Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Skrivstovufólk Lýst verður eftir skrivstovufólki við teldukunn- leika at byrja 29. oktober. Skrivlig umsókn verður at senda til Árstíðirnar innan 22. oktober. Blómuhandilin Árstíðirnar J. C. Svabosgøta 10 100 Tórshavn Tlf. 317400 Snellubátur Vælútgjørdur snellubátur ynskist til leigu. Lat okkum tosa saman. Skriva til: Sosialurin Box 76 · 110 Tórshavn Bill. mrk. 207 Søkt verður eftir fólki til byggiarbeiði Sp/f Bygningstænastan v. Jógvan Joensen Ring á tlf. 222771 www.sosialurin.fo Mikudagin skrivaðu Føroya Banki, Trygd og Stjørnan undir tvey ára sáttmála á einari lítlari móttøku í Føroya Banka í Klaksvík HONDBÓLTUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Hetta er fyrstu ferð, at tryggingarfelagið Trygd ger eina stuðulsavtalu, sum hesa í Klaksvík. Tað eru Føroya Banki og Trygd, sum gera sáttmálan við hondbóltsfelagið Stjørn- una. Andrass Arge, stjóri í Trygd, segði, at Trygd hevur fingið so mikið góða undirtøku í Norðoyggjum, og tískil var ongin ivi frá teira síðu um at gera eina stuðulsavtalu saman við Føroya Banka við Stjørn- una. Til móttøkuna vóru um- boð fyri stovnarnar báðar og hondbóltsfelagið. Nak- rar av kvinnuligu leikarun- um vóru til staðar í klæðun- um, sum tær leika í. Fyrst søgdu stjórarnir báðir nøkur orð. Deildarleiðarin Hanus Heinesen fyri Før- oya Banka og Andrass Arge fyri Trygd. Og síðani varð sjálvur sáttmálin undir- skrivaður. Aftaná tað tók Kristoffur Ragnarson, for- maður í Stjørnuni orðið, har hann so hjartaliga takkaði fyri stuðulin og vónaði, at stuðulin millum annað fer at verða við til at gera, at Stjørnan í ár kann fara at enda ovast á stiga- talvuni, tá kappingarárið er komið at enda. Kristoffer sigur, at tey eru avbera vælnøgd við sáttmálan, sum gevur felag- num eina ávísa peninga- upphædd um árið - um- framt annan stuðul. Tá sáttmálin varð undir- skrivaður, varð kaffi og te at fáa. Afturvið var ein køka, har búmerkini hjá stuðlunum og felagnum vóru á, at fáa. Stjørnan hevur heima- dyst komandi sunnudag, tá koma vestmannakvinnur á vitjan. Eitt heilt øðrvísi undirhald verður í hálvleik- inum. Cheer-leaders gent- urnar úr FCK koma at dansa. Dysturin byrjar klokkan 15. Kyndil hevur í samband við fyrsta heimadystin hjá ávikavist kvinnum og monnum sum verða sunnu- dagin móti StÍF, longt sáttmálan við Spf Høgna Mikkelsen, sum tí eisini verður høvuðsstuðul felag- sins kappingarárið 2003/ 04. Høgni er sjálvur gamal ítróttamaður og spældi í nógv ár handbólt í Kyndli. Hann er tí fegin um at kunna vera við til at fáa Kyndil heilt fram í oddin aftur. Hetta er ein øðrvísi máti at lýsa uppá, sigur Høgni, men samstundis ein góður máti at gera vart seg uppá. Danskir venjarar Kyndil hevur í ár sett tveir danir sum venjarar hjá monnum og kvinnum. Hjá monnunum er tað Jan Djurhus úr Keypmanna- havn. Jan hevur, sum navn- ið helst sigur, røtur í Før- oyum, men hetta er kortini fyrstu ferð hann vitjar landið. Sum venjari hevur hann áður tikið sær av bæði kvinnum og monnum hjá feløgunum Viben og Skt. Annæ í Keypmannahavn. Manningin hjá Kyndli í ár er á leið tann sama sum seinasta ár, so vónirnar um eitt gott úrslit eru til staðar. Í fjør vann Kyndil steypa- kappingina í spennandi finalu móti StÍF. Meistara- heitið hevur felagið ikki vunnið síðan 1996, so mál- ið er avgjørt at røkka heilt upp á tindin aftur. Halda plássið Hjá kvinnunum sær ikki so bjart út í løtuni, men fe- lagið leitar eftir styrki til 1. deildar liðið. Síðan í fjør eru 6 av teimum, sum mannaðu liðið givnar ella hava skift felag, og tað merkist, sjálvsagt. Høvuðs- endamálið í ár er tí fyrst og fremst at varðveita status sum 1. deildar lið. Eydnast at fáa onkran útlendskan leikara at styrkja liðið við, so eru vónirnar góðar. Eisini kvinnurnar hava danskan venjara. Hann er Allan Viktor Bait, sum áður hevur virkað sum venjari hjá kvinnunum í Team Kbh., Ydun og Viben. Nr. 197 • fríggjadagur • 17. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Høgni heldur fram í Kyndli Frá vinstru: Hans Àki Dahl-Christiansen, liðformaður hjá mansliðnum, Jóannis Dalsgaard, nevndarlimur í Kyndli, Høgni Mikkelsen, høvuðsstuðul og Ann-Mari Wang, liðformaður hjá kvinnuliðnum Trygd, Føroya Banki og Stjørnan gjørt sáttmála Mikudagin seinnapartin skrivaðu Føroya Banki, Trygd og Stjørnan undir ein tvey ára sáttmála C M Y K 17 16 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Fráferðir úr Hanstholm 13. og 20. desember Fráferðir úr Tórshavn 01. og 08. januar Fráferð úr Bergen: 17. desember Fráferðir úr Tórshavn: 29. des., 05. og 12. jan. NÚ ER SKJÓTT AFTUR TÍÐ TIL AT HUGSA UM JÓLAFRÍTÍÐINA – EISINI HER HEVUR SMYRIL LINE NØKUR Ferðist 2 og gjaldið fyri 1 fram og aftur í innv. 2-koyggju- kam ari við wc/bað, íroknað bil: Úr Danmark: Úr Noregi: