Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 190 - 8. oktober 2003 Nr. 190 - 8. oktober 2003 3 Ferðavinnan brúkar í stóran mun teir mongu møguleikar, sum liggja á alnótini. Umframt flogfeløgini hava eisini ferðaskriv- stovurnar møguleika fyri at leggja sínar tænastu á alnótina. Ein teirra er Faroe Travel í Havn, har tey ikki kenna seg hótt av »Netbooking« FERÐAVINNA Edvard Joensen Faroe Travel fer at leggja ymsar tænastur á alnótina til sonevnt »Netbooking«. Heldur enn at ræðast, at flogfeløgini brúka hesa tænastu, fer ferðaskriv- stovan sjálv at bjóða hana út. Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at enn er ætlanin so stutt komin, at hann einki ítøkiligt leggur í at siga um sjálva tænastuna, tey fara at bjóða út. Uttan tað, at tey fara helst at hava fleiri av teirra vørum til taks á alnótini, soleiðis at fólk sjálv kunnu sita og leggja sær sínar ferðir til rættis heima við hús. Men tað verður tó helst ikki so at fólk kunnu keypa ta endaligu vøuna, sigur hann, uttan bara bíleggja hjá teimum, sum so av- greiða tað seinasta á skriv- stovuni. Dánjal Poulsen óttast ikki fyri, at tænastur sum »Net- booking« hjá flogfeløgun- um fara at taka nakað av týdningi frá ferðaskrivstov- unum, sum annars plaga at selja flogferðaseðlar. – Taka vit eitt nú Atlants- flog, sigur hann, so selur felagið bara ferðaseðlar til sínar egnu rutur á alnótini. Tað er tað einfaldasta, sum tú sjálvur kanst avgreiða har. Ein ferðaseðil frá A til B og heim aftur til A. Skal fólk hinvegin ferðast um hálvan ella heilan knøttin, verður neyðugt við eini feðraskrivstovu, sum kann leggja fleiri rutur saman og fáa flutt fólk og viðføri samanhangandi úr Vágum til Hong Kong. Tað skulu ofta fleiri enn eitt og tvey flogfeløg til, vísir hann á, og tá kann ein heimatelda líkasum ikki kappast við tann roynda ferðaseðla- seljaran á ferðaskrivstov- uni. Eitt annað, sum ivaleyst heldur rættiliga fitt av fólki aftur í at keypa á alnótini er hetta, at ein skal skráseta sítt kreditkort tá keypt verður. – Har er skjótt at koma skeivt fyri, vísir Dánjal Poulsen á. Er kortið skrá- sett, renna penganir út, og tú hevur ikki altíð so øgil- iga góðan møguleika at koma aftur umaftur, um tú hevur trýst á ein skeivan knøtt og ikki gerst varugur við tað, fyrr enn ov seint er. Tann skipanin, sum Faroe Travel hevur undir upp- sigling, skal væntandi ikki gerast ein slík, sigur Dánjal Poulsen. Hon skal vera bíleggingarskipan, har fólk kunnu biða um ferðirnar, og síðan koma á skrivstov- una at avgreiða endaliga úrslitið. Gjalda og heinta ferðaseðlarnar. Hóast »Netbooking« er heilt vanligt, er tað ikki nakað, sum hóttir ferða- skrivstovurnar, heldur Dánjal Poulsen. – Taka vit eitt nú ferðir til Australia, so eru rættiliga nógv tilboð og líka nógvir ymiskir prísir at kanna. Tað er ofta meira, enn privat- fólk, sum ikki hava dagligu royndirnar, klára at finna útav, sigur hann. So alt í alt er hann ikki ræddur fyri, at alnótin við øllum sínum møguleikum fer at forkoma ferðaskriv- stovunum, sum vit kenna í dag, hóast broytingar uttan iva fara at koma. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Thorstein Arge Tórshavn andaðist í heiminum 5. oktober, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 8. oktober kl. 14.00 Familjunnar vegna Marin Ferðavinnan í nótakasti Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, óttast ikki fyri, at eitt nú »Netbooking« og aðrar tænastur á alnótini fara at hótta ferðaskrivstovurnar Kunngjørt verður at okkara kæri maður, pápi, sonur og beiggi Jens Pauli Poulsen Tvøroyri andaðist 4. oktober, 51 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju tórsdagin 9. oktober kl. 13.00. Familjunnar vegna Súsanna Tey, ið vilja minnast Jens Paula kunnu læta eina peningagávu á konto í Føroya Sparikassa 9181/139.885.9. Tabu skulu brótast, allar oyggjar skulu fáast við og vitanin skal økjast. Málið er at fáa bestu psykiatri- ina í Norðurlondum. Nýggja forkvinnan í Sinnisbata leggur hart út, og fríggja- dagin gongur hon á odda fyri mótmælis- gongu fyri sinnisveik í Føroyum SINNISSTERK Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Bestu psykiatri í Norður- londum. Einki minni hevur nýggja forkvinnan í Sinnisbata, Soffi Egholm, sett sær sum mál, nú hon hevur lagt í vaði og ætlar at ruska føroyingar, so tey sinnis- veiku verða tikin í álvara. – Sjálvandi skulu vit stíla eftir tí optimala. Og tað ber til, at Føroyar verða eitt undangonguland. Føroyar eru lítlar, og vit hava eitt væl útbygt samskifti. Fólk hava góða vitan yvirhøvur, men tað haltar álvarsliga við psykiatriini, tí hon enn er tabu. Tað er hetta, vit skulu bróta niður og byggja upp við einum felags stríði, sigur Soffi Egholm. Hóast hon hevur sett sær stór mál, so er støðan hjá sinnisveikum í Føroyum alt annað enn góð, sigur hon. Hon skuldi vitað, hvat hon tosar um, tí hon er sjálv psykoterapeut við sergrein í psykiatri, og í heili 26 ár hevur hon starvast innan psykiatri í Danmark. Nú er hon flutt aftur til Føroya. Henni dámar veð- urlagið, har alt stendur í einum ein dag, og tað er logn næstu løtuna. Tað er náttúrukreftir, henni dámar, og sum í yvirførdum týdn- ingi mugu til, um skil skal fáast á viðurskiftunum hjá sinnisveikum. – Eg var til ein fyrilestur hjá Sinnisbata, har eg fyrst gjørdist eykalimur. Eg varð skelkað um, hvussu illa tað stendur til í Føroyum, og tí fekk eg hug at taka eitt tak. Onkursvegna mugu vit fáa skipað økið, fáa tað formal- iserað, tí tað eru alt ov fáar handlingar politiskt. Men í staðin fyri bara at rópa eftir politikarum, so mugu vit byggja upp, so vit fáa allar kreftir við, sigur Soffi Egholm. Vitanin skortar Góður vilji skal til, við- gongur hon, men fyrst og fremst er tað vitanin, sum er so alneyðug, og henni skal tað ikki skorta á. Rest- ina av árinum hevur hon sett av til at skapa neyðug sambond kring oyggjarnar. Hon hevur flutt aðalfundin hjá Sinnisbata til januar, so felagið fær arbeitt við hes- ari verkætlanini burturav til ta tíð. – Hetta verður ein áheit- an á alt landið. Vit hava nakrar oyggjar, sum full- komiliga eru uttanfyri, tá tað kemur til psykiatri, og tað er heilt galið. Har finn- ast nógvar kreftir, sum kunnu í brúkast í hesum felagsskapi, sum kann geva sinnisveikum betri sømdir. Vit mugu standa saman, og tað má ikki verða soleiðis, at tað bara eru brúkarar í hesum felagsskapi men ein felags fatan millum fólk yvirhøvur, sigur hon. Tabu er størsta forðingin, og tað fer hon at gera nakað við sum tað fyrsta. Allir skúlar skulu kunnast, og tað hevur stóran týdning at fáa Pedagogskúlan við, tí peda- gogar eru góðar at fáast við menniskju. Politikarar og arbeiðsmarknaðurin má eisini fáast við, tí tað ræður um at veita hjálp til sjálv- hjálp. Goymd og gloymd Soffi Egholm heldur, at tey sinnisveiku í Føroyum tíðliga duttu burturímillum í samfelagnum og vórðu goymd og gloymd. Eini 40 til 50 fólk hava verið innløgd í áravís. Tað byrjaði, tá tey komu heim úr viðgerð í Danmark í 70- árunum, og vórðu parkerað í sjúkrahúsverkinum, sum gjørdist teirra bústaður. – Tað er ein skammblett- ur, sum setir spurningin, um sinnisveik í Føroyum hava grundleggjandi mannarættindi, sigur Soffi Egholm. Skjót er góð hjálp Tað týdningarmesta er, at sinnisveik tíðliga fáa hjálp. Tað er ikki støðan í Føroy- um, heldur forkvinnan í Sinnisbata. – Hetta eru fólk í djúpari kreppu, sum gerast verri at lekja, um tey bíða ov leingi. Og tað er eisini dýrari fyri samfelagið í longdini, tí tað er dýrari, at fólk bíða og gerast verri, enn at tey fáa viðgerð skjótt, sigur Soffi Egholm. Alt byrjar við, at fólk fáa óttan fyri sálarveikum burt- ur og skilja, at tað er ein sjúka, sum kann henda øll- um. Nú skulu tey sálar- sjúku burtur úr gloymskuni og fram í ljósið, og tað fæst sjón fyri søgn fyri, tá mót- mælisgongan verður oman á Vaglið fríggjadagin. Sinnisveik fram í ljósið Fyri fyrstu ferð verður altjóða sinnisdagur hildin í Føroyum. Í sambandi við dagin verður eisini skipað fyri mótmælisgongu, har gjørt verður vart við støðuna hjá sinnisveikum SINNISDAGUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Meira tolsemi og betri fatan av teimum sinnislíðandi og teirra kæru. At skapa betri bústaðar-, ítrivs- og verka- møguleikar. At fyribyrgja sálarsjúkum. Og at fáa før- oyingar at styðja arbeiðið fyri sinnisveikum. Hetta er endamálið við Sinnisdegnum í Føroyum. Dagurin verður hildin fríggjadagin í sambandi við, at alheimsheilsustovn- urin hjá Sameindu tjóðum, WHO, hevur kosið 10. oktober at vera sálarheilsu- dag. Hetta er fyrstu ferð, at dagurin verður hildin í Før- oyum, men hann hevur ver- ið hildin í øðrum londum í tíggju ár. Felagið Sinnisbati nýtir høvið at varpa ljós á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum og skipar fyri til- taki við heitinum »Gevið sinninum gætur«. – Vit í Sinnibata hava valt at leggja dent á hetta evnið og á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum sum heild. Øll kunnu vera rakt av sálar- veikleikum og sálarsjúku, summi tíðliga og onnur seinni í lívinum. Tí eiga vit øll, bæði ung og fólk í bestu árum, at hava hugtakið »eitt sunt sinni« frammarlaga í huga hvønn dag og hugsa um tey, sum eru rakt av hesi sjúku og teirra kæru, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata. Í sambandi við Sinnis- dagin verður kravgonga. Hon fer úr Norðurlanda- húsinum kl. 14.30. Gingið verður oman á Vaglið, har forkvinnan í Sinnisbata og sálarlæknin Tórmóður Stórá halda røður. Aftaná verður opið hús við pall- borðsfundi og drekka- munni í Platformi, har Jóhan í Kollafirði hugleiðir um støðu teirra sálarsjúku. Mótmælisgonga fyri sálarveik Soffi Egholm er væl ílætin til ruskveður. Hon ætlar at ruskað í føroyingar, so sinnisveik koma fram í ljósið og gerast náttúrligur partur av Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2