týsdagur 7. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 189 - 7. oktober 2003
Nr. 189 - 7. oktober 2003
11
Tað ber ikki til at blása og samstundis at hava mjøl í
munninum. Soleiðis plagar at verða tikið til, og soleiðis
hevur veruleikin verið. Nú er hetta broytt. Samgongu-
menn hava síðani uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004 varð
almannakunngjørt ferð eftir ferð prógvað, at tað ber væl
til. Tað halda teir í hvussu so er.
Tað hevði kanska verið væntandi, at tað vóru umboð fyri
andstøðuna, sum kendu sín leiklut at vera kritiskir móti
samgonguni. Formenninir í Javnaðarflokkinum og Sam-
bandsflokkinum hava eisini verið frammi og gjørt gene-
rellar viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið. Men tað
hevur eisini verið tað einasta.
Heldur hava tað verið samgongumenn, sum hava átikið
sær leiklutin hjá andstøðuni. Fíggjarlógaruppskotið hevur
verið tugt og tannlað fyri afturlætnum hurðum í samgong-
uni, áðrenn tað brast fyri nevi.
Men tað tykist ikki hava við sær, at samgongumenn kenna
ábyrgd fyri uppskotinum. Ein fyri og annar eftir hava teir
verið frammi og vaskað sær sjálvum. Teir vilja fegnir sita
í samgongu, og teir vilja fegnir siga, at tað gongur rætta
vegin. Tá ið tað passar teimum. Opportunistiskt leypa teir
fyri borð, tá ið teir halda tað tænir teimum sjálvum best í
atkvøðuveiðuni. Dømini um hetta eru so mong.
Ein samgongutingmaður hevur í fleiri vikur meylað um, at
samgongan hevur ein trupulleika. Hann er valdur í
Norðoya valdømi, har løgmansflokkurin hevur trý umboð
í løgtinginum og landsstýrinum. Um samgongulimur
sigur, at samgongan hevur eitt probelm, so er hann sjálvur
partur av probleminum. Nú hevur partamaður hansara í
Norðoya valdømi, sum hann kappast við um tingsessin
aftaná løgmann, tikið sama tráðin upp. Algoystir tosa teir
báðir nú um problemini, sum samgongan hevur. Sam-
stundis gloyma teir, at teir eru partur av samgonguni og
harvið probleminum. Sovorðin opportunisma er slík
undirmeting av veljaranum, sum ikki eigur at finna stað.
Í einum øðrum samgonguflokki eru teir bæði fyri og
ímóti, at rækjuflotin flaggar út. Ein tingmaður, sum er
reiðari á rækjuskipi, hevur verið frammi og tosað harðliga
ímóti, at tað skal verða loyvt at flagga út, eftir at eitt skip
hevur fingið átta milliónir í stuðli fyri at vera í føroyska
flotanum. Leygardagin var ein annar tingmaður hjá sama
flokki, sum eisini er uppi í rækjuvinnuni, frammi við
øvugta sjónarmiðnum, sum fyrri rækjumaðurin hevði
havt. Hesin seinni vildi ikki siga nei til, at hann fór at nýta
sítt politiska vald, um tað kom har til, fyri at fáa rættin at
flagga út.
Hetta er politiskur glæntrileikur, so tað stendur eftir í.
Samgongan er á øllum økjum í stríði við seg sjálva.
Høvuðssetningurin er at profilera seg og ikki, hvat tað
verður arbeitt við. Hetta er ikki seriøst. Um teir eru menn
fyri sessirnar, sum teir eru valdir at røkja, so eiga
formaðurin í Fólkaflokkinum, sum er sjálvur løgmaður,
og formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, sum er varaløg-
maður, at taka í nakkan á teirra monnum og so at boða frá,
hvør politikkurin hjá teirra flokkum og samgonguni er. Alt
annað er óheiðurligt. Men tað snýr seg kanska ikki um
heiðurligheit og miðvísan politikk. Tað snýr seg um at
lefla fyri atkvøðum. Tá er tað best, um flokkarnir megna
bæði at blása og hava mjøl í munninum í senn. Tí kunnu
vit rokna við, at glantrileikurin fer at halda fram.Hvat
sigur tann orduliga andstøðan til tað?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Blása og hava mjøl
í munninum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Við eini fyribils skjótari
gjøgumgongd av fíggjar-
lógaruppskotinum, sær út
til at hetta er enn ein illa
gjøgnumførd kladda.
Tað er t.d. sera sjónligt at
kreativiteturin ongan enda
fær tá tað um eykagjøld/
skattir og inntøkurføringar
er um at gera.
VAFLURNAR,
SØTU
KEKS og SMÀKØKUR
eru nú eisini komnar á
skránna fyri inntøkuskap-
an.
SODAVATN og annað
SØTT skal eisini verða tað
berandi í komandi inntøk-
um landskassans.
Inntøkur ( Vinningsbýti)
frá FØROYA TELE, sum
nú politiskt skal KREVJ-
AST ásett av nevndini er
eisini ein óhoyrd manna-
gongd og ber brá av eini
heldur ódámligari framtíð.
Spurningurin er, um tað
er í trá við partafelagslóg-
ina .
EINSKILJI
FØROYA
TELE, FØROYA FISKA-
VIRKING,
ATLANTIC
AIRWAYS?? Tá tosað vit
um nakað veruligt og ítøki-
ligt.
Bústaðarblokkar nir
(tveir) á LS eru inntøku-
førdir við 30 mio, hóast
tað er sera ivasamt um
hendan upphædd er møgu-
lig at fáa fyri bygningarnar,
sum sigast at verða í sera
ringum standi og krevja
stórar ábøtur.
Hóast hendan søla er sett
á fíggjarlógina, hvussu so
við LEIGUINNTØKUM
av hesum bygningum ,
skulu tær ikki strikast av
fíggjarlógini fyri 2004, ella
í hvussu so er partur av
teimum???
Tað at roynt verður at
minakð um skuldina er alla
æru vert, men er tað ikki
eitt sindur hasardera at brúa
500 mio av einum lands-
kassainnistandandi
sum
eftir øllum teknum í sól og
mánað kemur at fáa brúk
fyri 100 tals milliónum í
komandi árum,- tí lítð er at
ivast í at tað verður stórur
eyka gjaldføristørvur kom-
andi árini.
Lønarvøksturin orsakað
av sáttmálasamráðingum er
heldur ikki við í útreiðsl-
unum á lønarsíðuni — har
mangla ivaleyst eitt stað
millum 60 og 80 mio krón-
ur, so ætlaða yvirskotið tað
tódnar skjótt.
Inntøkumetingarnar sýn-
ast eisini at verða heldur
bjartskygdar, og kemur
tíðin at vísa um hesar ikki
eru langt víð síðuna av
veruleikanum.
Tað verður sera áhuga-
vert at síggja hvussu enda-
liga fíggjarlógin frá sam-
gonguni kemur at síggja út,
- vónandi finnað tit um
ikki annað roknivillurnar
og rættað tær.
Ingun í Skrivarastovu
og Brynhild Thomsen
Tá vit lósu greinina í
Sosialinum "Funnir sekir í
neyðtøku", sum blaðmað-
urin Edvard Joensen hevur
skrivað, fingu vit rætt og
slætt vaml.
Mátin blaðmaðurin velur
at viðgera evnið er undir alt
lágmark. T.d. skrivar hann,
at teir ungu mennirnir úr
Napoli "máttu bøta hart fyri
at hava samlegu við eina
unga norska gentu ímóti
hennara vilja". Annar teirra
fekk 1 ár og 3 mánaðir. Hin
1 ára fongsul. Hvussu tað
skal blíva til "at bøta hart"
er ikki at skilja, tí ein valds-
tøka er av grovasta harð-
skapi, sum í mongum før-
um oyðileggur lívið hjá
offurinum.
Síðani tekur blaðmaðurin
til at sitera eina - lystiliga -
mannfólkavísu um "stokk-
uta gleði" og kallar í hesum
sambandi
italienararnar
fyri "unglingar". At blað-
maðurin troystar sær at
skriva soleiðis um eina 15
ára gamla gentu, sum er
valdstikin fýra ferðir av
tveimum monnum, er heilt
ófatiligt. Lesarin fær ta
fatan, at blaðmaðurin smír-
andi hugsar um lystiligu
vísuna, og at hann - sum tað
vaksna og búna mannfólkið
hann er - næstan tekur synd
í hesum býttu unglingun-
um, sum ikki vistu betri!
Tað er eisini ófatiligt, at
Sosialurin serverar slíkt
fyri lesarunum, og vit hava
hug at spyrja blaðmannin,
um hann hevði hildið tað
verið ein "stokkut gleði",
um hann sjálvur hevði upp-
livað at verið valdstikin av
tveimum harðligum monn-
um fýra ferðir?
Var skrivingin ein roynd
at spæla stuttligur, so man
ein søga um valdstøku vera
allar seinasta stað at gera
tað.
Tað, sum ger søguna
uppaftur meira syrgiliga,
er, at norska gentan, sum
býr á einum heimi fyri ung
við atferðartrupulleikum,
var á vitjan í Føroyum sum
liður í viðgerð fyri at koma
fyri seg. Men hetta heldur
Edvard Joensen ikki hava
týdning fyri søguna.
Tað, sum blaðmaðurin
hinvegin heldur hava týdn-
ing er, um italienararnir -
umframt endurgjald til
gentuna - eisini skulu rinda
fyri kostnaðin av tolki og
ferðaútreiðslum, sum stava
frá, at "gentan við fylgi er
flogin úr Noreg til Føroya
við serflogfari í samband
við rættarmálið". Her fáa
vit sum lesarar ta fatan, at
Edvard Joensen heldur, at
italienararnir eru offur og
ikki gentan.
Blaðmaðurin heldur, at
eitt ár og tríggir mánaðir í
fongsli er at bøta hart fyri
eina "stokkuta gleði". Men
nemur ikki við, hvussu
grova valdstøkan hevur
skaðað ta 15 ára gomlu
gentuna, og at hendingin
kanska fer at skala hennara
seksualitet og sjálvsvirðing
restina av lívinum.
Tað kann ikki siga nóg
ofta: Ein valdstøka er ein
ólóglig, álvarslig og harðlig
valdsdemonstratión, ið á
ongan hátt - ongan - kann
samanberast
við
"eina
stokkuta gleði".
Chauvinisma í Sosialinum
Fíggjarlógaruppskotið 2004 – Enn ein illa
gjørd kreativ kladda
SJÓNARMIÐ
Annika W. Joensen
Men er tað eisini best? Tað
er spurningurin.
Tá broytingaruppskotið
um barsilsskipanina í de-
sember 2002 var fyri á
tingi, tóku nógvir løgtings-
limir orðið. Ikki tí teir
høvdu
kannað,
hvussu
broytta lógin fór at ávirka
børnini,
páparnar
og
mammurnar. Ikki tí teir
høvdu sett broytingarupp-
skotið inn í eina heild og
sóu, hvussu tað fór at
ávirka arbeiðsmarknaðin,
familjuna og samfelagið
sum heild.
Flestallir tinglimir tóku
orðið fyri at minna á, at
mamman er tann besta at
ansa barninum. Og at pør
eiga rættin til sína millum
at velja, hvør skal vera
heima
hjá
barninum.
Grundgevingin var, at hetta
vóru royndirnar hjá ting-
limunum sjálvum, og at tað
hevði riggað væl fyri 20, 30
og 40 árum síðani.
Nøkur heilt fá vardu rætt-
in hjá barninum at verða
ansað av báðum foreldrum.
Nøkur heilt fáa vardu rættin
hjá kvinnuni at velja, og
søgdu, at kvinnan er tann,
sum betalir prísin. Hon,
sum fær minni í løn, tí hon
verður roknað sum óstabil
arbeiðsmegi. Hon, sum ikki
fær somu tilboð sum henn-
ara mannligu starvsfelagar,
tí tað er hon, sum skal eiga
børnini, ansa teimum og fer
heim, tá tey eru sjúk. Hon,
sum missir pensiónsinn-
tøkur, sum aldri kunnu
vinnast innaftur, tí inntøk-
urnar
verða
forvunnar,
meðan kvinnan enn er ung
og standa og renta í so nógv
ár.
Men ongin segði tað,
sum
flestøll
hugsaðu:
Arbeiðsmarknaðurin kann
ikki vera monnum fyri
uttan. Og at vit ikki hava
ráð at lata mennirnar ansa
børnunum, tí teir hava so
nógv størri inntøkur enn
kvinnurnar. Tað tordi ong-
in, hóast tað í roynd og veru
hevði verið tað erligasta, nú
støðan var, sum hon var.
Uppskotið var nevniliga
tað, at ikki skuldi bera til at
nýta 6 teir bestu mánaðir-
nar av 12, har inntøka varð
forvunnin. Og at farloyvis-
tíðin skuldi leingjast við
einum hálvum ári, uttan
løn. Uppskotið segði alt:
Mammurnar skulu ansa
børnunum, tí tað er tað
lættasta og tað bíligasta.
Tað lættasta, tí so skal
onki broytast:
Arbeiðsmarknaðurin
kann koyra víðari í sama
lag, og nýtist ikki at laga
seg eftir broyttu umstøðun-
um hjá monnum og konum,
sum hava tørv á einum
arbeiði og ynskja familju.
Arbeiðsmarknaðurin kann
satsa uppá, at konurnar taka
um endan heima, so mað-
urin kann vera til taks á
arbeiðsplássinum. Páparnir
nýtast ikki at læra seg at
hava børnini. Sjálvir at ansa
teimum og geva teimum
umsorgan, uttan at mamm-
an blandar seg uppí. Teim-
um nýtist bert at gjalda til
Barsilsskipanina,
sum
mammurnar so fáa útgjald
frá.
Og páparnir verða fram-
vegis við sviðusoð, tá um
foreldramynduleika ræður,
tí siðvenjan er tann, at
mammur fáa børnini, tá pør
fara hvør til sítt. Og børnini
mugu bara fylgja við.
Mammurnar nýtast ikki
at geva pláss fyri pápunum
heima og í staðin átaka sær
størri ábyrgd á arbeiðs-
marknaðinum og harvið
prógva, at tað ber til og er
neyðugt at sameina ar-
beiðs- og familjulív. Og at
tað í dag er ein samfelags-
skylda at taka lut á ar-
beiðsmarknaðinum og t.d. í
politikki.
Og tað er bíligast, tí
føroyskar kvinnur hava
lágar inntøkur samanborið
við inntøkurnar hjá monn-
unum. Útgjaldið úr barsils-
skipanini verður toygt sum
longst, um bara kvinnur
skulu hava úr skipanini.
Og verða kvinnurnar
framvegis mest heima, fer
lønarlagið í teimum yrkj-
um, har kvinnurnar eru
flestar, framvegis at vera
lægri enn hjá monnunum.
Kvinnurnar verða fram-
vegis tær fátækstu. Um-
sorgan, læring og aðrar
uppgávur, sum kvinnur
røkja, verða millum tey
lágst raðfestu og tey minst
prestigufyltu yrkini.
Teir dagarnir í desember
2002, tá broytingarupp-
skotið hjá landstýrismann-
inum í vinnumálum var til
viðgerðar, høvdu flestu
løgtingslimir
yvirhøvur
lítið uppá hjarta. Tað varð
flent og gnisað í salinum,
men tað visti fáur, tí hvørki
almenningur ella fjølmiðlar
vóru til staðar. Kanska var
málið ikki mett at vera
álvarsligt?
Minnist annars fleiri mál,
har allir fjølmiðlar, allir
tinglimir og landstýrisfólk,
ja alt Føroya fólk helt ond-
ini nakrar tímar. Tá var ikki
flent. Tá var alt á gosi,
hóast avleiðingarnar av
teimum málum vóru knýtt-
ar at einstøkum persónum
og vóru lítlar og ongar fyri
fólkið og samfelagið sum
heild. Avleiðingarnar av, at
bert mammur sleppa at
ansa børnunum, hava vit
hoyrt lítið um, men einki er
at ivast í, at hesar eru álv-
arsligar fyri alt fólkið og alt
samfelagið.
Og tey, sum fingu hoyr-
ingsskrivið frá landsstýris-
manninum í vinnumálum,
nýttust kanska ikki at hava
lagt so stóra orku í, tí tá av
tornaði sóust teirra ráð ikki
aftur í uppskotinum, hóast
tey eisini hava innlit og
eisini duga at meta um av-
leiðingarnar. Endamálið tá
var at spara.
Og tað er tað framvegis í
dag, nú talan hevur verið
um at seta fram nýtt upp-
skot um at broyta lógina
fyri barsilsskipanina. Hví
er endamálið ikki at betra
og menna?
Flestøll hava virðing fyri
og skilja, at sparingar eru
neyðugar. Men virðingin
fánar burtur, tá tað ferð eftir
ferð
vísur
seg,
at
heildarmyndin væntar og at
sparingarnar verða framdar
‘her og der’, og ikki har,
sum tær eru uppá sítt pláss.
Vanligi borgarin kann
tilláta sær at hugsa um seg
og síni, og lata heildarmynd
vera heildarmynd. Tað er
sjálvandi ikki sera heppið,
men hvør kann lasta borg-
aran fyri tað? Løgtingslimir
og landstýrisfólk hava ikki
henda luksus, ella marg-
læti. Tey skulu hugsa um
heildina, um samfelagið og
um landið. Tey skulu
fremja neyðugar broyting-
ar. Eisini tær broytingar,
sum tey frykta fyri, at teirra
egni veljaraskari kanska
ikki ynskir.
Og her er tað, at løg-
tingslimir í desember 2002
fóru skeiv, tá teir róstu
mammuna uppum skýggja
og loyvdu henni at vera
heima hjá barninum, uttan
at gjalda fyri ansingina. Og
tá teir noktaðu pápanum
sama rætt og ikki hugsaðu
um tørvin hjá barninum.
Eg vóni, at løgtingslimir,
nú tey eftir øllum at døma
fáa ein tjans afturat at
broyta lógina um barsils-
skipanina, fara at taka støði
í heildini og hava familj-
una, arbeiðsmarknaðin og
samfelagið sum heild í
huga. At tinglimir viður-
kenna, at vit eru í 2003 og
lata vera við at romantisera
farnar tíðir, sum ikki kunnu
brúkast sum model í dag-
sins samfelagi. Og so als
ikki í einum samfelagi, sum
vil rópa seg altjóða.
Tað ber til í Íslandi. Hví
ber tað ikki til í Føroyum?
VIÐMERKINGAR
Kenneth
Rasmussen
form. Unga Sjálvstýri
og hann verður størri í
2004, nú fíggjarlógin
leggur enn størri byrðar
á barnafamiljurnar.
Tá tað var greitt at
inntøkur landskassans í
komandi árið fóru at
verða nakað lægri enn í
ár, komu boð úr fíggjar-
málaráðnum um, at nú
mátti sparast. Sagnorðið
"spara" merkir ikki tað
sama í fíggjarmálaráð-
num sum fyri vanliga
borgaran. Tá vanligi før-
oyingurin tosar um at
spara, merkir tað at
minka um útreiðslurnar,
men í fíggjarmálaráð-
num merkir tað at økja
inntøkurnar; nakað, sum
vanligi føroyingurin ikki
soleiðis kann gera í eini
handarvend.
Tað er jú so nógv lætt-
ari at mergsúgva skatta-
borgaran, heldur enn at
spara í almennu útreiðsl-
unum. Aftur hesaferð
varð lopið uppum, har
garðurin er lægstur, við
m.a. at økja avgjaldið á
sleikisneisar, bomm og
sodavatn og rópa tað
heilsuavgjald;
verri
møsnið skal ein leita
leingi
eftir.
Og
so
klandraðust
Bill
og
Karsten um, hvør átti
uppskotið!
At skerja mjólkastuð-
ulin og rentustuðulin
rakar so at siga bert
barnafamiljurnar. Nógv-
ar av hesum familjum
hava frammanundan so
ilt við at fáa endarnar at
røkka saman, at tað at
ynskja sær eitt barn
afturat fyrst og fremst er
ein fíggjarligur spurn-
ingur. Hetta eru fólkini,
sum eftir at hava verið
undir útbúgving í nøkur
ár, fara í nýggj krevjandi
størv, seta fót undir egi
borð, fáa børn, standa
fyri og luttaka í frítíðar-
virksemi,
ganga
til
mentanartiltøkini
og
ítróttartiltøkini;
eru
kjarnan í føroyska sam-
felagnum og samstundis
gjalda heila gildið fyri at
fíggja vælferðina.
Við ÚF segði fíggjar-
nevndarformaðurin
í
seinastu viku, at lættast
var at fara eftir peningi,
har peningur er til. Eg
meini tað.
At ynskja sær børn
í 2003 er ein fíggjar-
ligur spurningur
Mammurnar skulu ansa børnunum, tí tað er lættast og bíligast
TÍÐINDASKRIV
Tórshavnar kommuna og
Politistøðin í Tórshavn
Í sambandi við at ov nógv
tung ferðsla fer í gjøgnum í
miðbýarøkið, hava vega- og
ferðslumyndugleikin
í
Tórshavnar
kommuna,
samtykt at leiða tungu
ferðsluna út á ringvegin, og
kemur samtyktin í gildi 15.
oktober 2003.
Hetta førir m.a. við sær at
tunga
ferðslan
millum
Eystara vág og Vestara vág
skal eftir ringvegnum.
E68-skelti við C32-sym-
boli, ikki loyvt vognaraði
við veruligari heildarvekt
meiri enn 20 tons, verða
sett upp á hesar vegir:
• Jónas Broncks gøta, við
rundkoyringina
við
Smyril Line
• Djóna í Geil gøta, við
Fiskimálaráðið.
• Tórgarðsgøta, við Yviri
við Strond.
• Hoyvíksvegur, yvir av
Superdekk.
• R.C. Effersøes gøta, nið-
an fyri rundkoyringina
við SMS.
• Gundadalsvegur,
við
Miðstovnin
• Áargeil, við Norðara
Ringveg.
• Varðagøta, við Norðara
Ringveg.
• Dalavegur, við Markna-
gilsvegin.
• Svalbardsvegur,
við
Marknagilsvegin.
• Landavegur, við Markna-
gilsvegin.
• Heygsvegur, við Velba-
staðvegin.
• Frælsið, við J. C. Svabos
gøtu.
• J. C. Svabos gøta, við
skrivstovuna hjá Tórs-
havnar skipasmiðju
Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu og Politi-
støðini í Tórshavn um tunga ferðslu í Havnini
C
M
Y
K
11
10