leygardagur 18. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 198 - 18. oktober 2003
Nr. 198 - 18. oktober 2003
13
Kjartan Hoydal
Hanus leggur sera stóran
dent á at ein gongd móti
loysing eigur at hava stuð-
ul frá einum størri parti
av tinginum og at meira
átti at verið gjørt við at
fingið
Javnaðarflokkin
við. Hesin hevði kanska,
móti at fáa aðrar sømdir,
kunnað fingist við til stig
D í gongdini, heldur Han-
us. Eg skilji Stig D, sum
íslendsku loysnina, Kon-
ungsríkið
Ísland
og
Kongeriget
Danmark,
sum skipanin var millum
Ísland og Danmark frá
1918 til 1944, við fullum
fullveldi hjá altinginum
og fólkatinginum,
júst
tann
loysnin
Føroya
Landsstýri skeyt upp og
samráddist við donsku
stjórnina um í 2000, men
sum danska stjórnin ikki
vildi hoyra um. Hetta er
áhugavert og tað hevur
stóran áhuga at fáa at vita
um leiðslan í javnaðar-
flokkinum er samd við
Hanus í hesum. Tað hevði
kanska verið eitt hugskot
at sent ein drunn til for-
mannin í Javnaðarflokk-
inum við hesum spurn-
ingi.
Í grein í Sosialinum 4. okt.
2003 ber Hanus Kamban
meira
tilfar
til
eitt
orðaskifti um politisku
gongdina her á landi síðani
1998 og takk skal hann
hava fyri tað. Partar av
greinini geva eina klárari
mynd av hvussu Hanus
metir gongdina, nú vit
kunnu sleppa ummælinum
av filminum hjá Ullu Boye
Rasmussen.
Viðvíkjandi krøvunum til
filmin haldi eg tað vera eitt
sindur góðvarið at vænta at
filmurin skuldi vera eitt
slag av politisk-søguligari,
javntvigandi
reportasju,
sum tað vit síggja í van-
ligum
tíðindasendingum
ella søguligum sendingum.
Við at geva einum doku-
mentaristi sum Ullu Boye
Rasmussen uppgávuna var
ikki annað væntandi enn at
filmurin varð søgan sæð
gjøgnum eyguni hjá leik-
stjóranum, soleiðis sum
hon fataði søguna. Vit
kravdu heldur ikki at Ulla
Boye Rasmussen í filmin-
um um Gásadal gav eina
fulla mynd av bygdarmenn-
ingarpolitikkinum í Føroy-
um. Ein orðing hjá Hanusi
er rættiliga óndsinnað: "Tað
prinsipiella í hesum máli er
munurin millum politiskan
vilja og søguliga ella søgu-
frøðiliga lýsing. Politikarar
vilja nakað, virka fyri tí og
tvinga mangan onnur økir,
eitt nú søgu ella bókmentir
og list, inn undir henda
vilja. Vit kenna hetta rákið
frá miðøldini og frá nútíðar
einaræðum. Søgan verður,
undir ávirkan ella trýsti frá
valdinum, til mýtologi ella
hagiografi. ". Hetta reisir
spurningin: Hvør politiskur
vilji hevur trýst Ullu Boye
Rasmussen? Danskir stovn-
ar sum hava goldið filmin?
Neyvan
man
føroyska
landsstýrið havt møguleik-
ar at gera tað.
Mær dámar ikki heldur
nýansurnar hjá Hanusi tá
hann skákvegis roynir at
bera fram ta mynd, at hin
grundleggjandi demokrat-
iska
verkætlaninat
fáa
fullveldið aftur til Føroya
Løgting, er av sama slag
sum politiskar rørslur í
øðrum londum í aðrari tíð
og við heilt aðrari dagsskrá.
Hann sigur: " Mong í hes-
um liðið (vit gita serliga
loysingarhugað kjh) tykjast
hava somu viljaheimsspeki
sum t.d. Lenin hevði, tað
sum eg vil verður. "Hesin
mátin at lita myndina av
fullveldisveinginum hevur
verið nýttur av øðrum,
fólkafloksmonnum, sam-
bandsmonnum og javnað-
armonnum og -konum; ikki
við at sipa til Lenin, men
til Hitler, nasismu og
terrorismu. Tað skrivingar-
og tosingarlagið stuðlar
ikki upp undir eitt bøtt
politiskt orðaskifti.
Ein týðandi partur av
seinnu viðmerkingini hja
Hanusi er ein persónlig
lýsing av heimastýrislógini
og
ríkisfelagsskapinum,
væl lýst, men ein fatan sum
eg eri púra ósamdur í.
Heimastýrislógin var eitt
stig rætta vegin, aftan á før-
oyska fólki við fólkaat-
kvøðuni 14. september
1946 hevði sagt nei til teir
kostir, sum danska stjórnin
- og summir føroyskir
flokkar - høvdu borðreitt
við. Hanus sær hana í sera
jaligum ljósi, sum grundar-
lagið undir tí framburði,
sum hevur verið í Føroyum
síðani 1948.
Mín fatan er, at heima-
stýrislógin skapti eitt á-
byrgdartómrúm. Frá einari
skipan, har Færø Amt var
ein
partur
av
donsku
skipanini við vælskipaðum
umsitingarligum
viður-
skiftum, politiska ábyrgdin
á greiðum stað hjá donsk-
um ráðharrum og eingi
ivamál um býti av ábyrgd
millum útinnandi, lóggev-
andi og dømandi valdið. Í
staðin kom heimastýris-
lógin, sum leggur nøkur
mál til føroyskt útinnandi
vald og lóggávuval, men
ikki onnur og varðveitir
dømandi valdið á donskum
hondum. Hetta vald varð
flutt til eina skipan, sum
ikki hevði aðrar royndir enn
at vera eitt í flestu førum
ráðgevandi amtsráð. Vit
fingu eitt blandingsstýri,
sum forjónaði politiska
ábyrgd. Tað var púra ógreitt
hvør tók sær av hvørjum.
46 ár fingu áðrenn hesi
viðurskifti so dánt vóru
rættað viðvíkjandi útinn-
andi og lóggevandi ábyrgd,
rættarskipanin er enn ikki
er fingin í rættlag. Hetta
fløkta ábyrgdarbýtið var í
nútímans máli "high risk",
váðin at skipanin kollsigldi
var stórur og tað gjørdi hon
eisini í 1951/52 og aftur í
1992.
Hvussu lítið umhugsað
alt var sæst aftur í tí sera
ófullfíggjaða lógarverkin-
um vit dagin í dag hava fyri
tey lógarøki, sum kanska
hava mest við rættartrygd-
ina hjá tí einstaka borgar-
anum at gera. Danska skip-
anin sá tað ikki sum sína
uppgávu at dagføra lógir
innan vernd av sinnisveik-
um, fosturtøku, familju-
rætti,
viðurskiftum
á
arbeiðsmarknaðinum fyri
bert at nevna tað sum hevur
verið frammi í seinastum í
fjølmiðlunum.
Føroysku
myndugleikarnir
høvdu
neyvan
arbeiðsorku
at
fylgja við og hetta vóru jú
oftast mál, sum danskir
ráðharrar høvdu politiska
ábyrgd av.
Hin fylgjan var, at før-
oyskir politikarar meira og
meira valdu at dúva upp á
ríkisveitingar úr Danmark.
Vit kunnu rokna danska
stuðulin út, sum % av
bruttotjóðarúrtøkuni.
Í
1950 var danski parturin
væl undir 10 %, beint und-
an kreppuni var hann kom-
in upp móti 20 %.
Orsøkin til hetta var, at
føroyskir politikarar ikki
høvdu álit á, at føroyski
búskapurin kundi fíggja
føroyska vælferð. Eitt gott
dømi var sera neyðuga nú-
tímansgerðin av sosiallóg-
unum, sum vórðu framdar
av
landstýrinum
undir
P.M.Dam
1959-1963.
Sjálvandi var tørvur á
dagføring av sosiallógun-
um í Føroyum - eingin
flokkur gekk móti tí - men
at fíggja tær við ríkisveit-
ingum var í roynd og veru
eitt misálit á evnini í før-
oyska
samfelagnum
at
skapa grundalagið fyri væl-
ferðini sjálvt og var við
tíðini ein koddi. Sum ikki
einaferð
í
heimastýrisskeiðinum, góð
politisk
endamál,
men
skeivur framferðarháttur.
Hanus hevur hesa greiða
á áhugaverda uppstilling
um hvussu hann sær stigini
í einari gongd fram móti
einari møguligari loysing
og hetta er tann parturin,
sum letur upp fyri fram-
haldandi dialogi.
A. Amtsstøða Løgtingið
ráðgevandi. Lóggávu-
vald og útinnandi vald í
Danmark.
B. Heimastýri Løgtingið
lóggevandi. Avmarkað
lóggávuvald og útinn-
andi vald flutt til Før-
oya.
C. Heimastýri eftir Økt
lóggávuvald og útinn-
andi vald. sjálvstýris-
lóg Búskaparligt sjálv-
bjargni. felags grund-
lóg.
D. Samveldi
Samstarv
millum javnstødd ríkir,
hvørt
við
síni
grundlóg. Lóggávuvald,
útinn-andi
vald
og
dómsvald á føroyskum
hondum.
E. Loysing Samstarv mill-
um sjálvstøðug ríkir.
Hanus leggur sera stóran
dent á at ein gongd móti
loysing eigur at hava stuðul
frá einum størri parti av
tinginum og at meira átti at
verið gjørt við at fingið
Javnaðarflokkin við. Hesin
hevði kanska, móti at fáa
aðrar sømdir, kunnað fing-
ist við til stig D í gongdini,
heldur Hanus. Eg skilji Stig
D, sum íslendsku loysnina,
Konungsríkið Ísland og
Kongeriget Danmark, sum
skipanin var millum Ísland
og Danmark frá 1918 til
1944, við fullum fullveldi
hjá altinginum og fólka-
tinginum, júst tann loysnin
Føroya Landsstýri skeyt
upp og samráddist við
donsku stjórnina um í
2000, men sum danska
stjórnin ikki vildi hoyra
um. Hetta er áhugavert og
tað hevur stóran áhuga at
fáa at vita um leiðslan í
javnaðarflokkinum er samd
við Hanus í hesum. Tað
hevði kanska verið eitt
hugskot at sent ein drunn til
formannin í Javnaðarflokk-
inum við hesum spurningi.
Hanus ger nógv burtur úr
fólkaviljanum. Tað er ringt
at tulka fólkaviljan, bert
valúrslit kunnu nýtast til
tað. Kanska meira áhuga-
vert er, at tú fært varhugan
av at fólkaviljin hjá Hanusi
er eitt heldur statiskt fyri-
brigdi, sum ikki má nervast
av tí, sum Hanus gevur
heitið viljahugsan.
Eg havi ringt við at skilja
hvussu
politikkur
skal
rekast um teir flokkar sum
bjóða seg fram ikki seta
klár politisk mál. Tey
kunnu kanska vera rættu-
liga fjar, men veljarin eigur
at hava eina greiða mynd av
hvar flokkarnir ætla sær og
um teir ætla at broyta karm-
arnar í føroyska samfelag-
num, t.d. viðurskiftini við
Danmark. Hetta kann so
við tíðini broyta fólka-
viljan, tað eru nógv dømi
um tað. Mín meting er, at
hóast tann ætlan, íslendska
loysnin, sum landsstýrið
hevði í fyrsta umfari í
samráðingum við donsku
stjórnina ikki førdi á mál,
so setti hon nakað í gongd,
sum so ella so flytur før-
oyska
samfelagið
móti
størri ábyrgd, við øðrum
orðum flytur fólkaviljan
móti fullveldi.
Har má vera ein neyðug
hugsjónarlig optimisma í
øllum politikki, sum vil
broyta nakað.
Um andstøðuflokkarnir
skulu takast fyri fult mugu
teir líka so greitt sum
fullveldisrørslan vísa á hvat
teir vilja, hvørjar hugsjónir
teir hava at seta upp ímóti.
Teir mugu greiða frá um
teir vilja hava studnings-
búskap ella sjálvberandi
búskap. Um teir vilja siga
frá sær tey amboð til at fóta
sær í heiminum, sum full-
veldislond hava fram um
ríkispartar. Tað boðar ikki
frá góðum, at báðir teir
stóru andstøðuflokkarnir
umhugsa at taka seg burtur
úr grundlógararbeiðinum
og orðaskiftinum um teir
veruliga
grundleggjandi
spurningarnar í føroyska
samfelagnum. Spurningar
sum hvørki, sambands-
menn ella loysingarmenn
sleppa undan at taka støðu
til.
VIÐMERKINGAR
Í brigdisleysum haga – onnur viðmerkingin
hjá Hanusi KAMBAN
Stórt
tiltak í
høllini í
Runavík
TÍÐINDASKRIV
Kunningarstovan í
Saltangará
Stórt tiltak í
høllini í Runavík
Komandi
dagarnar
skipar Kappróðrarfe-
lagið NSÍ fyri stórum
tiltaki í ítróttarhøllini í
Runavík. Tiltakið byrj-
ar hóskvøldið 16. ok-
tober og endar sunnu-
kvøldið 19. oktober.
Hoppuland
Hóskvøldið kl. 19:00
letur
eitt
sokallað
hoppuland upp í ítrótt-
arhøllini í Runavík.
Har eru í alt 7 ymisk
"hopputing", sum øll
vitjandi, bæði ung og
gomul, fáa høvi at
royna.
Møguleiki
verður at keypa bilettir
fyri hvørt einstakt ting
ella eitt arband, sum er
galdandi fyri allan
dagin. Opið verður
hóskvøldið
frá
kl.
19:00-22:00, fríggja-
dagin frá kl. 16:00-
22:00, leygardagin frá
kl. 10:00-14:00 og frá
kl. 19:00-22:00 og
sunnudagin
frá
kl.
15:00-22:00.
Candyfloss, popp-
corn og sodavatn verð-
ur til keyps allar dag-
arnar.
Seyðasøla
Leygardagin kl. 14:00
verður seyðauppboð.
Seldir verða umleið 15
seyðir, harav 2 veðrar.
Afturat hesum verður
ein stórur veðrur seld-
ur á mexicanskan hátt,
har boðið verður 50 kr.
hvørja
ferð.
Høvi
verður at keypa sær ein
kaffi ella temunn og
smurt breyð. Eisini
verður stórt lekkurt
mat- og køkutombola,
fiskibrunnur og søla
av døgurðamati úr sjó-
num.
Føroya Javnaðar-
flokkur
Fyri at taka okkum fram í
føroyskum sjálvstýri er
umráðandi at hetta verður
eitt felags mál og mið - ikki
fyri helvtina, men fyri alla
tjóðina, fólkið og flokkar-
nar. Á grundlógarráðstevn-
uni í mars 2003 sóust góðir
møguleikar fyri eini tjóð-
skaparligari semju í sjálv-
stýrismálinum út frá hesum
støði:
• Sjálvstýri Føroya skal
víðkast og styrkjast.
• Føroyar eru tjóð við
sjálvsavgerðarrætti, og
vit kunnu tí frítt velja
einahvørja broyting í
stjórnarligu viðurskiftum
okkara, sum vit koma
ásamt um og standa sam-
an um.
• Heimastýrislógin er ikki
longur nøktandi karmur
um føroyskt sjálvstýri. Í
staðin
verður
nýggja
stjórnarstøða
Føroya
ásett í sjálvstýrissáttmála
millum Føroyar og Dan-
mark.
Tíðin er farin frá
Heimastýrislógini
Tað vóru grundleggjandi
broytingar gjørdar í viður-
skiftunum millum Dan-
mark og Føroyar, tá Heima-
stýrislógin kom fyri 55
árum síðani. Føroyar fingu
lóggávu- og fyrisitingar-
vald, sum saman við avger-
andi stuðli frá ríkismynd-
ugleikunum hava staðið
fyri stórum framtøkum í
menningini av einum før-
oyskum vælferðarsamfelag
Tó er tað í dag ein sann-
roynd, at Heimastýrislógin
ikki nøktar krøvini um før-
oyskt sjálvstýri. Hon av-
markar heimildir og virkis-
føri hjá føroyskum mynd-
ugleikum, og hon elvir til
ógreiðir í valds- og ábyrgd-
arbýtinum millum føroysk-
ar og danskar myndug-
leikar.
Sjálvsavgerðarrætt-
urin er ómissandi
Á grundlógarráðstevnuni
var ein greið niðurstøða hjá
leikum og lærdum, at Før-
oyar eiga sjálvsavgerðar-
rætt uttan minsta iva. Før-
oyar kunnu skipa seg í sam-
veldi ella ríkisfelagsskap
við annað land ella taka
loysing, og fáa altjóða við-
urkenning um nýggju støðu
okkara,
- um løgting og landsstýri
taka avgerðina á ein kvali-
fiseraðan hátt og standa við
avgerðina,
- um føroyska fólkið áhald-
andi tekur undir við av-
gerðini og vísir hetta t.d. á
fólkaatkvøðu.
Sjálvsavgerðarrætturin er
fyrst og fremst ein spurn-
ingur
um
sjálvsfatan.
Sjálvsavgerðar-rætturin er
tí ómissandi, so longi Før-
oya fólk og Føroya land eru
til.
"Tvøroyrarskjalið"
leingir um tíðina við
heimastýri
Við tí sonevnda Tvøroyrar-
skjalinum frá juni 2003
samdust landsstýrið og
danska stjórnin um at gera
ein nýggjan yvirtøkuleist
fyri
einfaldgering
av
mannagongd og heimildum
í samband við yvirtøku av
málsøkjum, sum fella uttan
fyri tey í Heimastýrislógini
nevndu A- og B-mál.
Millum manna verða tey nú
nevnd C-mál. Tó eftir skulu
standa uttanríkis- og verju-
mál, sum ikki kunnu yvir-
takast. Tað er merkisvert, at
henda avtala skal ikki setast
í gildi sum ein politiskur
sáttmáli millum tveir part-
ar, men sum donsk ríkislóg!
Yvirtøkulógin verður tí
bara ein nýggj undirgrein
til ta gomlu Heimastýris-
lógina, uttan nakrað inni-
haldsliga broyting av skip-
anini. Tí eru bæði alterna-
tivu uppskotini hjá and-
støðuflokkunum, Sjálvstýr-
islógin hjá Javnaðarflokk-
inum og Nýskipanarupp-
skotið hjá Sambandsflokk-
inum, meira víðgangandi
enn ABC-heimastýrislógin
hjá landsstýrinum, tí tey
bæði uppskotini flyta mørk
í viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark - tað
ger ABC-heimastýrislógin
ikki.
Tí leingir ABC-heima-
stýrisleisturin stríðið um
ríkisfelagsskap ella full-
veldi. Allar ógreiður standa
framvegis óloystar og fara
framvegis at klúgva tjóðina
í tveir partar í hesum máli.
Vit fara áhaldandi at liva
undir heimastýrisskipanini
í langa tíð framyvir - av-
gerðin í sjálvstýrismálinum
verður útsett í ókenda tíð.
Tjóðskaparliga
semjan um ein
sjálvsstýrissáttmála
Í staðin fyri ætlanina at
halda áfram við heimastýri
eiga vit at gera eina semju
við hesum høvuðsinni-
haldi:
• At vit áseta viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark í einum sjálvstýris-
sáttmála sum ein polit-
iskan sáttmála millum
tvey sjálvstøðug lond, ið
viðurkenna hvørt annað
sum javnbjóðis tjóðir í
einum felagsskapi - ríkis-
felagsskapi,
samveldi
ella frælsum felagsskapi.
Til tess at tryggja Føroya
sjálvstýri í eini nýggjari
samveldisskipan er neyðugt
við formligum og meira
bindandi ásetingum part-
anna millum, enn tey lyfti
danskir
myndugleikar
seinastu árini hava givið
um at virða tær avgerðir,
sum føroyingar taka.
Hetta ber til við sjálv-
stýrissáttmálanum,
sum
Føroyar gera við Danmark.
• hann kemur ístaðin fyri
heimastýrislógina, sum
fer úr gildi,
• hann staðfestir føroying-
ar sum tjóð og Føroyar
sum land við sjálvsav-
gerðarrætti,
• hann ásetir valdsbýtið
millum londini, millum
føroyskar og samveldis-
myndugleikar,
• hann staðfestir, at Føroya
løgting og landstýri verða
hægsti myndugleiki og
evsta vald í øllum mál-
um, sum eru undir før-
oyskum málsræði,
• hann ásetir ávísa manna-
gongd, um so verður at
Føroyar seinni vilja taka
seg úr samveldinum,
• hann skal fráboðast ST,
so hann fær altjóðarætt-
arligt gildi.
Tað styrkir uppaftur meir
um sjálvræði okkara, at
nýggja
stjórnarskipanin
verður ásett í eini grund-
leggjandi
stjórnarlóg
(grundlóg):
• hon sigur hvussu polit-
iska valdið er skipað inn-
anlands og úteftir,
• her verður ásett hvussu
landið er skipað fyrisit-
ingarliga og rættarliga,
• her verða rættindi og
skyldur hjá borgarum
landsins festar í hægstu
lóg.
Ein komandi føroysk
stjórnarlóg skal taka støði í
teim galdandi ríkisrættar-
ligu viðurskiftunum, og
hon ásetir hvør manna-
gongdin skal verða, um
Føroya fólk vil gera mun-
andi broytingar í ríkisfe-
lagsskapinum, siga hann
upp ella skipa annað sam-
starv. Ein slík stjórnarlóg
kann kann haraftrat bert fáa
gildi, um Føroya fólk tekur
undir við henni á kvali-
fiseraðan hátt, við fólkaat-
kvøðu, við løgtingssamtykt
og einaferð aftrat av nýggj-
um løgtingi, eftir at val
hevur verið.
Tað ber væl til, at smærri
lond, sum eru í ríkis-
felagsskapi ella samveldi
við onnur, hava sína egnu
stjórnarlóg, umframt eina
samveldis- ella ríkisgrund-
lóg. Tað eru fleiri dømi um
at tað ber væl til aðrastaðni
- so ber tað eisini til hjá
okkum.
Nú grundlógarnevnd fer
til verka av nýggjum, er
óhugsandi at gera eina
grund-leggjandi stjórnar-
lóg, sum bert helvtin av
tjóðini tekur undir við.
Javnaðarflokkurin setir tí
sum treyt fyri framhaldandi
arbeiðinum í nevndini, at
ein komandi stjórnarlóg
skal byggja á eina breiða
tjóðskaparliga
semju
í
sjálvstýrismálinum, ella í
minsta lagi eina breiða
semju um eina staðfesting
av teirri verandi ríkisrættar-
ligu
støðuni
og
hvør
mannagongdin skal verða,
um henda skal broytast. Tað
verður fyrsta uppgávan hjá
grundlógarnevndini at orða
hesa semju.
Av tí at tíðarfreistin er
stutt - nevndin skal lata
landsstýrinum fyribils álit
og uppskot til grundlóg í
seinasta lagi 25. apríl 2004
- setir Javnaðarflokkurin
eisini sum avgjørda treyt, at
tann ríkisrættarligi tátturin
er orðaður í seinasta lagið
1. jan. 2004.
TÍÐINDASKRIV
Føroya Javnaðarflokkur
Javnaðarflokkurin kunn-
gerð nú næstu yvirlýs-
ingina í átakinum, har
floksins politikkur verð-
ur útgreinaður og dag-
førdur. Arbeiðið byrjaði í
vár og verður hildið
áfram allan vetur, har
limafeløgini í tøttum
samstarvi við tingmann-
ing og starvsnevnd við-
gera ymiskar politiskar
høvuðstættir í okkara
samfelag.
Hvørja ferð ein táttur
er endaliga viðgjørdur,
verður niðurstøðan fest í
eina politiska yvirlýsing,
sum síðani verður al-
mannakunngjørd. Um-
framt at gera politikkin
meira ítøkiligan og við-
komandi fyri veljaranum,
so er hetta samstundis
eisini eitt politiskt út-
spæl, har hinir flokkarnir
verða
kunnaðir
um,
hvørjar loysnir vit halda
eru tær røttu.
Fyri 3 vikum síðani
kom tann fyrsta av hes-
um politisku yvirlýsing-
unum, sum bar heitið
"Miðfyrisitingin
skal
umskipast og tænastan til
borgaran betrast". Hon
kann framvegis lesast á
heimasíðuni
www.javnadarflokkurin.fo
Hesaferð snýr yvirlýs-
ingin seg um sjálvstýris-
málið. Víst verður á, at
tað er alneyðugt við eini
víðfevnandi tjóðskapar-
ligari semju í sjálvstýris-
málinum. Við einum
ítøkiligum uppskoti legg-
ur Javnaðarflokkurin eis-
ini upp til, hvussu ein
slík tjóðskaparlig semja
kann røkkast, og hvat
innihaldið í henni kann
vera. Eisini umrøður
yvirlýsingin
floksins
støðu til arbeiði í grund-
lógarnevndini og tørvin á
eini
grundleggjandi
stjórnarlóg, sum skal
vera fyri alt fólkið - ikki
fyri aðra helvtina av
tjóðini, men fyri alla
tjóðina.
Allar royndir vísa okk-
um - eisini hendingarnar
seinastu dagarnar - at
verulig framtøk í før-
oyskum sjálvstýri skulu
grundast á eina tjóð-
skaparliga semju, sum vit
sjálvi koma fram til her í
Føroyum.
Tórshavn 16. okt. 2003
Tjóðskaparlig semja í sjálvstýrismálinum
Fólkið fyrst - eisini í
sjálvstýrismálinum
tí er neyðugt við eini
tjóðskaparligari semju
C
M
Y
K
13
12