Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Nr. 197 - 17. oktober 2003 11 Sami floksformaður, ið hevur verið fortalari fyri at sent brøv til ST og proklamera Føroyar sum tjóð, stendur nú og sigur, at hann visti væl, at ST ikki fór at góðkenna nakað, sum ikki semja var um millum Føroyar og Danmark. Hvat hava vit so verið vitni til nú í skjótt seks ár? Tað er púra beint, at trupulleikin við, at Danmark ikki vil góðkenna eina føroyska støðu bert er hypotetiskur, tí ikki minni enn tveir statsministarar hava sagt, at Danmark til eina og hvørja tíð vil viðurkenna eitt føroyskt ynski um loysing, skuldi tað komið so langt. Hetta hevur mangan verið sagt, ikki minst á hesum stað, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, tí partur av samgonguni hevur tosað um, hvussu neyðugt tað var at fáa ST viðurkenning, fyri at kunna verða ein javnbjóðis partur í samráðingunum við Danmark. Vit minnast, hvussu samgongulimir í ramasta álvara tosaðu um at fáa ST at vera eygleiðara við samráðingarnar millum Danmark og Føroyar. Tað er gott, at sjálvt oddafólkini fyri hesar ætlanir nú eru vorðin politiskt vaksin, men tað skerst ikki burtur, at hetta er enn eitt dømi um, at fullveldisætlaninar hava verið lagdar á skeivum grundarlag. Samgongan roynir nú at fáa yvirtøkukósina, ið hevur verið fylgd í meiri enn 30 ár, við undantak, tá Sambands- flokkurin hevur havt løgmann, at síggja út sum eitt tjóðskaparligt frambrot, hóast talan bert er um gamalt vín í nýggjar fløskur. Við undantaki av teimum valskeiðum, har Sambands- flokkurin hevur havt løgmann, so hevur eingin samgonga síðani 1974 verið soltnari enn hendan, tá tað kemur til yvirtøkur. Hvat sigur so formaður Tjóðveldisfloksins? Jú, formaður Tjóðveldisfloksins sigur at "tað er ongantíð meir gjørt enn seinastu tvey árini", tá tað kemur til fullveldismálið og yvirtøkur. Hetta bleiv eisini sagt uppundir seinasta val, hóast man hevði brúkt eitt heilt valskeið at gingið eina blindgøtu. Tá man allatíðina tosar í superlativum, so er ringt hjá uttanfyristandandi at síggja nær skil er í, og nær talan er um fagurmáling av veruleikanum. Søguligi veruleikin er, at tann flokkur, ið hevur staðið á odda fyri flest yvirtøkum, bevíst varð settur uttanfyri ávirkan. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki formátt sær nógv á sjálvstýrisleið, uttan í teimum valskeiðum, har hann var í samgongu við Javnaðarflokkin. Vit kunnu nevna Post- verkið, Vaktar og Bjargingartænastuna, umsitingina av skúlaverkinum, 200 fjórðinga markið, undirgrundin, blokkstuðulsskipan ístaðin fyri refusión o.s.fr. Alt hetta bleiv uppnátt við einum skilagóðum konsensuspolitikki, ið hevði breiðan uppbakning millum fólk, tí bert ein flokkur, Sambandsflokkurin, var konsekvent ímóti. Vónandi kunnu vit venda aftur til politiskar raðfestingar við breiðari undirtøku í fólkinum, nú allir flokkar íroknað Tjóðveldisflokkin eftir øllum at døma hava avfunnið seg við at verða verandi í ríkisfelagsskapi nógv ár fram. Kom- andi orðaskifti um ein yvirtøkuleist kann vónandi vera fyrsta stigið á hesi leið, eini leið, sum byggir á konsensus og breiðari undirtøku í fólkinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Heimastýrisyvirtøkur og ST VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnleif Guttesen býráðslimur á Tvøroyri Okkara kæri fíggjarmála- ráðharri og løgmaður hava ein varandi frágreiðings- trupulleika yvir fyri komm- ununum og teirra borgar- um. 4. mars 2003 legði Karsten Hansen lands- stýrismaður fram uppskot til løgtingslóg um lands- skatt og kommunuskatt, har kommunurnar aftur eina- ferð blíva reyvrendar. Fyri at nikkudukkurnar í samgonguni, serstakliga teir sum eru kommunu- stýrislimir, skuldi góðtaka hetta uppskot bleiv við- merkt fylgjandi. "Broytingarnar merkir tó ikki, at kommunurnar frameftir einki endurgjald skulu fáa í 2003 fyri tað, tær mistu í samband við skattalógarbroytingarnar fyrst í 2002. Ætlanin er at innroknað í ta kompensatiónina, ið kommunurnar koma at fáa frá landinum í samband við, at eldraøki verður lagt út til kommunurnar. Skuldi tað víst seg, at hetta ikki ber til, verður uppskot lagt fyri tingið um serligt útgjald til kommun- urnar við endan av 2003." (undirstrikað av undirrit- aða). Eldraøki blívur ikki út- lagt nú, so hvar á komandi fíggjarætlan er kompensa- tiónin til kommunurnar harra Karsten Hansen? Orðaskvaldrið frá lands- stýrismonnum um, at turka útreiðslur av á kommunur- nar blívur við og tí má tað verða uppá sítt pláss at siga frá, at Tvøroyrar býráð hev- ur viðtikið, at kommunun- an vil ikki verða við til at yvirtaka nakað sum helst frá landinum undir verandi støðu. Kritlarar? Karolina Lindberg Vágur Jeg sidder i skrivende stund i Våg hvor min mand og jeg har været på ferie i en mån- ed, men som nu ufrivilligt er blevet til fem uger i stedet for. Vit skulle være rejst til Danmark med Norrøna den 9. i denne måned, og kørte torsdag eftermiddag i god tid fra Våg, og kom til Drelnes en god halv times tid før Smyril skulle sejle. Vit blev vinket ind i en kø med mange biler og stod og ventede på at komma om- bord. Jeg selv var gået om- bord på skibet. Pludselig blev jeg kaldt ned på bil- dækket, med besked om at vores bil ikke kunne kom- me med, fordi der ikke var flere pladser og at vi skulle have givet besked da vi ankom til Drelnes om at vi skulle videre med Norrøna. Så er det at jeg undrer mig over hvorfor i al verd- en at den styrmand der gik på kajen og henvendte sig til flere bilister ikke spurgte os hvor vi skulle hen. Vi er kørende i en bil med gule danske nummerplader, det alene burde få en klokke at ringe hos den gode mand, som efter min mening ikke er sin opgave voksen. Et godt råd fra mig vil være at der på kajen bliver levnet en bane med et skilt der henviser rejsende der skal med Norrøna at køre ind. Sådan at de rejsende som er fuldstændig uvidende om det kaos på kajen selv kan plasere sig rigtigt. Jeg har ladet mig fortælle, at vi er ikke de første rejsende der skulle med Norrøna der er blevet afvist på denne her arrogante måde. Jeg be- klager meget tilstandene og håber inderligt at den slags kan undgås i fremtiden. Til Strandfaraskip Landsins Enska týðingin av skald- søgu Gunnar Hoydals »Under Southern Stars« verður løgd fram í Klingr- uni í Norðurlandahúsinum leygardagin hin 25. oktober klokkan 14:00. Hetta er fyrsta føroyska skaldsøga, sum er týdd beinleiðis til enskt mál. Tað er enska forlagið Mare's Nest, sum gevur søguligu bókina út. Marjun Stewart, sum býr í Edinburgh, hevur umsett bókina beinleiðis úr før- oyskum til enskt. Marjun, sum er ættað úr Føroyum og gift til Skottlands, hevur eisini umsett tvær aðrar skaldsøgur beinleiðis úr føroyskum til enskt. Tær eru »Rannvá« eftir Dagmar Joensen-Næs, sum fyrstu ferð kom út í 1971 og »Blíð er summarnátt á Føroya- landi« eftir Jógvan Isaksen, sum fyrstu ferð kom út í 1990. »Undir suðurstjørnum« er fyrsta umseting hjá Marjuni Stewart, sum verð- ur givin út í bók. Norður- landahúsið og Britsh Arts Council hava stuðlað ensku útgávuni. Á myndini sæst Gunnar Hoydal við bókini »Under Southern Stars« »Under Southern Stars« UTTAN ÚR HEIMI Sonurin vann Forsetaval hevur verið í gamla sovjetlýðveldinum Aser- bajdsjan, og sum væntað vann Ilham Alijev valið. Hann er sonur fráfarandi forsetan, Heidar Alijev. Sambært valnevndini fekk Ilham Alijev meiri enn tey 50 prosentini av atkvøðunum, sum vóru neyðug fyri at vinna valið. Tað var greitt, longu tá góð 70 prosent av atkvøðunum vóru taldar. Tann, sum hevði fingið næst- flestar atkvøður, hevði bert fingið góð ellivu prosent. Andstøðan í Aserbajdsjan hevur leingi lagt myndug- leikarnar unvir at hava havt ætlanir um valsvik, og ill- grunin er ikki minkaður aftan á valið. Ilham Alijev skal taka við eftir tann 80 ára gamla faðirin. Hann hevur livað illa í seinastuni. Serbar krevja endurgjald Avvarðandi hjá tíggju fólkum, sum doyðu, á NATO- flogfør bumbaðu serbiska býin Varvarin, krevja nú at fáa endurgjald frá týska statinum. Saksøkjararnir siga, at bumbuálopið var brot á Geneve-sáttmálan. Tey siga, at NATO-flogførini bumb- aðu eina brúgv um ánna Donau, sjálvt um flogskipar- arnir vistu, at nógv fólk vóru á brúnni, tí álopið var ein dag, sum er vanligur serbiskur marknaðardagur. Serb- arnir vilja eisini vera við, at brúgvin hevði ongan hern- aðarligan týdning og átti tí ikki at verið eitt álopsmál. Serbarnir vilja hava 25 milliónir krónur í endur- gjaldi, men týska stjórnin sýtir fyri at gjalda. Stjórnin sigur, at flogførini, sum bumbaðu brúnna í Varvarin, vóru ikki týsk. Serbisku saksøkjararnir hava kortini valt at koyra málið í rættin, og teir fáa stuðul frá fleiri týskum mannarættindafelagsskapum. 51 tíðindafólk deyð í ár Ein uppgerð hjá altjóða blaðfelagsskapinum vísir, at higartil í ár eru 51 tíðindafólk dripin, meðan tey hava verið til arbeiðis. Uppgerðin vísir týðiliga, at tað er vandamikið at vera tíðindafólk í krígsherjaðum økjum. Av teimum 51, sum eru deyð higartil í ár, doyðu 16 í krígnum í Irak, sjey hava latið lív í tí borgarakrígsherjaða Bolivia og seks í Filipsoyggjunum. Árið í ár er munandi verri enn í fjør, sigur altjóða blaðfelagsskapurin. Í fjør doyðu 46 tíð- indafólk, meðan tey vóru til arbeiðis. Formaðurin í altjóða blaðfelagnum, Timothy Bald- ing, sigur, at gongdin er ræðandi, og at hetta vísir, at bæði politiskir myndugleikar og fjølmiðlafelagsskapir eiga at leggja størri dent á at verja tíðindafólkini, eisini í krígsherjaðum økjum. Tiltøk ímóti Sýrialandi Amerikanarar hava nú gjørt av at revsa Sýrialand, tí landið sambært amerikonskum myndugleikum stuðlar yvirgangsfelagsskapum. Við 398 atkvøðum fyri og fýra ímóti hevur Umboðs- mannatingið í Washington samtykt at seta tiltøk í verk ímóti Sýrialandi. Roknað verður við, at sýrar sleppa ikki at innflyta so nógvar amerikanskar vørur, sum teir hava gjørt, og harafturat fara amerikanarar at skerja sín- ar íløgur í landinum. USA fer helst eisini at skerja sítt diplomatiska virksemi í Sýrialandi, og rásarúmið hjá sýriskum diplomatum í USA verður helst eisini skert. George W. Bush, forseti, hevur leingi verið ímóti at revsa lond við tílíkum tiltøkum, men í síðstu viku segði hann, at hann er til reiðar at taka undir við tí, sum Um- boðsmannatingið og Senatið samtykkja. Samtyktin í Umboðsmannatinginum skal góðkennast í uttan- ríkispolitisku nevndini hjá Senatinum, og síðani skal hon fyri Senatið. Fyri fyrstu ferð vóru útlendingar offur fyri bumbuatsóknum í teimum palestinsku økjunum, tá ein bumba mikudagin sprongdi ein amerik- anskan diplomatbil í luftina. MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikanararnir eru skelk- aðir av myndunum av leivdunum av Cherokee- bilinum, sum fór í smildur, tá ein fjarstýrd bumba brast undir honum mikudagin. Í og uttan fyri bilin lógu lík- ini av trimum amerikonsk- um trygdarmonnum, og ein fjórði varð í skundi fluttur á sjúkrahús illa særdur. Amerikonsku trygdar- menninir koyrdu eftir ein- um høvuðsvegi á markin- um millum Ísrael og Gaza- geiran. Hetta er ein vegur, sum amerikanskir diplo- matbilar vanliga nýta, og tí er spurningurin, um bumb- an var ætlað amerikonskum diplomatum. Tað ætla amerikanararnir sær at kanna sjálvir. Amer- ikanski sendiharrin í Ísrael, Dan Kutzer, sigur, at hann og stjórnin í Washington eru skelkað av tilburðinum, og Bush, forseti, hevur lovað, at teir seku skulu finnast og revsast. Men hvørjir eru teir seku? Teir víðgongdu fel- agsskapirnir Hamas og Islamskt Jihad hava avsann- að, at teir høvdu nakað við atsóknina at gera, og tað hevur fingið summi at gita, at al-Qaeda kanska er farið at gera vart við seg í teimum palestinsku økjunum. Politiskir eygleiðarar í Miðeystri siga, at amerik- anarar eru illa umtóktir millum palestinar , sum halda, at USA stuðlar Ísrael og tess framferð, men hig- artil hava teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnir ikki søkt at amerikanarum. Hinvegin hava amerikanar- ar verið álopsmál í Jemen, Libanon, Saudiarabia, Jordan og í Irak, og amer- ikonsku myndugleikarnir hava illgruna um, at al- Qaeda skipaði fyri fleiri av hesum atsóknunum. Tí eru tað fleiri, sum halda, at álopið á diplomat- bilin í Gaza boðar frá einari broyting í stríðnum í Mið- eystri. Sambært amerikonsku sendistovuni í Tel Aviv komu amerikonsku trygdar- menninir í friðarligum ør- indum til Gaza. Teir skuldu tosa við nakrar palestinskar studentar, sum høvdu søkt um at sleppa á lærdar há- skúlar í USA at lesa. Bumban í Gaza broytir Miðeystur-stríðið Amerikanski diplomatbilurin fór í smildur av bumbuni Amerikanska samveldisløgreglan fór í gjár undir at kanna, hvussu tað kundi bera til, at ferjan "Andrew J. Barberi" rendi á eina av bryggjunum í Staten Island í New York fyrrakvøldið. Vanlukkan kravdi tíggju mannalív, og 34 fólk fingu skaða. Vanlukkan er tann ringasta, síðani ferjusamband varð skipað millum Staten Island og Manhattan fyri 98 árum síðani Ferjan rendi á bryggjuna C M Y K 11 10