Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 197 - 17. oktober 2003 Nr. 197 - 17. oktober 2003 21 drúgv. Tað órógvar sinni, um bíðað verður ov leingi. Bíðitíðin kann skapa ein ótta, sum í sjálvum sær er veruligur, sjálvt um orsøkin til óttan reint fakliga er óverulig. At heilsuverkið hevur sjúklingin í fokus, krevur rættiliga nógv av starvs- fólkinum bæði við atliti at yrki og atferð. Afurat krav- inum um góða røkt og holla viðgerð kemur so ynskið um samskifti á einum rími- ligum støði. Tað er júst samskiftið, íð stendur sum eftirmetandi yvirskrift yvir hvørjari vitjan á einum sjúkrahúsi. Serliga tá eing- in heilsubót er at fáa, er tað umráðandi, at samskiftið og starvsfólkanna kropsmál staðfestir, at brúkarin av heilsuverkinum er sæddur. Starvsfólk mega kenna seg sjálvan og sín egna dagsform. At arbeiða við menniskjum er bæði gev- andi og krevjandi. Tá sjúkrafrøðin kemur so nær at sjúklinginum bæði kropsliga og sálarliga, er vert at varnast sína egnu sinnistøðu og tann likam- liga dagsformin. Samskift- ið verður tilvitað ella ótil- vitað ávirkað av okkara egna dagsformi, bæði tá vit eru avsendara og móttak- ara. Er javnvágin í okkara egna sinni órógvað av tí heimliga t.d. sjúk børn, ella likamsorkan er niðursett av t.d. vøku, so mega nevndu faktorar takast við í eini heildarmeting, hvussu sam- skiftið við sjúklingin skal skipast og fremjast. Óhóskandi er í øllum samskifti at brúkarin av eini tænastu merkir hjáárin av støðu teirra, íð útinna tænastuna. Samskiftið er sostatt meira enn fakligur førleiki og faklig mørk. Livandi samskifti er at lata seg upp sum eina opna bók til sjúkl- ingin at lesa. Verður bókin ikki latin upp, lesur sjúkl- ingurin permuna. Fyri starvsfólkið er gagnligari, at sjúklingurin lesur um menniskjansligan hita hel- dur enn at lesa eina óvið- komandi stílreina permu og síðani gita seg til restina í egnum hugmyndum. At stíga inn í løtuna Út frá einum etiskum sjón- arhorni er samskiftið liv- andi, og vit kenna ikki veg- in til úrslitið, fyrr enn veg- urin er gingin. Reint fakliga veit sjúkrarøktarfrøðin sum serkunnleiki, hvat tað ætl- aða málið við samskiftin- um er, men hvør samtala gongur sín egna veg, tí menniskjan er ymisk av lyndi. Og standardisera samskiftið boðar frá lágum emotionellum og sosial etiskum inntelligensi. Tað stílreina samskiftið kann tykjast heldur stirvi. Sjálvt um sjúkrarøktarfrøð- in arbeiðir á einum staði, har tey klinisku viðurskift- ini annars verða raðfest frammalaga, so er tað ikki neyðugt, at samskiftið við sjúklingin verður kliniskt reinsað. Tað vísir seg mangan, at t.d. humor kann gera eina reint formliga samrøðu mikið meira viðkomandi. Eitt smíl kann fáa glið á eina annars fastlasta støðu. Út frá einum etiskum sjónarhorni hevur samskift- ið tað best, um vit tora at stíga inn í løtuna. Størsti bágin fyri livandi samskifti er ovurvarni, tað at vit halda okkum burtur. Ovur- varni er kvalandi, tí sjúkl- ingurin avlesur sítt egna virði í tí samskiftishátti, sum starvsfólkið nýtir. At vera varin, hóvligur og umhugsin er ein dygd. Men óttin fyri at gera mistøk í samskiftinum er besta upp- skrift uppá, hvussu sam- skiftið skal miseydnast. Samskiftið er ein livandi mekanisma, og um tað liv- andi elementið er burtur, so er tað ikki samskiftið men einvegis tala. Tíðin er langt síðani farin frá einvegis talu, sjálvt um innihaldið er fakliga korrekt. Samskiftishátturin, mátin vit gera tingini uppá, er av- gerandi fyri úrslitið. Tann væl valdi framferðarháttur- in ber í sær eitt rímiligt úrslit. Snáva vit í samskift- inum, kemur heilsubótin at liva í skugganum av einum vánaligum samskifti. Og tað er júst hetta, íð sjúkl- ingurin hevur við í síni eftirmeting, tí reint fakliga verður kravt av allari frøði, at arbeiðið verður gjørt til lítar og nøktandi. Tað er eitt krav, sum bæði sjúkrahús- verkið, starvsfólk og brúk- arin eru samd um, at tæn- astan skal verða á einum fakliga høgum støði. Endi Nú »felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar« hel- dur fimtan ára føðingardag og ráðstevnu við heitinum »sjúkrarøktin á vegamóti«, havi eg eingi góð ráð at geva. Hinvegin kann eg sum vakin eygleiðari og rímiliga virkin brúkari av fakliga førleika tykkara staðfesta, at tit gera eitt dygdargott arbeiði, at tit eru menniskj- anslig, at tit duga tykkara yrki og duga at bera tykk- um. Tíðin loyvir ikki nógv dømi, men talan er um eina menning, og ein liður í hesi menning er tykkara tilvit- aða samskiftið. Treyðugt so, alt er ikki fullkomið, og viðhvørt gera vit mistøk. Eisini her mega vit tora at stíga fram og við- ganga, at tann menniskj- ansliga tilveran ikki er streymlinjað. Flogførini verða bygd, so tey taka minst møguligan vind á seg. Men tann menniskj- ansliga tilveran er ikki streymlinjað. Vit skulu í fakligum samskifti tora at halda fast við henda veru- leikan, og so gera okkara besta. Tá tað besta er gjørt, - sjálvt um tað fakliga úrslitið gjørdist næstbest, er tað út frá einum etiskum sjónarhorni ikki hóskandi at krevja meira. Hvar eru mørkini í etisk- um samskifti? Hvat kunnu vit loyva okkum reint máls- liga ella kropsliga? Hvat er sømilig atferð? Hvussu nógv orka vit at geva fak- liga og menniskjansliga? Hvussu nógv orkar og ynskir sjúklingurin? Hesar spurningar lati eg verða ósvaraðar. Vil lýsa mína tøkk til sjúkrarøktar- frøðina við einum broti úr eini longri søgu : Fyri fleiri árum síðani var eg á sjúkrahúsi. Kendi meg sera ússaligan. Var bangin og óttafullur, tí eg hugsaði um míni kæru og sosialu framtíð teirra. Eg var bangin. Ótti, ang- ist og sálarkvøl. Óttin fyri tí kenda og hin ókendi óttin, íð gjørdist angist. Ein sjúkrarøtrafrøðingur tók í hondina á mær. Hon segði nøkur vinarlig orð. Hon setti seg á songarstokkin og tók um meg. Tað var hiti og nærvera. Eg kendi løtuna sæla, og kom spakuliga aftur fyri meg. Tøgnin er týðandi táttur í øllum samskifti. Og sum í teim mest spennandi film- unum draga vit teppið fyri. framhald av síðu 19 FISKISKIRANNSÓKNAR- STOVAN Fiskamerkir Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 10.000 kr., er 20. oktober. Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 Postsmoga 3051 110 Tórshavn Norðoya Javnaðarfelag Aðalfundurin sum var lýstur at verða 20.oktober kl.19.00,er út- settur til 3. november 2003. Skrá sambært lógum felagsins. Formaður Javnaðarfloksins og tingmanningin luttaka. Nevndin Starv sum løgfrøðingur Á Stjórnardeild Løgmansskrivstovunar er eitt starv sum løgfrøðingur leyst at seta frá 1. desember 2003. Viðkomandi skal taka sær av løgfrøðiuppgávum í teim málum, ið løgmaður situr fyri, løgfrøðiligari ráðgeving, fyrisitingarpolitikki, uppgávum í sambandi við eftirlit løgmans, stýrisskipan og stjórnarviðurskiftum annars. Harumframt fær viðkomandi møguleika at granska í og viðgera løgfrøðispurningar, sum eru serliga viðkomandi fyri virkisøki løgmans. Førleikakrøv og royndir Sett verður sum krav, at umsøkjarar eru útbúnir løgfrøðingar og hava hollar royndir frá privata og ella almenna sektorinum. Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni,vera miðvísir,duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava skil fyri teim viðurskiftum, sum eru galdandi í einari politiskari fyrisiting. Løn- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya. Um viðkomandi, sum settur verður, hevur serligan førleika, er møguleiki at verða settur sum ráðgevi. Viðkomandi verður settur á Løgmansskrivstov- uni, men fer at starvast í hinum stjórnarráðunum í avmarkaða tíð. Umsóknir Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera Løgmansskrivstovuni, Postrúm 64, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 20. oktober 2003. Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Barbaru á Tjaldrafløtti, deildarstjóra tlf: 35 10 10, at fáa nærri upplýsingar um starvið. ________________________________________ Løgmansskrivstovan styðjar løgmanni í at stjórna landsstýrinum og hevur ábyrgdina av at fyrireika og fremja uppgávurnar, sum løgmaður hevur samsvar- andi stýrisskipanini, nevniliga at samskipa og hava eftirlit við landsstýrinum, harumframt fyrisiting og uttanríkismál. LØGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister’s Office Hús til sølu á Villingardalsvegi 1 um hóskandi boð fæst. Tlf. 218888 TERA 2/115.pdf GER EIN KASSA R U N D A N U M LANDSFUNDUR Landsfundur Fólkafloksins verður leygardagin 15. november í Vágunum. Nærri verður lýst seinri. Landsfelag Fólkafloksins FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Vøruskrá kann fáast! www.sosialurin.fo C M Y K 21 20 Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og prentvillum 9995,-