Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 17. oktober 2003 15 Ein upplivingarrík ferð at enda komin Í Washington er heilt øðrvísi enn í New York, meira friðarligt og meira trø og vøkst- ur. Vit hava sæð The Capitol, Hvítu Húsini og annars vitja søgu- lig støð og annað. Ein spennandi og minni- lig ferð er um at vera komin at enda. NEW YORK Heðin Mortensen Mánamorgunin 13. oktober var túrurin í New York at enda komin, og farið varð við bussi til Washington D.C. klokkan 10 fyrrapart- in. Hetta var sjálvan Col- umbus-dagin, sum er frí- dagur í USA, og sera nógv ferðsla var á vegunum, so vit vóru ikki frammi fyrr enn klokkan 17. Veðrið var av tí allarbesta við sól av bláum himli, so tað var sera vakurt at hyggja út, meðan vit koyrdu. Afturímóti New York, so er her sera nógvur vøkstur og nógv trø, og leyvið á trøunum er nú við at skifta til teir eyðkendu heystlitirnar, sum røkka frá gulum til myrkareytt. Ótrú- liga vakurt. Her er í Washington er heilt øðrvísi enn í New York. Her er meira friðar- ligt og ikki so nógv ferðsla í gøtunum, sum eru sera breiðar. Vit búgva á einum hugnaligum gistingarhúsi í Georgetown. Tað tekur ein góðan tíma til gongu hiðani til miðbýin. Fyrsta kvøldið spákaðu vit okkum ein túr her í Georgetown, og eftir Key- brúnni, sum er uppkallað eftir Francis Scott Key, ið yrkti sangin »The Star Spangled Banner« í 1812, sum í 1931 gjørdist tjóð- sangurin hjá amerikanarum. Gestir hjá danska sendiharranum Fyrrapartin týsdagin var fundur á donsku sendistov- uni, har sendiharrin Ulrik Federspiel tók ímóti og greiddi frá arbeiðnum har. Seinnapartin vórðu vit víst runt í The Capitol, har kongressin heldur til. Ótrúliga flottur bygningur við nógvum standmyndum, málningum og útskering- um. Ikki minst var stóri kupulin eitt satt meistara- verk, prýddur av listamonn- um úr Italiu. Vit vóru eisini í høllini, har umboðsmannatingið heldur til. Tað telur 435 lim- ir, harav 65 eru kvinnur. Í senatinum eru 100 limir, og 10 av teimum eru kvinnur. Vit fingu eina rúgvu at vita um arbeiðsgongdina har í bygninginum, og eisini gjølliga frágreiðing um tey ymsu tíðarskeiðini, bygningurin er bygdur. Um kvøldið vóru vit til døgurða hjá sendiharran- um, sum hevur íbúð beint við sendistovuna. Í hesum sambandi kann eg líka nevna, at beint yvir av sendistovuni býr Hillary Clinton. Søguríkur býur Nógv søguligt er at síggja í Washington, men ikki ber til at vitja øll tey søguligu støðini eftir einum degi, so vit máttu velja nøkur burtur úr rúgvuni. Sjálvandi vóru vit og sóu Hvítu Húsini, men ikki eydnaðist til at sleppa inn. Fingu at vita frá sendistov- uni, at húsini hava verið stongd fyri vitjandi í eina tíð, og at tað tekur umleið ein mánað af fáa atgongu- merki til eina rundvísing. Lincoln Memorial var stórsligið at síggja, eins og Washington-monumentið, og tey liggja í einari snór- beinari linju við The Capi- tol. Eisini vóru vit á søvn- um, eitt nú Holocaust Memorial Museum, sum rúmar alla jagstranina av jødum undir krígnum. Haðani gingu vit til jarn- breytastøðina Union Stati- on, sum er bygd í 1908. Ein sera stórsligin bygningur, sum í fimtiárunum var heilt forfallin. Í nítiárunum er hann renoveraður og húsar í dag matstovum og handlum av øllum slagi, eins og skrivstovum, so har kemur nógv fólk. Framman fyri bygningin er stór stand- mynd av Columbus, sum er avmyndaður við einum indiarara høgru megin og einum europeara vinstru megin. Ferðin endar Í morgin endar ferðin her í USA við at vitja verður í Pentagon og Heimsbankan- um, og vit rokna við, at tað verður ein forvitnisligur túrur. Klokkan 17.30 verð- ur flogið úr Washington aftur til Danmarkar, og eru vit har fríggjamorgunin klokkan 7.30, tí nú skulu vit flyta klokkuna seks tím- ar fram, og tað fara vit nokk at merkja. So var ikki meira at frætta úr USA á hesum sinni. Ein lærurík og minnilig ferð er at enda komin, og gott verður at koma heimaftur til Føroyar. Heðin Mortensen og konan Hjørdis framman fyri Lincoln Memorial 15 14 Nr. 197 - 17. oktober 2003 5 veturgamlir veðrar vigaðu meira enn 90 pund í miðal. – So væl hevur ongantíð skorist áður, sigur Súni í Hjøllum, sum átti stóru veðrar- nar SKURÐUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin Tann lættasti vigaði 78 og tann tyngsti 108 pund. Ikki smávegis seyður, má sigast. Eins og nógvir aðrir menn kring landið, sum eiga ella hava atgongd til jørð, hevur Súni í Hjøllum á Toftum havt tað sum ítriv í fleiri ár at hava heima- seyð. Sama ítriv hevur pápin, Jakku og beiggin, Óli, sum býr í Suðuroy. Seinasta heyst setti Súni 5 veðurlomb við, og nú alt er fingið til høldar, vigaðu hesir 5 veturgomlu veðrar- nir meira enn 90 pund í miðal! Tann størsti vigaði 108 og tann næststørsti 100 pund. Hinir tríggir vigaðu ávikavist 84, 83 og 78 pund. - Hetta er met hjá okkum, sigur Súni. Hann vísir á, at í 1999 vigaði ein veturgamal veðr- ur 104 pund, og tað er næst- størsti seyðurin, hann hevur dripið. Stórir "hálvbrøður" Súni sigur, at veðrarnir hava gingið á Trøðni í Hjøllum. - Pápin, Jakku, hevur helvtina av Trøðni, meðan systkinabarnið, Sámal Olsen, hevur hina helvtina. Tað er á jørðini hjá Sámali, hesir 5 veðrarnir hava gingið. Hann sigur, at veðrurin, sum í ár vigaði 108 pund, er undan eini ær hjá pápanum. - Tá ið eg fekk hetta lambið frá pápa í fjør heyst, vigaði tað um 40 pund, sigur Súni. Næststørsti seyðurin í ár – tann, sum vigaði 100 pund – er, sum eigarin tek- ur til, "hálvbeiggi" til hend- an størsta. Heima og úti - Vit hava eitt seyðahús omanfyri hjá pápa, og her stendur seyðurin inni frá oktober til umleið 20. mai, tá ið hann fer útaftur á trøðna. Súni í Hjøllum sigur, at um veturin fær seyðurin nógv hoyggj og eitt lítið sindur av kraftfóðuri, gras- pillarum og øðrum, sum felir frá borðinum. - Tað er ikki fyrr enn um heystið, at vit veruliga fara at geva seyðinum kraftfóð- ur, sigur hann. Góður heimaseyður í Hjøllum Hesin veðrurin vigaði 108 pund. Hann er undan eini ær hjá Jakku í Hjøllum. Á myndini síggja vit feðgarnar, Súna og Jakku C M Y K 14