Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 190 - 8. oktober 2003 Nr. 190 - 8. oktober 2003 11 Viðhvørt verða feilir gjørdir av umsiting og s. So- leiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer altið at verða, har nakað verður gjørt til nyttu. Trupulleikin er, at tá ið so hesir feilir eru gjørdir, so vil umsitingin automatiskt royna at verja tiknar avgerðir, heldur enn at hyggja at, um nú avgerðirnar vóru rættar ella ikki. Sum er kann man sum meinigur borgari klaga til ymsar klagunevndir. Eisini kunnu starvsfók, ið av órøttum eru uppsøgd, fara rættarinar veg. Hett er ikki nøktandi fyri trygdina hjá skattgjaldarum og alment settum. Vit hava seinastu árini sæð, at landið hevur verið noytt at gjalda fleiri hundrað túsund krónur í endur- gjald til einstaklingar, í samband við óstorsligar uppsagnir. Hette er bert hent, aftaná hesir einstak- lingar hava brúkt nógva tíð og nógvan pening uppá sakførarar og rættarmál. Hagtølini síggja ikki pen út, og man kann bert gita sær til, hvussu nógv aldrin sær dagsins ljós, tí at fólk aftra seg við at avseta neyðugu orkuna og ikki at gloyma peningin til at seta seg upp ímóti systeminum. Ella rætt og slætt tí tey orka ikki og megna ikki at fara undir slíkt ódnar- tak. Eitt annað átaluvert er, at serfrøðin í landsstýrinum, ið m.a. er sett til at tryggja einstaklingin, eftir øllum at døma hevur medvirkað til feilirnar, uttan at nakað tykist fáa avleiðingar. Kann skattgjaldarin verða vissur í, at prinsipell mál, sum til dømis tá Jákup Mørkøre bleiv reinsaður eftir trimum árum, fáa tær avleiðingar, tað eigur at fáa, so somu brølarar ikki endurtaka seg? Hví ikki avseta pening á fíggjarlógini til fría prosess í prinsipiellum málum, har skattgjaldarin ella illa viðfarin starvsfólk hava útistandandi við landsstýri ug umsiting. Føroyska umsitingin er sera ung, og tí er stórur mangul uppá fordømi, og nøkur av teimum fordømum, ið eru, eru ikki fyrimyndarlig. Skatt- gjaldarin hevur viðhvørt ringt at treingja ígjøgnum hjá tænarum sínum, og tænarar skattgjaldarans høvdu verið nógv betri stillaðir, um teir høvdu nakr- ar prinsipiellar dómar ella semjur at arbeiða út frá. Frí prosess hevði ikki kostað nógv, tí eftir einari tíð, so høvdu ikki verið so nógv mál eftir uttan fordømi. Verandi støða, har skattgjaldarin má í rættin fyri egnar pengar og brúka ár av sínum lívi at stríðast fyri sín rætt, fyri at fáa viðhald frá skattgjaldarans tænarum, kann ikki halda fram. Frí prosess til prin- sippmál kundi verið ein vegur fram, har skatt- gjaldarin og illa viðfarin starvsfólk kundu ført sínar sakir til dóms og harvið skapt klár fordømi til veg- leiðing hjá skattgjaldarans tænarum at umsita eftir. DAGSINS MEINING Sosialurin Fría prosess til prinsippmál VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bjarni Petersen F Capp 5.10.03 Nú man liggur her yviri á F Capp og hoyrir, hvussu man verður hunddálkaður og alment úthongdur, kann eg ikki bara mær at koma við nøkrum viðmerkingum Út- og Sjónvarp í despe- ratari roynd at rættvísgera teirra meirjáttan, royna at fáa tað til eina gølu í besta Oyggjatíðinda stíl at vit fingu nakað av vinnings- býti í 98-99, onkur politik- ari og onnur gloypa helst hesum bita í vón at markera seg fyri at verða afturvald. Alt stendst av at vit í desperatari roynd at yvir- liva dupultflagga Arctic Viking eina styttri tíð. Nú verður málið vent til at gera okkum smákrimi- nellar lúshundar sum út- nytta skattaborgarans pen- ing við at vit í 98-99 deildu okkum vinningsbýti út eftir eitt gott ár, har vit avreiddu fyri 48 mill, hetta eftir 10 sløk ár Ásannast skal í bak- speglinum at hetta var ikki rætt av tí at vit fingu sanera 7,9 mill, men nevnast skal at aðrir rækjutrolarar fingu fleirfaldað hesa upphædd, ja ein fekk 40 mill. At gott sá út í 98-99 kann eg prógva við at tríggir rækjutrolarar komu í flotan um hetta mundið, og eitt professionelt felag sum Føroya Fiskasøla keypti 23% av felag okkara fyri 7- 8 mill. At so rækjuprísurin beint aftaná fall munandi samstundis sum oljan 3 faldaðist var ikki nakað vit vóru harrar yvir. Eg kann nevna nøkur fakta viðv. Arctic Viking: Arctic Viking kom til landið í 1986 sum nýbygn- ingur Síðan tá eru 16 rækju- trolarar komnir í flotan sum eru antin farnir á húsagang ella seldir áðrenn Vit hava goldið uml. 230 mill út til lønir í Føroyum, harav er uml. helvtin farin í skatt og rest í umfar í før- oyska samfelagnum Fleiri ferð hava vit havt møguleika at selt skipið við góðum vinningi, men ikki gjørt av berari tjóðskapar- kenslu (ella býttheit kann man siga nú) Vit betaltu 4 mill fyri at keypa kvotu bara í fjør, hetta meðan Nóta og Toskalangfaratrolararnir sum florera í pengum fáa meginpartin av síni kvotu goldna av landinum. Alt rækjutrolararnir fiska belastar als ikki føroysku frammanundan hart trongdu grunnarnar, og kann tí betraktast sum fremmand valuta, sum summir búskaparfrøðingar (uttan okkara) siga skal gangast við 3. Nei vit hava als onki at skammast av at fingið 7,8 mill í sanering, tað hava vit goldið fleirfaldað aftur Vit hava fleiri ferð gjørt vart við vónleysu støðuna hjá rækjuskipunum, uttan at nakar sum helst ting- maður reagerar, men nú tá gøla er, leypa allir upp og siga 'eg segði tað altíð' Hví gera teir ikki sínar lógir so als ongin misskilj- ing er, landsstýrið er yvir- honds væl mannað við sakførarum og lógarsmið- um fyri feitar lønir, sum hava lært í eini 20 ár. Sama er galdandi í línu- flotanum har nógvir reið- arar ikki vita síni livandi rá hvat teir skulu gera, tí teir bíða eftir tinginum, sum hevur ein mánað bara at venda sær. Hetta meðan fiskimála- ráðharrin ikki veit hvat hann skal gera, tí hvat hann so ger verður tað brúkt ímóti honum. Nei land okkara liggur fullstendiga lamið, hvar als onki verdur gjørt við at betra um korini hjá vinn- uni, men tíðin gongur til klandur og brigsl. Hví verdur t.d. ikki ar- beitt við at fáa 20% toll- forðingina av rárækjum til ES vekk eins og íslendarar og norðmenn fingu ornað bert við einum penna- stroki? Hetta hevði givið okkum 1-2 kr. meir pr. kg = 2 mill pr. ár meir, tað er nógvur peningur tá tað manglar Hví hoyra vit ikki útvarpi her, tá Íslendarar bjóðaðu sær at senda tey fyri onki 4 ferð um døgnið á 30 min. gjøgnum teirra radiostøð ?? Íslendarin sendir hertil 24 tímar um døgnið til síni. So man kann siga munur er á prioritering hjá ís- lendingum og okkara tingi, hetta málið hevur ligið steindeytt í eini sera seint- arbeiðandi ella als ikki ar- beiðandi nevnd í uml. 8 ár. Reyðargullið sum hvarv Einki navn enn men vatnið er føroyskt Stokeranlegg til vanliga húsarhaldið Jógvan Páll í Bartals- stovu hevur handilin Meltic í Norðagøtu, men í frítíðini selur hann føroyskt vatn OR&MYND Ólavur í Beiti Danland í Blokhus: Vit hava ikki góðar stundir at tosa saman sum vit sita í móttøkuni á Danland hot- ellinum í Blokhus, tí Jógv- an Páll í Bartalsstovu skal skjótt avstað — hann skal heim til Føroyar við Norr- ønu. Jógvan Páll í Bartals- stovu hevur handilin Meltic í Norðagøtu men nú hevur hann verið eina viku í Dan- mark og ørindini hava verið at selt føroyskt vatn. Keldan, sum góðu drop- arnir koma úr, er í haga hjá Árant Hansen í Gøtugjógv og Jógvan Páll í Bartals- stovu greiður frá at vatni rennur út úr fjallinum og tað rennur altíð sama mongd og vatnið er altíð 6 hitastig, og tað renna 25.000 litur um døgnið. Nú Jógvan Páll hevur verið nakað runt í Danmark og gjørt royndir at selja, ja so hevur hann eisini fleiri váttanir frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við sum vátta at hetta er gott vatn, og tað skilst at longu í 1991 eru kemiskar og bakteriolog- iskar royndir tiknar av vatn- inum við góðum úrsliti ella sum tað stendur, "denne prøve har meget god bakt- eriologisk kvalitet" og víð- ari verður sagt at neyðugt er við fleiri royndum til tess at siga um kvaliteturin altíð er á so høgum støði. Og royndir eru so eisini tiknar av vatninum í 2002 og úrslitið er tað sama. 250 sløg Viðvíkjandi spurninginum hvussu gingist hevur at selja og hvørjar vónirnar eru, sigur Jógvan Páll í Bartalsstovu, at ikki er lætt at koma inn á danska marknaðin, tí vatn er nógv at fáa — eini 250 sløg eru longu á marknaðin, men eg ivist ikki í at tá fyrst vatnið er marknaðarført, verður tað keypt, metir hann. - Tað tekur drúgva tíð at arbeiða eitt merki upp, sig- ur Jógvan Páll í Bartals- stovu at enda. Áðrenn Jógvan Páll fer avstað bjóðar hann mær 2 fløskur — sodavatnsfløskur — av hesum dýru og góðu dropum, og tá eg sjálvur eri komin til hús aftur og havi kølt vatnið nakað niður smakki eg hesar urgomlu og lívgevandi og vælkendu dropar og má sanna, at einki er sum føroyskt kelduvatn. Stokeranlegg verða nógv brúkt í londun- um uttan um Føroyar og nú ætlar Ingi Andreasen í Fugla- firði at vita um áhugi er fyri teimum eisini í Føroyum OR&MYND Ólavur í Beiti Danland í Blokhus: Ingi Andreasen í Fuglafirði sum hevði El-Køli og Frysti verkstaðin El-Innbúgv Ser- vice kom til Danmark bæði at halda summarfrí á Dan- land í Blokhus og eisini við dóttrini sum skuldi undir lesnað í Aalborg. Men hann hevði eisini aðrar ætlanir, og tá eg gangi framvið vøruvogninum, sum hann er við at fylla tí hann skal heim við Norr- ønu, greiðir hann mær frá at hann eisini hevur kannað tey sonevndu Stokeran- leggini. Ingi Andreasen hevur gjørt sítt heimaar- beiði, tí longu undan ferð- ini higar til Danmarkar hevur hann verið í samband við eitt knúsivirki í Funn- ingsfirði, greiður hann frá. Brenna bollar Eg skilji ikki rættiliga, hvat Ingi Andreasen meinar við, tá hann tosar um silo, terningar, plattar, tablettir, men tá hann so vísir mær eina mynd av einum ketli og einum brenniovni, sum er settur til ketilin, skilji eg, hvat talan er um. Ingi Andresen hevur ætl- anir um at eisini geva før- oyingum møguleikan at brenna og spara í olju við sonevnda Stokeranleggin- um. Og á myndini av eini uppseting av Stokeranleggi og ketli sæst at tað væl ber til tá vit júst í Føroyum ofta hava stóran kjallara í set- húsunum. Ein silo verður sett til ketilin – ein brenni- ovnur, Stokeranlegg – og jú meiri hon verður brúkt at brenna í, jú minni brennur oljufýringin, so einkult er tað. Ymiskar støddir Og tú kanst fáa ymiskar støddir av anlegginum, siloini, úr 25 kilowatt og upp í fleiri hundrað kilo- watt. – Men tú kanst ikki tveita alt í Stokeranleggið, sigur Ingi Andreasen, tað ber ikki til. Brennið verður keypt, men tað er so altíð bíligari enn oljan. Og Ingi Andrea- sen hevur so eisini ætlanir um at fáa sær eitt knúsivirki so hann kann framleiða brenni. Og mannagongdin er so tann, at plattar og annað burturkast av ymiskum slagi verður knúst til molar, terningar ella bollar og so brent í siloini. Vanliga verða Stokeran- legg brúkt á skúlum, ítrótt- arhallum, sjúkrahúsum og øðrum stórum bygningum, men Ingi Andreasen hugsar eisini um vanliga húsar- haldið. Og tølini tala fyri seg at her eru pengar at spara um tú hevur eitt Stok- eranlegg í húsunum. Jógvan Páll í Bartalsstovu í hugnaligu móttøkuni á Nordsøen í Blokhus Ingi Andreasen í vøruvogninum á veg til Norrønu. Bartholin Thomsen eitur nýggi stjórin á Cafeteria í Vandland. Hann hevur bert starvast í ein mánaða so ikki allir føroyingar sum vitjaðu Danlanmd í Blokhus hava hitt Bartholin. Men hann hevur verið í Føroyum og starvaðist í Mjørkadali eitt ár, hetta var í 1969. Og í frítíðini arbeiddi hann eisini — ikki dønum ólíkt — í Føroya Keypsamtøku í Havn C M Y K 11 10