Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Nr. 197 - 17. oktober 2003 9 Ein føroyskur Jesus á lørifti Føroyingar fáa nú høvi at síggja ein film við føroyskari talu um Jesus. Ein stór verkætlan, har umboð fyri ymisk- ar samkomur hava luttikið, er komin á mál. Filmurin verður almanna- kunngjørdur í næstu viku FILMUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Nú fáa føroyingar sín egna film í fullari longd um Jesus. Týsdagin í komandi viku verður filmurin almannakunn- gjørdur við eina sam- komu í Norðurlanda- húsinum og kunnað verður um verkætlanina. Jesus-filmurin er upp- runaliga frá 1979, og upptøkurnar eru gjørdar í Ísrael. Filmurin er tveir tímar langur og hevur føroyska talu. Føroysku røddirnar eru millum annað kend fólk úr fjøl- miðlaheiminum og úr leiklistini. Poul Johan Djurhuus, formaður í Umboðs- ráðnum fyri Jesus-film- in, sigur endamálið við filminum vera at siga frá søguni um Jesus. Hann er væl egnaður í kristiligu boðanini og sum frálærutilfar í kirkj- um, kristiligum sam- komum og felagskapum og skúlum. Bæði fyri ung og eldri. Filmurin byggir á Luk- as evangelium. Hann er týddur til fleiri enn 800 mál, og nú eru røddirnar so samskipaðar á før- oyskum eisini. Ein ser- lig útgáva av filminum er saman við frálæru- tilfari á føroyskum gjørd til skúlabrúks. Føroyska verkætlanin er úrslit av goðum sam- starvi milum umboð fyri kirkjur, kristiligar sam- komur og felagsskapir í Føroyum. Tey hava skipað seg í eitt Um- boðsráð við fólki úr fólkakirkjuni, brøðra- samkomuni, hvítu- sunnusamkomuni, kat- ólsku kirkjuni, advent- istakirkjuni, samkomuni Immanuel, Frelsunar- herinum, meinigheitini í Hoyvík og kirkjuligu heimamissiónini. Privatisering av før- oysku kommunu- læknunum kemur ikki upp á tal, sigur Bill Justinussen, men arbeitt verður við fleiri øðrum loysnum á læknatrupulleikan- um. Vaktarskipanin skal broytast, søkt verður eftir læknum aðrastaðni, fleiri skulu útbúgvast og eldri læknar fáa serlig arbeiðskor LÆKNATROT Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Familju- og heilsumálaráð- ið arbeiðir við fleiri loysn- um fyri at loysa akutta trup- ulleikan við kommunu- læknum, sum eru ovbyrj- aðir. Men at gera læknarnar til privatar vinnurekandi, sum teir eitt nú eru í Danmark, er ikki ein partur av nakrari ætlan. – Tað er ikki aktuelt at privatisera læknarnar, og tað haldi eg heldur ikki vera skilagott, sum støðan er nú. Tað er næstan bara Havnin, sum er áhugaverd í so máta, men ein privatis- ering bara í einum øki hevði skapt ójavnar í skip- anini, sum ikki høvdu gjørt hana lættari at umsita. Før- oyar eru ov lítlar til privat- isering, sigur Bill Justin- ussen, landsstýrismaður við familju- og heilsumálum. Nýggj vaktarskipan Í Føroyum eru færri læknar fyri hvønn íbúgva enn aðra- staðni. Í Danmark skulu vera hægst 1600 fólk fyri hvønn lækna. Í ávísum støðum í Føroyum er trýst- ið mangt slíkt. Í Klaksvík eru bara tveir fastir læknar til 6000 fólk, og annar læknin hevur sagt upp. Í Havn eru minst 2000 fólk fyri hvønn lækna, og tveir hava sagt upp. Bill Justinussen sigur, at tey hava ásannað trupul- leikan í Familju- og heilsu- málaráðnum og arbeiða við fleiri loysnum at lætta um læknabyrðuna og fáa fleiri læknar settar í starv. Tann broytingin, sum liggur fremst fyri, er ein umskipan av vaktarskipan- ini, so læknarnir arbeiða minni. Ætlanin er, at taka mørkini burtur millum læknadømini, so tað ikki sita fimm læknar á vakt samstundis í meginøkinum. Tað kundi verið gjørt til, at ein lækni hevur vaktina við einari bakvakt, heldur landsstýrismaðurin. – Tann ætlanin er komin so langt áleiðis, at hon kann setast í verk, tá nýggi bygn- ingurin hjá Landssjúkra- húsinum letur upp í vár, sigur Bill Justinussen. Søkja aðrastaðni Higartil hevur verið søkt eftir læknum í londunum kring okkum, har tey eisini hava læknatrot. Tað hevur ikki givið stórvegis úrslit, og Bill Justinussen sigur, at tey ætla at royna aðrar leiðir eftir læknahjálp. – Higartil hava vit mest søkt í Danmark og Svøríki, men tað fara vit at víðka til eisini at søkja í Íslandi og Týsklandi, har tey hava yv- irskot av læknum í hesum døgum. Trupulleikin hevur verið, at læknarnir skulu vera góðkendir av Sund- hedsstyrelsen og skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Vit fara at royna at gera ta prosessina lagaligari, sigur Bill Justinussen. Hann roknar kortini ikki við, at farið verður longri burtur í fjarskotin lond eftir læknum, tí tað hevði givið trupulleikar. – Tess longri burtur vit koma, tess størri gerst málsliga forðingin, og málsligt samskifti er eitt týdningarmikið amboð hjá fólkum í primeru heilsu- tænastuni. Vit noyðast tí at finna læknar onkustaðni í nærumhvørvinum, sigur Bill Justinussen. Eldri sertreytir Nógvir av kommunulækn- unum í dag eru um tey 60 árini. Teir eru ovbyrjaðir av tungu arbeiðsbyrðuni, og fleiri umhugsa tí at fara úr starvi í úrtíð. Bill Justinus- sen sigur, at arbeitt verður við at gera eina serliga seni- or-skipan, ið kann lætta um hjá teimum eldru læknun- um, so teir halda longri á. – Vit mugu gera tað eitt sindur meiri lokkandi fyri eldru læknarnar at halda fram í nøkur ár í staðin fyri at gevast. Vit kundu givið teimum nakrar serliga treyt- ir. Tað kundi verið við at bjóða teimum meira frítíð og givið teimum ein van- ligan arbeiðsdag uttan vaktir, sum onnur fólk hava, sigur Bill Justinussen. Hvussu er og ikki, so fer ein eldrabumba at raka læknaøkið nakað skjótt, um einki verður gjørt. Fleiri nærkast pensjónsaldrinum, og tí mugu yngri læknar standa klárir at taka við. Landsstýrið hevur hækk- að játtanina á komandi fíggjarlógini til útbúgving av kommunulæknum. Játt- anin er hækkað úr einari upp í 2,3 millónir krónur. – Í 2005 eru fyrstu lækn- arnir liðugt útbúnir til kommunulæknar, og málið er at útbúgva tveir afturat um árið, sum so eru klárir at taka yvir, tá eldri lækn- arnir leggja frá sær, sigur Bill Justinussen. Læknaloysnir uttan privatisering Eldru læknarnir skulu hava serligar treytir, so teir halda longri á, sigur Bill Justinussen Mynd: Maria Olsen Síðst í november fær Tórshavnar býráð svar uppá, hvørji krøv verða sett til eina telduskipan, ið skal samskifta við heilsu- verkið. Hólmgongan millum læknarnar í Havn um eina teldu- skipan er tí helst útsett eina tíð TELDUSTRÍÐ Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Síðst í november hevur ein serfrøðingabólkur undir Heilsumálaráðnum útgrein- að, hvørji krøv skulu setast til framtíðar teldukervið í sjúkrahúsverkinum, segði Bill Justinussen, landsstýr- ismaður, við Jan Christian- sen, borgarstjóra, á fundi teirra millum mikudagin. Býráðið í Havn stendur fyri at taka avgerð um, hvørja skipan kommunu- læknarnir skulu hava, og tað hevur givið høvuð- brýggj. Tvær býráðssam- tyktir siga, at skipanin skal samskifta við allar heilsu- stovnar. Tveir læknar hava roynt eina íslendska skipan, sum teir eru nøgdir við, men hinir læknarnir vilja heldur hava eina danska skipan. Nú bíðar borgar- stjórin eftir, hvat heilsu- verkið kemur til síðst í november. – Serfrøðingarnir kanna, hvørjar skipanir í Norður- londum best nøkta okkara tørv, og vónandi fáa vit sagt við tey, sum skulu vera partar av skipanini, hvørja skipan vit fara at velja, sig- ur Bill Justinussen. Eitt avgjørt krav verður, at skipanirnar skulu sam- skifta, og Bill Justinussen viðgongur, at helst verður talan um eina journal fyri hvønn sjúkling, men hann undirstrikar, at tað enn ikki er viðgjørt politiskt. Tað er annars tankin um eina sentralskrá, sum ræðir fleiri kommunulæknar í Havn. Trygdin er best, um upplýsingarnar eru í varð- veitslu hjá einstaka komm- unulæknanum, halda fleiri. Aðrir halda, at upplýsingar- nar eru best tryggjaðar í eini og somu teldu. Avgerð um læknateldur útsett Bergur í Garði ávarar ímóti ov stórum bjartskygni, nú Post- verk Føroya skal legg- ast um til alment partafelag. Bremsi- longdin er long, og veruleikin er, at vit í dag hava eitt rakstar- hall á 8-9 mio. krón- ur, og ein umlegging av stovninum fer ikki av sær sjálvum at venda gongdini. Til tað krevst torførar avgerðir, sigur post- verksstjórin POSTVERK FØROYA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 hevur landsstýrið sett pening av til at um- skipa Postverk Føroya til eitt alment partafelag. Ætl- anin at umskipa postverkið verður javnan havd á lofti, men nú tykist sum um, at landsstýrið ætlar at taka avgerandi stigið, og fremja ætlanina í verki. Postverk Føroya hevur seinnu árini havt stórt rakstrarhall, og ætlanin at gera stovnin til alment partafelag er liður í at nú- tímansgera postverkið, so stovnurin fær betri møgu- leikar at venda gongdini. Endamálið er, at Postverk Føroya í framtíðini skal rekast eftir vinnuligum fortreytum, sum skal bera seg fíggjarliga. Stjórin í Postverko Føroya, Bergur í Garði ávarar kortini ímóti ov stórum bjartskygni. – At umleggja postverkið til eitt alment partafelag er ikki nakað universalt middel í sær sjálvum. Vit hava eitt rakstrarhall á 8-9 mio, og tað fer at krevja torførar avgerðir og broyt- ingar fyri at venda tí. Við umleggingini fáa vit størri frælsi at taka stig, vit ikki kunnu í dag. Vit mugu eisini gera okkum greitt, at bremsilongdin er long, og hóast eina umlegging, so verður tað ikki lætt at venda gongdini, sigur Bergur í Garði. Gomul lóggáva Postverksstjórin tekur undir við ætlaninum hjá lands- stýrinum. Hann heldur tað er ógvuliga týdningarmik- ið, at stovnurin verður skip- aður øðrvísi í framtíðini, um rakstrarhallið skal vendast. Postverkið arbeiðir í dag eftir eini lóg frá 1976, og síðan hava stórar broytingar verið í føroyska samfelag- num, uttan at Postverk Før- oya hevur fylgt við. Bergur í Garði vísir á, at lóggávan á postverksøkinum er frá, tá føroyska samfelagið hevði lítlan og ongan infra- struktur og bygdir vóru utt- an vegasamband. Tað kann ikki verða nøktandi at ar- beiða undir slíkur fortreyt- um, sigur hann. Bergur í Garði er sann- førdur um, at rættast hevði verið at rikið postverkið eftir vinnuligum fortreyt- um, har stovnurin kann taka avgerðir uttan at taka polit- isk fyrilit. – Stovnurin eigur í fram- tíðini at verða rikin á vinnuligum fortreytum, har prísirnir verða settir meira rationelt, enn teir verða í dag. Verður endaliga stigið tikið politiskt, so er týdn- ingarmikið, at umskipanin verður gjørd ordiliga. Vit eru seinasta postverkið, ið ikki verður rikið vinnuliga, og skal ræðisrættur og ábyrgd fylgjast, so má um- leggingin gerast, sigur postverksstjórin. Samsvarar ikki Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 stendur landið til rinda 32. mio krónur í partapeningsinnskoti í Postverk Føroya. 36 mio. krónur er settar av til íløgur, so játtanin komandi ár javnvigar ikki. Postverk Føroya er í dag niðurslitið og stórur tørvur er á íløg- um, so stovnurin fer at megna at taka ímóti nýggju avbjóðingunum, sum eru fyri framman. Á íløgusíðuni metir post- verkið, at tørvur er á 18 mio. krónur til ábøtur av bygningunum kring landið. Góðar 14 mio. skulu nýtast til tekniskan umbúna, og aðrar fýra milliónir til um- skipanir og íløgur. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm segði við Dimmalætt- ing fyrr í vikuni, at hann var fullgreiðir yvir, at tølini ikki samsvara, og vísti á, at talan er bert um fyribils tøl. Færri deildir Í viðtalu við Dimmalætting var Bjarni Djurholm fá- mæltur, tá hann varð spurd- ur um hvørjar broytingar verða við postverkinum, nú stovnurin skal tillagast til alment partafelag. Postverksstjórin er eisini fámæltur. Hann sigur, at væntandi verða færri deild- ir kring landið. Stovnurin hevur áður gjørt politiska myndugleikan varugan við ynski um færri deildir, men av politiskum áðum hevur ætlanin ikki verið møgulig at framd í verki. Við at stovnurin sleppur úr politiska haftinum og fær størri frælsi, gevur nýggjar møguleikar. – Verður stovnurin gjørdur til alment partafelag fer tað geva postverkinum eitt nýtt perspektiv bæði fyri kund- an og sjálvan stovnin, sigur Bergur í Garði at enda. Posturin langa bremsilongd Bergur í Garði ávarar ímóti ov stórum bjartskygni, nú Postverk Føroya skal leggast um til alment partafelag. Bremsilongdin er long, og veruleikin er, at vit í dag hava eitt rakstarhall á 8-9 mio. krónur, og ein umlegging av stovninum fer ikki av sær sjálvum at venda gongdini. Mynd: Maria Olsen C M Y K 9 8