Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1996síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hvat er málspilla? Tann 27. nov. skrivar Målvinur í Sosialinum um málspillu oa Hann undrast á, at fólk eru »imoti at málið verður reinsað fyri målspillur, og serliga danismur, ið forkoma okkum málinum“ Hetta er íkki beint. Einki mál verður forkomið av inn- læntum orðum. Um so var, so var einki mál til longur nakrastaðni. Tað málið, sum hevur lænt mest úr ðrum málum, er eingilskt, og tað er í løtuni heimsins livs kraftigasta mál. Tá ið mál ganga til grundar, so er tað av heilt ødrum orsøkum. Málið kann verða trokad av av einum ðrum máli. ella málbrúkararnir verða fyribeindir (dómi fleiri indianarastammur í Amerika). Einki er, sum bendir á, at nakað hesum líkt er við at henda í Føroyum Tað dámar ikki Målvini, at vit eru mong, sum halda, at orð sum »praktisera, feriera, panera, sanera, massera og amputera« eiga at kunna brúkast í føroyskum. Hví ikki? Og hvat skulu vit siga, viss ið hesi orðini skulu forbjóðast? Sum dømir um málspillur nevnir Målvinur >í forvegin, åbenbart, mótsatt<. Men hyggja vit nærri at hesum orð- unum, so er einki í vegin við teimum: Hví kunnu vit ikki síga forvegur, tá ið vit kunnu siga bakvegur og miðvegur og snidvegur? Og »opinbart« stendur kanska ikki í Jó- hannesar opinbering, men fyri tað kann tað væl brúkast um nakað, sum er sólaklárt. Orðið >mótsett< er púra vanligt føroyskt orð Málvinur nevnir eisini »be-ordini«. Tey hava leingi verið forfjónað av málreinsarum. Men hví? Vit hava jú brúk fyri teimum. Hví skulu summi orð brennimerkjast? Hví skulu tey rekast út um bøgardarnar sum tey spitalsku fyrr í tíðini? Svabo hevur í sinari orðabók: bedraga, bedríva, bedrøva, beganga seg. beginna, begrava, behendiga, behendigur bekoma, bemøda, bereida, beseta, besindiliga, besymja. bestanda, bestyrkja, bestyra, besvara, besøkja, betala og onnur. Chr. Matras hevur (1961) begynna, begynningur begynnilsi, betala, bíleggja og bírætta »Vit mugu heldur fáa so nógv av hasum orðunum burtur úr móðurmáli okkara sum gjørligt,« skrivar Målvinur um be-orðini. Jamen, hví? Og hver skal avgera, um tey skulu koyrast út? Málvinur heldur, at málreinsarar »hjålpa um málið- Hetta er eitt mistak. Målreinsingin ger málið so knortlut, óforstáiligt og óarbeiðsligt, at hon er málsins einasti virku ligi vandi. Vil Málvinur hjálpa um málið, so skal hann vera við til at varðveita málið sterkt, liðiligt, brúkiligt í øllum lutum og góðtakandi av øllum føroyingum. Einstakar glosur hava púra ongan týdning í hesum samanhanginum Her ræður alt um struktur, úttalu og brúkiligheit At enda heldur Målvinur, at bókstavurin C »hoyrir ikki heima í bókstavræð (alfabeti) okkara< Eisini her fer Målvinur skeivur Tað finst einki føroyskt alfabet í verðini. Av religiøsum orsøkum brúka lond i Eystureuropa tað kyrilliska alfabetið, og av somu orsøkum fingu vit fyri túsund árum síðani tað latinska alfabetið, sam vit brúka enn, og har eitur tann tridi bókstavurin C Nakað annað er, at summir barnagarðar og skúlar brúka eitt serligt ABÐ-system. Men tað er bara til spæls KLAKSVÍKINGAR! NYTT SKEIÐ 7' jen. | við roynd ætlandi 11. febr. 7 | HA? — SO SKJÓTT? 3 Ja, Ja — okey - vit ringja til =F | KOYRISKULAN hjá MANNA » Skjott & væl ur hondum greitt! p] PRISIN tosa vit um. Hann er i øllum forum ikki verri enn aðrastaðni! Heilsan TIf. 84747 MANNE HØGNESEN SSSSS i : H % hl 0 |» 3 3 & TiD KROSSORDAGÅTA Loysnin frå seinastu viku Loysunarordid: PLIMSOLLARI 1YIH 7 ri R+PIARILIL | ——— + +44 Hvønn leygardag verður krossorðagáta í blaðnum. Drigid verður millum réttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri nevndu bókum frá Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av hverja tú best kundi hugsað tær) Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn arin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blað num næsta leygardagin Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn - og viåmerkid »Krossordagåtanr. = «åbjålvan JE ET sk Ær 5657; VISS: Gortvk. URRAN ARR Vinnari: Ditlev J. Dam Fútalág 10 100 Tórshavn Loysunar- O orðið Navn Bústaður Bygd/býur Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! J FuglaríNorðurhevum J Stjórnarskipanarmálið 1946 I Spell at sólin kom upp O Politiska sega Foroya 1814-1906 J Feroyskir soppar J Seganumeplið J Heimsatlas I Mannakroppurin — og hvussu hann starvar J Alfagurtljóðar mín tunga (flega/ljóðband) Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt. | / FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR