Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 190 - 8. oktober 2003 Nr. 190 - 8. oktober 2003 13 Fríggjadagin 3. oktober var móttøka á Landssjúkrahús- inum tá Jórun Smith og Randi Eysturlíð lækna- skrivarar hildu sínar 40 ára starvsdagar saman. Umleið hundrað fólk vóru komin saman og fleiri talur vórðu hildnar. Th. Michael Smith, Heðin Thomsen og Hans Chr. Cle- mentsen frá tónleika- bólkinum Ad-Libitum spældu. Tey sum hildu taltur vóru: Jón á Steig, yvirlækni á medisinsku deild, Sæunn Hansen, formaður í Lækna- skrivarafelag Føroya, Petur Ellefsen, læknastjóri, og Marita Arge Magnussen, fyrrverandi leiðandi labo- rantur á medisinsku deild. Jón á Steig mintist tíðina fyrst í 60-unum á Lands- sjúkrahúsinum tá lækna- skrivararnir vóru við til stovugongdirnar. Randi var skrivari hjá Bendt Jensen, fyrsta medisinska yvir- lækna í Føroyum, frá tí at deildin var stovnað í 1960. Jórun var skrivari hjá Jógvan Róin til hann fór frá í 1994. Jón á Steig segði, at tær høvdu verið dugnaligar, tær byrjaðu við skrivi- brettum og steniografi, síð- an til tekstviðgerð og nú til nýggjastu elektronisku journalirnar, sum eru á veg. Jórun Smith var fyrst skrivari hjá Eivind Rubek Nielsen yvirlækna á Suð- uroyar Sjúkrahúsi frá 1959- 60. Síðan hevur hon verið skrivari hjá Paula Dahl, Marner Simonsen, Essa Arge, Jógvan Róin, og barnalæknunum Oddmar Færø, Sepi Taheri og nú hjá Fróða Joensen. Randi Eysturlíð var fyrst skrivari hjá Bendt Jensen, síðan hevur hon verið skrivari á medisinsku deild og á sjúkrasystraskúlanum. Eisini hevði formaðurin í Læknaskrivarafelag Før- oya, Sæunn Hansen, orðið. Hon vildi vegna lækna- skrivararnar á medisinska deplinum ynskja Jórun og Randi tillukku við 40 ára starvsdøgunum. Hon helt at tær høvdu verið sera trúgv- ar í tænastu á Landssjúkra- húsinum. Marita Arge Magnussen hugleiddi um hvussu tað var at arbeiða á Lands- sjúkrahúsinum. Í sama rúmi sum læknaskrivararnir sótu, blivu donorar tappaðir á eini gamlari divan vórðu hjartabíløt (EKG) tikin. Í stovuni við síðuna av áttu konurnar síni børn. Ongir NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 8. oktober. Ingibjørg. Helst gamla danska navnið Ingiburgh, men eingin veit hví tað er komið í álmanakkan. Navnið er av norrønum uppruna, samansett av gudanavninum Ing og bjørg, ið kemur av sagnorðinum at bjarga. Læknaskrivarar í 40 ár Fríggjadagin 3. oktober var almenn móttøka á redak- tiónini hjá Dimmalætting á Smyrilsvegi í sambandi við 25 ára starvsdagin hjá Pól á Kletti, sum byrjaði sum blaðmaður í Dimmalætting 1. oktober 1978. Nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Pól hendan dagin bæði vinir og kenn- ingar og starvsfelagar frá øðrum fjølmiðlum. Talur vóru hildnar og gávur handaðar. Pól hevur í mong ár havt ábyrgdina av vikuskiftis- innlegginumhjá Dimma- lætting við nógvum áhuga- verdum tilfari. Fyrst var tað Viðskerin, og seinni bleiv tað Skái. Umframt Pól vóru tað fleiri onnur starvsfólk á blaðnum, sum vórðu heiðr- að. Tað er soleiðis at á Dimmalætting eru tað nógv starvsfólk sum hava arbeitt bæði meira enn 30 og meira enn 40 ár. Hesi vórðu eisini heiðraði hendan dagin. Í framtíðini verður skip- að fyri móttøku fyri teim- um, sum hava 25, 40 og 50 ára starvsdagar á blaðnum. Fleiri vórðu heiðrað á Dimmalætting Jórun Smith og Randi Eysturlíð hildu 40 ára starvsdagar sum læknaskrivarar á Landssjúkrahúsinum Mynd: Jan Müller Fleiri kend andlit á Landssjúkrahúsinum seinastu mongu árini vóru við til móttøkuna Mynd: Jan Müller Fyrrverandi og núverandi sjúkrahússtjórar hittast á móttøkuni Mynd: Jan Müller parkeringstrupulleikar vóru í hospitalsgarðinum, tí bilurin hjá Maritu var einasti bilur sum stóð har. Á samkomuni hendan dagin vóru fleiri fyrrver- andi starvsfólk sum t.d. Sanna Dahl, fyrrverandi yvirlækni, Nathalia Tausen, fyrrverandi jarðarmóðir, Jenny Kragesten, fyrrver- andi sjúkrasystir á føði- deildini, Olina Niclasen, fyrrverandi leiðandi sjúkra- systir á barndeldini, Jana Niclasen, fyrrverandi deildarsjúkrasystir á B7, og Jógvan Róin og Óli Mikk- elsen, fyrrverandi yvir- læknar. Finnbogi Ísakson og Pól á Kletti Mynd: Jan Müller Øssur Winthereig, Helgi Jacobsen og Pól á Kletti Mynd: Jan Müller