Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 198 - 18. oktober 2003 Nr. 198 - 18. oktober 2003 17 Hann sat »bara« í fangatippi í eitt ár fyri at vera limur í ANC, men tað kendist sum at vera náðaður, tí nógv onnur svørt sótu í fongsuli í nærum 30 ár sigur Stephen Gawe, suðurafrik- anski sendiharrin í Danmark, sum vitjaði í Føroyum herfyri SENDIHARRAVITJAN Jan Müller Herfyri vitjaðu ikki færri enn 20 sendiharrar í Dan- mark í Føroyum. Millum teirra var eisini suðurafrik- anski sendiharrin, Stephen P Gawe. Sendiharrin vitjaði kring landið og hevði høvi at hitta mong fólk. Hann var so eisini áhugaður at vitja eina føroyska ávís. Sosialurin, sum eitt nú gjørdi nógv burtur úr stríðnum hjá ANC at vinna teimum svørtu frælsi og javnrættindi, lat dyrnar upp fyri sendiharranum, sum eisini fekk innlit í, hvussu eitt blaðhús í einum landi við bert 48.000 íbúgvum megnar at fáa blað út fimm dagar um vikuna. Hann er siðiligur og róligur maður. Høviskur og vinsælur. Hetta er fyrsta vitjan hansara í Føroyum. Neyvan hevði vitjanin verið komin í lag, um hann ikki fekk høvi at vera saman við so mongum øðrum sendi- harrum. – Suðurafrika hev- ur lítið og einki samstarv við Føroyar, so neyvan hevði eg farið til Føroya einsamallur, men nú tá skipað varð fyri eini ferð við nógvum sendiharrin var hetta eitt gott høvi at leggja leiðina til henda partin av danska ríkinum. Stephen Gawe ger líltan háva burtur úr sær sjálv- um. Er sera óhátíðarligur, tá hann greiðir frá sínum lívi og sínum núverandi arbeiði sum suðurafrik- anskur sendiharri í Dan- mark. Av tí at tað tí er av- markað við umsiting á eini sendistovu sum tí suður- afrikonsku, hevur hann nógv um at vera sammett við tær stóru sendistovurn- ar. - Sum sendiharri er tú noyddur til at taka tær av nógvum ymsum samfelags- ligum málum og uppgáv- um, umframt at tú eisini skal reka sjálva sendistov- una, og tað merkir eisini slík gerandis viðurskifti sum at tryggja, at passini hjá fólki eru í lagi. Hann er miðskeiðis í síni 4 ára periodu sum sendi- harri í Danmark. Áhugavert er at hoyra Stephen Gawe greiða frá síni fortíð, bæði sum ANC limur og sum tænastumað- ur í uttanríkistænastuni. Hann hevur verið partur av stríðnum hjá svørtu suður- afrikanarunum at sleppa av við hvíta apartheidstýrið. Í fongsul Miðskeiðis í 60 árunum varð hann settur fastur og sat í fongsli í eitt ár saman við starvsbrøðrum. Hann var dømdur fyri at vera lim- ur í ANC. – Eg sat bert í fangatippi í eitt ár sigur hann lágmæltur og sipar her til, at tey flestu svørtu fingu sera stranga fongsuls- revsing, so eitt ár metir hann næstan sum at vera náðaður, tá man hugsar um, at onnur fingu upp í 28 ára fongsul. Tá Stephen varð handtik- in las hann enskt og polit- iska vísind. Ætlanin var eis- ini at lesa løgfrøði. Men sum støðan var í landinum og soleiðis sum rættarskip- anin tá var skipað og hand- hevað var tað høpisleyst at lesa løgfrøði. Hon var ein farsa, sum hann málber seg. Í vanligum kriminalsakum var tað bara dømandi myndugleikin sum sat inni við prógvum. Men í polit- iskum sakum lá próvførsl- an altíð hjá tí ákærda. Tá var tað hann, sum skuldi prógva, at hann var ósekur, og tí sá Stephen, at tað at fara inn í løgfrøðina og specialisera seg í politisk- um sakum, hvat hann hevði bestan hugin til, var nyttu- leyst undir táverandi for- treytum. Tá støðan hjá teimum littu í Suðurafrika bara versnaði gjørdi Stephen eins og túsundtals av hans- ara landsmonnum av at fara av landinum. Hann fór til Bretlands, har hann var í útlegd í 24 ár. Hesa tíðina arbeiddi hann eisini fyri ANC, felagsskapin hjá meirilutanum av teimum littu í Suðurafrika. Frá 1991 til mai 1994 var hann høv- uðsumboð fyri ANC í Ita- lia. Alt hetta broyttist eftir, at Nelson Mandela varð leys- latin og fyrsta frælsa valið varð í august í 1994. Tá fór Stephen at arbeiða hjá suð- urafrikonsku uttanríkistæn- astuni. Hann var eitt skifti leiðari á deildini har fyri upplæring og venjing. Undir stríðnum at vinna á apartheidstýrinum høvdu Norðurlond ein sera virkan leiklut. Hetta var eisini or- søkin til, at stórur dentur varð lagdur á at fáa góða manning á sendistovunum í Norðurlondum. Stephen Gawe hevði tænt sínum landi og sakini hjá teimum svørtu so mikið væl, at honum fall í lut at skula røkja sendiharrasessin í Noregi. Tann sessin røkti hann í fýra ár. Nú kom so túrurin til grannalandið Danmark, har hann hevur verið sendiharri í góð tvey ár. Fingu stóra hjálp Stephen Gawe dámar best at hyggja frameftir men hevur einki ímóti at hyggja aftur á tíðina, tá so mong stríddust saman við ANC fyri at vinna á apartheid- stýrinum. - Men hvussu týðandi var hjálpin tit fingu frá øðrum londum, bólkum og ein- staklingum í stríðnum móti apartheid? - Hon var altavgerandi. Vit plaga at siga, at grund- arsteinarnir í stríðnum móti apartheid innihildu eisini altjóða solidaritetin. Tað var ikki minst týdningar- mikið at gera hvíta suður- afrikanska stýrið veikari við framhaldandi boykotti. Men tað var eisini við at styrkja kreftirnar, sum vóru ímóti stýrinum og her ser- liga ANC. Stephen Gawe sigur, at stuðulin frá norðurlondum var serstakliga týðandi. Hesi londini vóru millum tey fremstu støðugt at stuðla stríðnum hjá eitt nú ANC móti hvíta apartheid- stýrinum. - At stjórnir hava stuðlað okkum hevur havt nógv at siga. Men tað er serliga smærri bólkum og einstakl- ingum fyri at takka, at tað eydnaðist at sleppa av við apartheid. Hesi vóru hvør í sær við til at leggja so stórt samlað trýst á stjórnina, at hon kendi seg noydda at broyta politikkin. Stephen Gawa ynskir eis- ini at brúka høvið, nú hann vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð, at takka fyri tann stuð- Suðurafrikanski sendiharrin á vitjan í Føroyum: Altjóða boykoyttin við til at fella apartheid Suðurafrikanski sendiharrin í Danmark, Stephen Gawe vitjaði í Føroyum herfyri. Her er hann á vitjan í Klaksvík saman við øðrum sendiharrum Mynd Solby Eliassen ulin, sum varð veittur í stríðnum móti apartheid. Her m.a. teimum fakfeløg- um, felagssskapum, ein- staklingum og politiskum flokkum á tingi, sum stuðl- aðu stríðnum herundir boykott av apartheidsstýr- inum. Men hvussu hevur hann so sjálvur upplivað stríðið móti apartheid? - Eg havi ikki talað ímóti apartheid eina og aleina tí eg vildi hava broytingar. Eg gjørdi og geri tað eisini, tí eg kenni hetta sum náttúr- ligt og moralsk rætt krav at seta sær sjálvum. Um ein stórur og sterkur tyrannur kúgar meg, so veit eg, at eg havi ikki styrkina at berjast ímóti honum. Men eg føli, at tað hvílir ein ábyrgd á mær sum sigur, at tað tyr- annurin ger er skeivt, og at hann eigur ikki at gera tað. Mótið til at siga einum tyr- anni ímóti er í sær sjálvum ein týðandi partur av stríðnum og einum ærligum lívi. Eg eins og onnur høvdu ilt við at trúgva eftir so langa tíð, at broytingarnar fóru at koma, men tá tær komu var eg fegin um at hava givið mítt lítla íkast til tað. Eg visti bara ikki tá, at vit smáu menn og kvinnur, heima og burturi, vóru við til at flyta tann stóra steinin. Hann var ov stórur fyri nøkur av okkum einsamøllum, men saman megnaðu vit at flyta hann. Stór framstig - Tit skulu skjótt hátíðar- halda fyrstu 10 árini fyri einum frælsum Suður- afrika. Hevur frælsið gagn- að svarta Suðurafrika? - So nógv er hent síðani fyrsta frælsa valið, at fóllk eru kanska eisini farin at gloyma, at tað vóru ringar tíðir fyrr. Fyrst og fremst hevur tað eydnast at venda búskaparligu gongdini, ein- um búskapi, sum fyrr var merktur av sera høgari inflatión og um somu tíð eini sera høgari skuld. Nú hevur tað eydnast at minka skuldina nógv og inflatión- in fer at vera undir 6%. - Men vit hoyra, at kriminaliteturin er nógv vaksin og er størri nú enn hann var undir hvíta stýrinum? - Eg trúgvi ikki tað er rætt, at tað er meira krimin- alitetur nú enn fyrr. Tað hevur verið nógvur krimin- alitetur fyrr sum nú. At hann vaks eftir broytingina í 94 kemst av, at stýrið manglaði eitt haldgott lóg- argrundarlag at byggja sína framtíð á. Í dag er tað kanska ikki júst orsøkin til minkingina í kriminalitet- inum, men meira tann sannroynd, at løgreglan er vorðin betur og betur til at avdúka kriminellar bandar. - Hvat var størsta hendingin fyri tykkum, tá tit sluppu av við apartheid? - Í dag hevur fólkið vald- ið í sínum hondum og har valdið at hava ávirkan á sína lagnu. Alt tekur tíð eitt nú hevur gingið seint við at geva fólki jørðina aftur, sum var tikið frá teimum ólógliga. Tað hendir nú. Stjórnin arbeiðir fyri fólk- ið. - Hvussu gongur at vera eitt fólk, hvít og svørt? - Tað hendur men spaku- liga. Men fleiri og fleiri, bæði svørt og hvít, eru greið yvir, at hetta krevur, at allir suðurafrikanarar gera sítt at byggja eitt nýtt Suðurafrika. - Hvussu týdningarmikil hevur politikkurin at mynda framtíðina við at fyrigeva fortíðina verið? - Eg haldi, at prógvini, sum hava verið latin sann- leika- og sáttarnevndini, hava hjálpt uppá fleiri mát- ar. Ein er, at tað hevur verið við til at leggja fram alment, hvat er hent. Tað hevur hjálpt fólki at stíga fram og viðganga viður- skifti. - Framtíðin? - Eg haldi hon sær bjørt út. Eg nevndi búskapin. Men meira týdningarmikið eru broytingarnar í suður- afrikonsku skipanunum, at fólkið sjálvt vil hesar broytingar og ger sítt til at fremja tær eitt nú innan undirvísingarverkið. Tað er meira málrættað til at menna eitt nýtt Suðurafrika og suðurafrikanarar. Suðurafrikanski sendiharrin er ovfarin av, hvussu væl tað hevur eydnast føroyingum sjálvum at byggja upp eitt nútímans samfelag mangan undir sera torførum og ringum umstøðum SENDIHARRAVITJAN Jan Müller Hann hevur vitjað kring oyggjarnar og er sera hug- tikin av bæði náttúru og fólkinum her. Í dag er lítið samband av nøkrum slag millum Føroyar og Suður- afrika beinleiðis. Men sendiharrin heldur tað vera ymiskt sum suðurafrikanar- ar kunnu læra av føroying- um. Eitt nú var hann við Brimli og legði sær í geyma, hvussu væl vaktar- og bjargingartænastan virk- ar. - Hetta er eitt sera gott skip og eg ivast ikki í, at føroyingar høvdu kunnað hjálpt suðurafrikanarum við hesi nútímans tøkni og royndum at havt eftirlit við fiskiskapi og steðgað pirat- fiskarum í suðurafrikonsk- um sjógvi. Stephen Gawa sær eisini fyri sær, at onkur samhand- il kundi tikið seg upp. Eitt nú kundu føroyingar selt fisk til Suðurafrika, hóast fiskur enn ikki verður so nógv brúktur til matna. Men av tí at havið kring Suðurafrika er ríkt við fiski kundu føroyingar eisini lagt teimum lag á at framleiða vørur burtur úr fiskinum á verksmiðjum í landi. Føroyingar kunnu eisini keypa góðar vørur úr Suð- urafrika, her ikki minst landbúnaðarvørur. - Nú tit ikki eru í ES so høvdu tit væl kunnað keypt kapping- arførar vørur frá okkum, her ikki minst okkara frá- líka vín. Sjálvur heldur hann eis- ini, at Suðurafrika er eitt gott land at ferðast í. Mandela á vitjan Undir samrøðuni koma vit eisini at práta um heilsan- ina frá blaðnum til Nelson Mandela, fyrrverandi for- seta, á 85 ára degnum og innbjóðingina til hansara at vitja Føroyar. Stephen Gawe hevur ikki havt mong høvi at hitta Mandela, men tá hann var sendiharri í Noregi og Mandela var á takkarferð til Norðurlond- ini, slapp eisini hann at hitta fyrrverandi forsetan. - Eg skilji væl, at fólk kring heimin fegin ynskja at hitta Nelson Mandela, og fyri eitt lítið og lutvíst ókent samfelag sum Føroy- ar má tað vera nakað heilt serligt at fáa vitjan av ein- um slíkum persóni. So eg haldi tað vera eitt frálíkt hugskot at fáa Mandela hendavegin, men eg kann vissa tykkum um, at hann er ein sera upptikin maður, so tað skal eisini eitt sindur av »good luck« til fyri at kunna fáa orð á hann í so máta. Men eg vil geva tí ynskinum mítt besta væl- signilsi tó at ein má ikki gera sær ov stórar vónir. Ein roynd at fáa samband við Mandela vil tó altíð vera skilagóð. Ráðstevna í London Frá 24. til 26. oktober verð- ur ein sokallað solidaritets- ráðstevna hildin í London fyri fólki, sum á sinni stuðl- aðu svarta meirilutanum í landinum móti hvíta apart- heid minnilutastýrinum og øðrum áhugaðum. Hon verður hildin undir heitin- um »A decade of free- dom… the decade ahead« Á ráðstevnuni verða fleiri suðurafrikanskir ráðharrar. Eisini verður konan forset- an, Zanele Mbeki við. Suð- urafrikanski sendiharrin í Danmark heldur tað hevði verið gott at sæð onkran føroying, sum hevur víst áhuga fyri frælsisstríðnum og sum hevur áhuga fyri framtíðini hjá Suðurafrika á hesi ráðstevnu eisini. -Vit kunnu læra av føroyingum Frá vitjanini hjá sendiharrunum í Klaksvík herfyri Mynd Solby Eliassen Tá Sosialurin herfyri ynskti Nelson Mandela, fyrrv. forseta í Suðurafrika tillukku á 85 ára degnum, fekk blaðið stutt eftir takkarskriv frá Mandela C M Y K 17 16