Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Nr. 197 - 17. oktober 2003 13 Síðan Formel 1 kapp- koyringin 2003 byrj- aði tann 9. mars, hev- ur Føroya Shell boðið øllum starvsfólkun- um á føroysku bila- fyritøkunum at vera við til Shell Helix Grand Prix 2003 kappingina. Vinn- ararnir blivu funnir mikudagin 15. oktober TÍÐINDASKRIV Í sambandi við Formel 1 kappkoyringina í ár hevur Føroya Shell skipað fyri stóru kappingini Shell Helix Grand Prix 2003 í Føroyum. Kappingin var fyri øll starvsfólk á før- oysku bilasølunum og bil- verkstøðunum kring landið. Líknandi kapping hevur eisini verið á donskum bil- verkstøðum. Kappingin var ókeypis, og starvsfólkini skuldu bert ringja til eitt ávíst telefon- nummar og svara trimum ymiskum spurningum. Fyrsti og annar spurningur vóru altíð teir somu. Fyrsti spurningur var: Hvat nummar bleiv Michael Schumacher í dag?, og annar spurningur: Hvat Formel 1 -team er fremst í kappingini í løtuni?. Triði spurningur hevði nakað við olju at gera. Hesir spurn- ingar vóru ongantíð teir somu, sum t.d.: Hví er tað altíð eitt gott hugskot at kanna oljuna á motorin- um? ella: Hvør koyring slít- ur mest uppá motorin?. Umframt fleiri smáar vinningar sum vóru drignir eftir hvørt einstakt Grand Prix, so vórðu høvuðsvinn- ingarnir drignir mikudagin 15. oktober. Høvuðsvinn- ingurin var ein ferð til Formel 1 í San Marino í Italia, sum er "heimabanin" hjá Ferrari, so har verður eisini vitjað á Ferrari verk- smiðjuni í Maranello. Annar vinningur var tvey pláss á einum "koyritekn- iskum skeiði" har teir báðir vinnararnir millum annað sleppa at koyra í einum Ferrari "rasara". Triði vinn- ingur var fimm Ferrari/ Shell jakkar. Kappingin snúði seg um at fylgja Formel 1 kapp- ingini í 2003 og innan 24 tímar aftaná hvørt Grand Prix at svara teimum trim- um spurningunum pr. tele- fon. Har fekk tann sum ringdi beinanvegin at vita, um hann hevði vunnið ein minni vinning. Somuleiðis vórðu stig spard upp til teir størru vinningarnar, sum blivu drignir 15. oktober. Tveir teir fyrstu spurn- ingarnir góvu 100 stig hvør, og tann triði spurningurin sum hevði nakað við olju at gera, og var lærandi gav 200 stig, t.vs. fult stigatal fyri hvørt Grand Prix var 400 stig. Kappingin fevndi um 11 Grand Prix, og sostatt var tað mesta tú kundi fáa 4400 stig. Tey sum vóru við í luta- kastinum um høvuðsvinn- ingin vóru bert tey, sum høvdu fult stigatal. Tey sum sluppu við í lutakastið um 2. vinningin, vóru tey við 4200 - 4400 stigum. Tey sum vóru við í lutakastin- um um 3. vinningin, vóru tey við 4000 - 4400 stigum. Vinnarin av ferðini til San Marino var • H.J. Kollsker, Bilverk- staðið v. H.J. Kollsker, á Hjalla Vinnararnir til koyritekn- iskt skeið vóru • Tummas Vilhelm, P/F Meinhardt Arge, Tórs- havn • Ásmund Joensen, P/F Johs. Berg, Tórshavn Vinnararnir av Ferrari/Shell jakkum vóru: • Poul Johan Dahl, P/F Wenzel, Tórshavn • Mogens Petersen, SP/F Mogens Petersen, Trong- isvágur • Tom Villy Magnussen, SP/F Oyri, Vágur • Jákup Midjord, SP/F Mogens Petersen, Trong- isvágur • Magnus Kristensen, SP/F Mogens Petersen, Trong- isvágur Leggjast kann afturat, at Formel 1 í 2003 var eitt gott ár fyri Ferrari og Shell, har Michael Schumacher bleiv heimsmeistari og Ferrari samstundis vann heims- meistaraheitið fyri lið samanlagt. Til Formel 1 kappingar hevur Shell latið brennievni til Ferrari í mong ár, samstarvið byrjaði í 1950. Áliga hevur Ferrari brúk fyri, at Shell letur 300 oljuveitingar á 24 koyribreytum í 15 ymiskum londum. Vinnarar av Shell Helix Grand Prix 2003 Vinningarnir vórðu drignir mikudagin 15. oktober 2003. Til dráttin vóru frá Føroya Shell: Erling í Liða, Sølu- og marknaðarleiðari, Victor Carlsen, sølumáður, Vónbjørt Sørensen, skrivstovukvinna, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum, sum dró vinningarnar. Mynd: Maria Olsen FERÐSLUVIÐURSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leirvíkingar halda tað vera undarligt, at bert ein miljón verður sett av til forkann- ingar til tunnil ár 2005, tá ið landsstýrismaðurin sam- stundis sigur, at verður vegur bygdur í staðin, kann arbeiði byrja so gott sum beinanvegin. - Vit skilja ikki, hví for- kanningarnar til tunnilin skulu bíða so leingi, tá ið peningur eftir øllum at døma kann útvegast til vegagerð, sigur Filip Han- sen 370 leirvíkingar skrivaðu undir borgarakravið um, at ferðsluviðurskftini í Leir- vík verða loyst, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Hetta svarar til 75% av teimum, sum seinast vóru á vali í Leirvík. Mánadagin handaðu teir báðir, sum tóku stig til at savna undirskriftirnar, Filip Hansen og Sørin Lisberg, skrivið saman við undir- skriftunum til formannin í Leirvíkar kommunu, Sjúrð Eliasen og landsstýris- mannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm. Tá ið Sjúrður Eliasen tók ímóti undirskriftunum, segði hann, at Leirvíkar bygdarráð fer at taka skrivið til eftirtektar og við- gera tað á fundi. Bygdar- ráðið fer eisini at taka støðu til, hvørji stig skulu takast. Bjarni kommenteraði Seinni hendan dagin, sum skrivið varð handað Leir- víkar kommunu, handaðu Filip og Sørin eisini lands- stýrismanninum í vinnu- málum, Bjarna Djurholm, skrivið saman við undir- skriftum. - Bjarni vildi líkasum kommentera málið beinan- vegin. Skiltu vit hann rætt, segði hann, at skal loysnin uppá ferðsluviðurskiftini í Leirvík framskundast, fáa leirvíkingar ikki tunnil, men ein veg í staðin. Filip vísir á, at Bjarni minti á løgtingssamtyktina um tunnil og segði, at ein milj. krónur verða settar av til forkanningar ár 2005. - Bjarni segði eisini, at verða ferðsluviðurskiftini í Leirvík loyst við einum vegi heldur enn tunli, kann arbeiði fara í gongd næstan beinanvegin. Hann heldur, at hesi út- talilsi kunnu tykjast mót- sigandi. - Tað, sum leirvíkingar í fyrsta lagi vilja, er, at skjøt- il verður settur á, soleiðis at fólk síggja, at ein loysn stundar til. Filip heldur, at er pening- ur tøkur at byggja ein veg fyri beinanvegin, er torført at skilja, hví leirvíkingar skulu bíða heilt til ár 2005, áðrenn ein milj. krónur kunnu nýtast til forkann- ingar til tunnil. - Hetta fáa vit ikki rætti- liga at hanga saman, leggur hann dent á. Ætlanin óneyv Filip sigur, at leirvíkingar vildu ógvuliga fegnir, at ein partur av tí peningi, sum sambært Bjarna Djurholm kann útvegast til vegagerð, verður brúktur beinanvegin til tunnilsætlanina, soleiðis at fólk kunnu liva í vissuni um, at bøttu ferðsluviður- skiftini ikki liggja alt ov langt frammi. - Vit halda, at tíðarætlan- in við tunlinum, soleiðis sum landið liggur, er ógvul- iga óneyv, og tí kenna fólk seg heldur ikki trygg við viðurskiftini. Filip vísir á, at eitt er samtyktin um hasa einu miljónina. - Men ein slík samtykt kann jú altíð broytast við eini nýggjari samtykt. Hann leggur dent á, at leirvíkingar als ikki skilja, hví bíðast skal so leingi eftir forkanningunum. - Høvdu týðilig tekin ver- ið um, at myndugleikarnir ætla at loysa tey viðurskifti, sum verða, tá ið Norð- tunnilin letur upp, høvdu vit verið tryggari við um- støðurnar. Fólk eru glað Filip heldur annars, at fólk sum heild eru ógvuliga glað, nú ljós er varpað hetta mál. - Eg haldi, at viðurskift- ini hjá okkum her í Leirvík hava verið alt, alt ov lítið frammi við atliti til Norð- oyatunnilin og ta øgiligu ferðslu, sum verður gjøg- num Leirvíksbygd, tá ið tunnilin letur upp, sigur Filip Hansen at enda. Bjarni Djurholm mótsegði sær sjálvum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 17. oktober. Florentinus, deyður umleið 1525. Biskupur í Orange í Fraklandi; kendur úr søguni av fleiri kirkjufundum, har hann hevur verið við, men annars vita teir einki um hann at siga. Mikkjal á Ryggi er føddur hendan dagin í 1879. Andrew Godtfred 90 ár Í dag fyllir Andrew Godt- fred 90 ár. Fyrst í sjeytiár- unum flutti hann til Havnar úr Vági, har hann tá í mong ár hevði selt olju fyri Shell. Sum ungur sigldi An- drew fleiri ár við Norð- farinum, sum Jóhan, bróðir hansara, førdi. Andrew var motorpassari og fór á motorpassaraskúla, men tók síðani stýrimansprógv í Havn og skipsføraraprógv í Keypmannahavn. Hetta var fyri kríggið, og heimaftur- komin fór hann at føra Silver Spray, sum pápi hansara átti. Foreldrini hjá Andrew vóru Kristina og Jóhan Andreas Godtfred, vanliga nevndur Dias á Heyggi. Tey vóru bæði úr Porkeri, men búsettust í Vági, har Dias hevði skip, fiskavirki og handil. Andrew sigldi øll krígs- árini og nøkur ár eftir tað, men fór so í land og var leiðari á hvalastøðini í Lopra, áðrenn hann gjørdist oljusølumaður. Tað var fyrst í fimmtiárunum, og oljusøluna hevði hann tey næstu umleið 20 árini. At selja olju var at hava handil, sum ongantíð var stongdur. Mia, kona hans- ara, passaði telefonina, og Andrew koyrdi olju og hevði roknskapin. Mangan uppringd á hálvari nátt, tí ein oljufýring var slóknað, tangin tómur ella okkurt skipið skuldi bunkra. Smølu vegirnir í sunnaru helvt av Suðuroynni í fimmti- og sekstiárunum kundu vera hættisligir. Serliga at fara um Hestin í kavaroki. Men ikki vildi Andrew, at nakar skuldi sita kaldur. Nei, so heldur biðja mann koma við sær, sum kundi hjálpa honum at grava, um oljubilurin stóð fastur á veg til Sumbiar. Slíkir túrar gjørdust drúgv- ir. Tá ið tey fluttu til Havn- ar, fór Andrew til skips aftur. Hann fiskaði við nótaskipunum hjá Eileri Jacobsen og var stýrimaður við Kubabátunum hjá Skipafelagnum á vaktar- haldi við oljuboripallarnar í Norðsjónum. Seinni av- loysti hann sum tollari um summarið og var náttarvakt á Tórshavnar Skipasmiðju. Andrew var 79 ára gamal, tá hann hevði sín seinasta arbeiðsdag. Mia fór eisini út at arbeiða, fyrst í køkin á Hotel Hafnia og síðani á Frímerkjadeildina. Mia kom til Vágs sum smágenta. Foreldur henn- ara vóru Inga og Gunnar Danielsen úr Søldarfirði, og tey fluttu suður, tí hann førdi skip hjá J. Dahl á Gørðunum. Mia og Andrew giftust í eini daprari tíð. Í november 1940 gekk seinni heims- bardagi á øðrum ári, og før- oyingar mistu fólk og skip. Hóast Andrew førdi Silver Spray manga vandaferð millum londini, komu skip og manning tó aftur í øllum góðum. Mia og Andrew fingu fýra børn. Andrew, sum búði í Havn, doyði í 1999. Gunnvør býr í Næstved, Bergur býr í Leynum og Bogi í Havn. Tey, ið vilja heilsa uppá Andrew, eru vælkomin í føðingardag á Hotel Hafnia fríggjadagin 17. oktober frá kl. 15-18. Ivan Carlson 50 ár Í dag fríggjadagin 17. ok- tober fyllir Ivan Carlson leiðari á Loranstøðini á Eiði 50 ár. Ivan er av Tvøroyri, son- ur Oliviu og Hákun Carl- son. Hann er útbúgvin svak- streymsverkfrøðingur og arbeiddi á eini Loranstøð í Grønlandi í nøkur ár. Hann kom til Loran- støðina á Eiði í 1983, og tá leiðaraskifti seinni fór fram har, bleiv Ivan settur sum leiðari av støðini. Seinni tá leiðarin fyri allar vitarnar í Føroyum, Leon Heinesen, fór frá fyri aldur, bleiv Ivan eisini settur sum leiðari fyri vitarnar. Manningin á Loranstøð- ini eru í starvi hjá Far- vandsvæsenet í Danmark. Ivan er giftur við Alice, sum er donsk, tey tey búgva á Eiði og eiga fýra synir: Asbjørn, Birgir, Christian og David. Ein Noregsferð í 1975 har Alli og Maria Hansen av Argjum, saman við øðrum úr streingjakórinum í Havn vóru á einum norskum sangskeiði, var íblásturin til sangskeiðini hjá Heimamissiónini sum byrjaðu í 1978 25 ár eru liðin síðan sang- skeiðið hjá Heimamissión- ini varð hildið fyri fyrstu ferð. Ein Noregsferð í 1975 har Alli og Maria Hansen av Argjum, saman við tveimum øðrum úr streingjakórinum í Havn vóru á einum norskum sangskeiði, var íblásturin til hesi sangskeið hjá Heima- missiónini sum byrjaðu í 1978. Fyrsti kórleiðararnir vóru danin Ole Weber og norð- maðurin Trond Andersen. Tey fyrstu 16 árini var skeiðið hildið í ymsu bygd- unum í Føroyum. Seinastu árini hava skeiðini verið í Leguhúsinum í Nesvík. Øll árini hava útlendskar kórleiðarar leitt hesi skeið. Í ár er tað norðmaðurin Jon S. Lotterud, sum leiðir kór- ið. Hann var eisini her í 1997. Yvir tvey hundrað fólk teknaðu seg til sangskeiðið í ár, sum byrjaði sunnu- kvøldið 12. oktober. Kórið venur umleið 4 tímar hvønn dag. Harafturat eru eisini bíbliutímar og møti á skránni, har eru øll væl- komin. Ymiskt verður fyri børn- ini, eitt nú barnakór. Sangskeiðið endar við konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygardagin 18. oktober kl. 17.00. Heimamissiónin sangskeið í 25 ár Sangskeiðið 2003 í Leguhúsinum í Nesvík C M Y K 13 12