Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 189 - 7. oktober 2003 Nr. 189 - 7. oktober 2003 9 Hergeir Nielsen góð- tekur ikki uttan víðari, at arbeiðið uppá skal bíða eitt heilt ár. Hann hevur ikki álit á landsins myndugleika í málin- um um Hovstunnilin og hann fer tí at seta sínar egnu kanningar í verk HOVSTUNNIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg eri ikki nøgdur við, at arbeiðið uppá Hovstunnilin skal útsetast eitt heilt ár. Tað sigur Hergeir Niel- sen, einasti løgtingsmaður úr Suðuroynni í samgong- uni. Hann sigur at tí fer hann at seta sínar egnu kanningar í verk hjá ymsum sakkøn- um fyri at vita, hvat kann gerast fyri at framskundað málið. Sum sæst í hinari greinini her á síðuni, er ætlanin ikki at seta meiri enn átta milli- ónir á fíggjarlógina fyri komandi ár til ætlaða tunn- ilin ímillum Øravík og Hov. Landsverkfrøðingurin, sigur, at sum landið liggur í løtuni má niðurstøðan verða, at farast kann ikki undir arbeiðið fyrrenn seint komandi ár og so vóna, at einar 40 milliónir verða settar av til arbeiðið í 2005, so at arbeiðast kann út í eitt. Á Langtíðarætlanini hjá samgonguni eru júst 40 milliónir settar av til ar- beiðið í 2005. Løgtingsins vilji skal virðast Men hesum er Hergeir Nielsen alt annað enn nøgdur við. Hann sigur, at í sambandi við nýggju samferðslu- havnina í Trongisvági, hevur Løgtingið samtykt, at grót úr Hovstunlinum skal í mest møguligan mun brúk- ast til havnargerðina. – Men byrjar arbeiðið ikki fyrrenn um eitt ár, verður tað ómøguligt, sigur Hergeir Nielsen. Hetta váttar Landsverk- frøðingurin eisini. Oyvindur Brimnes sigur, at hann hevur fingið loyvi at taka grót til samferðslu- havnina inni við Hvalbiar- tunnilin. Har er ein linja ásett, sum grótið skal takast innanfyri. Men tað er eisini ásett eitt hámark fyri, hvussu nógv kubikk, kundi takast innan- fyri hesa ávísu linjuna. Oyvindur Brimnes sigur, at verður gingið eftir kub- ikktalinum, er tað alt ov lít- ið av grótið til samferðslu- havnina. Men innafyri linjuna, har loyvi er at taka grót, fáast nógv fleiri kubikk tað há- markið, sum er ásett. Landsverkfrøðingurin hev- ur tí søkt um loyvi at strika hámarkið fyri, hvussu nógv kubikk kunnu takast innan- fyri hesa ávísu linjuna. Søkt er sostatt um loyvi til at taka so nógv grót, sum brúk verður fyri, bara hann heldur seg innanfyri hesa ávísu linjuna. Hendan umsóknin er í løtuni til viðgerðar hjá frið- ingarmyndugleikanum. Hergeir Nielsen sigur, at hann er alt annað enn nøgd- ur við støðuna. Hann sigur, at tað er løg- tingsins vilji, at arbeiðið skal byrja nú og tað skulu bæði landsstýrismaðurin í vinnumálum og Landsverk- frøðingurin halda seg til. Hann sigur, at hann fer nú at seta sínar egnu kann- ingar í verk fyri at lýsa mál- ið. Hann viðgongur, at hann hevur ikki álit á landsins myndugleika í hesum mál- inum, tí hann heldur ikki, at tað er handfarið á ein ser- liga álitisvekjandi hátt. – Eg mátti sjálvur taka málið úr hondunum á landsins myndugleika og úrslitið av tí var, at ein nógv betri linjuføring varð funn- in. – Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ongan vilja víst til at fáa arbeiðið ígongd, tí hann hevur ongantíð sett eitt oyra av til endamálið. Tað hevur Løg- tingið verið noytt at gera fyri hann. – Og tað kann væl henda, at Løgtingið verður noytt at taka málið úr hondunum á landsins myndugleika eina- ferð afturat. Hann sigur tí, at hann fer at fylgja málinum upp. Skal vera niðri í dalinum Einasti samgongulimur úr Suðuroynni leggur eisini dent á, at tað er greitt, at linjuføringin niðri í dalin- um, sum NCC hevur skotið upp, er nógv tann besta. Og hann sigur eisini, at ein komandi hovstunnil skal gerast har á leiðini, tí hann góðtekur ikki, at upp- skotið hjá Landsverkfrøð- inginum um ein tunnil longri uppi í fjallinum, verður sett í verk. – Fyrimunirnir við einum tunli niðri í dalinum eru so mikið stórir, at so leingu eg havi nakra ávirkan í Løg- tinginum, skal tunnilinm liggja onkustaðni har á leiðini, sum NCC hevur skotið upp at leggja hann. Hergeir Nielsen leggur afturat, at tunnilin skal vera niðri í dalinum, hóast hann so kanska verður væl dýrari enn tann longur uppi í fjall- inum, har Landsverkfrøð- ingurin ætlaði at gera hann. Ætlanin er bara at seta átta milliónir av til arbeiðið komandi ár og tað er alt ov lítið til at halda arbeiðið gangandi, sigur Landsverk- frøðingurin HOVSTUNNIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ikki fyrrenn um eitt ár, at arbeiðið uppá at gera tunnilin ímillum Øra- vík og Hov, kann byrja. Soleiðis sær veruleikin út, nú samgongan hevur lagt uppskot til fíggjarlóg fyri 2004 fyri Løgtingið. Ætlanin er bara at seta átta milliónir av til Hovs- tunnilin og tað røkkur ikki langt. Landsverkfrøðingurin sigur, at tað skulu helst ein- ar 40 milliónir verða settar til arbeiðið, tá ið farið verð- ur undir tað fyri at kunna arbeiða út í eitt. Sostatt er greitt, at tað verður ikki fyrrenn út ímóti ársenda, at farast kann undir arbeiðið, men so er eisini neyðugt at einar 40 milliónir verða settar av til arbeiðið í 2005, so at tað kann halda fram, uttan steðg. Og tað kundi eisini bent á, at tað er ætlanin, tí á langtíðarfíggjarætlanini hevur samgongan sett 40 milliónir av til Hovstunni- lin. Annars eru sjey milliónir settar av til arbeiðið í ár, men samgongan hevur bið- ið Løgtingið um at taka fýra milliónir av játtanini aftur, tí tað tað verða ikki meiri enn tríggjar milliónir brúktar í ár. Tann peningurin er brúkt- ur til at kanna, hvar tunnilin skal vera. Jarðfrøðiliga er talan um eitt rættiliga trupult øki at bora tunnil ígjøgnum. Men eftir at ymsar kann- ingar vórðu gjørdar, varð ein flá funnin, har gott var at leggja ein tunnil. Hetta er ein tunnil eitt sindur uppi í fjallinum. Ætlanin var at bjóða ar- beiðið út, men í 2003 komu bert 7 mió. kr. á fíggjarlóg- ina, og ongin vissa var fyri, at peningur varð játtaður frameftir. Tí var ætlanin, at Landsverkfrøðingsstovnur- in boraði so langt sum gjør- ligt fyri hesa upphædd. Áðrenn arbeiðið byrjaði kom fram, at norska felagið NCC segði seg kunna gera arbeiðið longri niðri í dal- inum og harafturat kundi NCC gera tunnilin bíligari enn Landsverkfrøðingurin helt seg kunna gera hann fyri. Fyri ferðsluna er hendan linjuføringin nógv betri enn har, sum Landsverkfrøð- ingurin ætlaði at gera tunn- ilin. Landsverkfrøðingsstovn- urin sigur, at hann kannaði, um arbeiðstakarin kundi gera arbeiðið fyri ein fastan prís og samstundis átaka sær vágan, men bar hetta ikki til. Tí mælti hann til, at onki varð gjørt, fyrr enn nærri kanningar vóru gjør- dar. Tær kanningarnar eru nú um at verða lidnar. Landsverkfrøðingurin sigur, at teir hava júst verið í holt við tað síðsta borihol- ið. Ætlanin var at bora nið- ur á 170 metrar, men í tá ið teir í farnu viku vóru kom- nir niður á 130 metrar, var tilfarið so vánaligt, at teir borurin stóð fastur. Kannað verður nú eftir um tað er neyðugt at fara longur niður, ella um hesir 130 metrarnir geva so mik- ið av upplýsingum, at tað er nóg gott grundarlag at byggja eitt endaligt tilmæli á. Landsverkfrøðingurin leggur dent á, at at hóast hann sigur, at tilfarið í hesum boriholinum var vánaligt og hóast tilfarið í tí fyrsta boriholinum eisini var vánaligt, er ongin heild- arniðurstøða gjørd. Og fyrrenn boriroyndirnar eru kannaðar út í æsir, sigur hann onki um, hvat til- mælið frá Landsverkfrøð- inginum verður. Hetta skal tískil heldur ikki takast sum um at tilfarið úr hinum boriroyndunum eisini er vánaligt. Hann sigur, at tá ið tað er avgjørt, hvartunnilin skal vera, skal arbeiðið projekt- erast og bjóðast út, eins og ein verklags lóg skal gerast og samtykkjast í Løgtingin- um. Alt hetta tekur eisini eitt sindur av tíð. – Skulu vit fara undir ar- beiðið í ár, skulu helst einar 40 milliónir setast av til arbeiðið komandi ár, men ætlanin er bara at seta átta milliónir av. Soleiðis sum landið liggur nú, má nið- urstøðan verða, at arbeiðið upp á Hovstunnilin byrjar ikki fyrrenn um eitt ár, tað vil siga, seint næsta ár, sig- ur Oyvindur Brimnes. Hovstunnilin: Løgtingsmaður fer at seta sínar egnu kanningar í verk – Tunnilin ímillum Øravík og Hov skal liggja niðri í Dalin um, har NCC hevur skotið upp at gera hann, hóast hann kanska verður nakað væl dýrari, sigur Hergeir Nielsen Arbeiðið upp á Hovstunnilin byrjar ikki fyrrenn um eitt ár Tvey uppskot eru um, hvar Hovstunnilin skal vera. Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp at gera tunnilin við tann ovara rundingin. Norska felagið, NCC, hevur skotið upp at gera tunnilin við tann niðara rundingin, har hann eisini liggur nógv betri fyri Jenis av Rana sigur kortanei: Mjólkin dýrkar ikki Tinglimurin hjá Mið- flokkinum, Jenis av Rana, sigur, at hann undir ongum um- støðum fer at taka undir við, at mjólkar- prísurin aftur hækk- ar. Miðflokkurin fekk undir fíggjarlógar- arbeiðinum trygd fyri, at mjólkarprís- urin varð ikki rørdur, men landsstýrismað- urin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur kortini valt at leggja eftir mjólkini, sigur hann. MJÓLKARPRÍSUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fríggjadagin boðaði stjórin á MBM, Eirikur Thorvalds- son, at mjólkarprísur dýrk- ar aftur. Í næstum fer ein litur av mjólk væntandi at kosta 10-12 oyru meir, enn hann ger í dag. - Av tí lønarhækkingar hava verið, var ætlanin at dýrka mjólkina eini 10-12 oyru fyrsta oktober. Tann hækkingin verður eftir ætlan framd í næstum, segði stjórin á MBM, Eirik- ur Thorvaldsson við Útvarp Føroya fríggjadagin. Umframt dýrari mjólk í næstum, hækkar mjólkar- prísurin enn meir komandi ár. Á fíggjarlógaruppskot- inum fyri 2004 lækkar mjólkarstuðulin eftir ætlan við 550.000 krónum, og sambært Eiriki Thorvalds- son, fer tað beinleiðis at ávirka prísin á mjólkini. Við Útvarp Føroya fríggjadagin segði hann, at hann ikki var greiður yvir, hvussu stór hækkingin verður 1. januar, men Eirik- ur Thorvaldsson metti eini 10-12 oyru. Sostatt er lagt upp til, at prísurin fyri ein- um litri av mjólk dýrkar við góðum 20-25 oyrum kom- andi mánaðirnar. Kortini bendir nakað á, at landsstýrismaðurin í vinnu- málum, Bjarni Djurholm, ikki sleppur at dýrka mjólk- ina uttan svørðsslag, tí ting- limurin hjá Miðflokkin, Jenis av Rana, tekur undir ongum umstøðum undir við dýrari mjólk. Mjólkin ikki rørast Jenis av Rana greiðir frá, at Miðflokkurin undir fíggjar- lógararbeiðinum fekk trygd fyri, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki rørdi mjólkina. - Bjarni Djurholm hevur sjálvur flutt internt á sínum postum í vinnumálum, utt- an at vit vórðu gjørd varug við tað, men eg kann vissa tykkum, at eg undir ongum umstøðum fari at taka undir dýrari mjólk, sigur ting- limurin hjá Miðflokkinum. Seinast mjólkarprísurin hækkaði var fyrsta januar í ár, og Jenis av Rana sigur, at tann hækkingin beyð honum nógv ímóti. Hann vísir á, at seinasta heyst, tá mjólkarprísurin varð um- røddur í tinginum, var hann tann einasti tingmaðurin, ið mótmælti hækkanini, men eingin tók undir við honum - heldur ikki andstøðan, og úrslitið varð, at mjólkin dýrkaði við 50 oyru. Nú ætlanin aftur er at dýrka mjólkina, er støðan er ómetaliga einføld og hon er, at mjólkin ikki gerst dýrari, sigur Jenis av Rana. Spurdur, um hvussu hann ætlar at steðga ætlaninum hjá Bjarna Djurholm, svarar Jenis, at tað er ikki torførari enn so, at hann kann trýsta á reyðan knøttin í løgtinginum, og atkvøða nei fyri fíggjarlógarupp- skotinum. Tinglimurin hjá Mið- flokkinum sigur, at einfald- asta loysnin er, at fíggjar- nevndin finnur eina hald- góða loysn undir viðgerðini av fíggjarlógini, so undan slepst ov nógvum stríðið um mjólkarprísin. Flott fíggjarlógar- uppskot Jenis av Rana var staddur uttanlands í farnu viku, og tí hevur hann nýtt stóran part av vikuskiftinum til at seta seg inn í fíggjarlógar- uppskotið. – Eg má siga, at eg eri ómetaliga fegin um serliga raðfestingina á eldra-, heilsu- og útbúgv- ingarøkinum, sigur for- maðurin í Miðflokkinum. Hann leggur dent á, at undir fíggjarlógararbeiðin- um var hann stak ónøgdur við upprunaligu raðfesting- ina á fíggjarlógina. – Eg gjørdi bart í fjølmiðlunum (hótti við at uppsiga sam- gonguna, blðm) um hvat eg helt um fíggjarlógararbeið- ið, og síðan tá hava rað- festingarnar verið heilt øðrvísi og tað er at fegnast um, sigur Jenis av Rana. Í fjølmiðlunum hava einstøk lesarabrøv verið um, at Miðflokkurin hevur svikið sínar veljarar, tí flokkurin ikki hevur hildið vallyftini, sum í stóran mun vórðu peikaðu ímóti sosiala økinum. Spurdur um Mið- flokkurin í samband við fíggjarlógina hevur svikið á sosiala økinum, svarar Jen- is, at tað er neyðugt at seta seg inn í støðuna, áðrenn fíggjarlógararbeiðið fór í gongd. – Vit máttu upp- runaliga seta hart ímóti hørðum, tí nógvar skerjing- ar vóru á sosiala økinum, men tær eru nú burtur, tí vit vildu ikki góðtaka tær, sigur Jenis av Rana. Tinglimurin hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana, sigur, at hann undir ongum umstøðum fer at taka undir við, at mjólkarprísurin aftur hækkar. Miðflokkurin fekk undir fíggjarlógararbeiðinum trygd fyri, at mjólkarprísurin varð ikki rørdur, men landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur kortini valt at leggja eftir mjólkini, sigur hann. Mynd: Jens Kristian Vang Arctic Viking á samgong- borð Miðflokkurin held- ur, at málið um rækjuskipið, Arctic Viking, átti at verið umrøtt á sam- gongufundi. Jenis av Rana heldur ikki, tað er nakar stórur trupulleiki, at Niklái Petersen, sum ein eigari av Artic Viking, skal viðgera seg sjálvan ARCTIC VIKING- MÁLIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Eftir, at Sjónvarp Før- oya avdúkaði, at rækju- skipið Arctic Viking eft- ir ætlan skal flagga út, hevur stórur røringur verið um málið. Stór øs- ing hevur verið um, at eigararnir á skipinum góvu sær sjálvum 2 mio. krónur í vinningsbýti, bert tvey ár eftir, at teir høvdu fingið eitt rentu- frítt lán frá landskass- anum á átta mio. krónur. Leygardagin visti Út- varp Føroya at siga, at ein av eigarum í Artic Viking er løgtingmað- urin, Niklaí Petersen, sum er partur av sam- gonguni, ið møguliga skal viðgera málið á samgongufundi. For- maðurin í Miðflokkin- um, ið saman við Sjálv- stýrisflokkinum eru teirru minstu flokkarnir í samgongusamstarvin- um, sigur, at málið við Arctic Viking er stak óheppið. – Tað virkar beinleiðis ómoralsk og løgið, at menninir á Arctic Viking hava goldið sær sjálvum vinningsbýti, eftir at hava fingið hjálp úr landskassanum. Spurdur um málið fer at verða umrøtt á sam- gongufundi í næstum, svarar Jenis, at tað er tað einasta rætta. Verður tað so eingin trupulleiki, at Niklái er samgongulim- ur, og tí skal umrøða seg sjálvan? – Niklai er ein skilamaður, og eg vænti, at hann veit hvørja støðu hann skal taka, so tað eigur ikki at verða nakar trupulleiki. Van- liga verða slíkir sam- gongufundir millum formenninar í sam- gonguflokkunum, og tískil verður Niklái ikki á fundinum, sigur Jenis av Rana at enda. C M Y K 9 8