leygardagur 4. januar 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið Ð Vikuskiftið Síða 15
Hann bjargar manna-
AK! BERTHOLDSEN
Ferðslutrygd er ikki bara
góð dekk, rett ljós og bjørt
endurskin
Tað er eisini góðir vegir
Men góðir vegir eru ikki
bara breiðir vegir, asfalter-
aðir spegilsslættir
Góðir vegir skulu eisini
verða tryggir
Ikki bara hjá teimum sum
koyra bil. Í hvussu so er í
býum og bygdum skulu teir
sanniliga eisini vera tryggir
hjá teimum, sum tola minni
av í ferðsluni, enn bilarnir
ger- tvs, øllum teimum, sum
eru til gongu, bæði barnum
og vaksnum
So hvert, bilarnir tóku at
vaksa í tali og fóru at koyra
skjótari og skjótari, eru tað
fólk, sum hava havteitt vak
ið eyga við teimum verju
leysu í ferðsluni, so eisini
tey fáa verið til
Seinastu árini er hetta við
ferðslutrygd blivin eini vís
indi fyri seg
Og ein partur í hesum vís-
indum er at vita, hvussu
vegir í bygdum og býum
kunnu gerast so tryggir hjá
fótfólki sum møguligt
Ein slóðbrótari í arbeið
num at gera tað hiviligt í
bygdum og býum, bæði hjá
bilum og fólki, er danin
Henning Bang
Henning Bang er sivil
verkfrødingur, men hevur
arbeitt við ferðslu burturav
í ein mansaldur og hann er
í dag í eini fyrtøku, sum
arbeiðir við ferðsluráðgev
ing um allan heimin
Hann sigur, at danir, og
serliga fyritskan, hann ar-
beiðir í, hava í mong ár ver-
ið slóðbrótarar innan hetta
slagið av ferðslutrygd.
Afturfyri sítt arbeiði á
hesum ski hevur Henning
Bang fingið trygdarvirðis-
lønina hjá Volvo, hann hev-
ur fingið virdisløn frå Ráðn-
um fyri Ferðslutrygd í Dan-
mark og hann hevur fingið
donsku vegvirdislønina.
Hansara fyritøka arbeiðir
í løtuni m.a. í so ymsum
londum sum Sveríki, Av-
stralia og Uruguay.
Yvirhøvur er tað í lond-
um, har tað stendur hamp-
iliga væl til at teir arbeiða.
Menningarlondini hava
heilt aðrar ferðslutrupul-
leikar at dragast við, sum
krevja heilt aðrar loysnir,
sigur hann.
Nógva staðni í
Føroyum
Hann hevur eisini verid
ráðgevari hjá Tórshavnar
Kommunu í sambandi við
vegagerð í nógv ár og vit
hittu hann á máli ein dagin
fyrr í heyst tá ið hann var
komin til Havnar at vitja.
Henning Bang er ikki
sinnaður at tosa um støduna
í Havn, ella, hvat hevði ver-
ið tiltrongt her. Hann vil
bara tosa alment um, hvat
tað er, hann ger.
Groft sagt er tað, hann
ger, at royna at finna eina
hóskandi javnvág ímillum
„rættindini“ hjá teimum
sum ganga og teimum, sum
koyra.
Við ødrum orðum royna
teir at finna hóskandi mátar
lívum í terðsluni
Henning Bang uppi við Hvítanesvegin, sum, er eitt strekki í Havn, sum skal gerast tryggari.
Arbeiðið hevur tvey endamál. Bilførarar skulu slaka ferðina av sær sjálvum og tað skal bera til
at koma trygt tvørturum vegin, har tað er brúk fyri tí.
at fáa bilar at koyra spak-
uligari í bygdum eki fyri at
gera tað tryggari hjá gongu-
fólki.
Men tað er ikki so einfalt
sum at gera smáar ryggir á
vegin fyri at noyða bilarnar
at slaka ferðina.
— Hetta er ein máti, men
avgjørt bara ein neyðloysn,
sum vit kunnu góðakaka á
smáum síðuvegum við
næstan ongari ferðslu. Tað
er eingin loysn á vegum, har
reglulig ferðsla er, sigur
Henning Bang.
Ein annar máti er at
smalka vegirnar við at
leggja „oyggjar“ mitt eftir
teimum, kanska fleiri for-
skotnar oyggjar, so at bil-
arnir eisini mugu snara. Tað
tvingar bilførarar at koyra
varliga.
Men umframt at gera
vegirnar tryggari, er enda-
málið eisini at gera teir
vakrari.
— Tá ið vit tosa fínt, siga
vit, at tað, vit arbeiða vid,
er at finna nýggjar mátar at
gera umhvervisvinarligar
gjøgnumkoyringar, sigur
Henning Bang. og hetta um-
fatar bæði ferðslutrygd og
útsjónd.
Hann sigur, at tá ið vegir
verða lagdir, verður stórur
dentur lagdur á ferðslu-
trygdina og at leggja teir
eftir landslagnum
- Men sum oftast verður
mest hugsa um tað reint
tekniska. Og í býunum
verður kanska enn minni
gjørt burturúr at royna at fáa
vegirnar at hóska inn í
heildina.
Tað kemst fyri ein part av,
at umstødurnar eru nógv
fløktari og truplari í einum
byi, enn úti í óbygdum.
Henning Bang sigur, at
tær royndir teir hava av at
umbyggja vegir í býum og
bygdum, vísa, at vinning-
urin er stórur.
— Ikki bara verða vegirnir
nógv vakrari og snøggari.
teir verða eisini nógv trygg-
ari.
Ferðsluráðgevarin sigur
hevur tí eitt strekki, har
nógv fólk hava meiðslað
seg í ferðsluni, sæst týði-
ligt, at skaðatalið fellur
munandi, tá ið vegurin er
umbygdur. Tað vísa roynd-
irnar, har tey hava verið.
— Hann sigur, at sostatt er
hetta góðar iløgur fyri sam-
felagsbúskapin, hóast tað
kanska kostar tí einstøku
kommununi pengar í fyrstu
syftu.
Men í mongum førum er
tad eisini so, at tad heldur
einki kostar í fyrstu syftu,
tí ofta verða vegirnir um-
bygdir, tå ið teir kortini
verða uppgrivnir í teir í
sambandi vid rør, kaðalar,
asfalteringar og tílíkt og so-
leiðis fæst tvey fyri eitt
- Ferðsluóhapp henda
framvegis eftir at vegurin er
umbygdur, men fólkaskaðar
eru eingir longur og tað er
ein stórur vinningur, sigur
Henning Bang.
Hann sigur, at gransking-
in á hesum øki mennist alla
tíðina og ørindi hansara í
heyst vóru at greiða frá,
hvussu hann helt, at alt tað
nýggja, teir hava funnið
fram til, kann lagast til Før-
oysk viðurskifti.
Hóast hann ikki vil um-
røda åvis vegastrekki í
Havn, heldur hann, at teirra
serkunnleiki og royndir
kunnu eisini brúkast nógva
staðni í Føroyum.
Hann hevur verið í Fer-
oyum nógvar ferðir og fakl-
igi áhugin hevur sjálvandi
eggjað honum til at hava
eyguni við sær, har hann
hevur verið.
- Tað er nógvastaðni í
Havn, at bilamir koyra ov
skjótt og tað kundi kanska
verið skilagott at bygt onkr-
ar av teimum vegunum um
so við og við, td. har fólk
kenna seg ótrygg og fólk
meiðslað seg í ferðsluni.
Hann heldur eisini, at tað
er nógva staðni í Føroyum,
at høvudsvegir ganga i-
gjøgnum litlar bygdir og har
tå sært, at bilarnir koyra alt
ov skjótt, hóast tað kanska
er smalt afturat.
Annars er hetta ein nógv
stórri trupulleiki úti í heimi,
enn tað er í Føroyum, heldur
hann.
Í Danmark er tað ein stór-
ur trupulleiki, at bílarnir
koyra ov skjótt eftir høvuds-
vegum, sum ganga igjøgn-
um lítlar bygdir.
Síggja
Henning Bang sigur, at tað
vindur meiri og meiri uppá
seg, at hugsa um umhvørv-
isvinarligar vegir.
— Í Stokkhólmi er áhugin
nógv vaksin eftir at úrslitið
av teimum fyrstu royndu-
num er farið at vísa seg.
— Men soleiðis er gongdin
allastaðni.
Í Danmark verður eisini
stórt arbeiðið gjørt at byggja
vegir um
fólk við
erðsluráðgevarin sigur,
at tey hava eisini ment eina
serliga mannagongd fyri,
hvussu best er at fara fram,
tá ið vegir verða umbygdir.
- Hetta er ein manna-
gongd, sum dregur nógv
fólk uppí avgerðina, hvussu
vegurin skal koma at síggja
út. Hetta er eitt, hann leggur
sera stóran dent á.
—Tað gevur øllum, sum
hava áhuga, møguleika at
ávirka arbeiðið, sigur hann.
— Tess fleiri fólk eru við
og ávirka arbeiðið, tess
stórri undirtøku fær tað og
tess stórri ábyrgd følir hver
einstakur fyri arbeiðnum og
endaliga úrslitinum.
M.a. leggur hann stóran
dent á, at fjølmiðlarnir um-
røda arbeiðið fyri at geva
so nógvum, sum gjørligt
kunnleika til tað, og møgu
leika at gera viðmerkingar
Arbeiðir byrjar við at
býráðið samtykkir arbeiðið
og tå er eisini høvi hjá tíð
indatænastuni at umrøda
samtyktina
Síðani verður ein bólkur
settur at fylgja við arbeið
num. Í bólkinum skulu helst
ikki verða meiri enn 10-12
fólk. Tey umboða tey, sum
hava áhuga í vegnum t.d
tekniska nevnd hjá býráð-
num, umboð fyri handils
lívið, vinnulívið, ferðavinn
una, løgregluna og aðrar á-
hugabólkar
Tá ið tey hava umrøtt æt!
anina, fara øll umboðini til
sítt bakland at fáa viðmerk
ingar til arbeiðið
A næsta fundi fær bólk
urin, sum fylgir við arbeið
num at vita, hvat tey ymsu
åhugafeløgini halda
Arbeitt verður so víðar
við málinum og so verðu
farið umaftur til tey ymsu
baklondini
Soleðis verður hildið á
ul semja funnin. Og
royndirnar vísa, at tað kem
ur altíð ul semju
At enda verður projektið
gjørt og lagt fyri býráðið
Býráðið fær so síðsta høvi
at gera sínar viðmerkingar
Tá ið tær eru komnar, fer
ætlanin til borgararnar til
viðmerkingar, áðrenn enda
liga projektið verður gjørt
Tíðindatænastan umrødur
málið við jøvnum millum-
bilum.
Henning Bang sigur, at at
síggja til er hetta ein fløktur
og tverligur arbeiðsháttur.
— Men veruleikin er, at tú
hevði verið bilsin at sæd,
hvussu lætt tað gongur, sig-
ur hann.
Eisini í Havn
Gunnar Hoydal, býarar-
kitektur í Havn, sigur, at
kommunan hevur brúkt
virkið, Henning Bang ar-
beiðir í, sum ráðgevara av
og á seinastu 25 árini.
M.a. rådførdi kommunan
seg vid donsku serfrøding-
arnar í sambandi við, tað
stóra arbeiðið tað var at
leggja ferðsluna igjøgnum
býin út úr miðbýnum.
Í løtuni setir Henning
Bang síni fingramerki á eina
vegumbygging í Havn og
tað er iðið, sum verður
gjørt á Hvítanesvegnum.
Har vóru ryggir gjørðir á
vegin, men ónggdin var so
stór, at teir vórðu slættaðir
aftur, so nú verða aðrar
loysnir royndar.
Gunnar Hoydal heldur, at
tað eru eisini onnur strekki
í Havn, sum høvdu trongt
til åbøtur. Hann nevnir t.d.
Jónas Broncksgetu, av
Skansanum, niðan í RC
Effersøesgøtu.
— Hesi arbeidi hava tvey
endamål: Bilførarir skulu
minka ferdina av sær sjålv-
um og tad skal bera til at
koma trygt tvørturum veg-
in, har tað er brúk fyri tí.