Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 189 - 7. oktober 2003 Nr. 189 - 7. oktober 2003 5 Týsmorgunin fóru tvey umboð frá Granskingardeplinu m fyri Økismenning niður á Roskilde Universitets Center at leggja fram fyrsta útkast av eini komm- unuverkætlan, sum øll Norðurlondini luttaka í FRAMLØGA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tær báðar Martha Mýri og Olga Biskopstø hava í eina tíð nú arbeitt við eini verkætlan, sum ber heitið Stovnar og nýskapandi tiltøk. Henda verkætlanin hevur til endamáls at kanna, hvørji nýskapandi tiltøk, tað veri seg vinnulig, almenn, mentanarlig og sosial, eru framd seinastu 5-10 árini. Hví tey vóru framd, og hvønn leiklut kommunan hevur havt í hesum. Hetta arbeiðið verður gjørt í øllum Norðanlond- unum, og tað verður stýrt úr Noreg. Tað er komið so mikið væl áleiðis nú, at stundin er komin til, at øll hittast til eina framløgu, har síggjast kann, hvørja kós tey, sum arbeiða við hesum, eru á. Martha Mýri sigur, at verkætlanin í Føroyum fevnir um tríggjar komm- unur, Fuglafjørð, Gøtu og Leirvík. Verkætlanin byggir á samrøður við bý og bygdar- ráðini og við umboð fyri vinnu, almennu tænastur- nar og áhugabólkar. Arbeiðið er sum sagt ikki liðugt enn, men tað, sum tær báðar fara at leggja fram í Roskilde, er ein fyri- bils niðurstøða út frá tí, sum tær higartil hava kann- að. Tær hava staðfest, at tá tað kemur til nýskapan í einari kommunu, so er tað ofta ikki kommunan, sum virkar sum undangongu- maður. Men heldur er tað vinnulívið ella fólk, sum skulu prógva seg sjálvi, og síðani stuðlar kommunan teimum. – Tað er líka sum okkara fyrsta inntrykk, og tað verður tað, sum vit fara at tosa um, sigur Martha Mýri. Hon leggur at enda afturat, at tá tosað verður um nýskapan, so er tað ikki ein spurningur um nakað heilt nýtt, sum ongin visti um frammanundan. – Vit taka støði í tí ein- støku kommununi og síggja so, hvørji nýskapandi tiltøk eru sett í verk í júst hesi kommununi seinastu 5 – 10 árini, sigur Martha Mýri. Føroyar eru við í Norðurlendskari kommunuverkætlan Knallertóhapp á Sandi Leygamorgunin varð ein 18 ára gamal drongur av Sandi fluttur á Landssjúkrahúsið við skaðum eftir eitt óhapp á síni knallert Óhappið hendi um fýratíðina leygarmorgunin. Løgreglan veit ikki at siga, júst hvør orsøkin til óhappið er. Óhappið hendi beint við Eldhús heima á Sandi. Drongurin varð sum sagt fluttur á Landssjúkrahúsið við brotnum beini og skaðum í høvdinum. -sae- Hóskvøldið um hálvgum átta tíðina fór ein bilur niðan av vegnum í Hósvík. Alt bendi á, at førarin misti tamar- haldið á bilinum, sum so fór av vegnum. Bilurin var á veg suðureftir, tá óhappið hendi. Ongin fólkaskaði var, og løgreglan sigur, at bilurin fekk heldur ikki so stóran skaða. -sae- Bilur fór út av vegnum Onkuntíð kann tað koma fyri, at ferðsluóhapp henda, uttan at tey verða fráboðað til løgregluna. Í øllum førum vistu hvørki løgreglan í Runavík ella í høvuðsstaðnum nakað um hendan bilin, sum myndamaður á Sosialinum kom framvið millum Hósvík og brúnna yvir um Streymin leygardagin Eftir at hava havt gamla telefonskipan síðani 1986 hevur Hotel Hafna nú fingið nýggja vekslaraskip- an, sum Føroya Tele hevur veitt teimum. Hotel Hafnia er kundi nummar 20, sum nýt- ir nýggja Meridian telefonvekslaran TELEFONVEKSLARI Heini í Skorini heini@sosialurin.fo - Við tað at krøvini hækka støðugt og vit tískil eru noydd at modernisera og endurnýggja, er nýggi tele- fonvekslarin ein liður í menningini av hotelli okk- ara. Soleiðis sigur Ása Johns- dóttir á Hotel Hafnia í sam- bandi við, at hotellið er kundi nummar 20, har nýggja Meridian telefon- skipanin verður installerað. Ása Johnsdóttir heldur av- gjørdar fyrimunir vera við nýggju skipanini, bæði ad- ministrativt og fyri kundan. - Í staðin fyri at vit skulu vekja 20 fólk somu tíð, er nú møguleiki at installera eina digitala veking til kundar okkara, og tað er bert eitt av fleiri dømum um fyrimunirnar við hesi skip- an, sigur Ása Johnsdóttir. Umframt hetta kunnu gestir eisini leggja eini boð, um neyðugt er, og við slíkum fyrimunum metir Ása ikki, at prísurin er ov dýrur. - Alt er relativt, tá tað kemur til kostna, men vit meta avgjørt, at nýggja skipanin er til fyrimuns utt- an at nøkur króna fer til spil- lis, sigur Ása Johnsdóttir, sum er sv royndastu starvs- fólkum á Hotel Hafnia. Kundi nummar 20 Føroya Tele hevði eitt lítið hátíðarhald á Hafnia sein- asta fríggjadag, tí sum sagt er Hafnia stovnur ella fyri- tøka nummar 20, sum fær Meridian telefonvekslaran installeraðan. - Fyrsta Meridian skip- anin í Føroyum varð tikin í nýtslu í 1997, og var tað flogvøllurin, sum fekk slíka skipan installeraða. Í dag hevur Føroya Tele so veitt 20 kundum hesa skipan, sigur Brian Rosendahl av Føroya Tele. Meridian vekslaraskip- anin er ein skipan hjá ka- nadisku telefyritøkuni Nor- tel, sum er millum størstu telefyritøkur í heiminum. Skipanin er fyrsta digitala teleskipanin í heiminum, og millum 50 og 700 brúk- arar kunnu samstundis nýta telefonina á Hotel Hafnia í dag. Tað hoyrir eisini við til søguna, at Hotel Føroyar hevur fingið modernaðu teleskipanina installeraða, og væntar manningin á Før- oya Tele, at vekslaraskip- anin verður meiri og meiri eftirspurd í framtíðini. Hafnia fingið nýggja telefonskipan Ása Johnsdóttir á Hotel Hafnia og Brian Rosendahl av Føroya Tele vísa á nýggju telefonskipanina á Hotel Hafnia, sum Føroya Tele hevur veitt hotellinum. — Hetta er ein liður í endurnýggjan og modernisering okkara, sigur Ása Johnsdóttir, sum saman við manningini á Hafnia er kundi nr. 20 við Meridian vekslaraskipanini Bryggjaríini øtast um avgjaldið, sum verður lagt á sodavatn. Tey vænta minni sølu av sodavatni, og tað harmast tey um. Hin- vegin rokna tey ikki við, at tenninar hjá børnum batna, og tí halda tey avgjaldið hava eittans endamál: At økja um inntøkur landskassans AVGJØLD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Til dagliga kappast tey harðliga. Restorffs bryggj- arí og Føroya Bjór. Men í einum eru tey samd. Tey øtast um, at landsstýrið hevur gjørt av at leggja stór avgjøld omaná sodavatn. Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2004, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum legði fram í síðstu, so skal eitt avgjald á tríggjar krónur leggjast om- an á hvønn litur av sodavatni og leskidrykkjum, sum verða seldir í Føroyum. Hetta skal geva lands- kassanum eina meirinntøku á 10 milliónir krónur, sæst í uppskotinum til fíggjarlóg. Sagt verður, at talan er um eitt heilsuavgjald, sum skal minka um søluna, men samstundis er ætlanin, at landskassin skal fáa meira í kassan. – Tað hevur leingi nervað heilusmyndugleikarnar í Føroyum eins og aðrastaðni í vesturheiminum, at mat- og drykkjuvanarnir hjá fólki eru vorðnir støðugt ósunnari. Landsstýrið hev- ur sett sær sum mál, at upp- lýsa um henda vandan, men eisini beinleiðis at ávirka atburðin hjá fólki, soleiðis at nýtslan av ósunnum vør- um verður minni, sigur Karsten Hansen afturvið uppskotinum til fíggjarlóg. Bryggjaríini ivast stórliga í motivinum hjá landsstýr- inum. Skattakrevjarin Waag Á Føroya Bjór vænta tey, at avleidda avleiðingin av av- gjaldinum verður nógv størri enn tær tríggjar krón- urnar, sum fara omaná hvønn litur. Einar Waag stjóri sigur, at prísurin á hálvum øðrum litri á sodavatni, sum í dag er 12 krónur, fer at vera ein- ar 26 krónur, tá av tornar. Tað grundar hann á, at av- gjaldið skal á útsøluprísin, síðan skal keypmaðurin hava vinning og at enda kemur MVG-ið omaná. – Vit vænta, at prísurin hækkar mangt slíkt enn tað, sum kemur omaná í av- gjaldi. Tað fer at ávirka okkum heilt betýðiligt, og tað fer sjálvandi at síggjast aftur í úrslitinum frameftir, sigur Einar Waag. Úrslitið hjá Føroya Bjór var góðar 700.000 krónur í avlopi í fjør, og stjórin harmast um, at hann í fram- tíðini skal rinda burturav, tí at landskassanum vantar pening. – Hetta er so skítbýtt. Teir billa fólkum inn, at hetta snýr seg um heilsu, men tað hevur einki við heilsu at gera. Hetta er júst sum 70- árunum. Tá teimum vantar pening knalla teir punkt- gjøld á okkum vinnurek- andi. Næsta ár verður tað sikkurt ein króna afturat. Um tað ikki skal vera hykl, so mugu vit eisini hava minni avgjald á Jolly Light og Sitrus, men tað vænti eg ikki fer at henda, sigur Einar Waag. Hann vísir á, at aðrastaðni verður farið hin- vegin, fyri at gera umstøð- urnar hjá vinnuni góðar. Í Danmark lækkar prísurin á bæði spiritus, tubbakki og sodavatni. Hjá okkum snýr tað seg bara um at økja um inntøkurnar hjá landskass- anum, nú tað sansar at, og samgongan hevur lovað skattalætta. – Vit skulu vera skatta- innkrevjarar hjá landinum, og tað er ikki serliga huga- ligt. Vit skulu krevja einar 10-15 milliónir krónur inn fyri landið í skatti, og tað var ikki tað, eg ætlaði, sigur Einar Waag. Krassa í kassan Óla Svend Nolsøe, stjóri á Restorff, ivast stórliga í, um børnini fáa minni brendar tenn av avgjaldinum, sum verður lagt á sodavatn, men tað kann ávirka søluna, heldur hann. – Eftir hesum at døma fer prísurin á sodavatni upp, og tað ávirkar vanliga søluna tann skeiva vegin. Men tað er hinvegin ikki sikkurt, at tað ger tað, sum frá líður, og tí er heldur ikki vist, at børnini fáa betri tenn. Tað er heldur ikki endamálið við avgjaldinum, tí mein- ingin er bara at krassa meiri pengar í landskassan. Um teir høvdu so stóra neyð av heilsuni hjá fólkum, so varð avgjald lagt á feitan seyð og grillbarrir, men tað er lætt- ari at fara eftir okkum, sig- ur Óla Svend Nolsøe. Restorffs hevur einki ser- ligt úrslit at vísa fyri síðsta ár. Eftir skatt vísti ársúrslit- ið eitt hall á roknskapinum upp á meira enn 700.000 krónur. Men hóast Óla Svend Nolsøe ikki tekur undir við avgjaldinum, so óttast hann tað heldur ikki beinleiðis. – Vit hava havt eina javna sølu av sodavatni, hóast kappingin frá teimum út- lendsku hevur verið stór. Higartil hava vit bara selt hálvar litrar í fløsku, men nú eru vit farin at selja størru fløskurnar eisini, so sølan bara økist fyri okkara við- komandi, og hetta avgjaldið fær neyvan søluna í botn, sigur Óla Svend Nolsøe. Hvussu er og ikki. Landsstýrismenninir í bæði fíggjarmálum og familju- og heilsumálum tvíhalda um, at talan er um heilsuav- gjald, sum skal bøta um tenninar hjá børnum. So kunnu fólk bara undrast á, prísurin samstundis hækkar á mjólkini. Bryggjaríini drukna í avgjøldum ” Vit skulu vera skattainnkrevjarar hjá landinum, og tað er ikki serliga hugaligt. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór ” Meiningin er bara at krassa meiri pengar í landskassan. Um teir høvdu so stóra neyð av heilsuni hjá fólkum, so var av- gjald lagt á feitan seyð og grillbarrir Óla Svend Nolsøe, stjóri í Restorffs bryggarí Óla Svend Nolsøe og Einar Waag, stjórar á Restorff og Føroya Bjór, vænta avgjaldið á sodavatni fara at lækka søluna Myndir: Jens K. Vang C M Y K 5 4