Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Nr. 197 - 17. oktober 2003 5 Alt tos um at gera flogvøll aðrastaðni enn í Vágum tykist vera tagnað. Á almennum fundi um flogvallarútbygging, sum hildin varð í Miðvági mikukvøld- ið, vóru politisku umboðini samd um, at flogvøllurin hoyrir til í Vágum. Góða ferðasambandið um Vestmannasund varð lagt sum grund FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Miðvági: Semja var um á fundi í Miðvági mikukvøldið, at flogvøllurin skal verða í Vágum. Hugsanir, sum fyrr hava verið frammi um at gera alternativan flogvøll aðrastaðni landinum, tykj- ast heilt burturdotnar, nú undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi er veru- leiki. Fundurin var skipaður sum pallborðsfundur, har umboð fyri teir fýra stóru flokkarnar á tingi vóru við. Umframt sat flogvallar- stjórin, Finnbogi Niclasen, eisini við pallborðið. Á pallborðsfundinum í Miðvági, tóktist eingin ivi vera um, at flogvøllurin hoyrir til í Vágum. Alt tos um at gera annan vøll tykist vera burtur. Tað, sum í dag verður tosað um, er hvørt vit skulu víðka flovøllin í Vágum ella ikki. Og heldur ikki her tykist nøkur ósemja at vera. Útbyggjast skal hann. Og yvirtakast skal hann eisini. Men so er aftur fyri ikki semja um, nær tað skal vera. Øll vilja yvirtaka Flestu politikararnir, sum vóru á fundinum, tóktust sinnaðir at yvirtaka beinan- veg. Men sambandsfor- maðurin helt ikki, at vit skulu gera ov skjótt av. Nú skulu vit bíða eina tíð og síggja, hvussu leikur fer. Fáa vit danir at byggja vøll- in út, so kunnu vit yvirtaka hann, tá vit hava ráð at gjalda dønum aftur tað, ið vit skylda fyri útbygging- ina, helt Lisbeth L. Peter- sen. Aðrir hildu ikki, at vit skylda dønum nakað. Vil- helm Johannesen, umboð Javnaðarfloksins við pall- borðið, helt, at danir í grundini høvdu mishildið ein flogvøll í Føroyum, teir í síni tíð fingu frá bretum, sum gjørdu flogvøllin í Vágum undir seinna heims- bardaga. Hann var fyri at yvirtaka flogvøllin. Anfinn Kallsberg, løg- maður, var eisini fyri yvir- tøku. Hann helt, at vit kundu yvirtaka bæði flog- vøllin og Íleggignargrunnin fyri Føroyar, sum so kundi gjalda útbyggingina. Høgni Hoydal varaløg- maður, var ikki í iva um, at flogvøllurin skal yvirtakast og byggjast út. Tað fer at gagna øllum landinum, segði hann. Og hann ivaðist heldur ikki í, at tað eiga og kunnu vit klára sjálv við føroyskari fígging. Sum dømi vísti hann til nýggja Smyril, um vit í dag gjalda til um fíggjarlógina. Men flogvøllurin skal ikki fíggjast sum Smyril kortini, men leggjast í al- ment partafelag og rekast á sama hátt sum Vágatunni- lin. Fakfólkini manglaðu Millum teirra, sum komu at lurta eftir teimum, ið við pallborðið sótu, tóktist í fleiri førum vera semja um, at fakfólkini í hesum for- uminum manglaðu. Tey, sum dagliga skulu nýta vøllin. Tað vil siga flogfel- øgini, sum flúgva til og úr Vágum. Tey kundu passandi havt sagt okkum, hvørjar møgu- leikar tey síggja í flogvøll- inum, sum hann er, og hvat tey kundu hugsað sær, at hann skal klára í framtíðini. Tað hingu fleiri spurn- ingar eftir, enn svaraðir vóru, tá fundurin endaði, var hugsanin, fleiri fólk fóru av stað aftur við. Politikarar hava mangan lyndi til at kína fólki við hárinum. Alt er so sára gott, tá teir sleppa at siga tað, veljarin fegin vil hoyra. Og fundurin í Miðvági var einki undantak. Allir polit- isku luttakararnir vóru samdir um, at flogvølluri í Vágum skal byggjat út. Vøllurin leingjast, og um- støðurnar annars betrast munandi. Men hvør nytta beinleiðis er í tí, høvdu teir líkasum iki sett seg inn í. Tóktist mestsum, at varð vøllurin longdur nakrar hundrað metrar, fingu vit betri um- støður til størri flogfør, og tann heilaga grøvin var væl vard. Men eingin tóktist hava spurt operatørarnar, hvat teir hildu. Og tað kom líka- sum eitt sindur óvart á, tá flogvallarstjórin vísti á, at tað var eingin vinningur í, at vit hava ein vøll, sum eitt nú eitt Airbus flogfar, ið tekur eini 300 fólk, kann brúka. Tí hvat skulu vit brúka eitt slíkt flogfar til? spurdi hann. Vit hava ikki grundarlag til so nógv fólk dagliga, og so kunnu vit koma í somu støðu sum eitt nú Aberdeen, við einum útbygdum vølli, sum klárar størri flogfør, men sam- stundis ger nógv færri frá- ferðir og komur. – Og endar tað við, at vit fara frá núvernadi ferðlsuni niður til at flogið bara verð- ur annan ella kanska triðja hvønn dag, so er nógv mist, vísti hann á. Men kortini lat hann ongan iva vera um, at tað bara eru fyrimunir við eini útbygging. Og uppskot og tekningar finnast í hópatali. Fitt av fólki hevði leitað sær á fund í Miðvági miku- kvøldið. Men nakað nýtt anna enn, at semja tykist vera um, at flogvøllurin skal verða i Vágum, hildu tey flestu, Sosialurin fekk orð á eftir fundin, seg ikki hava fingið burturúr. Politikararnir tykjast ov upptiknir av at gjara við politiskum lyftum við egn- um vinningi fyri eyga, hildu fólk, tá tey fóru av fundi. Tunnilin bjargaði flogvøllinum Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri, v.m., heldur ongan vinning vera í at útbyggja flogvøllin, um úrslitið verður, at flogførini gerast størri og fráferðirnar harvið færri. Tí ferðafólkagrundarlagið veksur ikki, hóast vøllurin verður útbygdur heldur hann Mynd.Edvard Joensen Nakað av fólki var møtt í Miðvági mikukvøldið. Men ikki øll hildu seg fáa nakað nýtt heim aftur við sær annað enn, at semja nú tykist vera um, at flogvøllurin hoyrir til í Vágum Mynd: Edvard Joensen Framrokningar vísa, at talið av pensjón- istum í Føroyum fer at veksa meira enn talið av fólki á ar- beiðsmarknaðinum. Hetta verður størsta samfelagsliga og búskaparliga avbjóðingin næstu árini, sigur búskaparfrøðingur FRAMROKNINGAR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Talið av pensjónistum í Føroyum veksur alsamt. Og tað er líkt til, at tað verður hesin samfelagsbólkurin, sum fer at veksa mest næstu árini. Hetta vísa framrokningar fyri fólkavøkstur í Føroy- um, ið Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur gjørt. Sosialurin fer at við- gera hesar framrokningar meira í komandi útgávum. Drukna í pensjónistum Nógv verður tosað um tað komandi ættarliðið av pensjónistum og teir trupul- leikar ella avbjóðingar, sum hesi fara at merkja fyri samfelagið. Og sambært framrokn- ingunum er nakað um prát- ið. Í framrokningunum hyggja vit eftir tveimum samfelagsbólkum: Fólk í aldrinum 25 til 65 ár, sum vit kunnu rópa fyri fólk á arbeiðsmarknaðinum. Tey eldru enn 65 bólka vit í pensjónistabólkinum. Sum tað sæst aðrastaðni á síðuni verður mett, at talið av pensjónistum veks- ur við 3.571 persónum komandi 27 árini, t.e. í 2030. Sama tíðarskeið veksur talið av teimum 25 til 65 ára gomlu við 3.072. Við øðrum orðum vil hetta siga, at tann samfelags- bólkurin, sum krevur størsta røkt, veksur skjótari enn bólkurin, sum skal verða grundarlagið fyri vælferðini. Lutfalsliga veksa pensjónistarnir nógv skjótari enn aðrir samfel- agsbólkar, men eisini í tali liggur hesin bólkurin á fyrsta plássi. Tað er áhugavert, at vøksturin í tali av pensjón- istum veruliga byrjar at seta ferð á um eini fimm ár - í 2008. Àðrenn 2008 fylgja tey 25 til 65 ára gomlu ógvuliga væl við, men síð- ani byrjar ein týðiligur vøkstur hjá pensjónistum. Størsta avbjóðingin Sjálvur metir Magni Laksá- foss, at vit við hesum fram- tíðarmetingum av pensjón- istum standa yvirfyri størsta avbjóðingini kom- andi tríati árini. - Føroyska samfelagið eigur eina ovurhondsstóra avbjóðing fyri framman, sigur ein avgjørdur Magni Laksáfoss. Avbjóðingin verður í størsta mun at fíggja ans- ingina av teimum eldru og at finna fólk til hesar upp- gávur. Avbjóðingin er í stuttum tann, at samstundis sum at vaksandi talið av eldri fólki vil krevja munandi meiri pening til bæði Ellisheim, Røktarheim, Heimarøkt, Fólkapensión, Sjúkrahús- verk o.l., verður eisini neyðugt at taka arbeiðs- megi úr produktivu vinnuni fyri at brúka til eldrarøkt. Tvs. at vinnan bæði verða sett undir trýst fyri at skaffa meiri pening til íløgur og annað innan eldrarøktina, samstundis sum vinnan má av við arbeiðsmegina. Hetta er tískil ein stór av- bjóðing fyri alt samfelagið, sigur Magni Laksáfoss. Sambært búskaparfrøð- inginum verður neyðugt millum annað at effektivis- era almenna sektorin. - Trupulleikarnir skulu eisini síggjast í ljósinum av, at vit framhaldandi minka um Ríkisveitingina og yvir- taka málsøkir. Hetta merkir jú at vit bæði minka um okkara inntøku, samstundis sum vit »brúka« fólk til onnur ting enn til tey gomlu. Tvs. at vit gera tað enn truplari at taka móti av- bjóðingini, sigur Magni Laksáfoss. Pensjónistar flyta ikki Framrokningarnar - bæði hesar og tær í komandi bløðum - byggja á ta for- treyt, at eingin størri bú- skaparkreppa verður í Før- oyum eins í fimtiárunum ella nítiárunum. Somuleið- is verður ikki roknað við einum ovurstóran øktum eftirspurningi eftir arbeiðs- megi í Føroyum, sum eitt nú kundi gjørt seg galdandi við einari umfatandi olju- vinnu í Føroyum. Men pensjónistar eru tann samfelagsbólkur, sum er lættast at arbeiða við í sambandi við framrokning- ar. - Hesin bólkur hevur eina ógvuliga konstanta adferð. Tey flyta nevniliga ógvu- liga lítið, og mett verður, at gongdin hjá bólkinum ógvuliga sannlíkt verður soleiðis sum framrokning- arnar vísa, sigur Magni Laksáfoss. Framrokningarnar eru gjørdar eftir Sverdrup mod- ellinum, sum verður nógv nýttur í sambandi við tílíkar framrokningar. Fleiri vilja óivað halda, at ikki gevur nakað rætt býti, tí fleiri í undir 25 ár ella yvir 65 ár eru á arbeiðsmarknaðinum. Tað er eisini rætt, men ætl- anin er fyrst og fremst at vísa ein høvuðstendens. Harumframt eru eisini mong eldri enn 25 ár undir útbúgving ella ikki aktiv á arbeiðsmarknaðinum. Lesið meira í Sosialinum í morgin. 2003 23.609 2005 24.169 2008 24.866 2010 25.149 2015 25.850 2020 26.317 2030 26.681 25 - 65 ára gomul Pensjónistar 65- 2003 6.341 2005 6.456 2008 6.807 2010 7.136 2015 7.949 2020 8.670 2030 9.912 Eldrabumba hóttir Greinarøð Greinin á hesari síðuni er tann fyrsta grein- in av trimum, sum Sosialurin fer at prenta komandi dagarnar. Greinirnir snúgva seg allar um framrokningar av fólkatali og sam- anseting av fólki í Føroyum, sum búskapar- frøðingurin Magni Laksáfoss hevur gjørt. Í blaðnum í morgin verður hugt at, hvør gongdin í fólkatali í Føroyum er væntandi komandi árini. C M Y K 5 4