fríggjadagur 17. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 197 - 17. oktober 2003
Nr. 197 - 17. oktober 2003
3
Opera í Norðurlandahúsinum
Allahalgannasunnu-
dag 2. november
klokkan 19:30 fram-
førir danska Rialto
Leikhúsið "La Bo-
hème" í Norðurlanda-
húsinum. Henda
opera er eftir italska
Giacomo Puccini við
libretto eftir Illica og
Giacosa. Talan er um
ferðandi framførslu
við fýra leikarum og
einum klaverleikara.
Framførslan hevur
fingið góð ummæli í
Norðanlondum, har
hon hevur vitjað.
OPERA
Tíðindaskriv
Leikstjóri er Anders Ahn-
felt-Rønne,
sum
eisini
spælir á klaver. Anders,
sum javnan vitjar í Føroy-
um, hevur síðani 1992
verið stjóri á Rialto Leik-
húsinum á Frederiksberg.
Millum nýggjastu leikir,
sum Anders Ahnfelt-Rønne
hevur
stjórnað,
kunnu
nevnast
"Den
komiske
Tragedie" í 1994, "Rejse i
natten", um Mikis Theo-
dorakis, í 1996, "En somm-
erdag" eftir Slawomir Mro-
zek í 1997, "Savannah Bay"
við Ghitu Nørby í 1999 og
"La Bohème" í 2001.
Eisini
hevur
Anders
Ahnfelt-Rønne
sjálvur
skrivað og sett upp "Blod-
ets blomst" í 2001. Í 1998
var hann klaversolistur við
Klaverkonsert nr. 23 eftir
Mozart á konsert hjá Sym-
foniorkestrinum á Sælandi.
Bohèmelív í París
Tá Giacomo Puccini, sum
livdi frá 1858 til 1924, í
1896 skrivaði La Bohème,
bygdi hann verkið á endur-
minningar Henri Muggers,
sum var studentur í París.
Og har, í París, er tað, at
søgan "La Bohème" fer
fram, miðskeiðis í 1800-tal-
inum.
Framførslan hjá Rialto
Leikhúsinum er ein intens
pallseting, sum varpar ljós
á tey bæði pørini Mimí og
Rodolfo og Marcello og
Musettu. Sungið verður á
italskum og programm fæst
í Norðurlandahúsinum.
Millum kendastu verk
Puccinis telist eisini "Mad-
ama Butterfly", sum írska
Tjóðaroperain framførdi á
fyrstu Listastevnuni í 2001.
Fýra leikarar
Leikararnir í "La Bohème"
eru fýra. Norska Turi Olin
Grimstad, sum er Mimí, var
fyrstu ferð á palli sum 18
ára gomul og hevur síðani
lisið og verið free lance
sangari. Hon hevur luttikið
á konsertum í Bretlandi,
Týsklandi, Fraklandi, Eyst-
urríki, Grikkalandi og Slo-
venia. Turi hevur vunnið
tríggjar fyrstuvirðislønir í
evropeiskum sangkapping-
um. Á Kongliga leikhúsin-
um hevur hon sungið Gia-
netta í "Ástardrykkinum"
hjá Donizetti og tvey skeið
hevur hon har sungið Mimí
í "La Bohème". Áður hevur
Turi ferðast við Det Kgl.
Kapel og Symfoniorkestrin-
um hjá danska útvarpinum.
Danski Sune Rémi Hjer-
rild, sum er Rodolfo, er út-
búgvin á kongliga danska
Musikkonservatoriinum og
leyk í 2002 útbúgving á Op-
era Akademinum. Í 1997
var hann við í donskum
mentunartiltøkum í Austr-
alia, m.a. í operahúsinum í
Sidney og í 1999 var hann
við í tiltakinum Danish
Wave í New York. Árið eftir
var hann fyrstu ferð á palli í
Kongliga Leikhúsinum í
leiklutinum sum Gastone í
"La Traviata" eftir Verdi. Í
2001 varð hann fyrstu ferð
Rodolfo í "La Bohème" í
eini framførslu á víðagitnu
Clonter Opera í Onglandi og
fekk seinni sama árið henda
leiklutin í London.
Anna Kathrina Börjeson,
sum er Musetta, sang í 2001
Donna Elvira í "Don Juan"
hjá Mozart á Summaroper-
uni á Frederiksberg í Dan-
mark. Hon hevur verið sol-
istnæmingur á kongliga
danska Musikkonservatori-
inum og leyk í 1999 prógv á
Opera Akademinum. Anna
Kathrina hevur veirð solist-
ur á fleiri konsertum og tón-
leikatiltøkum.
Á
Den
Fynske Opera hevur hon
sungið í "Collage for fire
Operasangere", Dorabella í
"C0osì fan Tutte" eftir Moz-
art og Polly í "Biddaraoper-
uni" eftir John Gray. Á
kongliga Leikhúsinum hev-
ur hon sungið Karolka í
"Jenufa" eftir Janacek, og
Drotning Titana í "Holger
Danske", sum er opera eftir
F.L.A. Kunzen.
Joachim Knop, sum er
Marcello, er útbúgvin á
Opera Akademinum ár
2000. Hann hevur sungið
Wilhelm í verkinum "The
Black Rider" eftir Tom
Waits, sum varð framført á
Betty Nansen Leikhúsin-
um. Á kongliga Leikhúsin-
um hevur hann sungið Fid-
delihut í "Heksemutter
Mortensen" eftir Fuzzy.
Sum leikari hevur Joachim
Knop medvirka í filmum
sum "Drengene fra Sankt
Petri" og "Anja og Victor".
Skeiðið 2001-2002 sang
hann Askepop í Glassalin-
um í Tivoli og skeiðið
2002-2003 var hann Alma-
viva greivi í "Brúdleypi
Figaros" í Nyborg.
Í fýra pørtum
Harafturat
er
Camilla
Bonde servitrisa á Café
Momus. Ljósmeistari er
Ralf Stenderup-Larsen.
"La Bohème" er í fýra
pørtum og framørslan, sum
varir í hálvanannan tíma, er
uttan steðg.
Atgongumerki,
sum
kosta 150 krónur, fáast í
Norðurlandahúsinum.
Skipafelagið Føroyar og
Dans og Teater i Norden
stuðla Føroyaferðini hjá
Rialto Leikhúsinum.
Musetta (Anna Börjeson) og
Marcello (Joachim Knop) frá
La Bohème", sum Rialto
Leikhúsið framførir í Høllini
í Norðurlandahúsinum 2.
november
Yrkjarin Rodolfo (Sune Hjerrild) og listamálarin Marcello (Joachim Knop)
Tey bæði Mimí (Turi Olin Grimstad) og Rudolfo (Sune Hjerrild)
Hvat siga teir um
hvønnannan?
Sveinur um Hans Marius:
Hans Marius er ein frálíkur
tónasmiður. Umframt at vera
ein góður ballari og ein fittur
drongur, ger Hans Marius
frálíkar sangir. Mær dámar
ógvuliga væl at spæla tónl-
eik við honum, og tað er
eisini orsøkin til, at eg fyri tað mesta havi spælt
tónleik júst við honum.
Hans Marius um Kristian:
Kristian er ein góður bassistur, tí
hann er spontanur og leggur ikki í,
hvat aðrir bassistar gera, og úr tí kem-
ur nógv positivt. Eg gangi í skúla við
fleiri bassistum, ið apa eftir øðrum,
og teir verða stirilir og keðiligir. Ann-
ars hugsar Kristian seg ikki altíð so
væl um, men samanumtikið er hann
ein fittur drongur og dugnaligur
bassistur
Kristian um Svein
Tónleikaliga hóska vit væl saman, tí
hann hugsar eins og eg ikki nógv
um, hvat aðrir trummuspælarar gera.
Sveinur er, sum alt Olsen slagið,
eitt stak gott fólk. Hann er tann
einasti í bólkinum, ið hevur koyri-
kort, so hann er ikki minst ein góður
chaufførur
Tónleikabólkirin,
Flux, kemur leygar-
dagin fyri fyrstu ferð
út við eini fløgu.
Talan er um eina EP
við seks løgum. Tutl
gevur fløguna út, og
felagið hevur eisini
fingið í lag, at fløgan
hjá Flux kemur út í
Íslandi
FLØGUÚTGÁVA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Leygardagin kemur fyrsta
fløgan hjá tónleikabólkin-
um, Flux, í sølubúðirnar.
Talan er um eina EP við
seks løgum. Mikal Blak
hevur staðið fyri tí mesta av
upptøkunum. Fløgan er
upptikin í eini stovu innan
Glyvur. Jón McBirnie hev-
ur mixað og mastrað fløg-
una. Flux fór í upptøku-
hølini á páskum, og leygar-
dagin verður høvi hjá før-
oyingum at ogna sær fyrstu
fløguna hjá bólkinum.
Bólkurin hevur verið
virkin í fleiri ár, og hevur
tvær reisur luttikið á Prix
Føroyum. Fyrru ferð eydn-
aðist bólkinum at koma í
finaluna. Tað var í 2001,
men bólkinum er í dag
øðrvísi mannaður.
Flux er í dag mannaður
av Hans Marius Ziska
Weihe, sang og gittar,
Kristiani í Vági, bass og
Sveini
Gaard
Olsen,
trummur.
Tónleikurin hjá bólkinu-
m er eisini broyttur við
árunum. Bólkurin telir nú
bert tríggjar limir, og tað
hevur ávirkað tónleikin. –
Tað er nógv størri ábyrgd
og avbjóðing hjá einstaka í
dag, nú vit bert eru tríggir,
siga teir úr Flux.
Leingi í umbúna
Limirnir í Flux siga, at ætl-
anin við eini fløguútgávu er
gomul. – Vit hava spælt í
fleiri ár, men einki hevur
ligið eftir. Nógvar sangir
eru gjørdir, og nú fáa fólk
høvi at hoyra, hvat vit hava
gjørt hesi árini. Við fløguni
vísa vit eisini, at vit eru til,
siga limirnir úr Flux.
Av fyrstan tíð var ætlanin
at gera eina demofløgu til
at promota bólkin uttanfyri
Føroyar. Tutl kom síðani
upp í leikin, og endin var
bólkurin fór undir eina EP-
útgávu. Tutl hevur eisini
fingið í lag, at fløgan hjá
Flux kemur út í Íslandi.
Fyrst í komandi ári er eisini
ætlanin hjá bólkinum at
spæla yviri í Íslandi.
Nýskapandi rockur
Limirnir í Flux kalla tón-
leikin á fløguni fyri ný-
skapandi rock. Fløgan er
ein blanding av rocki,
poppi og alternativum tón-
leiki.
Í sambandi við fløguút-
gávuna fer Flux leygar-
kvøldið at spæla í kjallar-
anum í Vertshúsinum. Til-
takið byrjar klokkan 23.
Stuðlað útgávuni hjá
Flux hava: Mentanargrunn-
ur Landsins, Fjølrit, Gra-
mex og Føroya Tónaskald.
Fyrsta fløgan
frá Flux
Tónleikabólkurin,
Flux, kemur
leygardagin út við
fyrstu fløguni hjá
bólkinum. Talan er
um eina EP við seks
løgum.
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
3
2