týsdagur 7. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 189 - 7. oktober 2003
Nr. 189 - 7. oktober 2003
13
Fríggjadagin læt leir-
víkingurin, Sámal
Toftanes, upp lista-
framsýning í Leika-
lund í Klaksvík.
Listaverk hansara
verða at síggja har
allan oktobur mánaða
LISTAFRAMSÝNING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Í oktober mánaða hevur
Sámal Toftanes úr Leirvík
listaframsýning í Leikalund
í Klaksvík.
Sámal Toftanes er 58 ára
gamal, og hevur longu í
fleiri ár roynt seg við máln-
ingalist. Tað var í 1990, at
Sámal rættiliga fór undir
málningalistina.
Hetta er ikki fyrstu ferð
at klaksvíkingar fáa gleði
av málingalist hansara, sum
er sera væl umtókt.
Á framsýningini hesa
ferð eru 11 nýggir málning-
ar. Myndirnar eru natural-
istiskar landslagsmyndir og
fólkalívsmyndir. Fleiri av
myndaevnunum
eru
úr
Norðuroyggjum.
Framsýningin læt upp
fríggjadagin,
og
allan
oktober eru øll hjartaliga
vælkomin inn á gólvið í
Leikalund at síggja fram-
sýningina og fáa ein kaffi-
munn.
Myndirnar, sum allar eru
til sølu, eru at síggja í van-
ligari upplatingartíð frá
mánadegi til fríggjadag, frá
klokkan 10.00 til 17.30.
Leygardag er opið frá
klokkan 10.00 til 13.00.
Í november fer ein annar
eysturoyingur, Øssur Mohr
úr Fuglafirði, at sýna lista-
verk síni fram í Leikalund.
Seinastu tíðina hevur
kjak tikið seg upp í
samband við ætlanina
at hækka avgjaldið á
sodavatni og góðgæti.
Hetta hevur fingið
Olgu Hentze, heilsu-
kostráðgeva, at seta
seg í samband við
Sosialin. Hon ynskir
at siga lesarunum,
hvussu skaðiligt
sukur er
KOSTUR OG HEILSA
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
- Eg blandi meg als ikki í
kjakið um avgjaldið á soda-
vatn og góðgæti, men vil
bert greiða frá høvuðsinni-
haldinum í hesum vælum-
tóktu søtmetum, nevniliga
sukrinum, sigur heilsukost-
ráðgevin, Olga Hentze.
- Bæði hvítt og brúnt
sukur er reinsað soleiðis, at
nærum øll mineralir frá
upprunaplantuni eru burtur.
Av tí, at sukur ikki inni-
heldur mineralir og vita-
minir, má tað læna mine-
ralir frá kroppinum fyri at
kunna upptakast, sigur hon.
Avleiðingar av sukri
Víðari sigur Olga, at ser-
stakliga er tað krom, ið
likamið verður drenað fyri,
tá vit eta sukur. Er ov lítið
krom í kroppinum, er um-
framt vantandi orku, vandi
fyri at fáa ov høgt koleste-
rol, æðraforkálking ella
sukursjúku. Og menn, sum
eta nógv sukur, skulu rokna
við at hava vánaliga sáð-
góðsku.
Tað er lætt at eta sukur í
stórum nøgdum, og av tí at
tað oftast er blandað við
kaloriuríkum kosti, endar
tað við, at vektin gerst ov
høg.
Avleiðingarnar av yvir-
vekt eru ofta hjartatrupul-
leikar og ov høgt blóðtrýst.
Og sanniliga kann ein
klænur persónur, ið etur
nógv sukur, eisini fáa ov
høgt blóðtrýst.
Roykjarar, ið eta nógv
sukur, eru í størri vanda fyri
at fáa blóðtøppar, og blóð-
sirkulatiónin í beinunum
gerst verri.
Umframt alt hetta og tann
skaða sukur ger á tennirnar,
eru sukurátarar eisini út-
settir fyri at fáa B-vita-
minmangul. Hjá eldri fólki
leiðir B-vitaminmangul til
órógv og deprisjón. Børn,
ið eta nógv góðgæti og suk-
ur, gerast rastleys og hava
ilt við at konsentrera seg.
- Vánalig heilsa er í stór-
an mun tengd at, tá fólk eta
sukur. Tað einasta góða við
sukri er, at fólk, ið eru álv-
arsliga sjúk og tí ikki kunnu
eta, í fáar dagar kunnu
haldast á lívi við sukri, salti
og vatni. Eisini kunnu sár
grøða skjótari, um sukur
verður lagt á, sigur hon.
Olga sigur, at eingin ivi
er um, at heilsan í stóran
mun liggur í okkara egnu
hondum.
Keldan til góða heilsu
40 ára gamla Olga Hentze
er fødd í Ukraine. Síðani
hon var blaðung hevur hon
havt áhuga í náttúruvið-
gerðarhættum.
Hon hevur tikið fleiri
skeið, bæði í Ukraine og
Onglandi, eitt nú alterna-
tivum heilivági.
Eina tíð búði hon í Vestur
Afrika, har hon hevði egna
læknastovu, men í 2001
flutti hon til Føroya við
familju sínari.
Í løtuni býr hon á Toftum,
har hon hevur egna fyritøku
sum heilsu- og kostráðgevi.
Eisini undirvísir hon í
heilsu og kosti í kvøldskúl-
anum í Runavík.
-
Kostráðgeving
ella
terapi er rættiliga nýtt, og
sertakliga í Føroyum, verð-
ur ikki hildið so nógv um
slíkar viðgerðarhættir. Men
sum við næstan øllum, so
nýtist eisini hesum tíð at
vaksa og mennast, sigur
hon.
Hon heldur, at fólk eru
óvitandi um Guds gávu til
menniskjuni,
nevniliga
týdningin av heilsugóðum
kosti.
Olga Hentze sigur at
enda við Sosialin, at hon
roknar við, at kostráðgev-
ing í framtíðini fer at verða
besta keldan til javnvág og
góða heilsu.
Sukur er
skaðiligt
Toftanes sýnir fram í Leikalund
40 ára gamla, Olga Hentze, er
fødd í Ukraine. Hon hevur egna
fyritøku á Toftum og starvast
sum heilsu- og kostráðgevi
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
1. oktober 2003 hevði John
Ellefsen á Argjum arbeitt
25 ár sum sýnsmaður á ak-
farstryggingini hjá Trygg-
ingarfelagnum Føroyar.
John er sonur Esther, f.
Madsen, úr Give á Jútlandi,
og Henning Ellefsen úr
Miðvági. John er føddur í
Danmark í 1944 og var
hálvtannað ára gamal, tá
familjan flutti Føroya og
búsettist í Miðvági.
Í 1959 fór hann í læru
sum
bilmekanikari
hjá
Steingrím Nattestad í Mið-
vági. Eftir at hava lært í
tvey ár flutti hann til Havn-
ar og lærdi víðari á bilverk-
staðnum hjá Wenzel Peter-
sen úti í Bakka. Hann varð
útlærdur í oktobur 1963,
árið eftir bleiv hann settur
sum verkførari á bilverk-
staðnum. Í 1970 flutti verk-
staðurin í nýggjan bygning
við Oyggjarvegin. 1. ok-
tober 1978 bleiv John settur
í starv sum sýnsmaður á
akfarstryggingini
hjá
Tryggingarsambandinum
Føroyar, og miðskeiðis í
80-unum bleiv hann settur
leiðari hjá sýnsmonnun-
um.
Arbeiðið sum sýnsmaður
er nógv broytt hesi 25 árini.
Fyrstu árini blivu teir flestu
bilarnir sýnaðir úti á veg-
num niðri á Kongabrúnni. Í
dag verða bilarnir sýnaðir á
bilverkstøðunum í sam-
starvi við verkførarnar og
sýnsmenninar hjá trygg-
ingarfeløgunum, og teir
hava
eina
framkomna
Autotaks-skipan,
sum
lættir munandi um arbeið-
ið.
John er giftur við Borg-
hild, f. Joensen, úr Dali, tey
eiga tvey børn, Jógvan og
Guðrið, sum bæði búgva á
Argjum.
Dagurin
7. oktober. Amalia. Teir vita um onga halgikvinnu
við hesum navni, men navnið er einaferð komi í
álmanakkan í staðin fyri Birgitta, ið helst er Birgitta
úr Vadstena í Svøríki (1302-1373).
Ein halgisøga sigur, at Pippingur (abbi
Karlamagnus) vildi hava Amaliu til hjákonu, men
hon vildi ikki játtast honum og gav seg í kleystur,
har hon doyði í 772.
Navnið er kanska gotiskt, og merkir íðin.
Petur Hans Dahl
60 ár
Mánadagin 6. oktober fylti
Petur Hans Dahl varaskúla-
stjóri á Føroya Sjómans-
skúla 60 ár.
Petur Hans er ættaður av
Gørðunum í Vági. Hann
tók realskúlaprógv í Vági í
1960, og sama árið var
hann sín fyrsta túr til skips
við Jógvan á Gørðunum í
New Foundlandi, skipið var
tá spildurnýtt.
Hann gekk á Nørre Niss-
um Lærerseminarium frá
1961-65 og tók skipara-
prógv í 1977. Hann sigldi
við skipum hjá A.P. Møller
frá 1977 til 1982, tá hann
byrjaði sum lærari við Før-
oya Sjómansskúla. Síðan
1994 hevur hann verið
varaskúlastjóri á skúlanum.
Petur Hans er ein av
okkara seinastu víkingum.
Í 1985 sigldu hann og
konan tveyeini við 10-
mannafari sínum til Dan-
markar, og síðst vit sóu
hann í aktión, var, tá hann
var við til at sigla tríggjar
AWI bátar til Grønlands.
Hendan túrin hava vit sæð í
sjónvarpinum.
Kona Petur Hans er
donsk og eitur Nina. Hon
arbeiðir á Landssjúkrahús-
inum og er nevndarlimur í
Havnar Arbeiðskvinnufe-
lag. Hon er ikki bangin fyri
at taka sítt tørn har, tá á
stendur.
Tey búgva í Hoyvík og
eiga fimm børn.
Í juni 1978 fingu sjey skipsførarar prógv á Føroya Sjómansskúla. Teir vóru: Hans Magnus Hansen, Klaksvík, Niels Ó. Hovsgarð,
Hov, Beinir Simonsen, Klaksvík, Jákup N. Purkhús, Kunoy, Jóannes Lassen, Klaksvík, Jákup Anthoniussen, Klaksvík, og
Mannbjørn M. í Grund, Søldarfjørður.
Kelda: Myndaárbókin "árið ið fór" 1978
25 ár hjá Tryggingarfelagnum
Skipsførarprógv fyri 25 árum síðan
C
M
Y
K
13
12