn ikki
vera heilt lødd aftur eftir
dystin móti B36 fyri viku
síðani.
Klaksvíkingarnir høvdu
heldur ikki tað heilt stóra at
stríðast fyri. Sjálvandi vildi
ein sigur í seinasta dystin-
um móti oddaliðnum pynt-
að um í einum kappingar-
árið, sum avgjørt hevur
verið millum tey lakaru,
men hinvegin tóktist hetta
ikki vera nakað, sum leik-
ararnir á liðnum vildu
leggja alt í verðini ov nógva
orku í.
Tí var tað eisini so sum
so við møguleikum fyrstu
HB-KÍ 3-2 (2-1):
Staðfesting í kulda
Frammanfyri bussin, sum var málaður til endamálið, framdu viðhaldsfólkini satt roykshow seinastu løtuna
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyameistarar 2003. HB er nú komið ájavnt KÍ í dystinum um at gerast mest vinnandi felagið í føroysku fótbóltssøguni. Og komandi ár fylla javnaldrarnir
báðir 100 ár
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18
Nr. 189 - 7. oktober 2003
19
løtuna. HB royndi fleiri
ferðir at spæla seg niðan
mitt eftir vøllinum, men
hóast nær við, so sluppu
teir ikki heilt leysir inn um
KÍ-verjuna. Klaksvíkingar
løgdu seg hinvegin eftir at
leypa á í borðunum, men
hóast fleiri bóltar komu
innfyri, so spurdist sjáldan
nakar veruligur málmøgu-
leiki burturúr.
Og burtur úr mest sum
ongum fekk HB so brádliga
lagt seg á odda. Ein høgur
bóltur varð sendir innfyri,
og tó at klaksvíkingar mót-
mæltu av øllum alvi, so
metti dómarin, at Rógvi
Jacobsen var togaður niður,
og so var brotsspark.
Rógvi hevur sjálvur tikið
brotsspørk einar tvær ferðir
í seinnu kappingarhálvu,
men hesaferð lat hann
ábyrgdina yvir til Rúna
Nolsøe, og liðskiparin var
ósvikaliga
tryggur,
tá
bólturin varð sendur inn.
Og so var líkt til, at HB
veruliga skuldi fara at
renna gestirnar um koll.
Málið tóktist loysa upp fyri
onkrum slúsum, sum nú
skuldu tømast, og næsta
korterið ella so skolaðu
álopini oman móti KÍ mál-
inum. Eitt mál kom eisini
afturat, tá Tór-Ingar møtti
einum innleggi frá Andrew
av Fløtum, og í veruleik-
anum skulu klaksvíkingar
helst prísa seg lukkuliga
fyri, at talan ikki gjørdist
um fleiri mál hesa løtuna.
Og stutt fyri steðginum
megnaði KÍ so eisini at
minka um munin. Eitt sind-
ur kloddaligt sá tað út, tá
HB ikki fekk ruddað burt-
ur, og meðan verja og mál-
verji flákraðu í feltinum,
fekk Leon Bjartalíð stýrt
bóltin móti málinum.
KÍ gjørdi ein vørr
Hetta tóktist hava givið KÍ
nýtt treysti, og í seinna
hálvleiki løgdu teir nógv
fyri. Nú royndu teir støðugt
at senda álop oman HB-
málinum.
Teir
javnaðu
eisini, tá Leon enn einaferð
var fyrstur á innleggi og
hamraði bóltin inn, men
mitt í øllum oyðilegði HB
stuttleikan. Eitt væl spælt
kontra endaði við at Rógvi
sendi flatt innfyri, og sera
hóskandi fyri HB kundi
toppskjúttin
á
liðnum,
Andrew á Fløtum senda
bóltin í meskarnar eina
seinastu ferð hetta kapp-
ingarárið.
Og so var tíð at fáa gull-
merkini. Tó at tað gekst illa
at fáa proppin av, so varð
sjampanjan eisini opnað.
Fjøldin undir stóra skýlin-
um man onkra tíð hava
verið størri enn hetta, tá
gullmerki eru handað, og
sjálvt borgarstjórin hevði
fingið sær HB-turriklæði
um hálsin at verja móti
kuldanum. Niklas í Líðar-
enda, næstformaður í fót-
bóltssambandinum, hevði
verið inni í HB-húsinum og
lænt steypið út um eina
løtu, og so kundu leikarar-
nir ein og ein fáa gullmerk-
ið um hálsin. Seinastur av
øllum kom Rúni Nolsøe, og
við steypinum høgt yvir
høvdið kundi hann stað-
festa, at árið í ár aftur
gjørdist HB-ár. Hvørt tað
so eisini verður støðan
næsta ár, er ein onnur søga,
men at royndin verður
gjørd, er einki at ivast í. Hjá
HB er bara gullið nóg gott,
og við einum hundrað ára
haldið og møguleikanum at
gerast hitt mest vinnandi í
føroysku fótbóltssøguni er
einki at ivast í, at nógv fer
at verða lagt fyri.
Dysturin í tølum
HB-KÍ 3-2 (2-1)
1-0: Rúni Nolsøe (br.), 23
2-0: Tór-Ingar Akselsen, 28
2-1: Leon Bjartalíð, 40
2-2: Leon Bjartalíð, 53
3-2: Andrew av Fløtum, 74
Dómari: Eiler Rasmussen.
Hevði gott tak á heldur
tomu uppgerðini.
HB: Bárður Johannesen –
Hans á Lag, Jan C. Dam,
Símun Eliasen, Janus M.
Joensen – Rúni Nolsøe,
Martin Christensen, Hallur
Danielsen –Tór-Ingar Aks-
elsen, Rógvi Jacobsen, An-
drew av Fløtum
KÍ: Karstin Joensen – Har-
ley
Bertholdsen,
Jan
Andreasen,
Alexandar
Djordjevic, Fríðin Ziskason
– Arnold Joensen, Allan
Joensne, Leon Bjartalíð,
Eyðun Klakstein – Jakob
Bymar, Hjalgrím Elttør
Illa gekst at loysa proppin, men at enda varð leyst, og so ráddi bara um at halda seg burtur, skuldi karmur ikki spyrjast burturúr
Mynd: Álvur Haraldsen
Við steypinum høgt yvir høvdið kundi
Rúni Nolsøe aftur staðfesta, at hetta
árið eisini gjørdist HB-ár
Mynd: Álvur Haraldsen
19