Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1997síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið Eg fari aftur á ferð Einki er sum at ferðast og síggja, hvussu vanlig fólk í Europa liva, sigur Leif Berg í Havn. Á ferðini í heyst vóru teir fyri einum keðiligum álopi í Polen, men tað ræðir hann ikki frá at fara aftur út at ferðast saman við donsku vinmonnum sínum Á Indi á 4 ilta 4 4 ur AKU yt P um } eir eir gr T £ på I ry på r r : T … ið mundið sum Leif Berg í Havn i 1992 fór undir at hava ríðing sum vinnu veg, kom hann at kenna Poul Erik Jensen á Læsø í Danmark. Poul Erik hevur ríðiskúla og hevur tvær ferðir verið í Føroyum og havt ríðiskeið Í 1994 fann Poul Erik uppá at gera bussferðir sam- an við vinmonnum niður igjøgnum Europa. Arið eftir varð Leif boðin við, og hann var aftur við í fjør Tað krevur ikki einki av átta monnum í tríggjar vikur at vera saman í einum bussi, tí rúm er hverki fyri 6semj- um, gron ella serheitum, sum umborð á skipi Men tað er ein útrúliga deiligur máti at ferðast, tí teir uppliva náttúruna og koma allastaðni í samband við vanlig fólk, sum næstan øll eru blid og fyrikomandi. - Og so at vera langt burt- ur frå vanligum turistum, sigur Leif Biligt Tað er eisini ein biligur máti at ferðast. Eina heita máltíð keypa teir um dagin, annars eta teir mat, sum teir hava við heimanifrá og keypa á leiðini. Føstu útreiðslurnar býta teir sínamillum. Ferðin úr Danmark og aftur kostaði hverjum teirra umleið 3000 krónur - fyri tríggjar vikur A ferðini teir gørdi í heyst hendi kortini nakað, sum gjørdi, at teir ikki fingu fylgt ætlanini um at koyra ggjar hear teir fáa burtur ur nøkur minni fyri lívi menn í trip sum rúmar øllum vidførinum gjøgnum Polen og Ukraina heilt niður ul Odessa og inn i Moldavia Teir koyrdu út í eitt úr Danmark og steðgaðu ikki fyrr enn eitt gott petti inni í Polen Teir steðgaðu so á einum litilum stað úti á landinum fyri at fáa sær at eta og sova - Har sá hampiligt út, og vit fóru inn at eta. Meðan vit sótu har, komu nakrir ungir menn og settu seg hjá okkum, meðan vit hugnaðu okkum. Klokkan trý hálvg- um fýra um náttina fóru vit í bussin at sova Gloymdi at læsa Men tíverri heyði seinasti maður gloymt at læsa buss- in. Tað hildu teir heldur ikki vera so neyðugt, tí teir hava ongantíð hitt annað enn fitt fólk Um náttina komu tveir mans inn í bussin, og menn- inir vaknaðu. So hvørt sum teir reistu seg, fingu teir ein kurvabóltakepp beint frammaná. Tíbetur var ein av donsku monnum fyrrverandi boks- ari, so hann fekk í annan po- lakkin og tveitt hann út. Hin bleiv bangin og slapp sær út sjálvur Ein av donsku monn- unum fekk stóran skaða Bæði nøs og annar armurin brotnaðu. Hinir tríggir fingu allir hol á høvdid, og allir bløddu illa Leif sjálvur fekk ikki eitt prus, tí hann lá afturi í buss- inum og vaknaði heldur ikki beinanvegin vikur og 4 Að sr am <en "6 OR vl navu SO UM Menninir í bussinum vóru illa við. Teir bru ótta fyri at aðrir fóru at koma eftir teimum. Teir skundaðu sær at flýggja og koyrdu við nógvari ferð avstað Teir mistu ikki annað enn ein cd-spælara og okkurt, sum datt úr bussinum, men teir ikki tordu at fara út eftir ti. Leif heldur, at teir høvdu verið heldur klossutir at lata ein cd-spælara standa frammi í rútinum Aftaná ivadust teir ikki i, at polakkarnir bara hava ætlað at stolið frá teimum. men eru blivnir skakkir og tí slerdu frá sær Teir koyrdu til næsta býin komu til eitt hotell, og hað- ani ringdu teir eftir politi og sjukrabili Ikki var lætt hjá teimum at greiða frá, hvat var hent, tí politiið skilti ikki enskt. Triggir av monnunum vórðu innlagdir, og dagin eftir fóru hinir aftur eftir teimum. Viðgerðin teir fingu á sjúkrahúsinum var góð. Og ikki sørt bíligri enn vit eru von fyri. Rokningin fyri at leggja trígjar menn inn eina nátt, gipsa ein arm, viðgera eina brotna nøs og seyma trý høvd aftur var 670 krónur, sum teir tóku av felags kassanum Hýrurin var einki serligur í bussinum beint aftaná hetta, sigur Leif, men sum frá leið royndu teir bara at gloyma tað og fáa nakað burtur ur ferðini Teir skaddu søgdu korta nei til at venda við aftur men hendingin gjørdi, at teir ongantíð komu til Odessa. Í staðin fóru teir eitt rend til Ukraina og gjøgn um Ungarn til Slovenia at vitja fólk Og so fóru vit til Vene dig at sleikja sárini, sigur Leif Upplivdu nógv Teir fingu eisini veruliga upplivað nog ferðin Jari frá staðnum. har teir rðu ålopnir Allastaðni hitt vin húr folk tók kk N k k it | A Í i iði Hesu ferð vóru vit eitt nú í fyrrverandi týning arleguni Auswitch. Tú skilir ikk: veruliga, at nakað s ræðuligt kann vera hent fyrr enn tú hevur verið á einum slíkum stað Í Ukraina sóu teir, at har verða nú kirkjur bygdar allastaðni Vórðu signaðir - Tað var nokkso rørandi ein dagin í Ukraina, at tað kom ein gamal maður og signaði okkum allar upp móti eini kirkju Endamálið við bussferð- unum er eisini at vitja ríðiskúlar. Poul Erik Jensen er ein av fremstu lærarum í at ríða á íslandsrossi, og teir vitjaðu ymsk stød við ís- landsrossum, bæði í Týsk- landi og í Slovenia, har teir fingu ein vakran túr við at koyra uppi í fjøllunum. ASftur næsta ár Leif hevur ikki mist sin ferðahug av keðiligu hend- ingini í Polen. Teir hava longu tosað um, hvagar leiðin í ár skal ganga. Teir kundu hugsað sær at komið fyrst til Føroya, og um Smyril siglir, at farið við honum til Skotlands og haðani niður gjøgnum Eur- opa. Hin Føroyska Israels missionin (HFI) hevur fingið vitjan av Per Ladekjær frá Ordet og Israel úr Danmark, og skipar fyri hesum møt um komandi dagarnar I kvøld kl. 20.30 ung dómsmeti i Emmaus, Klaksvík. Sunnukveldið kl. 18.00 meti í missi- ónshúsinum á Toftum Mánakveldið kl. 20.00 ungdémsmøti í missi ónshúsinum á Argjum A nøkrum metum lut- tekur Oddmar Stein- hólm av Toftum, sum ar- beiðir í Ísrael, eisini HFI varð sett á stovn í oktober 1992. HFI hev- ur sum endamál at boða evangeliið um Jesus. Ar- beiðsorkan hevur verið løgd í at halda metir í Føroyum og at stuðla sosialum og andaligum arbeiði í Ísrael. HFI hevur havt fleiri volontørar í Israel, og í løtuni eru triggir volon- tørar í Ísrael, útsendir av HFI. Eyðhild Dam av Argjum arbeiðir í einum bíbliuhandli í Jerusalem, og Daniella Justesen úr Hvannasundi og Jó- Ísraelsvitjan hanna úr Klaksvík ar beiða á einum barna heimi fyri børn við svár um brekum. Aður hava tvær av gentunum, sum hava verið folontørar fyri HFI, arbeitt á sama heimi. Onnur í 6 mán- aðir og hin í 17 mánaðir Skoðsmálið, tær fingu, var, at kærleiksgerning- urin, sum tær gjørdu móti børnunum og teimum avvarandi, var ein sannur vitnisburður um Jesus Harumframt hava vit í samstarvi við eitt danskt = missiónsfelag sent Oddmar Steinhólm av Toftum at arbeiða í Ísrael. Hann arbeiðir millum ungar danskarar (og føroyingar), sum koma til Israels. Odd- mar er heima f hesum døgum. HFÍ hevur fingið fótin fyri seg sum eitt lítið, føroyskt ytrimissións- felag, og royna vit at boða evangeliið her heima og úti. HFÍ gevur >Shalom-blaðið< út 4 ferðir um árið, og blaðið er ókeypis. Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, er opin kl. 9-15. mánadag-fríggjadag Telefon 17597. Teletax 13609. Teksttelefon, ring 0032 og bíð um 16929. Limafundur hvert kveld kl. 19-23.