Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Nr. 197 - 17. oktober 2003 19 FYRILESTUR Jógvan Fríðriksson Jalig tala Tað er Rena Baats Dahle- rup, sum í einum lítlum andaktsstykki vísir á, at tað er góð siðvenja og skilagott samskifti, um vit byrja samrøðuna ella opna orða- skiftið við jaligum sinna- lagi. Tað er lívsjáttandi at nevna tað, íð er gott ella heppnast. Tað stimbrar samskiftið og er kveikjandi fyri hugans virki, tá vit geva eina jaliga afturmeld- ing Um vit við tað sama meta alt høpisleysa vánaligt, so er torført at fremja ábøtur. So hava vit tørv á meira enn nýhugsan, - so mega vit skapa framtíðina frameftir. Av royndum vita vit, at vísindin og øll yrkismenn- ing byggir á herðar teirra, íð undan gingu. Kendi amerikanski rit- høvundurin Mark Twain segði einaferð, at hann kundi liva tveir mánaðar uppá eitt rósandi orð. Hev- ur hann rætt, so skulu ikki so nógvar heppnar útsagnir til at nøkta árligu vælver- una. Eyðsýnt er at samskiftið hevur tað betri, um vit í orðavalinum eru trúgv mót- vegis veruleikanum. At siga eitthvørt út í tóman heim vektar sjáldan væl. Tað let- ur seg gera at siga tað neiliga á ein jaligan hátt. Um vit eru heppin og nýta rætt háttalag, kunnu vit siga tað neiliga á ein jaligan hátt, - í øllum førum um talan er um fak og yrki. Nú »Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar« við ráðstevnu heldur 15 ára føðingardag, vil eg nýta høvi bæði sum brúkari og dagligur eygleiðari at ynskja tykkum tillukku við degnum. Vil loyva mær at siga, at tit saman við øðrum starvsbólkum innan heilsu- og almannaverki gera eitt gott arbeiði. Tað góða og væleydnaða, sum tit gera, nevna vit sjáldan, - taka tað sum eina sjálvfylgju. Tá eitthvørt fellur øðrvísi út enn ætlað, hava vit lyndi at nevna tað, íð miseydnast. Munur er á at ásanna veruleikan og at dyrka veikleikar. Havi tað fatan, at heilsuverkið ger eitt sera gott arbeiði, sjálvt um allir sjúklingar ikki fáa heilsu- bót. Góð røkt og heilsa er meira enn at vera frískur. Góð røkt og heilsa er at kenna seg væl í sjúkuni, - so væl, sum tað nú einaferð ber til. Og tað ber til rími- liga langt ávegis! Etikkur Orðið etikkur sprettur úr griskum máli og merkir: »læran um tær meginreglur, íð skipa metingina av góð- um og óndum og teirra ávirkan á rætta og skyn- sama atferð mótvegis øðr- um menniskjum«. Etikkur er sum vísinda- ligt øki breitt og hevur eina fjøld av undirheitum. Aftan fyri eina etiska áskoðan liggur eitt hugsjónarligt ástøði. Etikkur er sostatt eitt fleirtáttað heiti, íð t.d. kann hava bæði átrúnaðar- ligt, politiskt ella annað hugsjónaðarligt innihald. Tað etiska ástøðið endur- speglast í ítøkiligari talu og verki. Vert er at skilja ímillum hugtøkini etikk og moral. Etikkurin dvølir við tað hugsjónarliga, tær megin- reglur, íð skipa lívið og samskiftið. Etikkur er hug- ans virkisøki, at hugsa, kveikja og menna tilvitsk- una, so samveran manna millum kann virka frægast møguligt. Orðið moralur hevur ein meira ítøkiligan dám, sum í útgangsstøði er ein fylgja av etiskum arbeiði. Tíverri er tað lættari at vera mor- alskur enn etiskur, tí moral- in kunnu vit arva frá øðr- um. Vit kunnu sjálvsagt arva etikkina, men so hava vit í roynd og veru ongantíð verið etisk, tí etikkur er hugsjónarligt ástøði. Ar- beiða vit ikki tilvitað við etiskari ástøði (teori), so enda vit sum moralistar, sum fella avgjørdar niður- støður um tað evnið, íð nú einaferð er til viðgerðar. Samskiftið Í øllum nútíðar yrki og all- ari framtíðar leiðslu er sam- skiftið eitt lyklaorð. Tíðin er farin frá tí hugsan og tí leiðslumynstri, at ein per- sónur kann rúma allan kunnleika og mynduleika. Tilveran sum heild er vorðin so fjøltáttað, at hvørt øki hevur sín ser- kunnleika. Til tess at náa eitt nøktandi úrslit er neyð- ugt, at øll hesi ymisku virk- isøkini verða sjóðað saman. Hendan gongdin setur nýggj krøv til teir ymisku starvsbólkarnar. Samskiftið millum teir ymsiku yrkis- bólkarnar á einum arbeiðs- plássi er neyðugt. Og tað er neyðugt við samskifti ímill- um almenna fyrisiting og hin einstaka borgaran. Sjálvandi skal hvør yrkis- bólkur hava hollan fakligan kunnleika, men harafturat krevst, at hvør yrkisbólkur hevur ein sosial etiskan intelligens, íð skal skipa og samskipa fjøltáttaða yrkis- mentan. Í dag er tað ikki nóg mik- ið, at vit sum starvsfólk hava hollan fakligan før- leika. Nútíðin setur størri krøv. Sanne Udsen, íð er cand. polit við ph.d. grad, sigur í bókini »takt og tone i arbejdslivet«, at vit mega hava ein emotionellan intelligens. Tað merkir ein- falt, at vit mega hava sans fyri tí ikki beinleiðis fak- liga, íð nemur okkara yrki og tó hevur stóra ávirkan á tað fakliga úrslitið. At vit varnast tað sosial etiska klimaið bæði á arbeiðs- plássi og út til brúkaran. Sjúkrarøktarfrøðin og samskiftið At tann sosial etiska hugs- anin hevur vunnið nakað framá sæst aftur í dagliga yrkinum hjá sjúkrarøktar- frøðini. Starvsfólkið er í størri mun tilvitað um hendan týdningarmikla leiklutin í røkt og mann- sømiligum verki. Orsøkin til tann varna málburðin er ikki ein undir- meting av arbeiði starvs- fólkanna. Heldur ein stað- festing av, at tann sosial etiska hugsanin krevur nógva tíð, sum so aftur slær út í lønartímum og starvs- fólki. Ivasamt er um tað er rætt at meta fortíðina út frá nú- tíðini. Ivaleyst má hvør tíð metast út frá sínum egnu fortreytum. Skal eg út frá einum samskiftis sjónar- horni meta um framburðin innan sjúkrarøktarfrøðina, so er rættiliga stórur bati. At meta um fakliga inni- haldið havi eg ikki førleika. Sum tíggju ára gamal smádrongur gjørdist eg sjúkur og kom eftir drúgva sjúkralegu heima við hús suður á Landssjúkrahúsið. Síðani varð eg sendur niður og varð á Ríkissjúkrahúsin- um í knappar tríggjar mán- aðar. Takksamur eri eg fyri fakliga røkt og heilsuligan førleika, - men samskiftið við starvsfólkið á Ríkis- sjúkrahúsinum var at kalla einki. Eg var einsamallur niðri, og tað var einki starvsfólk, íð t.d. gav longsli mínum gætur. Soleiðis var tíðin tá. Um náttina vórðu vit børn búr- að inni í rimasong, har rim- ar enntá vóru í erva. So sótu vit rein og mett, væl røkt og ansað sum høsn í búri til aftur lýsti for degi. Neyð var eingin, men sam- skiftið út frá emotionellum og sosial etiskum intellig- ensi var á lágum støði. Nú eru gingin útvið fjør- uti ár, og sjúkrahúsverkið er ein fullkomin dreymamynd sammett við sekstiárini. Læknavísindin og sjúkra- frøðin hava gjørt stór faklig framstig, og vit, sum fáa heilsuligan ágóða av hesi vísind og frøði, verða nú bæði sædd og hoyrd. Nakrar ferðir eri eg sum pápi komin á Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkra- húsið. Tað er sum eitt ævin- týr sammett við míni barnaár. Um tað er full- komið, dugi eg ikki at meta, men tað er heimligari og fjálgari, og júst tað er ein partur av menniskjansligari røkt. (Havi ongantíð bú- leikast í Suðuroy, og tað er einfalda orsøkin til, at Suð- uroyar Sjúkrahús ikki verð- ur nevnt.) Samskiftið við einstaka sjúklingin Samskiftið er eitt fjáltáttað hugtak, og samskiftast kann á ymiskan hátt. Tað talaða málið rennur oftast fyrst í huga. Orðini skapa nakað og flyta mørk. Orð skapa ein heim av vælveru ella kanska økja um tóm- rúmið í angist og ótta. Saman við tí talaða orð- inum er kropsmálið ein týð- andi táttur í øllum sam- skifti. Kroppurin sendir signalir út í umhvørvið, og tey, íð síggja og hoyra, fanga signalið og gera sær sína meting. Hvør rørsla hevur eitt signalvirði, íð sjáldan er neutralt. Oftast hevur kropsmálið eitt jaligt ella neiligt signalvirði. Sostatt er samskiftið við einstaka sjúklingin mikið meira enn ein formell vitj- an á stovugongd ella ein av- sett løta í kanningarrúmi. Soleiðis sum vit signalera í fakligum yrki, meta við verkið. Tess vegna er tað umráðandi, at sjúklingurin í tí hátti, sum sjúkrarøktin verður framd uppá, lesur nakað, íð kann økja um sjálvsvirðið. Ein partur av allari røkt liggur júst í hesum, at sjúklingurin ásannar sítt egna virði. Umráðandi er at samskiftið er kveikjandi, so hin sjúki hevur eina jaliga fatan av sær sjálvum. Ein slík virðisøking í sjálvsfat- an verður stimbrað, um hin sjúki varnast, at sjúkrarøkt- in sendur signalir, íð stað- festa virðið og taka broddin av tí fatan, at alt er líka- mikið. Viðhvørt er hetta fremsta uppgávan hjá sjúkrarøktini saman við vanligari røkt, - tí viðhvørt er heilsustøðan so, at tað einasta, íð er at gera, er at vísa virðing. Samskiftis ábyrgd Í øllum samskifti er tað um- ráðandi at vita, hvør hevur ábyrgd av samskiftinum. Væntandi kunnleiki um ábyrgd er ikki bara ábyrgd- arloysi men beinleiðis skaðiligur í samlaðu við- gerðini av einum sjúklingi. Tvørrandi samskifti kann gera hin fríska sjúklingin sjúkan so at skilja, at heilsubótin stendur sum ein ósvaraður spurningur. Og tað, íð er ókent og ósvarað, elur fram ótta og skapar ótálmað hugflog. Hugsa vit um støðuna á einum sjúkrahúsi, so eru tað læknarnir saman við sjúkrarøktarfrøðini, íð hava ábyrgdina av samskiftinum, tá talan er um heilsu, sjúkrarøkt og møguligar viðgerðarhættir. Tað er eftir mínum tykki eyðsýnt, at rúmið, verk- staðurin hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðini, vísir á ábyrgdarbýtið millum starvsfólk og sjúklingin. Starvsfólkið er á sínum arbeiðsplássi, og sjúkling- urin vitjar í rúminum í heilsubótarørindum. At fast við hesa ábyrgd er neyðugt, um samskiftið ikki skal enda sum tóm tala. Líkaso kveikjandi vælvirkandi samskiftið er, líkaso skaðiligt kann tað gerast, um tann fakligi før- leikin verður undirmettur. Og tá tað eru læknarnir og sjúkrarøktarfrøðin, íð hevur tann fakliga førleikan, er tað eyðsýnt, at júst hesi hava høvuðsábyrgdina í tí fakliga samskiftinum við sjúklingin. Tann fakligi myndugleikin setir dags- skránna, tá tað fakliga skal umrøðast. Ábyrgdin hjá sjúklinginum Alt samskifti ber í sær í minsta lagi tveir partar. Bæði avsendarin og mót- takarin hava sína ábyrg, og henda ábyrgdin er í tíð samanfallandi. Tann tos- andi hevur ábyrgd av tí, íð sagt verður. Tann lurtandi hevur ábyrgd av, hvussu tað sagda verður hoyrt. Tá sjúklingurin er komin í heilsubótarørindum vegna kend ella ókend brek, so tykist tað skilagott, um sjúklingurin tekur stig til ella søkir sær fakligan kunnleika um heilsustøð- una. Sjálvt um sjúklingurin ikki hevur ábyrgd av tí fak- ligu samtaluni, kann hann taka stig til eina fakliga samtalu og hvussu umfat- andi ein slík samtala skal verða við atliti at sjúkuni. Sjálvt um læknin og sjúkrarøktarfrøðin gera sama arbeiði á tveir ymisk- ar persónar sama dag, og tað hepnast væl í báðum førum, so kunnu hesir báðir sjúklingarnir hava ymiskar metingar av arbeiðinum. Heilsubót er ikki einans at vera ella blíva frískur, - heilsubót er eisini at kenna seg frískan. Sjúklingurin hevur, um viðkomandi er misnøgdur ella kennir seg ov illa kunn- aðan, ábyrgd av at søkja sær kunnleika. Við øðrum orðum hevur sjúklingurin ábyrgd av, at ein faklig samtala kemur í lag. Men fakliga innihaldið í sam- røðuni hevur læknin og sjúkrarøktarfrøðin. Álit Samskiftið byggir á nakrar grundleggjandi faktorar, sum treytað úrslitið. Hesir faktorar eru t.d. álit, tol- semi og andsfrælsi. Hugsa vit um samskiftið millum ein sjúkrarøktar- frøðing og sjúklingin á ein- um sjúkrahúsi, so er karm- urin við til at mynda sam- taluna. Sjúkrarøktarfrøðin er í sínum dagliga yrki og hevur eina vitan, íð er nom- in við lestri og roynd í dag- ligum verki. Karmurin um samtaluna kann skapa eina yvirvág, íð bæði kann gagna og darva samskiftin- um. Á einum sjúkrahúsi er sjúklingurin ikki í sínum vanliga umhvørvi, og hetta er í sjálvum sær ein av- marking. Harafturat kemur so tann spenningur ella ótti, íð fylgir við eini slíkari vitjan. Ymiskar orsøkir eru til innlegging, og viðhvørt ávirkar sjúkan ella brekið sinnistøðuna hjá sjúkling- inum í so stóran mun, at talan beinleiðis er um sinn- isbroyting. Sagt verður í vanligari talu, at vit ikki kenna hann/ hana aftur. So- leiðis plagar hann/hon ikki at vera. Í etiskum samskifti er skilagott at velja sær ta røttu løtuna. At samtala eina ólagaliga løtu ber sjál- dan nakað gott úrslit. Løtan má anda í eini ávísari javn- vág millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðina. Ivaleyst er torført at áseta ta røttu løtuna til samskift- ið, tí so nógvir ymiskir fak- torar skulu renna saman og skapa hesa løtuna. Talan er um eina meting, íð tekur út- gangsstøði í tí veruleika, um eitt rímiligt mál av áliti er ímillum teir samskift- andi partarnar, um eitt hóskandi mál av tolsemi er, og um andsfrælsið vektar við sømiligari javnvág. Sjálvt um sjúkrarøktar- frøðin kennir tað fakliga úr- slitið, sum samskiftið skal náa fram til, so er týdning- armikið at laga samtaluna eftir sjúklinginum. Sjúkl- ingarnir eru ymiskir av lyndi, og júst teirra lyndis- eyðkenni má havast í huga, um vit í samskiftinum ynskja at røkka einum skilagóðum úrsliti. Tess vegna kann vegurin til úr- slitið verða lættari og tor- førari at ganga, taka styttri ella longri tíð. Nærvera Samsskiftisthátturin er alt avgerðandi fyri úrslitið av samtaluni. Um vit velja ein óhóskandi samskiftisform, kann tað henda, at úrslitið ikki er nøktandi, sjálvt um alt reint formliga er í lagi. Sjálvt um samrøðan hev- ur eitt ítøkiligt innihald, og talan er um øking av kunnleika, kann hon hava neiliga ávirkan, um teir sam-skiftandi partarnir ikki møtast í sama rúmi og á sama gólvi. Talan má vera um samskifti á somu bylgjulongd. Kirkegaard vísir á, at um vit ynskja at veita hjálp, so mega vit møta tí neyð- stadda, har hann er staddur. Verður hugsað etiskt, so meta tey flestu ivaleyst, at soleiðis er tað. Hinvegin er tað væl torførari at liva upp til hesa meginreglu, tí hon krevur, at vit mega hanga hin fakliga búnan frá okk- um eina løtu, og sum med- menniskju vera nærverandi á sama gólvi. Stendur ein sjúkrarøktar- frøðingur við eina sjúkra- song, so er eyðsýnt at teir samskiftandi partarnir reint fakliga eru ójavnt stillaðir við atliti at heilsustøðuni. Sjúkrarøktarfrøðin skal altíð halda fast við sína frøði, sín fakliga førleika. Tó er tað umráðandi, at orðaval, kropsmál og andlitsbrá vísa og staðfesta eina nærveru. Orðið nærvera er lykilin til dygdargott samskifti. Júst nærveran - tað at eyg- uni møtast - er eitt mál, íð hin sjúki skilir. Við hesum máli kann sjúklingurin bet- ur skilja ella tulka tann fak- liga partin av samtaluni og harvið læra seg sjálvan og sína sjúku at kenna. Sæð út frá einum etiskum sjónarhorni er tað ein óheppin samskiftisháttur, um frøðin sum frøði skapar eina frástøðu t.d. í serligum yrkisbúna, tjúkkum bókum, tólum og sjálvhátíðarligum kropsmáli. Munabetri er samskiftið, um frøðin í yrkisbúna verður borin av einum persóni, íð megnar at umseta sítt fak til rími- liga vanligt talumál og har- við staðfesta sín fakliga og menniskjansliga samleika. Etiskt er tað skilagott at minka um frástøðuna ímill- um sjúklingin og teir yrkis- bólkar, íð skulu viðgera og røkja hin sjúka. Sjálvandi skulu báðir partar sam- vinna í hesi søk, men eyð- sýnt er, at yrkisbólkarnir hava ábyrgd av, at samskift- ið reint fakliga hepnast. At verða sæddur Samskiftið við hin einstaka sjúklingin hevur sjúklingin í fokus. So umráðandi er, at hin sjúki verður sæddur og hoyrdur. Serliga týdningar- mikið er tað, at løtan frá tí at komið verður á sjúkra- húsið og til eina fyribils kunning ikki verður alt ov Etikkur og samskifti við einstaka sjúklingin Jógvan Fríðriksson, prestur helt áhugaverdan fyrilestur á ráðstevnuni um sjúkrarøkt í Norðurlandahúsinum leygardagin. framhald á næstu síðu C M Y K 19 18