Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Nr. 197 - 17. oktober 2003 7 Undur í Tórshavn. Tað er heitið á møtirøð, sum danski evangelisturin Christian Hedegaard fer at hava um vikuskiftið. Danski evangelisturin er vorðin kendur upp á heilt stutta tíð í Danmark, tí tað sigast at henda sonn undur, tá ið hann hevur møti. Sjúk fólk verða grødd og lamin fara til gongu GRØÐING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Christian Hedegaard, ev- angelistur, hevur nøkur heilt serstøk evni. Hann sigur, at frá tí degi fyri 18 árum síðani, tá hann sjálvur bleiv doyptur við Heilaga Andanum, hevur hann havt hesi evnini til at grøða fólk. – Men tað er ikki eg, sum grøði fólkini. Tað er Grøð- arin av teimum øllum, tað má ein minnast til, sigur ev- angelisturin, sum hevur sæð mangt undrið, síðani hann sjálvur varð frelstur. Hann dugir ikki at siga, hví tað júst fall honum í lut at útinna hesi verk, men hann sigur, at tað hendi, eftir at hann varð frelstur. – Gud tók meg úr einari ungdómstíð, har ongin vón var fyri framman. Og eg ivist ikki í, at hann vil nak- að stórt og gott við mær, sigur Christian, sum hevur sæð túsundavís av menn- iskjum verða grødd av Gudi fyri allar sjúkur heilt frá krabbameini til migrenu. Hann greiðir frá, at tá hann bleiv doyptur, tá kendi hann megina frá Gudi í sær, og hann kundi ikki lata vera við at ganga runt og boða Guds orð. Og á ein ella annan hátt visti hann bara, at Gud hevði nakrar heilt serligar ætlanir við honum. – Ein dagin stóð eg bara inni í íbúðini hjá nøkrum fólkum, uttan at eg heilt visti, hvussu eg var komin higar, sigur hann. Inni í íbúðini vóru tvey fólk. Ein kvinna, sum hevði svullir á rygginum. Christian bað saman við henni og fyri henni. Og so vóru svullarnir burtur. – Við Guds megi hendi tað, sigur hann, sum sjálvur gjørdist stórliga bilsin av hesum. Lamin fór til gongu Hann greiðir frá, at eina- ferð fóru tey til ein lítlan bý í Danmark at hava grøð- ingarmøti. Prestarnir og leiðslan í kirkjuni í býnum vildu als ikki hava tey har, so tey leiðaðu ein skúla til teirra møti. Nógv fólk kom, og á aft- asta bonki sótu prestar og onnur frá kirkjuni, sum vóru komin at forvitnast. Brádliga sigur ein av fólkunum hjá Christiani, at tað situr ein maður í millum fólkini, sum tekur nerva- heilivág, tí hann er so kedd- ur. Hesin maðurin reisti seg upp og kom haltandi við høkjum fram til Christian. Hann hevði sitið í koyristóli í fimm ár, og vónin fyri at koma aftur at ganga var lítil. Tí hann hevði verið í gjøgnum fimm skurðvið- gerðir, sum onki hjálptu og fýra ferðir høvdu læknarnir roynt at sett protesur inn í knøini hjá honum, men onki hjálpti. Hesin maður stóð nú framman fyri Christian Hedegaard, sum bað hann seta seg niður á eitt borð. Síðani spurdi evangelist- urin hann: »Trýrt tú, at Jesus kann grøða teg?« »Ja, tað vóni eg, « svarar maðurin. Men Christian sigur við hann, at tað er ikki nóg mikið, so hann spyr uppaftur, um hann trýr, at Jesus kann grøða hann. Og hesuferð svarar maður- in sannførdur ja. Alt í einum sigur kona henda sjúka mannin, at hon kennir, at hon verður so heit. Evangelistur komin til Føroya at grøða fólk – Tað er ikki eg, sum grøði menniskjuni. Tað ger Jesus ígjøgnum meg, sigur Christi- an Hedegaard, evangelistur, sum hesa vikuna fer at hava grøðingarmøti í læraraskúla- høllini Mynd: Maria Olsen Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at hann fer ikki at blanda seg uppí, um fólk ynskja at fara til grøðingarmøtini, sum nú verða nøkur kvøld í læraraskúla- høllini GRØÐING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Tað má vera upp til hvønn einstakan, um ein ynskir at fara til eitt grøðingarmøti. Tað er ikki nakað, sum eg kann blanda meg uppí, uttan so at onkur kemur til mín og beinleiðis spyr meg, sigur bispur. Hann sigur, at tað er ikki ókent millum manna – kanska serliga uttan- landa – at hendan trúgvin uppá, at tað er meira millum himmal og jørð er vorðin fastari. Men hann heldur kortini ikki, at Vald andanna sending- arnar hava elvt til hetta í Føroyum. Hann heldur, at føroy- ingar eru meira rótfastir í síni trúgv enn í øðrum samfeløgum rundan um okkum, har serliga krist- indómurin nærum hevur verið burtur. – Føroyar eru eitt øðr- vísi samfelag, og eg haldi ikki, at hetta samfelagið kann samanberast við onnur sum til dømis tey eystanfyri, har kristin- dómurin nærum var ólógligur, sigur Hans Jacob Joensen. Bispur heldur tó, at tað er undarligt, at tað verður gjørt soleiðis. – Føroyingar hava liv- að við tí trúnni, at um Gud ger tað, hann vil. Um hann vil grøða, so ger hann tað, um tað er á einum møti ella aðra- staðni, tað hevur ikki havt so stóran týdning. Og tað einasta, sum eg vil ávara í móti er, at vit mugu ikki fáa ta áskoð- an, at tað eru vit, sum ráða yvir Gudi. Tí tað er jú hann, sum ræður yvir okkum, sigur bispur. Hann vil ikki avvísa, at slíkar grøðingar fara fram. Hann hevur hoyrt nógv um tað, og hann sigur, at tað liggur hon- um sera fjart at fara at avvísa tað. – Óansæð hvat verður gjørt ella hvussu, so skal ein ikki seta mark fyri, hvat Gud kann gera, sigur Hans Jacob Joensen, bispur, at enda. Fólk mugu sjálvi taka støðu – Vit mugu ikki fáa ta áskoðan, at tað eru vit, sum ráða yvir Gudi, og tað er tað einasta, sum eg vil ávara í móti hesum viðvíkjandi, sigur Hans Jacob Joensen, bispur Og so sigur maðurin tað sama. Christian spyr, um hann kennir hitan í beinun- um, og tað sigur maðurin ja til. Og so greiðir evangelist- urin honum frá, at tað er Jesus, sum er í ferð við at grøða hann. Og Christian tekur í hondina á honum, og hann reisir seg og fer til gongu. Christian greiðir frá, at summi undur eru størri enn onnur. Men undur tað eru tey øll. – Hesin maðurin gekk upp ígjøgnum einar trapp- ur, og tá hann var komin heilt upp, vendi hann sær og gav eitt hart sigursróp frá sær og takksemi lýsti úr hansara eygum, greiðir Christian frá. Og hann leggur afturat, at øll grótu av gleði, sjálvt prestarnir og hini, sum ikki trúðu, tí nú noyddust tey at trúgva, tí tey høvdu sæð Guds megi við teirra egnu eygum. Øll verða ikki grødd Christian leggur allatíðina dent á, at tað ikki er hann, men Jesus, sum grør fólk. Og tí sigur hann, at tá tað ikki hendir, so kann hann ikki altíð greiða so væl frá, hvør orsøkin er til tað. Hann sigur, at fyri tíggju árum síðani hendi nakað í teirra lívi, sum broytti alt. Teirra tá trý ára gamla dóttir fekk ein blóðpropp í heilan, sum hevði umfat- andi skaðar við sær. Dóttir- in kundi onki sjálv. Men í dag, sigur Christian, síggja fólk, sum ikki kenna hana, ikki, at hon er heilaskødd. – Hon kann so nógv í dag, sum vit fingu at vita, at hon ongantíð fór at kunna, sigur Christian. Men hann sigur, at hetta fekk tey at vaknað. Alt tað, sum tey í teirra gerandislívi trúðu uppá, her hugsar hann um hús, bil, arbeið og so framvegis misti allan týdning. Hann var í holt við lesnað tá, men hann dropp- aði tað og fór undir at lesa gudfrøði ístaðin. – Nógv fólk hava spurt meg, hví eg ikki kann grøða mína egnu dóttur. Eisini mistu vit vermóður fyri nøkrum árum síðani. Hon hevði krabbamein. Eisini um hana eri eg vorð- in spurdur, sigur Christian. – Eg sigi bara, at tað veit eg ikki, men eg spyrji Gud, tá vit einaferð hittast. Og tað ætli eg mær eisini. Men inntil tá spyrji eg ikki. Eg geri bara, sum hann vil og býður mær at gera. Eg havi fingið hesa gávuna fyri onki, og eg gevi hana gleði- liga víðari fyri onki uttan at seta spurnartekin við, sigur Christian Hedegaard. Trúarveking Flest øll munnu minnast Vald andanna sendingarnar í sjónvarpinum. Christian Hedegaard sigur, at hesar sendingarnar hava havt eina ógvusliga trúarveking við sær í Danmark. Fólk byrja at koma aftur í tær ymsu kirkjurnar, tí tey gjøgnum sendingarnar hava fingið eyguni upp fyri, at tað veru- liga er nakað at trúgva uppá. – Men Vald Andanna var jú ikki bara um kristindóm- in, so vit fara út at boða orðið, sigur hann. Hann heldur fram, at orðið frelsa á griskum merkir grøðing, so í grundini er tað ikki so løgið, heldur hann. Og tað er eisini tað, sum hann er komin til Føroyar til. Christian Hedegaard skal hava grøðingarmøti hvørt kvøld í læraraskúla- høllini – tað seinasta sunnu- kvøldið. Hann er spentur uppá, hvat fer at henda, men hann leggur dent á, at tað týdningarmiklasta er, at Guds orð verður boðað. – Sjálvandi eru undrini stór, men tað sum hevur størsta týdningin er, at boð- skapurin kemur út, sigur Christian Hedegaard, og hann leggur afturat, at hann vónar, at fólk koma fyri at síggja Jesus, og at orðið fer at lata eyguni hjá teimum hjástøddu upp. – Nógv fólk hava spurt meg, hví eg ikki kann grøða mína egnu dóttur. Eisini mistu vit vermóður fyri nøkrum árum síðani. Hon hevði krabba- mein. Eg sigi bara, at tað veit eg ikki, men eg spyrji Gud, tá vit einaferð hittast, sigur Christian Hedegaard Mynd: Maria Olsen C M Y K 7 6