Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 7. oktober 2003 17 Telving á høgum støði EM fyri lið endaði leygardagin og favor- ittliðið, við stjørn- unum Grischuk og Svidler sum høvuðs- nøvn, vann kapp- ingina TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Garry Kasparov (2830 rating) leikti við russiska liðnum Ladya-Kazan- 1000. Eftir at hava vunnið fýra góð talv móti góðum monnum, eitt nú Grischuk, tapti Kasparov sensationelt í næstseinasta umfari ímóti tí lutfalsliga ókenda ísra- elska stórmeistaranum Alexander Huzman (2574). Talvið var annars púra javnt tá Kasparov við svarta fólkinum leikti ein stóran feil í miðspælinum, sum viðførdi at hann eftir einans 22 leikum hevði tvær finn- ur minni og einki mótspæl. 40 ára legendan valdi tí at geva skarvin yvir. Tað er altíð sensationelt tá Kasp- arov tapur, hann plagar hægst at tapa eitt talv um árið, og tí er talvið sjálvsagt við í blaðnum í dag. Í seinasta umfari leikti Kasparov ein góðan javn- leik við svørtum móti Ivan- chuk (2710), og endaði loksins við 4,5 stigum av seks møguligum. Hann vinnur enntá eitt ratingstig fyri ómakin, og hevur nú eftir EM 2831 á altjóða ratinglistanum. NAO úr Fraklandi Liðið hjá Kasparov hevði leiðsluna heilt fram til næstseinasta umfar. Liðið hevði tann veikleika, at aftaru borðini, 4-6. borðini, ikki vóru sterk nokk í mun til aftaru borðini hjá hinum toppliðunum. NAO úr Fraklandi hevði russararnar Grischuk (2732) og Svidler (2723) og bretan Adams (2725) á 1-3. borðunum. 4- 6. borðini vórðu vælmann- að við eitt nú fraklending- unum Lautier og Bacrot, sum báðir liggja um 2660 í rating. Hetta javnsterka lið vann uppiborið liðkappingina, og eru teir úr NAO harvið Evropameistarar. Liðið hjá Kasparov endaði á einum fimta plássi av 45 liðum tilsamans. Sum heild varð telvingin á sera høgum støði. Undan- tikið tapið móti Huzman, skaraði Kasparov framúr. Svidler er nú í ferð við at vinna seg heilt fram í topp 5 í heiminum. Shirov (2737), Ivanchuk og Moro- zevich (2702) høvdu somu- leiðis góð úrslit. 2nd Klaksvík International Í dag, týsdagin, er starskot- ið í IM-kappingini, sum verður telvað í døgunum 7- 11. oktobur. Fylgið við á www.faroechess.com. Fimm føroyingar, Flóvin Tór Næs, Martin Poulsen, Heini Olsen, Ólavur Sim- onsen og Hans Kristian Simonsen, fara at royna seg móti fimm útlendskum tittultelvarum, í vón um at ogna sær IM-normar. Spennandi unglingakapping Ikki bert elitutelvararnir í Føroyum fara at telva í Klaksvík hesar heystdagar. Seks sterkir unglingar fara eisini at kappast í serligari kapping við dupultumfør- um, tvs. tíggju umfør. Kappingin verður leikt samstundis á sama stað sum IM-kappingin. Telvað verður í Skálanum við Bø- gøtu. Luttakararnir í unglinga- kappingini verða hesir: Jákup D. Joensen HT, Rani Baldursson KTF, Sjúrður Thorsteinsson úr Suðuroy, Rógvi Mortensen HT, Helgi Ziska HT og Rógvi Dragaberg KTF. Tann gløggi lesarin varnast helst at evnaríki Olaf Berg ikki er millum luttakarar- nir. Orsøkin er heilt einfalt, at hann er av fyriskiparun- um mettur at verða ov góðir í mun til hinar unglingar- nar. Røtt er hendan meting helst, Olaf er nevnliga nr. 13 á føroyska ratinglistan- um, og er tí ov stuttur til sjálva IM-kappingina og somuleiðis alt ov sterkur til unglingakappingina. Ístað- in fáa vit nú eina javna og áhugaverda kapping mill- um evnaríkar ungar telvar- ar. Huzman, A (2574) - Kasparov, G (2830) EM — Kreta, Grikkl. (6.umfar), 03.10.2003 1.Rif3 d5 2.d4 Rif6 3.c4 c6 4.Ric3 e6 5.e3 a6 (Populert val av byrjan. Morozevich millum aðrar sterkar telvarar nýtur oftani hetta system) 6.b3 Bb4 7.Bd2 0—0 8.Bd3 Ribd7 9.Fc2 Bd6 10.Rie2 c5 11.0—0 b6 12.cxd5 exd5 13.Rig3 Bb7 14.Rif5 Bc7 15.dxc5 bxc5 16.b4 c4 (Støðan tykist púra opin og ringt er at meta um hvør hevur fyrimun) 17.Be2 Rie4 18.Bc3 Rixc3 19.Fxc3 Rif6 20.Rfd1 Bc8?? (Ein óvæntaður og sera stórur feilur) Støðumynd eftir 20...Bc8 21.Rxd5! Fe8 (T.d: 21...Rixd5 22.Fxg7 mát og 21...Fxd5 22.Rie7+ og svarta frúgvin er gaflað) 22.Bxc4 Rókurin kann framvegis ikki takast vegna mát á g7. Tvær finnur minni og einki mótspæl, tí gavst Garry 1—0 Talvið hesa vikuna Kyndil megnaði als ikki at geva favoritt- unum úr Klaksvík mótstøðu HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir eitt ár, har krepputek- ini leingi stóðu yvir Stjørn- uni, tykjast klaksvíkingar aftur hava fingið nakað at fegnast um á hondbólts- síðuni. Massiva frágongd- in, sum í fjør merkti liðið, er í ár vend til eina stóra til- gongd, soleiðis at flestu av teimum heimligu leikarun- um, sum fyri trimum árum síðani vóru við til at vinna FM nú aftur eru á liðnum. Hartil fær Stjørnan í næstum eisini styrk av út- lendskkum leikarum, men hesar vóru so ikki komnar til landið, nú kappingin byrjaði. Men tað var nú heldur ikki so, at Stjørnan hevði nakran serligan tørv á útlendskum styrki hesaferð. Kyndil tykist í ár hava eitt lið, sum fær meira enn trupult við at nærkast ovaru hálvu á stigatalvuni, og í øllum førum formáddu tær sær ikki nakað sum helst í Klaksvík. Fyrsta korterið ella so megnaðu tær so dánt at fylgja við, men so var mest sum liðugt, og meðan Stjørnan skoraðu tíggju mál seinasta korterið undan steðginum, fingu gestirnir bert tvey. Og so var at kalla leyst og liðugt hjá lokalu stjørnun- um. Uttan at taka sær nøkur óráð fyri, hildu tær dystin í einum føstum taki, soleiðis at grønu gestirnir ongantíð fingu kensluna av, at tær høvdu tamarhald á so nógv- um. Hjá Kyndli var dysturin helst ein staðfesting av, at hetta árið heilt víst verður tungt at koma ígjøgnum. Eitt ár, har tær kanska fyrst og fremst skulu stríðast fyri at halda sær omanfyri strikuna, sum skilir sjeynda plássið frá hinum. Stjørnan hinvegin tykist hava beina kós móti oddin- um. Har koma tær kanska fyrst og fremst at stríðast við VÍF og VB, Eitt stríð, har Stjørnan tykist standa við góðum møguleikum. Ikki minst takkað verið sterka føroyska bulinum á liðnum. Dysturin í tølum Stjørnan-Kyndil 25-11 (16-6): Málskjúttar Stjørnan: Annika Ljós- stein 7(4), Bára S. Klak- stein 6, Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 2, Jastrid Gullaksen 2, Una Olsen 1, Súsanna Jacobsen 1, Ragna B. Andreasen 1 Kyndil: Sabina Frølund 4 (2), Anja Heinadóttir 4, Fía Selma Nielsen 1, Ann-Mari Wang 1, Jensia Kjærbæk 1 Brotskøst: Stjørnan 6, Kyndil 2 Útvísingar: Stjørnan 3, Kyndil 3 Dómarar úr H71 Stjørnan-Kyndil 25-11 (16-6): Sorl í Klaksvík Garry Kasparov tapti fullkomuliga óvæntað móti ísraelska Alexander Huzman, og hetta var viðvirkandi til, at hann og liðfelagarnir ikki megnaðu at halda fast um oddasessin í EM- liðkappingini 17 16 Nr. 189 - 7. oktober 2003 Um Skála megnar at varðveita sessin í bestu deildini verða tað næsta ár seks Eysturoyar lið í bestu deildini 18. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Nú er lok lagt á hetta fót- bóltsárið. Næstan í hvussu so er. Í hesi vikuni verður spælt um upp– og niðurflyt- ing. U–17 landsliðið er burtur í EM undankapping- ar ørindum, og tað verður ikki fyrrenn U–19 lands- liðið hevur verið í Skot- landi í EM undankapping, at tað verður heilt liðugt. Men landskappingarnar í trimum teimum ovastu deildunum vóru leygar- dagin liðugt spældar. Tað hevur verið tosað nógv um, hvussu fótbólts- árið skal leingjast. At fáa hetta gjørt verður mett sera týdningarmikið, um tað skal hugsast um, at før- oyskir fótbóltsspælarar og føroysk lið skulu standa seg betri í altjóða høpi, enn teir hava gjørt higartil. Serliga eftir miseydnaðu Europa Cup luttøkuna í ár er vatn av álvara komið á hesa mylluna. Nú veturin kom við kulda og eitt sindur av kava í síðstu viku, hevur tað verið týðuligt at merkt, at tey, sum varða av føroyskum fótbólti, hava glett seg til vetrarsteðgin. Her verður hugsað um ábyrgdarfólk, spælarar og ikki minst áskoðararnar, sum so at siga hvønn dag í vikuni ganga undir av fótbólti í sjónvarpinum. Kanska fer tað at bera til at venda hugsanini, soleiðis at áskoðanin um longri kappingarár fer at vinna frama. Men í løtuni er ilt at ímynda sær, at tað fæst undirtøka fyri at spæla fótbólt í oktober og no- vember. Tað ber ivaleyst til at fundast um hetta og at fáa fundarrákið at vera fyri sovornum. Men tað skal nógv til, áðrenn fjallgonga, fletting og alt annað skal víkja fyri heystar– og vetrarfótbólti. At árstíðin er ein onnur, og at frítíðin verður nýtt til annað enn at fylgja við í fótbóltinum sást væl í Gundadali leygardagin. HB var longu FM vinnari, og KÍ hevði eftir meiri ella minni miseydnað kapping- arár einki at spæla fyri. Tað var ein veruleiki undan leygardegnum. Men kortini var tað merkisvert, so lítil sum áskoðarafjøldin var henda dagin. Fyri 33 árum síðani var KÍ meistari, tá ið teir í næstsíðsta umfarinum (tað síðsta hjá meistaralið- num) komu til Havnar at spæla ímóti HB. Tað var 23. august. Áskoðarafjøldin kring niðara vøllin í Gundadali var ógvuliga stór, og tey fingu valuta fyri pengarnar. Klaksvíkingar- nir fingu FM steypið, og HB vann ímóti meistara- liðnum. Úrslitið ta ferðina var nett tað sama, sum tað var leygardagin. HB vann 3–2. Seinastu 33 árini er nógv vatn runnið í ánna, eisini tá ið tað snýr seg um fótbólt og møguleikarnar at velja hjá áskoðarunum. Men tað er einki at ivast í, at tað leygardagin fyrst og fremst var veðrið, sum helt á- skoðarunum aftur. Teir valdu heldur Liverpool og Arsenal og Manchester United og Birmingham heldur enn at síggja Eyðun Klakstein og hinar klaks- víkingarnar stríðast ímóti Rúna Nolsøe og hansara monnum. B36 væl við Gongdin í kappingini hevur verið undarlig hjá B36. Eftir at B68 tapti í Vági, og B36 vann í Gøtu, var tað greitt, at B36 hevði vunnið silvur. Í steypakappingini fingu teir gull. Men hóast teir hava vunnið bæði gull og silvur, so tykist ein kensla av meiri ella minni kiksaðum kappingarári at vera til staðar. B36 skinklaði heilt nógv í fyrstu umførunum, tað var um reppið, at teir ikki komu í fjórðingsfinaluna í steypakappingini, og í au- gust mistu teir oddasessin, sum teir undan summar- steðginum høvdu knossað seg framá. Eitt er hvør kenslan er. Men tá ið alt kemur til alt, so kann ikki sigast annað, enn at teir í B36 hava havt eitt fínt kappingarár. HB er meistari, og tað er tað størsta og besta, sum tað ber til at røkka. Men grann- arnir kunnu í vetur hugna sær við, at teir vunnu silvur aftan fyri HB í landskapp- ingini, og at teir vunnu gull í steypakappingini. Tað var HB ikki í nánd av! Nøgdir og misnøgdir Spenningurin í botninum er ikki av. Í morgin og leygar- dagin skulu Skála og TB finna út av, hvat av hesum báðum liðunum skal eiga síðsta plássið í bestu deild- ini. Leygardagin var greitt, at besta deildin verður geo- grafiskt smælri komandi ár, enn hon hevur verið í ár. Fyrsta árið eftir at undir- sjóvartunnulin bant Vágar- nar saman við restini av landinum, mistu teir liðið úr bestu deildini. Tað eigur at vera tanka kveikjandi. Spurningurin er so, um tað fara at verða tvey lið úr Suðuroy ella seks lið úr Eysturoy í bestu deildini næsta kappingarár. Tað verður greitt leygardagin. Í ár hava fimm feløg úr Eysturoy verið í bestu deildini. Enn hava tað ongantíð verið seks lið úr einari oyggj í bestu deild- ini, men nú er møguleikin har. Tað búgva tíggju tús- und fólk ella ein stórur fimtingur av samlaða fólkatalinum í Føroyum í Eysturoy. Nú er møguleiki fyri, at tríggir fimtingar av bestu fótbóltsliðunum í Føroyum fara at vera úr Eysturoy. Tað er rættuliga tanka kveikjandi! Havnarfeløgini kunnu ikki annað enn vera nøgd við kappingarárið. Tað kunnu teir á Toftum eisini vera, sjálvt um tað man kennast sum eitt sindur av einum antiklimaks, at teir taptu avgerandi uppgerðir- nar um gull krónurnar og aftur um silvurkrónurnar. Í EB/Streymi hava tey alla orsøk at vera í góðum lagi, og tað munnu tey á Skála eisini vera – fyribils í hvussu so er. Nógv tað størsta vónbrot- ið munnu teir kenna í Vág- um. Burtursæð frá niður- flytingarfelagnum, so munnu teir í Vági, Gøtu og Klaksvík vera vónbrotnir av, at liðini hjá teimum á ongan hátt megnaðu at liva upp til tað, sum tað kundi roknast við, at tey skuldu gera. Í fjør vunnu teir í NSÍ fyrstu heiðursmerkini. Gull í steypakappingini og silvur í landskappingini. Nøsin varð sett eftir somu og kanska eitt vet betri enda- støðu í ár. Tað miseydn- aðist. Rannsakanin eigur at ganga uppá, um tað við til- farinum, sum var tókt, varð orsøk at rokna við meiri. Tað er tað, sum teir í NSÍ og eisini í fleiri av hinum feløgunum skulu finna út av, nú teir fara at eftirmeta farna árið og halda fram við at fyrireika seg til eitt nýtt kappingarár. Skreytið endaði alt í Gundadali At tað skal nógv til, áðrenn fjallgonga, fletting og alt annað skal víkja fyri heystar– og vetrarfótbólti, var fámenta áskoðarafjøldin í Gundadali gott dømi um Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16