leygardagur 18. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2003
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
18. oktober. Lukas. Evangelistur og ápostlasøguskrivari.
Halgisøgan sigur, at hann eisini var listamálari og málaði
eina mynd av Mariu Moy. Eisini verður sagt, at hann
doyði friðarliga 84 ára gamal.
Navnið er grikst og merkir maður úr Suðuritaliu.
19. oktober. Baltasar. Ein av teimum trimum vísmonn-
unum. Eftir halgisøguni bar hann skegg og var blámaður.
Bábelskt navn, ið merkir Baal skal verja hann.
20. oktober. Felicianus, deyður í umleið 250. Foreldur
hansara vóru kristin fólk í Forum Flamini í Italiu. Ungur
kom hann til Róm og gjørdist erkadiakonur hjá pávanum.
Pávin Viktor setti hann sum biskup í heimbygdini.
Keisarin Decius læt hann taka av døgum.
Hans Andreas Djurhuus varð føddur hendan dagin í
1883 og Mikkjal á Ryggi doyði hendan dagin í 1956.
Sámal Kragesteen
85
Leygardagin 18. oktober
fyllir ein kendur havnar-
maður 85 ár. Tað er Sámal
Kragesteen, sonur Hjalmar
Kragesteen og Ane Sofie,
fødd Debess, dóttir Laurits
í Mortanstovu. Sámal er
giftur við Súsannu (Sannu),
fødd Debes, dóttir Sámal
Debes á Oyri. Tey hava trý
børn: Fróðu, Hera og Sofiu.
Sámal vaks upp á Kráku-
steini, kletturin har kráku-
og ravnsnev einaferð vórðu
brend, og sum hevur givið
navn til børnini hjá Samuel
F. Samuelsen, abba Sámal.
Kletturin er ikki til longur,
er sprongdur burtur, og
liggur onkustaðni undir
kajuni niðanfyri húsini har
tey búgva við Vaktarhús-
gøtu. Liviumstøðurnar í
millumkrígsárunum hava
ikki verið lættar hjá barna-
ríkum familjum í Havnini.
So Sámal lærdi, sum so
mangur annar, tíðliga at
vera vera við til at fáa mat
og pening til vega til heim-
ið. Og hevur tað merkt, at
hann hevur lært at fáast við
tað, ið hevur við sjógvin at
gera, at taka á seg alt fyri-
fallandi arbeiði og at brúka
og menna tað hegni, hann
hevði.
So Sámal er kendur sum
sera dugnaligur útróðrar-
maður. Harumframt sum
ein, ið ongantíð hevur fírt
fyri at taka arbeiði á seg.
Men kanska serliga er hann
kendur sum stak hegnigur
húsasmiður og timbur-
maður annars, tí hendurnar
hevur hann góðar. Hann
hevur staðið í læru hjá
Stephansson sum timbur-
maður, og hevur arbeitt
sum so í nógv ár bæði hjá
Danberg & Joensen og ikki
minst hjá Lamhauge &
Waagstein, tvey av mongu
byggjufeløgunum í Havn,
ið ikki eru til longur. Sámal
var eitt stutt skifti eftir
kríggið í Íslandi og ar-
beiddi, og sigldi eftir tað, til
seinast í fimti árunum, sum
fýrbøtari við trolaranum
Kalsevni. Uppilagstur ar-
beiddi hann sum timbur-
maður í nógv ár til hann
gavst við tí, og fór á lagrið
hjá Leif Mohr at arbeiða,
har hann var, til hann fór
frá vegna aldur. Men alt
hevur ikki bara verið ar-
beiði. Sum rættur havnar-
maður, saman við øðrum
góðum fólkum, var hann
við til at seta B-36 á stovn,
og man í dag teljast millum
teir fáu, ið eru eftir av tí
ættarliðinum.
Sámal er burturstaddur á
føðingardegnum.
Hann
heldur dagin saman við
børnum, og abba- og lang-
abbabørnum.
Í juni 1978 fingu 12 stýrimenn prógv á Føroya Sjómansskúla. Teir vóru: Hallur H. Mohr, Fuglafjørður, Dánial P. Hansen,
Sandavágur, Jákup Næs Joensen, Hvalba, Anton Pauli F. Johansen, Miðvágur, Bjarni Petersen, Kollafjørður, Finnbjørn Johansen,
Sandavágur, Hans J. Joensen, Vágur, Óla J. Kruse, Eiði, Hans M.Ø. Andreasen, Kvívík, Niclas J. Hovsgarð, Hov, Eyðun
Samuelsen, Haldórsvík og Símun Pauli Sivertsen, Klaksvík.
Kelda: Myndaárbókin "Árið ið fór" 1978
Sanna og Sámal Kragesteen
Hans Jacob Kollsker í Hoy-
vík, sum eigur og rekur Bil-
verkstaðið v.Hans J. Koll-
sker á Hjalla, fekk hós-
dagin heiðursbræv frá Før-
oya Shell í sambandi við at
hann hevði vunnið høv-
uðsvinningin í kappingini
Shell Helix Grand Prix
2003
Í samband við Formel 1
kappkoyringina 2003, sum
byrjaði 9. mars í Melburne
í Australia og endaði 12.
oktober í Suzuka í Japan,
hevur Føroya Shell skipað
fyri
kappingini
"Shell
Helix Grand Prix 2003", ið
er ein spurnarkapping mill-
um starvsfólk á føroyskum
bilasølum og bilverkstøð-
um. Kappingin snúði seg
um at fylgja Formel 1
kappkoyringini og innan 24
tímar eftir hvørt Grand Prix
at svara trimum spurning-
unum pr. telefon. Tey, sum
vóru við í lutakastinum um
høvuðsvinningin vóru bert
tey, sum høvdu fult stigatal.
Umframt fleiri aðrar vinn-
ingar var høvuðsvinning-
urin ein ferð til San Marino
í Italiu, sum er heimabanin
hjá Ferrari. Høvið verður
eisini at vitja á Ferrari
verksmiðjunií Maranello.
Hans Jacob Kollsker er
fegin um vinningin og
ætlar sær at fara til San
Marino í vár.
Hans Jacob Kollsker:
Vann ferðina
til San Marino
Victor Carlsen sølumaður hjá Føroya Shell handar her Hans
Jacob Kollsker heiðursbrævið uppá ferðina til San Marino
Mynd: Maria Olsen
Prógv sum stýrimenn fyri 25 árum síðan
15
14
Nr. 198 - 18. oktober 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Skelkandi og óskiljandi bórust
boðini okkum. Hommurin er farin.
Okkara Homm var ikki millum
okkum meira. Hesin so sterki og
reysti maður hevði endað seinasta
stríðið og lagt árarnar inn, bert 42
ár til aldurs.
Homm var valdur í nevnd Havnar
Arbeiðsmannafelags á aðalfund-
inum 2003, og hevði hann sostatt
bert verið nevndarlimur í minni
enn eitt ár, nú boðini brádliga vóru
eftir honum. Tað sást í einum at
Homm í arbeiði sínum sum nevnd-
arlimur legði sera stóran týdning í
at vera nærlagdur til tess at vinna
limum felagsins bestu sømdir, og
hann var ikki ræddur fyri at taka á
sín rygg tað ábyrgd, hann altið
kendi í tí at stríðast fyri betran av
korum arbeiðaranna.
Tað eyðkendi Homm í felags-
arbeiði, at hann var heilur í tí, hann
fekst við. Hann hevði sína greiðu
hugsan og var ivaleysur í síni
sannføring um tað, sum kundi bera
framá fyri arbeiðaran.
Tá tað breyt um bæði borð í vár,
tók Homm dyggiliga lut í tí arbeiði,
sum gerast skuldi, og hansara
partur lá sanniliga ikki eftir. Jú tú
kendi teg væl at hava hann innan-
borða saman við tær.
Homm var stillførur, fryntligur
og sera vinsælur maður. Var okkurt,
tú vildi hava hann at hjálpa tær við,
ja so var leyst og liðugt við einum
brosi.
At tíðin okkum var givin saman
við Homm skuldi gerast so stokkut
vardi ongan okkara, og enn eina-
ferð mega vit ásannað, at Harrans
vegir eru ikki okkara, og ongin veit
á morgni at siga, hvar hann á
kvøldið gistir.
Vit hava við Homm mist ein
góðan vin og stríðsfelaga, sum
verður saknaður almikið av okkum
í felagnum. Við virðing og tøkk fyri
tað hann legði eftir seg og í
djúpastu samkenslu við tykkum
sum vóru honum nær, drýpa vit
høvur og lýsa frið yvir minnið um
Niels Holm Johannesen.
Havnar Arbeiðsmannafelag
Minningarorð
Soleiðis fara tey undan okkum
eisini í bestu manndómsárum,
nú fór
Niels Holm Johannesen
vanliga nevndur Homm
búsitandi í Hvalvík ættaður av Argjum
f. 30-11-1960 - d. 01-10-2003
Føðingar
29. september fingu Janette Kjær Rasmussen og Tór-
hallur Reinert, Vojens, Danmark, ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði 3730 gr.
4. oktober fingu Katrina og Alvin Joensen, Vági, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr.
8. oktober fingu Jóna Leo og Kári í Lágabø, Vági,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3850 gr.
10. oktober fingu Begga og Búgvi Vang, Fuglafirði,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4430 gr.
10. oktober fingu Marita og Jógvan Vilhelm,
Klaksvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði
2500 gr.
11. oktober fingu Noomi og Petur Reinert, Nørre
Nissum í Lemvig, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 3650 gr.
11. oktober fingu Malan Ellingsgaard og Astvard
Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 3280 gr.
13. oktober fingu Linda og Dánjal Debes, Oyri, ein
son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4700 gr.
13. oktober fingu Joan Carlsson og Magnus Madsen,
Stykkið, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3300 gr.
13. oktober fingu Gunnvá Vang og Jógvan í Toftum
Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4100 gr.
15. oktober fingu May-Brith Joensen og Sunnleif
Skibenæs, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 3410 gr.
15. oktober fingu Jóna Thomassen og Zacharias
Nielsen, Sandavági, ein son. Hann var 57 cm langur
og vigaði 5700 gr.
16. oktober fingu Elly E. Joensen og Andreas Petur
Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 4000 gr.
Tung vóru boðini tann 18. august,
um at okkara kæri pápi var farin,
eftir drúgva sjúkralegu. Sjálvt um
vit vistu, at hann ynskti at koma
heim til sín faðir, sum hann so trú-
liga hevði fylgt alt sítt lív, er sakn-
urin eftir okkara pápa sera stórur,
ikki minst fyri teg góða mamma.
Vit sum vóru um hann hesa sein-
astu tíðina, vistu at hann hevði
brúkt sínar seinastu kreftir, og ikki
orkaði at stríðast meira.
Pápi var eitt sera kensluborið
menniskja, sum hevði lætt við at
vísa bæði gleði og sorg. Serliga
minnast vit, at hann altíð vildi fáa
so nógv burtur úr tíðini, sum yvir-
høvur gjørligt. Tí var tað undarligt
fyri okkum, nú hann lá sjúkur og
nóg illa orkaði at koma upp úr
songini. Tó var hann altíð áhugaður
í at hoyra um, hvussu øll hansara
nærmastu høvdu tað.
Tað sum sermerkti pápa okkara
var, at hann hevði tað best, um
hann kundi gera okkurt gott fyri
onnur og serliga um tað var fyri
Guds ríkis sak. Hetta bera eisini
allar hansara dagbøkur boð um,
sum hann hevur skrivað ígjøgnum
tey mongu árini hann hevur arbeitt
sum sjómanstrúboðari. Eisini allur
tann stóri skarin av fólki sum
fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað og allar tær mongu
heilsanir frá bæði nær og fjar, bóru
týðiliga boð um, at pápi hevði ein
stóran vinaskara víða umkring.
Upp ígjøgnum barnaárini ferðað-
ist øll familjan nærum á hvørjum
ári til Íslands og okkurt árið til
Grimsby, har mamma og pápi
virkaðu fyri sjómansmissiónina.
Hesi árini hava vit nógv góð minnir
frá og hevur tað eisini verið við til
at sett dám á okkara lív. Eitt serligt
minni um tíðina í Íslandi, var
hansara áskoðan um at eingin, ið
kom á gátt bleiv koyrdur út aftur,
tað var líka mikið, hvussu ein var
fyri. Tað hendi ikki so sjáldan, at
menn duttu inn, som komu úr
»Ríkinum«, sum lá beint yvir av
sjómansstovuni á Skúlagøtu. Onk-
ur kundi vera sera illa fyri, men
altíð var ein góður drekkamunnur
hjá teimum at fáa, og pápi gav sær
eisini altíð stundir til eitt prát um
teirra støðu og av og á eina song at
sova í.
Nógvar góður løtur vóru saman
við teimum mongu sjómonnunum,
sum komu innar at lesa bløðini og
stytta sær stundir meðan teir lógu í
havn. Mong vinabond blivu eisini
knýtt við teir føroyingar, sum búðu
í Íslandi. Hesir føroyingar, saman
við íslendskum vinum, møttu so
trúliga upp til møtini, sum hildin
vóru hvønn sunnudag á sjómans-
stovuni. Stuðlaður av hesum fólk-
inum, legði pápi til brots at savna
inn pening til nýtt sjómansheim,
sum var ein gamal dreymur hjá
pápa. Takkað verið hjálp frá góðum
fólki, bæði í Íslandi og Føroyum
stendur nú hesin snotiligi bygning-
urin sum eitt bindilið millum Før-
oyar og Ísland.
Eitt, sum eisini sermerkti pápa
var, at hann var góður at seta ym-
iskt í verk. Í heimbygdini Rituvík
hevði hann stóran áhuga fyri teim-
um ungu. Í tí gamla skúlanum í
bygdini, sum var eitt samlingsstað
hjá teimum ungu, setti hann ymisk
tiltøk í verk. Børnini í bygdini
gloymdi hann heldur ikki, tey
sluppu altíð at vera við í tí hann
tókst við. Tá ið farið var burtur í
torv, hevði hann ein heldur ser-
merktan vogn at koyra torvið heim
við og hendan vognin stuttleikaðu
børnini sær óført við. Nú fyri kort-
um, tá tað bleiv gjørt eitt spælipláss
í bygdini, var hann eisini ofta at
síggja millum teirra, ið arbeiddu í
frítíðini.
Vit hava mist ein góðan pápa, og
saknurin er stórur, tí vit kundu altíð
koma til hann við øllum okkara
lívsviðurskiftum, bæði á tí tímiliga
og á tí andaliga økinum. Og væl
dámdi honum, tá ið hann kundi
samla øll síni kæru rundan um seg
til Guds orð og at syngja nakrar
sangir saman.
Við hesum orðum vilja vit lýsa
frið yvir minnið um okkara elskaða
pápa.
Børnini
Minningarorð um Jóhan Olsen
f. 04.10.22 – d. 18.08.03
Andlát
9. oktober
Sverri Jespersen, úr Havn búsitandi í Svendborg,
59 ár
10. oktober
Berta Olsen, Svínoy, 80 ár
11. oktober
Sólveig Rasmussen, fødd Thomsen, Havn, 76 ár
12. oktober
Hjartvard Hvíthamar, Sandavágur, 60 ár
Anna Kristina Jacobsen, vanliga nevnd Stina, Klaks-
vík, 86 ár
14. oktober
Alexandra Skaale, Skopun, 86 ár
Sigurd Martin Djurhuus, Porkeri, 88 ár
15. oktober
Olivar Rasmussen, Saltangará, 90 ár
Kjartan Hentze, Sandur, sonur Mariannu og Jóan
Petur Hentze, andaðist á Amtsjúkrahúsinum í Glost-
rup, 17 ár
Aksel Petersen, ættaður av Norðskála búsitandi á
Toftum, 43 ár
C
M
Y
K
14