Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • leygardagur • 18. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Høllin verður fullsett Talan verður um bæði dans og dyst, tá FCK- cheerleaders fara at hita áskoðararnar til dystin í Klaksvík HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einki er at ivast í, at KÍ- høllin fer at verða stúgv- andi full sunnudagin, tá Stjørnan tekur ímóti VÍF. Fyrst og fremst er talan iva- leyst um ein av teimum stóru dystunum á árinum, og í øllum førum ein dystur um, hvør skal sleppa at kapprenna við VB. Og hartil verður høllin eisini karmur um stórsligið show, tá heppikórið hjá FCK fer at undirhalda. Hvussu hetta fer at ganga fyri seg, ber illa til at siga longu nú, men tað tykist tó heilt víst, at talan verður um eina undirhaldandi løtu fyri áskoðararnar. Og tað fer dysturin uttan iva eisini at verða. Her er talan um tvey av liðunum, sum so heilt avgjørt hava ætlanir um at spæla við í oddinum í ár. Og hóast VB longu nú tykist at hava funnið stílin frá í fjør aftur, so er einki at ivast í, at bæði Stjørnan og VÍF hava eina vón um at taka oddasessin frá teimum í Vági. Greðir favorittar VB skal annars sjálvt til Giljanes hetta vikuskiftið. Tann dysturin verður leygardagin, og einki er at ivast í, at VB eru risafavor- ittar móti uppflytarunum. Á pappírinum tykist dysturin mest av øllum at vera ein avgreiðsluspurningur, men hinvegin er einki at ivast í, at VB hóast hetta skal ansa sær eitt sindur, skulu tær ikki verða tiknar á bóli. Seinasti dysturin er í Havn, har StÍf kemur á vitj- an. Skal metast eftir úrslit- unum higartil í kappingini, so er einki at ivast í, at talan verður um eina tunga uppgávu hjá heimaliðnum. Enn hava tær fyrsta stigið til góðar, og spælið í teim- um báðum fyrstu dystunum hevur so ikki givið nakra ábending um, at liðið ætlar at flyta seg nakað serligt uppeftir á talvuni. Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 18.10 14.30 Søljan-VB 19.10 14.30 Kyndil-StÍF 19.10 15.00 Stjørnan-VÍF 1. deild menn 19.10 16.00 Kyndil-StÍF 19.10 16.00 KÍF-H71 19.10 16.00 VÍF-Neistin Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 18.10 14.00 KÍF-ÍF 19.10 14.00 Dráttur-TB 19.10 17.00 Mjølnir-Fleyr Meistaradeild menn 18.10 16.00 Fram-ÍF 19.10 18.30 Mjølnir-Fleyr Føroyar fáa fimm ella seks mótstøðulið í komandi HM-und- ankapping, og tað merkir, at útlitini fyri stigum eru munandi batnað FÓTBÓLTUR Ivan Eginsson Tad er nú greitt, at før- oyska fótboltslandsliðið fær fimm ella enntá seks mótstøðulond í komandi HM-undankappingini. Endaspælið verður í Týsk- landi í 2006. Undankapp- ingin er longu byrjað í Suðuramerika og í Afrika. Tann 5.desember verður evropeiska lutakastið hild- ið í Frankfurt. FIFA hevur avdúkað, hvussu øll tey evropeisku londini verða bólkað. Sum vant, eru tey styrkismett eftir avrikunum í tveimum seinastu HM- og EM-und- ankappingunum. Í mun til undanfarnu kappingina, verða færri bólkar við fleiri liðum í hvørjum. Helst fellur henda avgerð- in í góða jørð hjá føroying- um, ið fegnir vilja leika fleiri altjóða dystir. Tað er kanska ikki nakað óvæntað, at Føroyar eru at finna í veikastu styrkis- bólkinum. Men tað er stuttligt, at føroyingar við ávísum hepni í lutakastin- um kunnu fáa eitt lið aftur- at sær úr sama styrkisbólki og enda í einum bólki við sjey londum. Vit fáa til- samans tríggir bólkar við sjey liðum í hvørjum. Hin- um fimm bólkunum skulu seks lond vera í. Tað verður eitt lið úr hvørjari styrkisbólki í hvørjum bólki. Tað vil siga, at bólkur hjá føroy- ingum kundi til dømis sæð soleiðis út: Ongland, Niðurlond, Rumenia, Nor- eg, Ungarn, Foroyar og Andorra. Annars eru styrkisbólk- arnir hesar: Bólkur 1: Frakland, Portu- gal, Svøríki, Kekkia, Ong- land, Spania, Italia, Turka- land Bólkur 2: Niðurlond, Kro- atia, Belgia, Danmørk, Russland, Írland, Bulgaria, Slovenia Bólkur 3: Pólland, Rum- enia, Skotland, Serbia/- Svartafjalsland, Sveis, Grikkaland, Ukraina, Slo- vakia Bólkur 4: Eysturríki, Ís- land, Finnland, Noreg, Bosnia, Ísrael, Lettland, Uels Bólkur 5: Ungarn, Ge- orgia, Hvítarussland, Kýp- rus, Estland, Norðurírland, Litava, Makedonia Bólkur 6: Albania, Ar- menia, Moldavia, Aser- baidsjan, Føroyar, Malta, Liktinstein, San Marino, Luksemborg, Andorra, Kasakstan Fáa onkra smátjóð Tað verður ikki bert á vøllinum, at undirhald verður í Klaksvík um vikuskiftið. Stjørnan hevur nevnliga lænt heppikórið hjá FCK til dystin 19 18 Nr. 198 - 18. oktober 2003 – Javnaðarflokkurin er hevur í veruleik- anum yvirhálað tjóðveldisflokkin og samgonguna í sjálvstýrismálinum. Men Jóannes Eides- gaard hevur lítlar og ongar vónir um at finna semjur RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er neyðugt at byggja brýr ímillum føroyingar. Ikki minst er hetta ógvuliga neyðugt í tjóðskaparliga spurninginum. Tað heldur Javnaðar- flokkurin. Flokkurin hevur einaferð enn givið eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu hann heldur, at føroyingar kunnu loysa æviga trætumálið um loys- ing og samband ella um ríkisfelagsskap ella full- veldi. Jóannes Eidesgaard, for- maður í javnaðarflokkin- um, viðgongur, at tað er ikki tað stóra nýggja í hesi nýggju kunngerðini hjá javnaðarflokkinum, aftur- ímóti teimum kunngerðum, sum flokkurin áður hevur almannakunngjørt um ríkisrættarligu støðu føroy- inga. – Men tíverri er sjálvstýr- istilgongdin blivin eitt sam- gongumál og tað er ein hættislig gongd, heldur Jóannes Eidesgaard. Ætlanin við hesi nýggju kunngerðini er sostatt mest fyri at krita vøllin upp og fyri enn einaferð at gera vart við, at javnaðarflokk- urin altso eisini hevur eitt greitt boð uppá, hvussu tjóðskaparligi spurningurin kann loysast. – Vit eru stemplað sum tað svartasta samband og afturhald. Tí halda vit at tað er rætt einaferð enn at gera vart við, at tað er ikki sann- leikin og at vit í veruleikan- um mæla til meiri víttfevn- andi broytingar ímillum Føroyar og Danmark enn samgongan í løtuni hevur stungið út í kortið. – Tað skerst heldur ikki burtur, at tá ið á stendur, hevur javnaðarflokkurin eina sterka siðvenju fyri at vera rættiliga sjálvstýris- sinnaður og vit hava eisini verið við til tær flestu yvir- tøkurnar, sum eru framdar. Ongar vónir fyri semju Jóannes Eidesgaard sigur, at av tí, at sjálvstýristil- gongdin er gjørd til eitt samgongumál, er hetta samstundis blivin ein spurningur, sum hevur býtt føroyingar sundir í tveir at kalla líka stórar partar. – Og tað er rættiliga ódemokratiskt at eitt so stórt og álvarsamt mál verður loyst eftir einum leisti, sum, sum hevur minst møguligan meiriluta aftanfyri seg. – Tað er ikki nøktandi í einum so stórum máli, at tjóðin er í tvíningum og at hetta sostatt sær út til at blíva ein tjóðskaparlig loysn fyri helvtina av fólk- inum. Javnaðarflokkurin heldur tískil, at tað er alneyðugt at finna eina tjóðskaparliga semju, sum ein stórur meiriluti av Føroya Fólki tekur undir við. Hann ivast heldur ikki í, at tað hevði framskundað eina loysn munandi. Hann vísir eisini til Ísland, har tað at kalla var full semja um tjóðskapar- liga spurningin og har tað eisini gekk bæði skjótt og væl at finna eina loysn. Hann er eisini greiður yvir, at ein tjóðskaparlig semja, verður ein semja, sum hvørki tjóðveldis- flokkurin ella sambands- flokkurin verða fult nøgdir við, tí hon má liggja onku- staðni har ímillum. Javnaðarflokkurin heldur framvegis, at tað eigur at bera til at finna at borið til at finna eina semju. Men hann ásannar eisini, at tað hevur verið tosað um tað stóru semjuna síðani 1998, men at tað hevur alt verið til fánýtis. – Samgongan hevur tí- verri gjørt hetta til eitt sam- gongumál burturav og tí havi eg ikki stórvegis vónir um at finna eina semju, men vit skulu kortini ikki uppgeva heilt, sigur Jóan- nes Eidesgaard. – Men sum politiskur flokkur er tað okkara upp- gáva at gera vart við, hvar vit standa í tjóðskaparliga spurninginum og tí hava vit kunngjørt okkara støðu í málinum. Hevur yvirhálað samgonguna Ein stór orsøk til at tann stóra semjan ikki er funnin, er, at tjóðveldisflokkurin ikki hevur hildið, at javnað- arflokkurin er nóg víð- gongdur í sínum sjálvstýr- ispolitikki. Men hesum vísir formað- ur javnaðarfloksins aftur. – Í veruleikanum er javn- aðarflokkurin meiri fram- fýsin á hesum øki enn bæði tjóðveldisflokkurin og sam- gongan er, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at samgong- an byggir sín politikk á nógv umrødda Tvøraskjal- ið, sum landsstýrið og danska stjørnin samdust um í juni í ár. – Við hesum skjali verður staðfest, at heimastýrislóg- in skal halda fram, men at mannagongdin, tá ið ymisk málsøki skulu yvirtakast, skal verða einfaldari. – Tað er merkisvert, at henda avtalan verður sett í gildi sum ein donsk ríkislóg og ikki sum ein politiskur sáttmáli ímillum Føroyar og Danmark og tað man kennast løgið hjá tjóðveld- isfólki at leggja seg inn- undir heimastýrislógina. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at javnaðarflokkurin er ikki nøgdur við at heima- stýrislógin skal halda fram. – Vit halda, at hon er alt ov stirvin og ov trong. Vit sóu tað undir kreppuni, at heimastýrislógin varð hálvavegna sett úr gildi við at at stjórnin fór at leggja seg út í mál, hon ikki hevði rætt at leggja seg út í. Í Heimastýrislógini eru eis- ini nógv málsøki, sum als ikki eru nevnd og tað er í mongum førum ógreitt, hvussu ábyrgdarbýtið er ímillum Føroyar og Dan- mark. Javnaðarflokkurin hel- dur, at ístaðin fyri heima- stýrislógina, eiga vit at fáa ein politiskan sáttmála ímillum Føroyar og Dan- mark – Vit vilja hava ein nýggjan sáttmála í gildi ímillum Føroyar og Dan- mark og hetta skal vera ein sjálvstýrissáttmáli. Hann leggur dent á, at javnaðarflokkurin vil ikki hava loysing frá Danmark. – Men vit vilja hava við- urskiftini ímillum Føroyar og Danmark í eina avtalu, har tað greitt verður fráboð- að, hvørjar heimildir, hvør parturin hevur. Grundarlagið undir hesi avtaluni skal vera, at sjálv- stýri Føroya skal víðkast og styrkjast. Tað skal staðfest- ast, at Føroyar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og vit kunnu tí frítt velja eina- hvørja broyting í stjórnarlig viðurskiftum okkara, sum vit koma ásamt um og standa saman um. – Hetta skal vera ein politiskur sáttmáli ímillum tvey sjálvstøðug lond, ið viðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis tjóðir í ein- um felagsskapi - ríkisfel- agsskapi, samveldi ella frælsum felagsskapi. Samstundis skal tað standa í hesi lógini, hvussu farast skal fram, gera føroy- ingar av at fara úr ríkisfel- agsskapinum. Hesin nýggi sáttmálin skal síðani fráboðast ST, sigur javnaðarflokkurin. Jóannes Eidesgaard hel- dur tí, at sakliga átti ikki nógv at verið til hindurs fyri at funnið eina stóra semju- men so krevst, at sleppur ætlanini um at varðveita hetta sum eitt samgongumál. Tíðarfreistin stutt Jóannes Eidesgaard heldur, at grundlógarnevndin hevði verið rætta staðið at roynt at funnið eina tjóðskaparliga semju. Men samstundis ger for- maður javnaðarfloksins vart við, at tíðarfreistin er stutt og at grundlógarnevn- din skal lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl. Tí setir Javnaðarflokkur- in sum eina avgjørda treyt, at tann ríkisrættarligi tátt- urin er orðaður í seinasta lagi 1. januar. – Í Grundlógararbeiðn- um, skulu vera við til at seta orð á tey rættindi og skyldur, sum hvør føroy- ingur skal hava og, hvussu samfelagið annars skal skipast. – Tað er eitt stórt og um- fatandi arbeiði, men tað ætla vit ikki at taka lut í, tá ið vandi er fyri, at ein tjóð- skaparlig orðing at enda verður trumfað ígjøgnum, sum vit ikki kunnu taka undir við. – Antin skulu vit tískil finna eina tjóðskaparliga semju í grundlógarnevndini fyri 1. januar, ella skulu vit gera eina orðing, sum lýsir ríkisrættarligu støðuna, sum hon er nú, samstundis sum vit áseta, hvussu farast skal fram, skal hon broyt- ast, sigur Jóannes Eides- gaard. Sí annars tíðindaskriv og politiska yvirlýsing frá javnaðarflokkinum um tjóðskaparliga spurningin aðrastaðni í blaðnum. Javnaðarflokkurin yvirhálar tjóðveldisflokkin og samgonguna – Vit seta sum eina avgjørda treyt, at ein tjóðskaparlig semja skal vera funnin fyri 1. januar, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksin C M Y K 18