Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-12-21, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1996síða 42

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindublaðið undraðust. Vit stóðu við víð- opnum eygum, tá ið Sofus kom at landi við ståsiliga fari sínum Vit hugdu eftir øllum tí, ið var vert at hyggja at. Súkkluna hjá Bjarna hildu vit lítið um, nei Sofus var maðurin, sum gav mjørkatåminum andaligu meg- ina. Ferð og hestakreftir, tað líkaði okkum Mjørkin goymdi at sínum byarbørnum og fjálgaði um tey, ballaði tey í hetta móruta ljósið, ið dansaði við plinkarnar á Aar havinum. Ut úr mjørkanum kom ein brimil upp úr tí dúkka dimma bikhavinum. Slotaði eima løtu í teimum stálgráu íðukálv unum og tók seg upp á trappu stemmin Hesin ílatni sjodregil var mað ur undir ljósum keppi. grónum frakka. hvítari skjúrtu og reyðum shipsi. Nøsin var so væl polerað av mjørkatåminum, sum kind: seiðalygnini undir ti reyða blóð dropanum á Aarhavinum. Frakk in stóð afturav, hegnisliga hildin uppi av aðrari hondini, meðan skriftin á vegginum var rist í mjørkatámi við hinari. Hetta var Kjartan Mohr, vælhýrdur og vældæmdur og heyði gott orð á sær og gav okkum bygdadreing) um, sum gingu á Læraraskúl anum eitt gott orð á vegnum Hann var maðurin, sum lat skip int, sum komu upp á Torshavnar sleipistað í nýggjan búna Vaskaði, smurdi og málaði tey, so tey vóru hamskift, tá ið tey fóru av aftur. Hetta var besti, blíðasti og reinasti havnarmaður Klivarin sóð sum han skuldi og hvíta skjúrtan skygdi sum mjøll iméu tí krunkasvarta bik- havinum og tí deyða Meinig- heitshúsinum. Tað reyða slipsið helt hendurnar saman og bað fyri Guðs skyld okkum lurta eftir hesum manni. Gluggarnir í Meinigheitshúsinum róptu á okkum og søgdu: Maðurin var Havnin, hann átti hana bæði í orð og tal: Hevuðsstaðurin hekk uppi yvir honum við sínum vakna eyga. Kjartan Mohr var lættur á feti. Gjørdi eitt hirs og snaraði sær 85 stig til aðra síðuna. »Bjarni, legg okkurt gott niður í hesar bygda- synirnar. Minn teir á politikkin - framburðin, Bjarni - ikki sann- heit. Einaferð vóru vit ungir. Vit høvdu fast undir fóti og settu okkum mið og mál, sum vit náddu. Eg skal siga fyri meg, tað havi eg roynt at gjørt. Tað veit guð, tað er vigtigt… ikki sann heit, Bjarni Bjarni stóð við sínari >heima- gjørdu« pípu, hattleysur, sínum gráa jakka, gráu buksum og brúnum skóm og smíltist. Undir- vørrin rætti seg út efur mjørk anum og vildi festa seg í hann Eyguni kiptu seg saman, sum um tey sóu okkurt forborgið í 21. desember 1996 hesi løtu upp undir jol, men Bjarni helt: >Ja, tað skal eg siga tær Kjartan, vit royna at pota vitan niður í hesar bygdadreing- ir. Pythagoran, sinus, cosinus, cotanges, integral- og different- ialrokning um Heimskringluna Ja, og próvstin lærir teir um Purimfestina«. - »Purimfestin«, lat f Kjartani, »he, he, he, he« Kjartan førkadi: seg nærri at skotarinum hjå Sofusi. Sofus, sum var vísur, heyði tikið sína morreyða tasku av skotaranum Hon heyði fylgt honum allar skúladagar hansara líka til nú Hon var blivin dókkari við årun um og var einkarbarn hansara „Góðan dag Kjartans, segði Sofus so kærleiksfullur á máli Goddag Sofus, eg havi akkurát sagt við Bjarna og hesar filtu bygdadreingir um lærdóm, um at lata teir rætt í, meðan tit læra teir. Ég taki skip upp á Tórs havnar sleipistød, hamskifti tey og lati tey av aftur væl úr hond um greidd. Gerið ut tað sama góði Sofus, tað er so vigtigt, at teir »ungji« menninar fáa okkurt gott í beini... læra um Purim- festina?... puha! Nei, veri seg Havnin ella Kvivik, lærið teir um lívið! Ger tað, góðu menn!< »Sært tú Kjartan, tað er so øgiliga nógv sum er snedugt«, segði Sofus. >| tí kristna vestur- heiminum trúði man leingi, at verðin var skapa 4000 ár fyri føding Krists. Tekur tú bíbluna hjá Karl 12. sært tú skrivað um heimssøguna í hesi bíbliu líka frå 1. árinum. Vit fáa at vita at Káin drap Abel ár 60, at Nóa fór undir Arkina ár 1536 eftir skap- anina. Syndaflóðin var 1656 og tá var Nóa 600 ára gamal. Tað fjarðaði aftur ár 1657. Tá ið lendið aftur var so mikið turt, fór Nóa at dyrka víndrúur og gera vín burtur úr teimum, sostatt var Nóa eftir hesi skrift fyrsti maður, sum drakk seg fullan á guðs grónu jørd«. >Tað kann gott vera Sofus, tað eru nógvir góðir Havnarmenn, sum hava verið fullir og gjørt nógv nyttigt, verið áliusmen og framtakshugaðir<, sigur Kjartan. »Men tú Kjartan, um nú Nóa var Havnarmadur, tað vita vit ikki, tað kann vera, so var hann tann fyrsti Havnarmaðurin, sum drakk seg fullan«, »Ja, Sofus ikki sannheit<. Kjartan smiltist, dragadi sær 85 stig til vinstru gjørdi eitt hirs og hugdi út yvir asfaltshavið við sínum kláru havnareygum og eygað festi seg við okkurt, sum kom undan kavi. Undan vatnskorpuni kom ein láturkópur, sum vist: um alt at siga í tí bølamyrka, blásvarta Aarhavi. Hesin kópur var telgd- ur úr tí vadmalsljósi, ið hekk út yvir tekjuna á Meinigheits- húsinum. Hann var keppamaður Jólablaðið 15 eins og Kjartan. Var altíð í eingilskari troyggju, gráum jakka og brúnum buksum. Hann var reyðskrámutur og nøsin var eins og vøkur sum hjá Kjartanini - helti eitt sindur annan vegin. Sigarettin hekk í munnvikanum og fylti mjørkan vid eyka dåmi upp undir jól 17. des. 1963 Hesin láturkópur var Knut Skómakarin. Var farin úr låtrin um árla. Kom damlandi við áarvatninum og afturundir gerðini, sum bar hann inn móti Kjartanini, Sofusi og Bjarna Hann var í jólahýri. Sigarettin var so ljóslivandi og nørdi um løtuna so kópafjesið á hesum monnum næstan umbroyttist nú Knút Skógmakarin legði lunnar undir løtuna. Hann var førligur í hesum ráki og letur við munn inum: »Tå ið Adam var 130 ára gamal. fekk hann ein son, sum líktist honum og var meinlíkur Adami. Hann duldi íkki faðir sín. Hann kallaði hann fyri Set Eftir tað livdi Adam í 800 ár fyrsta Mósesbók 5. kap. 3-4 erindis. »Ja, dekan í fari ikki, ein slíkan Havnardrong vildi eg sæð, sum ikk: duldi pápan, munnu ikki nógvir slíta »æsingarnir« á Havnargøtu, sum ikki kenna faðir sín og putlast við okkurt og syngja løgin løg í kjallarunum ymsastaðni í bý- num, um faðirin, sum ongantíð gav seg til kennar? - O, du evigi Guð? - Hvat er hetta fyri nakað, Knút?< »Nei, hini gomlu«, letur í Knút Skómakarinum. >Hugsið, um Platon og undirverk hansara. Sofus, tú veitst alt um Platon. Vit uppliva enn tann dag í dag hugsan Platons. Hava tit grivid hana niður, tit, sum skulu geva hesum bygdadreingjum førning til undirvísing úti á småplåss- unum? Lurtið eftir hugsjónunum hans og latið Platon sveima yvir matematikkini, Bjarni og Sofus, lat Platon nøra um tín kosmiska søgulestna, Kjartan lat Platon eiga eitt Pláss í Løgtinginum og fyri tann skuld úti á Skipa- smidjuni«. »O, du evigi Gud, Purimfestin og Platon skulu nu ganga hond i hond í tí dagliga og í Løgtinginum, nei, hann komi til min. Nei tå, tad sum er loysnin er framburðsflokkurin'< hugsaði Kjartan. Flokkurin kring skotarin var sum nelgdur í tað bølamyrka Aarhavið. Hann fór at skyggja, sum ein glóðkúla, ið fer igjøg- num tað æviga rúmd, langt, langt úti, har Orion spinnir hárfínan trá úr stjórnudusti av kosmiskum uppruna. Tað tyktist sum um hesin lítli hópurin í hesum svarta holinum, í hesum urhavi, fekk ein himmalskan dám. Tað kend- ist eins og tað, sum var neyðugt fór at henda. Lív verður har sum umsteðurnar eru til tess Úr meldrinum kom kvinna sum eitt sólarur oman eftir Aarhavinum við stjørnuglitrandi eygum. Betty Rasmussen, jomfru, visti ikki av manni. Kom sum ein livandi gongustjørna vid síni soprantasku móti flokkinum, sum stoð so tættur kring lívsfarið hjá Sofusi. Sofus og hon vóru væl. Tey stoðu ofta í einingi á gongini á Læraraskúlanum og prátaðu. Tey vóru can. mag í donskum, so tað rann saman teirra millum. Sofus við síni pípu og hon í síni madonnumynd í glugganum móti Aarhavinum har í krókinum á gongini runnu stundir avstað i pråti um skaldskap og framtíðarvánir Læraraskúlans og fólkaskúlans um hesar løgnu læraraskúlanæmingarnar, sum garteraðu um kvøldarnar, tá ið Faroe Boys slærdu á metal streingirnar í Sjónleikarhúsinum Men henda løtan var ein heilt onnur her upp undir jól Fá ið Betty kom við rákinum av afturundirgerðini inn at skotaraplinkinum, umbroyttist Sofus. Hann bleiv so stjørnu klárur og fekk ein kosmiskan dám, ein dám av einari aðrar! verð. Tann kosmiski bunin var einkul, en tað visti Sofus, at hann kundi gerast rættiliga fløktur. Í uppruna flutti hann seg frá tí fyrsta kolatominum til aminosýrina til mortítlinga- sangin í Kvívík, til Mozart, Einstein, til Knút Skómakarin, Kjartan og Bjarna. Vit, sum stodu kring hesar vísu menn, bitu merki í hvussu stór um- broytingin var, um tað var Betty í sínum stjórnudusti í menti løtuna ella Knút Skómakarin við sínum sálmakenda boðskapi úr 5. Mósesbók, er ilt at siga. Betty var boðberin, hon var tann nýggja jomfrú Maria, sum flutti fótin dygst til Sofus og fari hansara. Mjørkakógvin slerdi ring kring henda lítla skara og tú sá andan úr mjørkanum koma dygst til Betty, sum hevði fingið verkir. Bjarni las úr Heims- kringlun!, Knút Skómakarin las úr Talmud óskiljandi orð - fyri at veita Betty ein linna í sínari pínslu... Hvat er yvir okkum, hvat finnist undir okkum, hvat var at finna áður og hvat kemur aftan á okkum, og tann, sum spyr um hetta, var betur, at hann ikki var borin í heim. >A Guð - á Gud«, suffaði Betty. Øskuljésid gjørdi sáttargerð vid tankarnar, sum flåkradu oman fyri hesa lítlu fjøld. Sofus stóð sum steinrunnin. Skuldi hann gerast pápi, uttan at vita av nøkrum, skuldi Kjartan Mohr vera gubbi, uttan hann visti av nøkrum? - Sofus, pápi at einum nyfødingi, sum hann ikki var faðir at? Var hetta tann nýggi Anti Krist ella var hetta bara lognbrá? Spurningarnir mólu í heysunum, sum hvirlur. Alt kendist so verunleikafjart og alt tektist fjara burtur í tí damma ljósinum, sum signaði niður yvir skotarin. Sofus fekk ikki orðið upp. Hann sá igjøgnum tokuna Bjarna, Knút-Skómakarin og Kjartan fell á knæ og liggja fram á grúgvu og mumla: Vit hava sæð frelsuna. Vit hava sæð Set Vit hava sæð alt. Vit bera fram offur til henda dýrmata konga veita skal heiminum eina nýggja vón og nýtt blóð son. ið Einglar vóru setstir á tekjuna á Meinigheitshusinum. Teir flákr aðu við vongunum og sungu un Havnina: Den deiliga Havn. Teir tveir einglarnir Jona Hendrik og Hanna Lisberg sung kongasonin, sum var borin á Vaglinum. Henda skotarason sum Sofus ikki átti, men var faðir at, sum Betty bar í heim, og sum ongan pápa heyði. Teir tríggir vísmenninir, Bjarni Niclasen, Kjartan Mohr og Knút Skómakarin gjørdist so kvirri sum fyrstu jólanátt. Ein skapara kvirra á tí krunka svarta bik havinum vaknaði, tá ið klokkan í kirkjutorninum í Havnar kirkju slerdi 11 Hesin sjåldsami dåmurin hvarv vid eitt, men tann skap- andi dåmurin, sum var borin i heim hesa skapara løtu 17. des 1963 livir. Hesi fólk, sum stóðu her og leiddu hugan frá einum skotara til eitt kosmiskt fyri- brygdi, liva ikki longur, men... Vivitur ingenio caetera mortis erunt - »tann skapandi andin livir, alt annað er deyðiligt<. Kjartan Mohr vendi sær 85 stig. Fór niðan móti telefon- verkinum og niðan í Tingið. Hann id Á um alt snýið: „Gleðilig jól hinir gomlu!!!« Knút Skómakarin legði leiðina at Posthúsinum. Hann var so eymur í morgun. >Carpe diem, carpe diem«, mumlar hann. »Grip løtuna, hinir gomlu og gleðilig jol!« Bjarni fór í Utistovu og droymdi um Heimskringluna og um Hendingar å leidina. Betty fór trippandi inn á Læraraskúlan og fór inn í Miðstovuna og greinaði: Søguna um eina mammu av H. C. Andersen. Hon hevði onkran tíman her niðri av og á. Sofus fór inn í Brendu- stovu. Tann vísi Sofus. Vit skuldu hava danskt, men hann endaði hjá Goethe: An den Mond (Til mánan) Fúllest wieder Busch und tal Still mit Nebelglanz. Løsest endlich auch einmal meine seele ganz... Frits