mikudagur 8. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 190 - 8. oktober 2003
Nr. 190 - 8. oktober 2003
7
Umframt at røkja
fundarvirksemi,
hevur høvi eisini
verið at sæð og upp-
livað ymist í New
York – líka frá blóm-
andi mentanarlívi
yvir øðrvísi kirkju-
gongd til ymsar
útferðir
Heðin Mortensen
løgtingslimur
Hesar fyrstu tvær vikurnar í
New York hava gingið
skjótt, men væl er komið
burturúr. Sera áhugaverdir
og vælfyrireikaðir fundir
hava verið hvønn dag.
Týdningurin av trygdar-
áðnum í ST hevur verið á
skránni
nakrar
ferðir.
Noreg er limur har, og og
var norskur souschefur ein
fyrrapart og greiddi frá,
hvat Noreg hevur fingið
burturúr. Hetta hevur sjálv-
andi stóran áhuga, nú Dan-
mark hevur lagt umsókn
inn um at gerast limur í
trygdarráðnum.
Síðani hava vit eisini
fingið nógv at vita um
fíggjarætlanir og fíggjar-
støðuna hjá ST, mannarætt-
indi og framtíðarmálsetn-
ingar. Greitt er eisini frá
konfliktum, sum eitt nú
konsulátini arbeiða við
hvønn dag kring allan
heim.
Men sjálvt um ein er í
politiskum ørindum her
yviri, hevur tíð eisini verið
til at vitja kend støð og
uppliva býnum. Danska
Konsulátið skipaði fyri ein-
um túri til Chelsea og
tveimum túrum til Harlem.
Blómandi mentan
Tað er soleiðis, at mentanin
blómar í New York. Her eru
2.176 mentanarhús, og her
búgva
umleið
80.000
amerikansk og útlendsk
listarfólk.
35
milliónir
ferðafólk vitja býin um
árið, og her er nokk at fara
til, tí tað eru í meðal ikki
færri 525 ymisk listarlig
tiltøk um dagin.
Býarpartin Chelsea ligg-
ur út til Hudson-ánna. Har
var fyrr sera stórt havnar-
virksemi við vøruflutningi
til og úr New York. Hetta
virksemi
er
nú
flutt
aðrastaðni, so nógvir tómir
bygningar eru í umráðnum.
Í dag húsa nakrir av hesum
bygningum eini 160 galla-
ríum. Hetta eru gallaríir,
sum seinnu árini eru flutt út
úr kenda listarliga býar-
partinum Soho, tí húsaleig-
an har gjørdist so dýr.
Í Chelsea hava tey í
staðin keypt hesar stóru,
gomlu
goymslubygning-
arnar og innrættað teir til
gallaríir. Bygningarnir eru
so stórir, at tað vóru 20
ymisk gallarí í tí eina
bygninginum, vit vóru í.
Vit vitjaðu átta av teimum
160 gallaríunum. Øll sera
ymisk og prísstøðið har-
eftir. Tilsamans eru eini
500 gallarí í New York.
Rættur jazzur
Sum nevnt varð eisini
skipað fyri tveimum túrum
í Harlem, sum er býar-
parturin norðan fyri á Man-
hattan, har mest litt fólk
búgva. Har er sera fátæks-
ligt, men kortini kenst
framburður í Harlem nú.
Har vóru vit eitt kvøldið,
Harlem by Night, og vitj-
aðu trý ymisk støð. Tað
fyrsta var ein nýggj mat-
stova, har vit eisini fingu
okkum ein bita. Síðani varð
farið á eitt stað við nýggj-
um jazz-tónleiki, og endað
var á einum gomlum jazz-
klubba, Showman‚s, frá
1942.
Har var góður stemn-
ingur, og sera hugnaligt at
síggja og hoyra rættan jazz-
tónleik. Nógv fólk var har
tað kvøldið, eitt nú fleiri
eldri fólk, sum høvdu spælt
og sungið har sum yngri.
Øðrvísi kirkjugongd
Sunnudagin varð farið í
kirkju í Harlem, Caanan
Baptist Church. Tað var eitt
upplivilsi, sum vardi í
tríggjar tímar, men teir
gingu skjótt. Kirkjan var
stúgvandi
full
og
eitt
gospelkór, sum taldi 60
fólk, syrgdi fyri at sangurin
rungaði eftirí.
Nógvar kunngerðir vóru
um mangt og hvat, og fyri-
uttan prestin høvdu fleiri
onnur lovorð og sang at
bera fram. Eisini varð sung-
ið fyri teimum, sum høvdu
føðingardag í oktober, og
vórðu hesi biðin um at reisa
seg upp.
Talvan gekk tvær ferðir,
og at enda fór alt kirkju-
fólkið til altars, men ikki
soleiðis, sum vit kenna tað
úr Føroyum. Her komu
kirkjutænarar
runt
við
føtum við altarbreyði og
smáum gløsum við altar-
víni. Bíðað var til øll høvdu
fingið, so var koyrt í
munnin.
Jú, ein sera øðrvísi og
lívlig
kirkjugongd,
má
sigast. Aftaná var farið á
matstovu at eta soulmat,
sum eru rættir eftir origi-
nalum uppskriftum úr Suð-
urstatunum.
Gott tol krevst
Annars hava vit bæði
Hjørdis og sonurin Eirikur,
sum hevur verið við okkum
í 12 dagar, verið nógva
staðni sjálv. Eitt nú uppi í
Empire State Building, sum
nú aftur er størsti bygning-
ur í New York.
Tað tók bert eitt gott ár at
byggja bygningin, sum stóð
liðugur í 1930.
Heilt fantastiskt var tað at
standa 86 hæddir uppi og
hyggja út yvir býin.
Men her krevst gott tol, tí
tað tók okkum tríggjar tím-
ar at sleppa upp í tornið.
Har er eitt øgiligt fólk, sum
vitjar hvønn dag.
Ein annan dagin fóru vit
við ferju, fyrst til Liberty
Island og síðani Ellis
Island. Á Liberty gingu
vit í ein góðan tíma. Síðan
11. september 2001 hevur
ikki borið til at fara inn í
standmyndina, so har varð
gingið uttanum.
Útsýnið higani yvir á
meginlandið er sera flott.
Søgulig fótafet
Á Ellis Island vóru vit í
stívliga tveir tímar, og har
er eisini nógv at síggja. Eitt
nú er tann størsti bygning-
urin har gjørdur um til
søguligt savn. Tað kendist
heilt løgið at standa á
staðnum, har innflytarar úr
Europa og aðrastaðni frá
komu við skipi, og settu
fótin á land í USA.
Øll hesi vóru full av
vónum um eitt betri lív,
men soleiðis gjørdist ikki
hjá øllum. Tey skuldu gjøg-
num strangt heilsueftirlit,
og vóru tey, sum høvdu
sjúklig brek, send heim-
aftur.
Frá 1892 til 1924 komu
samanlagt 12 milliónir fólk
til USA umvegis Ellis
Island, onkran dag komu
heili 5.000 fólk í land har.
Tað var sera áhugavert at
ganga runt og hyggja at
gomlum myndum og lut-
um, og greið frágreiðing
var til alt.
Føroyingur
uppkallaður
Vit høvdu eisini gjørt av at
koyra til býarpartin Bronx,
sum sigst at vera uppkall-
aður eftir føroyingi, ið fór
yvir til USA fyri nógvum
árum síðani.
Hetta hevði áhuga fyri
okkum, sum búgva við
Jónas Broncksgøtu í Havn.
Í hondbók um New York
stendur at lesa, at føroying-
urin Jónas Bronck kom yvir
higar í 1639 saman við
hollendingum.
Í
1641
keypti hann fitt av jørð frá
indianarum í býti við eitt
nú nakrar vatnketlar. Tað
skuldu tó ganga 200 ár,
áðrenn
fyrstu
rættiligu
bygdirnar komu har á
staðnum.
Vit sóu onga standmynd
av manninum, men eitt uni-
versitet er uppkallað eftir
honum. Í dag er Bronx best
kent fyri sítt heimskenda
Yankee-Stadium, sum hev-
ur pláss fyri 57.500 base-
ball-áskoðarum.
Henda
dagin, vit vitjaðu har, var
eingin dystur, men vit hava
sæð dystir í sjónvarpinum,
meðan vit hava verið her –
og tá kókar alt.
Í Bronx finst eisini størsti
djóragarðurin í USA.
Pípur í hópatali
Eitt kvøldið vóru vit og ótu
á eini góðari, gamlari mat-
stovu, Keen’s Steakhouse,
sum læt upp í 1885. Mat-
stovan er kend fyri at hava
90.000 pípur hangandi uppi
undir loftinum. Hetta eru
pípur, sum newyorkarar
upp ígjøgnum árini hava átt
og roykt úr har á matstov-
uni, eftir at hava etið ein
betri bita. Millum aðrar var
pípan hjá Franklin D.
Roosewelt at síggja har.
Døgurði hjá
ambassadørinum
Danski
ambassadørurin
Ellen Margrethe Løj bjóð-
aði øllum luttakarunum við
maka heim til sín til døg-
urða eitt kvøldið. Har vóru
eisini onnur úr ambassad-
uni, so vit vóru 25 íalt. Tað
var eitt sera hugnaligt
kvøld, og var maturin fram-
úr góður. Ellen Margrethe
Løj, sum er sera fryntlig,
hevur áður verið ambassa-
dørur í Ísrael. Hon býr í
stórari íbúð, sum danski
staturin eigur, í vøkrum
umhvørvi á 5th Av. vid
Central Park sum granna.
Soleiðis
kundi
verið
hildið fram við at sagt frá,
tí nógv annað hevur verið á
skránni. Vit hava eisini
verið stak heppin við
veðrinum, tí sól og turt
hevur verið so gott sum
hvønn dag, og hitin hevur
ligið um 15 stig.
Vit skulu vera í New York
í eina viku aftrat, og
mánadagin 13. oktober
gongur leiðin so við bussi
til Washington DC. Har
verður eisini nógv for-
vitnisligt at vitja, eitt nú
Kongressin, Pentagon og
Heimsbankin, so enn eiga
vit nakrar spennandi upp-
livingar á.
Ferðafrásøgn
úr New York
Eftir kirkjugongdina varð farið á matstovu at eta soulmat, sum eru rættir eftir originalum
uppskriftum úr Suðurstatunum
Norröna
bar við
molan
Norröna tók í
molan hósdagin í
síðstu viku, tá
hon fekk eina
hvirlu í útsynn-
inginum. Óhapp-
ið hevði einki upp
á seg, sigur skip-
arin og fær stuðul
frá Havnarskriv-
stovuni
ÓHAPP
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Skiparin kann hava
eina trupla uppgávu, tá
vindur er, og Norröna
skal leggjast at bryggj-
uni í Havn. Serliga tá
útsynningur er.
Sjón fekst fyri søgn
hósdagin í síðstu viku,
at atløguviðurskiftini
kundu verið betri. Tá
skiparin
stýrdi
Norrönu inneftir, sást á
øllum brøgdum, at
hann var eyka varligur.
Kortini var endin, at
Norröna bar við mol-
an, tá hon skuldi leggja
at.
Skiparin
Ólavur
Hovsgarð váttar sjálv-
ur, at Norröna tók í,
men tað var heldur
ikki meira.
– Tað var útsynning-
ur og nógvur vindur,
og tá er ikki lætt at
leggja at. Meðan vit
sigla innímóti, fáa vit
eina hvirlu, og so bar
skipið
við
molan.
Norröna fekk eina lítla
buklu har afturi í stýri-
borðsíðuni, men ann-
ars hevði tað einki upp
á seg, sigur Ólavur
Hovsgarð.
Buklan er kosmet-
isk. Hon er ein góðan
metur long og 10
sentimetrar djúp. Fólk-
ini umborð merktu
einki til lítla saman-
stoytin við molan.
Sambært vakthav-
andi á Havnaskriv-
stovuni hevði óhappið
lítið upp á seg, og er
ikki annað enn tað,
sum kann henda, tá
stór skip leggja at.
Annars gongur væl at
leggja Norrönu at,
verður sagt, og skip-
arin hevur fingið góð-
ar royndir.
Skiparin vísir á, at
har er einki at geva av,
tá hann skal leggja
Norrönu at. Verður
nakað gjørt galið, so
tekur Norröna í. Tí-
betur spældi væl av
hesaferð.
Skiparin á Arvtic
Viking skammast ikki
yvir at hann hevur
fingið vinningsbýti,
beint eftir at skipið
fekk almenna
sanering. Men hann
viðgongur kortini, at
tað var óheppið
ARCTIC VIKING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava onki at skamm-
ast yvir.
Fyri fyrstu ferð loysir ein
av teimum, sum eigur um-
strídda rækjutrolaran, Arc-
tic Viking, frá posabandin-
um, eftir avdúkingarnar
seinastu dagarnar.
Bjarni Petersen, skipari á
Arctic Viking og ein av
teimum sjey eigarunum
heldur, at tað er nógv fyri at
verða úthongdur sum ein
hálvkriminellur lúshundur,
tí at eigararnir hava útgold-
ið sær sjálvum vinnings-
býti.
Ómoralskt
Víst hevur verið á í Degi og
Viku,
Útvarpinum
og
kanska øðrum fjølmiðlum
við, at ætlanin er at fáa Arc-
tic Viking undir estlendskt
flagg, hóast báturin fekk
almenna sanering fyri fýra,
fimm árum síðani, júst fyri
at varðveita teir í føroyska
flotanum. Fer skipið undir
Estlendskt flagg, fer tað at
bera til at fáa bíligari mann-
ing umborð.
Samstundis hevur verið
víst á, at árið eftir, teir
fingu hesa almennu saner-
ingina, rindaðu teir sjey
eigararnir sær 2,4 milliónir
í vinningsbýti.
Hetta hevur elvt til nógv
kjak og er eisini tikið upp á
politiskum stigi. Tað eru
kreftir í Løgtinginum, sum
vilja hava samgonguna at
viðgera málið og enntá
hevur tað verið nevnt at
Løgtingið skal nokta eigar-
unum at fáa bátin undir
Estlendskt flagg. Og fleiri
ferðir hevur orðið ómor-
alskt, verðið heft á teir, sum
eiga Arctic Viking fyri at
teir tóru sær sjálvum vinn-
ingsbýti árið eftir at teir
fingu almenna sanering.
Ein desperat roynd at
yvirliva
Skiparin á Arctic Viking
dugir ikki at síggja, hví
hetta skal verða blivið ein
gøla.
Hann sigur, at hann hevur
onki at skammast yvir og
hann hevur ikki ringa sam-
vitsku.
Men hann viðgongur
kortini, at skal hann vera
eftirsnarur, var tað óheppið
at eigararnir fingu sær
sjálvum vinningsbýti.
Hann sigur, at ætlanin at
fara undir Estlendskt flagg
er ein desperat roynd at
yvirliva.
Hann leggur samstundis
dent á, at tað verður bara
eitt styttri tíðarskeið, at
Arctic Viking, verður undir
fremmandum flaggi.
Hann sigur, at tá ið eigar-
arnir fingu sær vinnings-
býti árið eftir saneringina,
var tað tí, at Arctic Viking
hevði havt eitt gott ár, har
hann avreiddi fyri 48 milli-
ónir.
– Samstundir vóru útlit-
ini ikki so galin. Prísurin
var á einari leið og oljan
kostaði 75 oyru liturin.
Hann sigur, at teir á Arc-
tic viking vóru ikki einsa-
mallir um at síggja ljóst
upp á framtíðina í 1998 og
1999.
–
Hetta
tíðarskeiðið
komu tríggir rækutrolarir í
flotan og samstundis keypti
eitt professionelt felag sum
Føroya Fiskasøla, 23% av
felag okkara fyri 7-8 milli-
ónir. So tað vóru mong,
sum hildu at framtíðarútlit-
ini vóru bjørt um hetta
mundi, sigur Bjarni Peter-
sen.
Men at prísirnir so fóru í
botn og oljan trýfaldaðist í
prísi, vóru vit ikki harrar
yvir, sigur Bjarni Petersen.
Hann sigur, at sæð í bak-
spegilin, hevði tað verið
skilabetri at latið vinnings-
býtið uppá 2,4 milliónir
verðið verandi í felagnum
at styrkt tað.
Hann skilir eisini á ein
hátt tey, sum halda, at tað
var eitt sindur ómoralskt at
taka vinningsbýtið árið
eftir, at felagið er sanerað.
Men hann vísir samstun-
dis á, at hetta var fyrstu ferð
í 10 ár, at eigararnir fingu
vinningsbýti yvirhøvur.
– Og so er veruleikin eis-
ini tann, at av teimum 2,4
milliónunum, vit fingu til-
samans, settu vit eina milli-
ón í aftur felagið fyri at
økja partapeningin.
Skiparin sigur, at tað er
ringt at meta um framtíð-
ina.
– Nógv betalti alivinnan í
vinningsbýti fyri tveimum
árum síðani. Og hvar ar ali-
vinnan í dag, spyr hann.
Tað er so lætt at vera eftir-
snarur, leggur hann afturat,
hóast hann eisini ásannar,
at alivinnan ikki fekk
sanering tá. Men hetta er
eitt dømi um, hvussu trup-
ult tað er at meta um fram-
tíðina.
Kundu havt bjarga
okkum sjálvum
Bjarni Petersen hevur als
ikki hug til at verða stempl-
aður sum ein, ið bara hevur
misbrúkt almennar skatta-
krónur fyri egnan vinning.
– Vóru vit bara úti eftir at
ríka okkum sjálvar upp,
høvdu vit tikið av einum
tilboði í fjør uppá at selja
Arctic Viking fyri 55 milli-
ónir, tí tá høvdu vit eitt
ítøkiligt boð upp á hann.
– Men tað gjørdu vit ikki
av berari tjóðskaparkenslu,
tí vit vildu hava skipið á
føroyskum hondum.
– Vit kundu eisini tikið av
einum tilboði um at flutt
yvir til Kanada seinast í
áttatiárunum. So vóru allir
fíggjarligar
trupulleikar
loystir. Tað gjørdu vit hel-
dur ikki. Ístaðin fyri fór ein
danskur rækjutrolari yvir. Í
dag eiga teir tríggjar trolar-
ar, sum hvør er tvær ferðir
so stórur sum Arctic Vik-
ing.
Skiparin sigur, at teir
hava ikki tikið av teimum
møguleikum, sum hava
verið fyri at ríka seg sjálvar
upp, tí teir vildu varðveita
arbeiðsplássið á føroyskum
hondum.
Sekstan trolarar
farnir
Hann vísir eisini á, at teir
hava alla tíðina lagt stóra
orku í at hava raksturin so
bíligan sum gjørligt.
–Vit eru sjey eigarar. Ein
er reiðari, hinir seks sigla
við. Hvørja ferð, vit eru í
landi, gera vit eitt stórt
arbeiðið fyri felagið, fyri at
halda útreiðslunum niðri.
Og tað er ólønt arbeiðið.
Eitt nú gera vit nógv ar-
beiði sjálvir fyri onga løn,
sum onnur reiðarí fáa onnur
virki at gera fyri seg. Eitt
nú gera vit nógv trol sjálvir.
Hann heldur tí, at vinnings-
býtið kann metast sum løn
fyri tað ólønta arbeiðið,
sum er gjørt ímeðan eigar-
arnir hava verið í landi.
Bjarni Petersen sigur, at
tað er orsøkin til at Arctic
Viking yvihøvur enn er í
flotanum.
– Síðani Arctic Viking
kom í 1986, eru minst 16
rækjutrolarar farnir á húsa-
gang ella seldir, áðrenn teir
fóru undir hamaran. Tí
haldi eg ikki, at tað skal
leggjast okkum til last, at
vit í eini desperatari roynd
at yvirliva, fara undir
fremmant flagg í eina tíð, tí
vit hava gjørt tað, vit
kundu,
fyri
at
halda
útreiðslunum niðri.
Hann vísir eisini, á, at tað
var ikki bara Arctic Viking,
sum fekk almenna saner-
ing.
– Tað var ein skipan,
sum kom í gildi fyri allar
bátarnar og har hingu vit so
uppi í. Fleiri aðrir bátar
fingu nógv meiri sanering,
enn vit fingu. Nógvir fingu
alt sítt landskassavehald
sanerað, men vit fingu bara
ein part.
Betalt aftur nógvar
ferðir
Skiparin á Arctic Viking
vísir eisini á tann týdning,
skipið hevur havt fyri før-
oyska samfelagið
– Vit hava goldið ca 230
mill út til lønir í Føroyum,
harav er ca helvtin farin í
skatt og rest í umfar í før-
oyska samfelagnum.
Samstundis keyptu vit
kvotur í fjør fyri fýra milli-
ónir, samstundis sum aðrir
skipabólkar, sum svimja í
pengum, fáa sínar kvotur
fyri at kalla onki frá landin-
um, eisini teir, sum fiska á
fjarleiðum, tí afturfyri at
teir fáa kvotur aðrastaðni,
mugu vit lata onnur skip
fáa kvotur frá okkum.
– Sostatt er alt tað, sum
rækjuflotin fiskar fyri, rein
inntøka hjá samfelagnum,
samstundis og sostatt er
okkara sanering fleiri ferðir
afturgoldin sigur Bjarni
Petersen.
Vil ikki verða hongdur út sum
ein hálvkriminellur lúshundur
– Eg havi ikk ringa samvitsku fyri tað, sum vit fingu
vinningsbýti, hóast tað almenna hevði sanerað okkum beint
frammanundan, sigur skiparin á Arctic Viking,
Bjarni
Petersen, sum eisini er ein av eigarunum
Arctic Viking hevur goldið
230 milliónir í lønum. Vit
keyptu kvotur í fjør fyri fýra
milliónir, hóast øll onnur
skip fáa næstan alla sína
kvotu fyri onki frá landinum.
Vit kundu saktans havt ríkað
okkum upp, men tað gjørdu
vit ikki av berari tjóðskapar-
kenslu og tí at vit vildu
varðveita arbeiðsplássið,
sigur skiparin á Arctic Viking
C
M
Y
K
7
6