Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 189 - 7. oktober 2003 Nr. 189 - 7. oktober 2003 7 Fólk í Leirvík eru nú farin at savna inn undirskriftir við kravi um, at Leirvíkar kommuna tekur upp nýggjar samráðingar við Føroya løgting. - Vit siga nei til, at ferðslan millum Norðoyggjar og meginøkið skal ganga mitt ígjøgnum bygdina í Leirvík fram til ár 2008. Vit krevja, at ferðslu- viðurskiftini í Leirvík verða loyst, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp BORGARAKRAV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leirvík: Borgarar í Leirvík vilja ikki longur hava sit- andi á sær, at tey einki hava gjørt til tess at ávirka málið um loysn av ferðslutrupul- leikunum í bygdini, nú spakin skjótt verður settur í til Norðoyatunnilin. Sambært løgtingssam- tyktini um ferðsluviður- skiftini í Leirvík, skulu for- kanningar til tunnil í Leir- vík verða lidnar í seinasta lagi ár 2005. Síðan skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot á ting um tunnil undir Leirvík, soleið- is at ferðslan úr Norðoya- tunlinum verður førd út um meginpartin av bygdini í einum tunli. Hvussu langt frammi hetta arbeiði liggur, veit eingin. Í øllum førum er greitt, at ferðslan úr Norð- oyatunlinum sambært løg- tingssamtyktini í nøkur ár kemur at ganga mitt gjøg- num bygdina í Leirvík. Borgarakrav Nú hava so borgarar í Leir- vík sett saman eitt skriv, sum ber heitið »Borgara- krav«. Stigtakararnir siga, at skrivið í fyrstu syfti verður lagt í handlarnar og á arbeiðsplássini í bygdini, soleiðis at fólk, sum ynskja at taka eina hond í, fáa høvi at skriva undir. Borgarakravið er í fimm punktum: 1. Sigur tú nei til, at tann tunga ferðslan við tilfari úr Norðoyatunlinum skal ganga ígjøgnum bygdina í 2-3 ár (4. hvønn minutt, 12 tímar um dagin, 6 dagar um vikuna)? 2. Sigur tú nei til, at ferðslan millum Norð- oyggjar og meginøkið skal ganga gjøgnum bygdina til 2008 (ein kanning hevur víst, at talan kann verða um 3.000-4.000 bilar um dagin umframt tað, sum fer út á Vík)? 3. Sigur tú nei til, at tilfarið úr tunlinum, sum kann nýtast í Leirvík, verð- ur ført av bygdini? 4. Sigur tú nei til, at tey ungu, ið ætla sær at seta búgv, verða tvungin av bygdini, tí ongar útstykk- ingar verða gjørdar? 5. Vit krevja, at Leirvíkar bygdarráð skal taka sam- ráðingar uppaftur við Før- oya løgting fyri at fáa loyst nevndu trupulleikar. At enda í skrivinum verð- ur kravt, at ein loysn skal verða funnin, áðrenn ar- beiðið uppá Norðoyatunnil- in verður byrjað. - Tekur tú undir við nevndu borgarakrøvum, skrivar tú navn títt niðan- fyri. Soleiðis verður sagt í skrivinum, sum nú liggur frammi til undirskrivingar í bygdini. Verður handað kommunu og løgtingi Stigtakararnir siga, at fær skrivið undirtøku frá bygd- arfólkinum, verður tað saman við undirskriftum handað Leirvíkar bygdar- ráði og Føroya løgtingi. - Skrivið er ikki vent ímóti kommununi, men vit vilja við hesum rætta bygd- arráðnum eina hond, so- leiðis at tey hava nakað at fara til løgtingið við. Víst verður á, at skrivið leggur ikki upp til nakra ávísa loysn av ferðsluviður- skiftunum í Leirvík. - Tey, sum skriva undir, taka undir við, at vit ikki vilja hava alla hesa ferðslu, sum kemur við Norðoya- tunlinum, mitt ígjøgnum bygdina í Leirvík við teim- um avleiðingum, sum tað nú einaferð fer at hava við sær. Men, siga stigtakararnir: - Skrivið er eisini eitt krav um, at bygdarráðið tekur upp nýggjar samráð- ingar við Føroya løgting, soleiðis at viðurskiftini í Leirvík verða loyst, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Tey halda, at samtyktin í løgtinginum um tunnil í Leirvík er alt ov leysliga orðað, og tí veit eingin, nær ferðsluviðurskiftini í Leir- vík verða loyst eftir hesi samtykt. Tað sigur ein kann- ing, sum eitt danskt felag, ið ger slíkar kanningar ymstaðni í heiminum, hevur gjørt fyri Leirvíkar kommunu FERÐSLUVIÐURSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein kanning, sum eitt danskt felag hevur gjørt fyri Leirvíkar kommunu, vísir, at einir 3000-4000 bilar fara at koyra ígjøgn- um bygdina í Leirvík, tá ið Norðoyatunnilin letur upp. Kanningin, sum er gjørd fyri einum góðum ári síðan, er ikki almannakunngjørd enn. Sum skilst, hevur felagið, ið hevur gjørt kanningina, drúgvar royndir á sínum øki og hevur gjørt slíkar kanningar ymsastaðni í heiminum. - Tær framrokningar, sum vit annars hava hoyrt um, siga, at ferðslan mill- um Norðoyggjar og megin- økið fer at økjast eini 25% við Norðoyatunlinum, men hetta er tað reina tvætl. Hetta sóu vit best, tá ið Vágatunnilin læt upp. Økist nógv meira Fólk, sum hava tikið stig til at savna inn undirskriftir í Leirvík, vísa til kanningina hjá danska felagnum. - Tað vísir seg nevniliga, at ferðslan økist ógvuliga nógv, tá ið stór økir verða bundin saman við føstum sambandi. Í donsku kanningini verður víst á, at í hesum førinum er tað næststørsti býurin í Føroyum, ið fær fast samband við restina av landinum. Alt bendir á, at hetta fer at skapa nógva meira ferðslu, enn vit duga at ímynda okkum. - Niðurstøðan í kanning- ini er, at tunnilsloysnin í Leirvík er hin skilabesta, siga tey, sum hava tikið stig til at savna inn undirskriftir í Leirvík. Borgarakrav í Leirvík 3000-4000 bilar gjøgnum Leirvíksbygd um dagin Borgarar í Leirvík hava nú sett seg upp ímóti, at Norðoyatunnilin letur upp, áðrenn ferðsluviðurskiftini í Leirvík eru loyst. Mynd: Vilmund Jacobsen Skipað verður seinni í heyst fyri einum so- nevndum markn- aðardegi í skúlanum á Giljanesi, har fólk kunnu selja ymiskt heimavirki MARKNAÐUR Edvard Joensen Vágar: Skipað verður fyri maknaðardegi í skúlanum á Giljanesi tann 15. novemb- er. Har verður høvi hjá fólki bæði at keypa og selja eitt nú jólagávur. Tiltakið verður skipað soleiðis, at fólk, sum hava eitthvørt, tey vilja selja, kunnu venda sær til onkran av fyrireikarunum og tryggja sær eitt pláss á marknaðinum, greiðir ein av fyrireikarunum, Marjun í Kálvalíð í Miðvági, frá. Tiltakið verður hildið í fimleikarhøllini í skúlanum má Giljanesi, har borð verða sett upp, sum luttak- ararnir so kunnu keypa sær. Tað verður so luttøkugjald- ið fyri at vera við í tiltakin- um. Tey, sum eitt nú hava okkurt heimavirki liggj- andi, tey vilja sleppa av við, hava so eitt frálíkt høvi at vísa tað fram her, heldur Marjun í Kálvalíð. Somu- leiðis heldur hon hetta vera eitt sera gott høvi hjá fólki at fáa keypt eitt nú jóla- gávur í góðari tíð. Umframt tey søluborðini, fólk kunnu keypa sær, verður ymist annað til undirhalds. Okkurt barnatiltak verð- ur væntandi. Ongum nýtist at ganga svangur, tí ymiskt til matna fer at verða selt í gongini. Og til undirhalds verður eisini eitthvørt áhugavert, sigur Marjun í Kálvalíð. Til dømis verður sjónleika- framførsla eisini á skránni hendan dagin, sigur hon. Og onkur alternativ móta- sýning verður eisini at síggja hendan dagin á Giljanesi. Tiltakið er ætlað at stuðla arbeiðinum við at seta Beitishúsini í Miðvági í stand. Beitishúsini eru húsini, har Mikkjal á Ryggi varð føddur, og sum Vága Dansifelag í dag eigur og arbeiðir við at seta í stand og ætlar at gera til ein mentanardepil í Vágum. Í samband við at tað eru liðin 25 ár, síðan landsfelagið hjá før- oysku dansifeløgun- um, Sláið Ring, var stovnað, verður skip- að fyri hátíðarhaldi í Havn tann 18. oktober DANSUR Edvard Joensen Í samband við at lands- felagið hjá føroysku dansi- feløgunum, Sláið Ring, hevur fylt 25 ár, verður skipað fyri hátíðarhaldið leygardagin 18. oktober. Byrjað verður í Norður- landahúsinum klokkan 15.00 og hildið fram við veitslu í Róðrarneystinum á Argjum um kvøldið. Til- melding til veitsluna er hjá teimum lokalu dansifeløg- unum. Nevndin í landsfelag dansifelaganna, hevur gjørt av at hátíðarhalda 25 ára dagin hjá landsfelagnum. Sjálvur dagurin var tann 27. mei, men ikki fyrr enn nú verður hann hildin. Byrjað verður við fyri- lestrum í Norðurlandahús- inum seinnapartin 18. ok- tober. Tað verða fólk, sum hava havt tilknýti til Sláið Ring hesa fjórðingsøldina, felagið hevur verið til, ið fara at hugleiða um felagið. Eisini er politiski myndug- leikin boðin við. Lands- stýrismaðurin við menta- málum og formaðurin í Mentunarnevnd Føroya Løgtings hava eisini fingið áheitan um at siga nøkur orð um føroyskan dans, eins og umboð fyri Fróð- skaparsetrið eisini fer at luttaka. Tann fyrsti, sum fer at siga frá í Norðurlandahús- inum, verður Eli Poulsen úr Sumba. Hann er kendur millum fólk, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi, og hann hevur verið við í arbeiðinum hjá lands- felagnum øll árini. Eli Poulsen fer at hugleiða um tíðina undan stovnanini. Dansiferðir og annað, sum var tá, og um arbeiðið við at stovna Sláið Ring. Annar røðarin hendan dagin verður Høgni Mohr úr Havn, sum var fyrsti formaður landsfelagsins. Høgni Mohr fer at siga frá fyrstu tíðini hjá Sláið Ring og um tann týdning tað hevði fyri dansifeløgini, ið vóru, at eitt landsfelag varð stovnað. Triði røðarin verður Regin Eikhólm, sum í mong ár var formaður í Sláið Ring. Hann fer at siga frá um hansara tíð sum formaður. Um samskiftið við onnur feløg, um hvat væntað var, og hvussu royndist. Næstur á skránni í Norð- urlandahúsinum verður nú- verandi formaðurin í Slaíð Ring, Rasmus Joensen. Hann fer at hugleiða um, hvussu hann sær støðuna í dag, og um hvørjar ætlanir nevndin hevur í framtíðini. Landsstýrismaðurin við mentamálum fer at tosa um, hvørjar tankar og ætl- anir Føroya Landsstýri hevur um føroyska dansin, og um væntast kann nakar stuðul til, dansifeløgini frá almennari síðu. Síðan fær formaðurin fyri Mentunarnevnd Løg- tingsins orðið. Hansara inn- legg fer at vera um, hvør varar av føroyska dansin- um. Hvør eigur dansin, og um væntast kann nakar peningaligur stuðul við tí endamáli, at dansinum framhaldandi verður lív lagað. At enda fer umboð fyri Fróðskaparsetrið at tosa um dansin í elektroniskum samanhangi. Um hvussu vit kunnu fáa hendur á kvæð- um, vísum og løgum við elektroniskum samskifti, og um ikki Fróðskapar- setrið eigur at standa við ábyrgdini fyri, at hesi eru atkomilig á internetinum. Tiltakið í Norðurlanda- húsinum er sett til at vara frá klokkan 15 til 18 seinnapartin. Klokkan 20 um kvøldið verður veitsla í Róðrar- neystinum á Argjum, har allir limir í føroysku dansi- feløgunum, ið eru limir í Sláið Ring, eru vælkomnir. Fólk skulu tekna seg hvør hjá sínum egna felag í sein- asta lagi tann 8. oktober. Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 175, - fyri hvønn, sigur nevndin í Sláið Ring. Hátíðarhalda føroyska dansin Landsfelagið hjá føroysku dansifeløgunum, Sláið Ring, hátíðarheldur í næstu viku, at felagið hevur fylt 25 ár Marknaðardagur á Giljanesi Avlopið fra marknaðardegnum á Giljanesi er ætlað at fara til umvæling av Beitishúsinum í Miðvági, sum Vága Dansifelag eigur C M Y K 7 6