týsdagur 7. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 • týsdagur • 7. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Sjálvur kvíður stinni
verjumaðurin á
landsliðnum fyri, at
hann ikki verður
førur fyri at spæla
fótbólt tað mesta av
næsta hálva árinum
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Jón Rói Jacobsen er knæ-
skaddur. Heilt hvussu álv-
arsamur skaðin er verður
staðfest í dag, tá ið Jón Rói
skal skannast í Jyllandi.
Men sjálvur roknar Jón Rói
við, at tað í dag fer at verða
staðfest, at krossbandið í
øðrum knænum er so mikið
illa farið, at tað verður
neyðugt við skurðviðgerð
og steðgi frá fótbólti í fleiri
mánaðir – kanska í eitt
hálvt ár.
Hvussu er hetta komið
fyri?
– Tað var undir venjing
mikudagin. Eg snaraði mær
á, uttan at nakar annar var í
nánd av mær. Tað hoyrdist
eitt klikk í knænum, og eg
small um. Tað var ikki
hugsningur um at standa á
beininum. Síðani havi eg
gingið á høkjum. Hósdagin
var eg hjá serlækna, sum
heldur til í nánd av Brønd-
by stadion. Hann kannaði
knæið og staðfesti, at tað er
krossbandið, sum tað er
galið við. Um krossbandið
er slitið ella ikki, kundi
hann ikki siga við vissu.
Tað verður staðfest í sam-
bandi við skanningina, sig-
ur Jón Rói Jacobsen úr
danska høvuðsstaðnum.
Men tað ber steðg frá
fótbóltsspælinum við sær?
– Nú fáa vit at síggja,
hvat teir fara at siga eftir
skanningina.Men eg gangi
út frá, at tað verður ikki
hugsningur um hjá mær at
spæla fótbólt í fleiri mán-
aðir nú. Tá ið talan er um
krossbandsskaðar, siga teir,
at tað er neyðugt við skurð-
viðgerð og langari upp-
venjingartíð. Tá ið kross-
bandið er heilt slitið, er
neyðugt
við
nýggjum
krossbandi, men eg veit
sum sagt ikki enn, hvussu
illa skaddur eg eri, sigur
Jón Rói Jacobsen, sum
ongantíð áður hevur verið
plágaður av álvarsligum
skaða.
– Tað longsta, sum eg
havi verið burtur frá fót-
bólti orsakað av skaða,
hevur verið einir tíggju
dagar. So hetta er ein púr-
asta nýggj støða fyri meg.
Gevur ikki skarvin
yvir
Sáttmálaskeiðið hjá Jón
Róa Jacobsen og Brøndby
IF gongur út á nýggjárin-
um. Tí kann tað hugsast, at
tað var heilt út av lagi
óheppið fyri Jón Róa, at tað
skuldi verða akkurát nú, at
hann varð skaddur. Jón Rói
sær upp á hetta út frá
tveimum sjónarhornum:
– Tað kann hugsast, at tað
ikki styrkir um fyritreytir-
nar hjá mær fyri víðari
samstarvi í Brøndby, at eg
ivaleyst ikki verði førur fyri
at luttaka í venjingini sam-
an við hinum og at spæla
fótbólt næstu mánaðirnar.
Leiðslan í felagnum og eg
havi ikki enn tosað saman
um møguleikarnar fyri
framtíðar samstarvi. Tað
var ætlanin at gera tað i
næstum. Á hinari síðuni
kunnu vit kanska siga, at
tað er betri, at skaðin hendi
nú, enn tað hevði verið, um
tað hevði verið fram ímóti
ljósastu tíðini. Tað er
kanska frægari at ganga
skaddur fram ímóti hávetri,
enn tað hevði verið at ging-
ið á høkjum fram ímóti
sumrinum.
Skaðin hevur ikki ávirk-
an á ætlanirnar hjá tær?
– Eg ætli mær undir øll-
um umstøðum at halda
fram at spæla fótbólt uttan-
lands. Í Brøndby er kapp-
ingin ógvuliga stór og tøtt.
Eg vóni, at tað fer at bera til
hjá mær at halda fram her.
Um tað ikki fer at bera til,
so rokni eg avgjørt við, at
tað fer at bera til í onkrum
øðrum felag.
Tú hevur ikki hug at geva
skarvin yvir, nú tú vart so
óheppin?
– Tað hugsi eg yvirhøvur
ikki um. Eg havi gjørt av at
royna at gerast yrkisspæl-
ari, og eg ætli framvegis at
geva mær sjálvum møgu-
leikan at finna fram til, hvat
kann spyrjast burturúr,
sigur Jón Rói Jacobsen. Tað
tykist, at hann hevur sinni-
liga yvirskotið, sum skal til.
Bæði at koma seg eftir
skaðan og til at bíða eftir
møguleikanum at sleppa
framat í fremstu røð.
Jón Rói hevur alla tíðina
vant saman við besta
Brøndby liðnum. Hesar
seinastu vikurnar hevur
hann mest sum bara spælt
við talent liðnum.
– Tað hevur gingið fram-
úr væl hjá okkum. Tað hev-
ur verið rættuliga hugaligt
at spæla saman við so góð-
um spælarum, men nú
verður tað neyvan meiri
fótbóltsspæl hjá mær í ár.
Hvat við landsliðnum?
– Tað er ikki minst lands-
liðið, sum er drívmegin hjá
mær. Eg vóni inniliga, at
tað fer at eyndast at verða
komin heilt fyri seg aftur, tá
ið nýggja HM undan-
kappingin verður á skránni,
sigur Jón Rói Jacobsen. Í
dag er hann í Jyllandi.
Knæið verður gjøgnumlýst
og kannað. Tað er longu
staðfest, at krossbandið er
skatt. Í dag fær Jón Rói at
vita, hvussu leingi hann
skal binda frið, nú hann fyri
fyrstu ferð í sínum 20 ára
langa lívi er álvarsliga
skaddur.
Jón Rói illa skaddur
Eg vóni inniliga, at tað fer at
eyndast at verða komin heilt
fyri seg aftur, tá ið nýggja
HM undankappingin verður
á skránni, sigur Jón Rói
Jacobsen
15
14
Nr. 189 - 7. oktober 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Rinda løgregluni fyri
upplýsingar
Síðani morðið á svenska uttanríkisráðharran, Onnu
Lindh, hava summi svensk bløð borið tíðindi, sum
sambært bløðunum eru komin frá keldum í løgregluni.
Nú sigur ein fyrrverandi blaðstjóri á Expressen, at
hetta er einki nýtt, og at bløð sum Expressen og Afton-
bladet rinda løgreglumonnum pengar aftur fyri tíðindi.
Olle Westberg sigur, at Expressen hevur eina serliga
konto, sum millum annað verður nýtt til at samsýna
løgreglumonnum, sum lata blaðnum tíðindi. Talan
kann vera um 500 krónur ella 1.000 krónur, men tað
hendir eisini, at løgreglumenn fáa upp í 5.000 krónur
fyri onkur spennandi tíðindi, sigur Olle Westberg.
Fyrrverandi blaðstjórin á Expressen sigur, at leiðslan á
gamla blaði hansara veit um mannagongdina, men tað vil
núverandi blaðstjórin ikki gera viðmerkingar til. Sam-
bært Olle Westberg stendur tað heldur ikki á at fáa løg-
reglumenn at bera tíðindi, sum annars ikki eru almenn.
Statoil til Brasil
Norska oljufelagið Statoil hevur sett sær fyri at leita
eftir olju á einari leið á brasilska landgrunninum.
Brasilsku myndugleikarnir fara at hava eitt nýtt
útbjóðingarumfar um stutta tíð, og tá ætlar Statoil at
liggja framvið. Felagið hevur longu fingið sær skrivstovu
í Rio de Janeiro. Stjórin á deildini, Jacob Sannes, sigur
við Aftenposten, at felagið hevur góðar vónir um at fáa
minst eitt leitingarloyvi, og at felagið er til reiðar at fara
undir at royndarbora einarferð í 2005. Statoil arbeiðir
saman við almenna brasilska oljufelagnum, Petrobras,
sum situr á 90 prosentum av brasilska landgrunninum.
Jacob Sannes ivast ikki í, at fleiri aðrar norskar fyri-
tøkur kunnu fáa gagn av tí, fær Statoil leitingarloyvi í
Brasil. Norsku kongshjúnini eru í hesum døgum á al-
mennari vitjan í Brasil, og saman við teimum er eitt
stórt tal av vinnulívsfólkum, sum fegin vilja hava fóta-
festi í landinum.
Svii í al-Qaeda
Svenska blaðið Aftonbladet vil vera við, at ein 50 ára
gamal svii stendur á odda fyri teirri deildini av yvir-
gangsfelagsskapinum al-Qaeda, sum heldur til í
Svøríki. Maðurin skal eisini hava tætt samband við ein-
um av teimum, sum eru skuldsettir fyri at hava lagt at-
sóknirnar at USA tann 11. september í 2002 til rættis.
Sambært Aftonbladet er tað spanska løgreglan, sum
hevur avdúkað leiklutin hjá tí 50 ára gamla svianum.
Undir avhoyringum skal spanski læknin Baktazar
Garzons hava greitt sponsku løgregluni frá, at ein
maður í Svøríki, sum gongur undir navninum Abu Am-
in, er leiðari í teirri svensku deildini hjá al-Qaeda.
Baltazar Garzons skal eisini havt sagt, at Abu Amin
hevur fleiri ferðir verið í Spania og tosað við deildina
hjá al-Qaeda har.
Aftonbladet skrivar, at svenska trygdarløgreglan hevur
avlurtað trettan telefonsamrøður, sum Abu Amin hevði
við sínar felagar í Spania. Men hann er ikki tann einasti
svenski ríkisborgarin, sum verður settur í samband við
al-Qaeda. Sambært Aftonbladet verður minst ein annar
svii settur í samband við felagsskapin hjá bin Laden.
Børn arbeiða við
tubbakki
Eitt blað í Bangladesh avdúkaði um vikuskiftið, at
meiri enn 25.000 børn í landinum arbeiða innan lands-
ins tubbaksídnað.
Ittefaq skrivar, at børnini arbeiða á umleið hálvthundr-
að smáum verksmiðjum, sum gera sigarettir. Men lønin
er syndarlig. Børnini fáa sambært blaðnum minni enn
tvær krónur fyri hvørjar túsund sigarettir, sum tey gera.
Arbeiðsviðurskiftini eru eisini syndarlig. Verksmiðjur-
nar eru vanliga smáir jarnskúrar, og nógv av børnunum
líða av astmu og tuberklum, skrivar Ittefaq.
Blaðið vil eisini vera við, at seinastu fimm árini eru
minst 30 børn deyð av sjúkum, sum tey hava fingið av
tubbaksarbeiðinum, men blaðið ivast ikki í, at tað
veruliga talið er væl størri, tí nógv børn koma ongantíð
undir læknahond og verða tí heldur ikki skrásett.
Barnaarbeiði er bannað við lóg í Bangladesh, men
kortini arbeiða børn í nógvum vinnugreinum har.
Kemur ikki broyting
í, verður fólkatalið í
heimsins ringastu
fátækrabýlingum
tvífaldað um 30 ár.
FÁTÆKRADØMI
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Innihaldið í einari nýggjari
frágreiðing hjá búsetingar-
stovninum
hjá
ST,
HABITAT, er skelkandi.
Sum er búgva ein triðingur
av heimsins býbúgvum í
fátækrabýlingum, og tað
verður nógv verri enn.
Stjórin í HABITAT, Anna
Tibaijuka, sigur við Aften-
posten, at gongdin við
teimum altsamt veksandi
fátækrabýlingunum
er
einki minni enn ein bumba,
sum bíðar eftir at bresta.
Hon vísir á, at allastaðni
kring heimin flyta fólk utt-
an av landinum inn í teir
stóru býirnar.
- Í 2050 verða umleið
níggju milliardir fólk í
heiminum, og okkara fram-
rokningar vísa, at av teim-
um fara seks milliardir at
búgva í býunum. Og av
teimum seks milliardunum
fara umleið 3,5 milliardir at
búgva í fátækrabýlingum,
sigur Anna Tibaijuka.
Sum er búgva umleið
550 milliónir fólk í fá-
tækrabýlingum í Asia, í
Afrika er talið 187 milli-
ónir og í Latínamerika 128
milliónir.
Samstundis
fegnast
HABITAT um, at royndir at
berjast ímóti fátækradøm-
inum hava givið úrslit. Ser-
liga í Eysturasia hava mong
fátæk fingið betri umstøð-
ur. Fyrimyndin er Kina, har
búskaparvøkstur
hevur
gjørt, at fátækradømið er
nógv minkað, sigur ST-
stovnurin.
Men stovnurin leggur aft-
urat, at tað er alneyðugt at
gera nógv meiri aðrastaðni,
og at øll heimsins lond
síggja tað sum eina felags
skyldu at loysa trupulleik-
arnar.
Tvær milliardir fara at búgva í
fátækrabýlingum
Eru veljarakanningarnar eftirfarandi, fer filmsleikarin Arnold Schwarzenegger at vinna guvernørvalið í amerikanska statinum
Kalofornia í dag. Men undirtøkan hansara er minkað nakað, síðani tað kom fram, at hann skal hava verið í so næskur við
kvinnur. Fyri nøkrum døgum síðani søgdu 57 prosent av veljarunum, at verandi guvernørurin, Gray Davis, sigur at fara frá. Í
gjár søgdu 51 prosent tað sama
Arnold
best
fyri
Blair visti betur
Fyrrverandi bretski
uttanríkisráðharrin,
Robin Cook, vil vera
við, at Tony Blair,
forsætisráðharri,
longu undan krígnum
í Irak visti, at irakar
høvdu eingi hópoyð-
ingarvápn.
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Robin Cook skrivar hetta í
nýggju bók síni, "Point of
Departure".
Hann skrivar, at hann
tvær vikur undan álopinum
á Irak hevði eitt prát við
Blair, og tá skal forsætis-
ráðharrin hava sagt seg
vita, at stýrið hjá Saddam
Hussein hevði eingi hóp-
oyðingarvápn.
Robin Cook var uttan-
ríkisráðharri í stjórnini hjá
Blair, men fór frá fyri at
mótmæla avgerðini hjá for-
sætisráðharranum at leypa
á Irak.
Í bókini skrivar Cook, at
hóast Tony Blair alment
segði seg bíða eftir úrslitin-
um hjá ST-vápnaeftirlits-
monnunum í Irak, so var
hetta ikki veruleikin. Tvørt-
urímóti skal Blair hava
sagt, at úrslitið hjá Hans
Blix og hansara monnum
fór ikki at fáa nakra ávirkan
á fyrireikingarnar til krígg-
ið.
- Og Tony gjørdi ikki tað
minsta fyri at fjala, at hetta
var hansara støða, skrivar
Robin Cook.
Robin Cook skrivar eis-
ini, at ráðgevararnir hjá
Balir og serliga Alastair
Campbell
lupu
vóru
sinnaðir at gera alt fyri at
tekkjast teimum politisku
leiðarunum í Washington.
C
M
Y
K
14