Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í Hindúbleðið Ábyrgdarblaðstjó ri: | Blaðfólk: — Eydun Klakkstein,…— — |---Ú uppseting og prent: | * Teletén: 11820 - - | Jan Múller | Randi Jacobsen, | agnus Dam : AU Telefax. mæ | Fyritaksstjóri: Áki Bertholdsen, : | Krisjan Dahl Eirikur Lindenskov, Ljósmyndari: Argjavegur 26, Argjum e-mail: | | - hla: Lýsingar og sola: Jens Kristian Vang Postadr: Postsmoga 76, G olivant.fo | C Internet: http:/"www.cybernet dk/faroe-news Marjun Dalsgaard | 110 Tórshavn Nýggjársroðan og løgmaður Oddagrein GAMLAARSKVØLD trúttaði løgmadur, at tað, síð- an hann gjørdist politiskur leiðari, er farið at ganga rætta vegin. At varta upp við sovornum er í fyrsta lagi lítið sømiligt fyri løgmann. TAÐ er misnýtsla at tosa sum floksformaður, tá hevið er at tosa sum logmaður fyri allar føroyingar. Misnýslan skundar undir, at elektronisku fjølmidi- arnir í framtíðini fara at taka táttin uppaftur við nógvum nyggjårsrødum. Inntil einaferð í sjeytiår- unum var tað siður, at formenninir í Fiskimanna- felagnum, Reiðarafelagnum og aðrum fakfeløgum og vinnufeløgum høvdu orðið í utvarpinum nyggj- årsaftan. Sum tíðin leið, gjørdist halin so langur, at útvarpið tók ta skilagóðu avgerð bara at lata løg- mann halda nyggjårsrøduna. Nú tykist tíðin vera bugvin til, at allir floksformenninir sleppa framat mikrofonini við ársenda. Tað átti ikki at verið neyð- ugt. Í OÐRUM lagi er tað ein stór undirmeting av før- oyingum at tvihalda um, at allar heimsins ólukkur hingu uppii landsins stýri, inntil sambandsflokkurin fekk høvudsåbyrgdina. Øll vita, at landsstyrini hava arbeitt undir stórum tysti, síðani samfelagskreppan av álvara fór at gera um seg. Qll vita, at politikarnir hava gjørt tað, teir hava kunnað, og el! vita, at manøvreringsmøguleikarnir hava verið bæði fáir og smáir. Vit verða dag og dagliga mint á, at danir framvegis hava kvorkrartak um okkum. Í NOKRUM forum hava føroyingar havt møguleik- an at stýra. Tá fíggjarlógin fyri 1997 varð samtykt gav fíggjarmálaráðharrin ilt av sær, tí hann helt, at tingmenn gjørdu brúk av einum sjálvtokuborði við at brúka yvirskotið til eina rúgvu av rakstrarstoðum og onkra iløguna. Samgonguleiðarin megnaði ikki at forða fyri heusm, men ásannaði bara í nyggjårs- røduni, at hann var samdur við fíggjarmálaráðharr- an LOGMAÐUR róði í rødu síni framundir ein annan trupulleika, sum krevur eina loysn. Burtursæð frá útróðrarbátum, so fiska allir frítt undir Føroyum. Legmaður og samgongan hava ikki havt rygg til at stýra og avmarka t.d. um summarið, tá dygdin er vánalig og prísurin í botni. LOGMAÐUR vísti á, at uttanlandaskuldin minkar. Hann tosaði um nettoskuldina, og tað er misvísandi. Partamaður hansara, sum hevur við kommunurnar at gera, plagar at harta teir, sum tosa um nettoskuld. Hann plagar at siga, at tað er bruttoskuldina, sum skal gjaldast aftur. Føroyingar vita, at netto uttan- landaskuldin minkar, ti at tað, sum ikki hevði lands- kassaveðhald, er avskrivað, og serliga tí bankarnir, tryggingin og onkrir aðrir, sum eiga pengar, plasera teir uttanlanda. ALMENNA uttanlandaskuldin skal gjaldast aftur, uttan mun til um danir átaka sær bankabjargingina. Og skal skuldin gjaldast aftur, so er neyðugt, at stoðugt yvirskot verður á fíggjarlógini, og tað er m.a. knýtt at, at fiskivinnan verður stýrð betri, enn hon verður nú. Tað kann løgmadur gera nakað við. At botnfiskastovnarnir í løtuni eru væl fyri og at altjóða rentustoðið er lágt, ásannaði løgmaåur er viðrák (hann segði ikki, at hetta er høvudsorsøkin til minkandi arbeiðsloysi og óvantaða yvirskotið á fíggjarlógini í 1996). KOMANDI nýggjár er rímiligt, at løgmaåur sigur okkum, hvussu hann hevur loyst omanfyri neyndu trupulleikar, og hinar stóru spurningarnar, sum hann hevur møguleika at ávirka: Treytir á solumarknað- inum, fyrireikingararbeiði til oljuvinnuna (varð sett á rætta sporið, áðrenn løgmadur tók við), og markn- aðartrætuna við bretar. Men hann eigur at leggja sær í geyma týdningin av at tosa sum Feroya Legmaður og ikki sum ein upphevjadur formaður fyri sambandsflokkin. Sostalurin Kann mentan oljudálkast? Í einum demokratii er tað veljarafjøldin, sum hevur ábyrgdina av, at landið hev- ur ta politisku leiðslu, sum tað nú einaferð hevur. Nógv hevur verið tosað um politiska ábyrgda- og skilaloysið í 80-årunum og ræðuligu avleiðingarnir, bæði so og so. Men lítið hevur verið gjørt burturúr, at veljarafjøldin samstundis má sigast at vera dumpað til eina roynd! Veljarafjøldin gav summ- um av 80ara politikkarun- um durafjórðingin og lat onnur sleppa at royna seg. Neyvan av tí at veljarin brådliga hevði sæð politiska ljósið - men meira av kensl- um, vónsviknum kenslum Nýggju politisku andlitini hjålptu okkum veljarum at skava útyvir, at vit vóru medsek í førda 80-ara pol- itikkinum: Sjålvtøkubor0id! Sæst tad å dagsins polit- ikkarum, at veljarafjøldin hevur ment seg? Nei - hartil eru teir karmarnir landsins kreditorar hava sett okkum ov trongir. Men úti í havs- brúnni hómast ljósið av ein- um oljuboripalli, sum kann hava við sær, at okkara fólk avaldu aftur sleppa at reka politikk Her í 90unum: hava vit verid eftirsnarin. Vit vid ganga, at dansurin um gull kálvin ikki bert var av tí góða. At faðir og móðir, abbi og omma, systir og bróðir øll vóru í sving 12 tímar um dagin fyri at tjena pengar - hetta forkom okk- um eisini eitt og annað gott føroyskt Fjølmiðlarnir hava nú i seinastuni greitt okkum frå um oljuvinnu. Hava for- djupad seg f detaljur um, hvar serkøn halda, at oljan helst er, vit hava gjølla fylgt við, tá ið smábólkar serút búgva seg, og vit hoyra um, hvussu arbeiðsgevararnir royna at bjóða seg fram, o.s.fr Men ikki eitt einasta orð verður tosað um tað polit- iska dynamittið, sum liggur fjalt í einari komandi olju- vinnu: Pengastreymurin sum kann risikera at floyma inn í landskassan Er olja veruliga í okkara undirgrund - so ber til hjá okkara politikarum at yvir- bjóða hvønn annan - tað er jú bara at opna eina olju- keldu aftrat! Veljarin er tann einasti, sum kann forða teimum í hesum. Veljara fjøldin vil verða einasta bremsan Ti er veljarin noyddir til, longu nú, at gera sær greitt, hvussu framtíðar Føroyar skulu síggja út um 10-15 ár. Tí kanska fáa vit ráð til hetta - og til uppaftur nógv meira, sum vit ikki ynskja, um vit hugsa okkum um Eitt er, at landskassin fær eina ella tvær milliardir meira um árið at arbeiða við og gera gott við - men bara 5-7 milliardir meira um árið kunnu forkoma okkum tær Føroyar, sum vit kenna og eru góð við Um olja er í undirgrund- ini, fara vit at síggja eitt nýtt slag av politikkarum, sum bæði kunnu lova okkum veljarum út um alt mark - og kortini halda lyftini - tað er bara at lata ein boripall aftrat singa sín snápil í und- irgrundina. Men er hetta sjálvtókuborðið ynskiligt? Hvussu nógvar bilar skal hvert húski hava standandi í túninum: I -2-3-4-5? Framtíðin kann væl hava politikkarar, sum bjóða okkum hetta, sum kunnu geva okkum hetta! Tað er upp til veljarafjøldina, um hetta slagið skal sleppa framat Øll kenna vit orðatakið Vandi er í allari vælferð? Mest verður tað nýtt aftaná tá ið tað ringa er hent Hvussu ber til hjá okkum veljarum at vera fyrivarnir í hesari stóðu? Tað eru vit, sum skulu gera upp við okkum sjálv, hvat vit ynskja. Og soleiðis seta mark fyri politikkar- arnar Demokratiskir politikkar ar um allan heimin hava sama brek: Teir eru til reiðar at brúka hvort klovið oyra sum bæði samfelag og velj arafjøld hava, fyri at rókka hetta mál: At verða valdir! Tað er hetta, sum gevur veljaranum ta stóru ábyrgd Hví dumpaði 80ara-velj arin og sat eftir við sviðið sod í 90unum? Tí har var ov lítið samband millum politiska veruleikan og rest- ina av veruleikanum. Við ðrum orðum: Veljarin valdi við hjartanum, íkki heysinum. Og tann, ið hoyr- ir politikkarar kjakast framman eina fjøld, må við- ganga, at teir mest av øllum arbeiða við kenslunum hjá áhoyrarunum, ikki teirra skili og viti Veljarin má gera sær tað greitt, at tað er ein hættislig leið at velja eftir kenslum Tí pengar hava ikki kenslur Peningur og angist líkjast bæði fyribrigdi eta sálir! Vit kenna, flestu av okk- um, byrjunarorðini í røduni hjá Martin Luther King: Í have a dream Kanska er tað uppá tíðina. at vit gera okkum púra greitt, hvat ið vit droyma um, at Føroyar kundi verið, um nóg mikið var til av pengum. So at vit, tú og eg, veljarin, ikki verða tiknir á bóli, skuldi tað hent, at vit ein morgun vakna og eru borgarar í einum ríkum landi Tí hinvegin: Koma olju- pengarnir og vit ikki - sum Egon í Olsenbanden - hava eina plan, so kunnu peng- arnir skjótt gera friu Føroy- ar um til eina mentunarliga marru. Tað, sum er gott fyri peningin, er ikki altíð auto- matiskt gott fyri menniskj- an. Okkara 1000 ára gamla søga hevur lært okkum alt um at livbjarga sær i fåtæk- radømi. Vit hava bert fåar, stuttar og ringar royndir vid rikidømi - einki at reypa av Mangt bendir å, at riki- dømi liggur uppå lår. Vand- in er, at okkara føroyska sål verdur sundurskrædd og LA Í Øystein Lønn telist mill- um bestu og hægst mettu rithøvundar i No- regi, eisini í altjóða høpi. Hann fekk í 1996 Bókmentavirðislen Norðurlandaráðsins fyri bókina Hvat skulu vit gera í dag og aðrar stuttsøgur, sum Forlagið Nýlendi nú gevur út í týðing hjá Jákup í Skemmuni Øystein Lønn hevur evnini at benda å tann fjalda dramatikkin aftan fyri tað, sum tykist so vanligt og gerandisligt Hann manar tað fram, sum er júst undir skræð- Gitin norskur stuttsøgu- rithøvundur å føroyskum sidani forgylt hjå einum gullsmidi, sum ein úttraðk- aður barnaskógvur. Hvat vil tað - heilt konkret - síga, at vera fyrivarin, í hesari stóðu? Vit noyðast at hugsa og taka stóðu. Annars avger peningurin tað fyri okkum - og hansara logikkur er ikki menniskjansligur. Hetta mugu vit for hundan hava lært. Av okkara nýggjastu søgu Abyrgdini sleppa vit ikki undan - lika mikið hvat sum hendir Tennes Mikkelsen uni girnd, angist, dreym, leidsemi við liv- ið ella áræði. Næstan allar stuttsøgurnar lýsa víðurskiftini — millum mann og konu, og ser- liga gentan og konan hava sterkar leiklutir í hesum tekstum Bókin, sum fæst í bókabúðunum kring landið er 133 síður, kostar 125 krónur. Pf. Gramar setti upp, Pf Estra prentaði og Helgi Justinussen bant inn 5 LØNNÉ „ Hvat skut it