Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 198 - 18. oktober 2003 Nr. 198 - 18. oktober 2003 11 Vit hava altíð havt eitt ríkt trúarlív í Føroyum, og er hetta ivaleyst gott. Vit hava gomlu siðbundnu guds- trúnna, ið m.a. umfatar morgunlestur og kirkju- gongd. Vit hava eisini fingið meiri nýmótans vek- ingarrørslur av ymsum slag, ið fyriuttan sín religiøsa boðskap eisini ríka tónleika- og mentunarlívið her á landi. Harafturat verður eitt stórt ungdómsarbeiði og vælgerðararbeiði gjørt av ymsum trúarsamfeløgum í Føroyum. Vit kunnu til dømis nevna Frelsunarherin, ið ger eitt stórt arbeiði fyri tey heimleysu og fólk, ið annars eru komin illa fyri. Tað verður mangan ført fram, at nógv av tí, ið floymir inn yvir landið uttanifrá, kann verða skaði- ligt fyri børn og ung. Her hugsa fólk flest um filmar, spøl og tílíkt. Tað er rætt, at vit eiga at syrgja fyri at eitt nú harðskapsfilmar verða hildnir burtur frá børnum. Tað eru helst nógv, ið heldur vilja síggja andaligt tilfar býtt út til føroyska ungdómin. Men er alt uppbyggandi og mennandi, bert tí at tað hevur eitt religiøst innihald? Er tað mennandi fyri ungdóm at breiða út ein boð- skap, har illir andar og demonar eru allastaðni og í øllum? Er tað mennandi fyri ungdóm at demonisera alt verðsligt, sosum poppmusikk, vín, sjónvarp, telduspøl og internetið? At vaksin fólk velja at brúka sína frítíð uppá nakað, ið fyri uttanfyristandandi sær eitt sindur okkult út, er í fínasti lagi. Í einum frælsum upplýstum samfelag í 2003 kunnu vit gera, tað okkum lystir, soleingi landsins lógir verða hildnar. Tó má man ansa eftir at børn og ung ikki verða skaðiligt ávirkað av slíkum, ið er sera fjart frá tí, man kann vænta í einum upplýstum samfelag í 2003. Eitt land kann ikki isolera seg frá umverðini við religiøsum dogmum. Sjónvarp, internet og undir- haldsídnaðurin eru tíbetur komin fyri at verða, og tann besta verjan eitt ungt fólk kann fáa er eina skúlagongd og uppaling, ið gevur teimum góða barlast við vitan um heimin og ein víðan sjónarring. Trúgv er ein persónligur spurningur, og gevur nógvum eitt gott grundfesti í dagligdegnum. Tó loyva vit okkum at spyrja, um tað ikki er at fara nakað langt, tá man breiður út ein boðskap, har illar andar koma inn í seks ára gomul børn, tí tey hugsa um sigarettir, og har fjandin sjálvur er allastaðni, sjálvt í vanligum tónleiki. Er tað sunt fyri ung at fáa at vita, at sjúka kann verða illir andar og kann grøð- ast á grøðingarfundum? Vit gerast syrgin, tá vit síggja medisinmenn í Afrika venda heilivági bakið, og dansa runt og stroyða mold á fólk fyri at grøða AIDS. Er eitt grøðingarmøti í eini føroyskari høll so nógv øðrvísi? Vit seta spurningin, tí vit halda tað er rætt at hann verður viðgjørdur og lýstur alment og frá fleiri síðum. DAGSINS MEINING Sosialurin Trúarlív í ár 2003 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. TÍÐINDASKRIV Rólant Lenvig: Kvívíkar sókn í søgu og søgn. Útgevari: Kvívíkar Komm- una. Hetta søguliga verk er 568 bls. og úrslit av longum og drúgvum kanningararbeiði. Listi aftast í bókini yvir skrivligar heimildir vísir, at høvundurin hevur troytt teir møguleikar, sum yvirhøvur eru til taks at leita til um fólk og land til tess at kanna og granska fólksins lív og dagligu tilveru í hes- um parti av landi okkara serliga. Kvívík, ið avgjørt má metast at vera landnáms- bygd, gjørdist prestbygd fyri Norður-Streymoy í fyrstu katólsku tíðini, eftir tað at kristindómurin hevði skipað seg sum bispadømi her á landi. Tað fekk eina altavger- andi ávirkan søguliga sæð á bygdarlívið har og á sókn- ina yvirhøvur, soleiðis sum henda so greidliga gevur góða mynd av. Høvundurin, sum sjálvur hevur havt arbeiði sítt og bústað í Kvívíkar sókn meira enn fjøruti ár, hevur eisini fingið nógva vitan frá eldri, søgufróðum fólki har um leiðir um ættarfólk, bú- staðir, arbeiði í bø og haga og á sjógvi, eins og um ser- ligar tilburðir og gamlar sagnir. Flestu av hesum søgufróðu eru ikki okkara millum í dag. Nógv av bygdarviður- skiftunum hevur snúð seg um arbeiði og ognarviður- skifti í bø og haga gjøgnum tíðirnar. Fyri at fáa nakað munandi at vita um hetta, hevur tað skrivliga tilfarið um hesi mál fingist úr jarð- arbókum, skiftibókum, tingbókum og kirkjubók- um. Umframt sigur høv- undurin, at hann eisini hevur nýtt veðhaldsbøkur, fútaroknskapir og fundar- bøkur hjá prestastættini o.m.a. Í formælinum verður m.a. sagt: Vit fáa úr hesi søgu at síggja, hvussu stór- ur munur var millum em- bætisvaldið og tann mein- iga mannin og tey rættindi, sum hesir báðir samfelags- stættir høvdu, og hvussu stórt hald og vald prestarnir høvdu á tí meiniga mann- inum. Bókin Kvívíkar sókn í søgu og søgn hevur nógv tilfar viðvíkjandi sakarmál- um og rættargangi. Tey, ið hetta lesa, kunnu fáa innlit og greiða hugmynd av tí dagliga lívinum hjá fólki okkara eini 3-400 ár aftur í tíðina og við tí kunnu fáa at kenna okkara søgu nærri. Aftast hevur bókin manntalslistar frá 1801 og yvirlit yvir arbeiðsfólk og leysar persónar í 1775. So eru her listar yvir staða- nøvnini í sóknini, sum kendir persónar í Kvívík, Leynum og á Skælingi hava savnað. Fleiri teirra eru ikki á lívi nú. – Tær sokallaðu Løbners tabellirnar frá 1814 eru eisini við, sum her viðvíkja Kvívík, leynum og Skælingi. At enda eru yvirlit yvir jarðir innan- og uttangarðs úr Taxatiónsprotokollini frá 1873 og kort. Kvívík í søgu og søgn Marjus Dam løgtingsmaður Nógvur fiskur og góðir fiskaprísir, ríkisveiting, eins og nógv arbeiði her á landi, ger, at Føroyar búskaparliga fáa eitt 11-tal í Norðurlendskari árbók. Vit kunnu samanberast við Noreg tá um ríkidømi ræður. Hóast væl stendur til, so undrar tað stórliga, at hægsta ynski hjá nøkrum fáum loysingarfólkum her á landi er at forkoma eini skipan, ið ger at vit klára okkum so væl. Tað einasta hesi loysingarfólk hava at bjóða ístaðin eru verri við- urskiftir á øllum økjum. Nú hava tey skert ríkisveiting- ina við 366 mill krónum árliga og talan er um eina stóra akkumuleraða upp- hædd. Umleið ein nýggjur Smyril við nýggjari kei árliga. Men teir eru ikki lidnir enn. Umleið ein milliard er eftir at skerja - árliga - áðrenn teir náa teirra máli. Tað man vera greitt fyri teimum flestu, nú peningur tørvar á øllum økjum, at tá ein milliard er skerd úr føroyskum búskapi afturat, eru búskaparliga støðan ikki til eitt 11-tal, men til eitt runt 0 ella 03. Tað er tað í loysingin hevur at bjóða føroyingum. Eitt oyðilagt vælferðar- samfelag, og tað mugu vit ávara ímóti. Alternativi til skaðiliga loysingarpolitikkin er upp- byggjandi Sambands- politikkurin, í byggjur á álit og samstarv við ollur lond. Annars fari eg at ynskja Ríkisfelagsskapinum til- lukku við 11 talinum. 11-tal til Føroyar VIÐMERKINGAR Jóannes Jacobsen Dýr arbeiðsmegi Flakavinnan sum arbeiðs- pláss hjá tímaløntum før- oyingum er hótt eftir lívin- um. Størri og størri partur av fiskinum fer óviðgjørdur av landinum og arbeiðs- plássini vera í størri og størri mun yvirtikin av út- lendskari arbeiðsmegi, ser- liga eystaneftir. Høvuðsorsøkin til at flakavirkini sum arbeiðs- pláss hjá tímaløntum føroy- ingum eru komin í trupul- leikar er, at tey ikki klára at kappast við aðrar føroyskar fyritøkur um arbeiðsmeg- ina. Keyparar av føroyskari arbeiðsmegi, tað verið seg á sjógvi ella landi, hava boðið tímalønina, t.e. prísin á arbeiðsmegini, so høgt upp, at flakavirkini í størri og størri mun hava trupult við at vera við á marknað- inum. Tá lønarsamráðing- arnar vóru í vár, vóru tað leiðslurnar á flakavirkjun- um, sum settu føtur í spenni, meðan flestu av hinum arbeiðsgevarunum høvdu kunnað livað við hægri lønarhækking, enn endaliga úrslitið bleiv. Tímalønin í Føroyum svarar til tað, sum fyritøk- urnar við minstu úrtøku fyri hvønn arbeiðstíma eru førar fyri at forrenta. Og tað eru í løtuni flakavirkini. So líðandi fer henda margi- nalvinnan at verða sett und- ir størri og størri trýst, á aðrari síðuni frá øðrum føroyskum fyritøkum sum pressa tímalønina upp, og á hinari síðuni frá flaka- virkjum, í Føroyum ella aðrastaðni, sum brúka bí- liga útlendska arbeiðsmegi. Undir verandi treytum er tað so, at um flakavinnan ikki finnur hættir at fram- leiða uppá, sum krevja minni og minni av føroysk- ari arbeiðsmegi, t.e. antin automatiserað framleiðsl- una ella brúka bíligari ar- beiðsmegi uttanífrá, fer hon so við og við at missa takið og hvørva. Ein trupulleiki? Minkandi talið av arbeiðs- plássum á flakavirkjunum til lutfalsliga dýru føroysku arbeiðsmegina er fallið politikarunum fyri bróstið. Trupulleikin er, at flestu flakavirkini eru á bygd, har hesi arbeiðsplássini ofta eru ein stórur partur av samlaðu arbeiðsplássunum á staðnum. Hvørvur flaka- virki, noyðast nógv at finna sær arbeiði uttanfyri bygd- ina og velja kanska í síðsta enda at flyta aftan á nýggja arbeiðsplássinum. Spurningurin er so í fyrsta lagi, um nakað skal gerast við hetta, og í øðrum lagi, hvat skal gerast. Um endamálið er, at virðisøk- ingin í samfelagnum skal vera størst møgulig, skulu politikararnir lata marknað- arkreftirnar ráða. Um tað ikki loysir seg at virka fisk- in við føroyskari arbeiðs- megi, tí arbeiðsmegin er ov dýr fyri flakavirkini, er hetta eitt greitt tekin frá arbeiðsmarknaðinum um, at arbeiðsmegin kann skapa størri virðisøking aðra- staðni í búskapinum. At "aðrastaðni í búskapinum" í mestan mun merkir í heimamarknaðarvinnuni er uttan týdning í hesum sambandi. Líkamikið hvat vanliga uppfatanin annars er, so eru seks krónur í økt- ari virðisøking á flakavirkj- unum, sum kosta meira enn seks krónur í mistari virðis- øking aðrastaðni í samfe- lagnum, ein vánalig for- rætning fyri samfelagið. Men henda loysnin fer helst eisini at hava við sær, at flestu føroysku arbeiðs- plássini á flakavirkjunum kring landið so líðandi fara at hvørva, antin tí flaka- virkini finna hættir at fram- leiða upp á, sum ikki krevja lutfalsliga dýra føroyska arbeiðsmegi, ella tí tey eru farin á húsagang. Studningur er svarið… Halda politikararnir at okk- urt má gerast fyri at halda upp á føroysku arbeiðs- plássini í flakavinnuni, sjálvt um tað kostar í samlaðari samfelagsligari virðisøking, er spurning- urin í øðrum lagi, hvat skal gerast. Tað kann tó ikki undra nakran, at líkamikið hvat verður gjørt, so er greitt, at loysnin er studn- ingur av einhvørjum slag, beinleiðis ella óbeinleiðis. Fyri at fáa flakavirkini at virka meira fisk við før- oyskari arbeiðsmegi er neyðugt, at flakavirkini á ein ella annan hátt fáa ein føroyskan arbeiðstíma fyri ein prís, sum virkingin av fiskinum kann forrenta, t.e. bíligari enn annars. Ein- falda, effektiva og sjónliga loysnin er at geva flaka- virkjunum beinleiðis hjálp, tá tey skulu út á arbeiðs- marknaðin at keypa ar- beiðsmegi. Tað vil siga at landið, t.e. skattgjaldarin, rindar ein part av hvørjum arbeiðstíma fyri flakavirk- ini. Henda loysnin viðførir samfelagsbúskaparligt virðistap, men viðførir samstundis eisini at flaka- virkini í nøkur ár vilja eftir- spyrja fleiri arbeiðstímar til virking av fiski, enn tey gera í løtuni. Men helst fjaldur studningur Av ymsum orsøkum vilja politikararnir tó helst hava ein loysn, har tað er betri fjalt, at talan er um studn- ing. Við at seta forðingar av ymsum slag fyri marknað- arkreftunum, vóna politik- ararnir at kunna skapa "luftlummar", har flaka- virkini kunnu fáa bíligari fisk. Tílík tiltøk síggjast ikki undir "studningur" á fíggjarlógini og eru tí lætt- ari at verja yvirfyri skatt- gjaldarunum. Nýggjasta vápnið hjá politikarunum í bardaganum móti útflagg- ing av flakavinnuni er eitt uppskot um at seta forboð fyri, at skip selja fiskin uttanlands. Trupulleikin er, at forðingar av hesum slag- num fara ikki at føra til meira virking av fiski í Før- oyum. Møguliga verður prísurin á einari føroyskari upp- boðssølu lægri enn á út- lendsku uppboðssølunum eina tíð, eisini tá hædd verður tikin fyri flutnings- kostnaðinum. Men um prís- urin á útlendsku uppboðs- sølunum er til dømis 20 krónur fyri kilo av óvirk- aðum fiski, so kostar tað 20 krónur kilo at virka fiskin, nevniliga tær 20 krónurnar í mistari inntøku, tá fisk- urin ikki bleiv fluttur óvirk- aður av landinum. Hvat flakavirkini hava goldið fyri fiskin á før- oysku uppboðssøluni er líkamikið í hesum sam- bandi. Fáa flakavirkini fiskin fyri til dømis 15 krónur fyri kilo er tað ein- asta sum hendir, at flaka- virkini senda fiskin óvirk- aðan av landinum og stinga 5 krónur kilo minus flutn- ingskostnaðin í lumman. Og ber til at keypa fisk á føroysku uppboðssøluni fyri 15 krónur kilo, gjalda 2 krónur kilo í flutningsgjaldi og selja fiskin fyri 20 krónur kilo í Hirtshals, sigur tað seg sjálvt, at nýggir keyparar skjótt fara at streyma inn á marknaðin. Endin verður tá, at prís- urin verður pressaður upp á 18 krónur fyri kilo. Eisini í hesum føri kostar tað altso 20 krónur kilo at velja ikki at selja fiskin óvirkaðan av landinum. Tí svarar kostn- aðurin av at virka eitt kilo av fiski altíð til prísin, ið kann fáast fyri óvirkaðan fisk á eini útlendskari upp- boðssølu (tá hædd er tikin fyri flutningskostnaðinum). Eitt krav um at landa allan fiskin í Føroyum fer altso ikki at føra við sær at tað verður bíligari at virka fisk í Føroyum. Av tí sama verður sjálvsagt heldur ikki meira fiskur virkaður, enn tað verður í dag. Haraftur- ímóti økjast flutningsút- reiðslurnar, og fiskurin missir virði, meðan hann verður fluttur av land- grunninum umvegis før- oysku uppboðssøluna held- ur enn beinleiðis á út- lendsku uppboðssøluna. Hesar eyka útreiðslurnar mugu reiðaríini bera, tí rásarúmið hjá flakavirkj- unum er ov lítið sum er. Henda loysnin førir tí til, at samfelagslig virðisøking verður tveitt fyri borð, uttan at samfelagið fær nakað afturfyri. Altso… Arbeiðsmegin í Føroyum og grannalondunum er vorðin so dýr, at flakavirkir, sum brúka lokala arbeiðs- megi í størri og størri mun ikki klára at kappast við virkir, sum brúka bíliga ar- beiðsmegi eystaneftir. Færri og færri skotar, norð- menn, íslendingar og føroy- ingar arbeiða á flakavirkj- um. Antin flyta flakavirkini eystureftir til bíligu ar- beiðsmegina í Baltalond- um, Pólandi, Kina ella aðrastaðir, ella flyta virkini bíliga arbeiðsmegi eystan eftir til Skotlands, Noregs, Íslands ella Føroyar at arbeiða á flakavirkjunum í staðin fyri lokalu arbeiðs- megina. Í grundini er rættuliga einfalt at fyrihalda seg til henda trupulleika. At flaka- virkir, sum ikki bera seg á marknaðargrundarlag, fara á húsagang ella skifta før- oysku arbeiðsmegina út við bíligari framleiðslumiðlar, tað verið seg teilendingar ella robottar, er ein trupul- leiki fyri alt føroyska sam- felagið, og serliga fyri tey fólk og tey bygdasamfeløg, sum vera rakt. Men henda trupulleika kunnu vit gera nakað við, til dømis við betri infrastrukturi, soleiðis at fólk framhaldandi kunnu búgva í bygdunum, hóast tey arbeiða aðrastaðni. Enn einaferð at seta úr gildi grundleggjandi mark- naðarbúskaparligu regluna um, at fyritøkur, sum ikki bera seg, fara á húsagang, loysir ongan trupulleika - hinvegin skapar tað eina glíðibreyt inn í eina nýggja kreppu. Henda loysn var ikki nakað "success-upp- livilsi" seinast og verður tað heldur ikki næstu ferð. VIÐMERKINGAR Brúkt klæði eystureftir TÍÐINDASKRIV Reyði Krossur Føroya hevur gjørt avtalu við Føroya Keypssamtøku um móttøkupláss fyri brúkt klæði leygardagin tann 25. okt. 2003. 29. mars í ár savnaði Reyði Krossur klæði um allar Føroyar, har tað í flestu plássunum var við Keypssamtøkurnar, at savningarstaðið var. Væl varð tikið ímóti til takinum, tí ikki færri enn 43 tons av klæðum komu inn. Nógv fólk tóku lut í arbeiðinum; heilsølur og flutningsfyritøkur hjálptu til at flyta klæði til Havn- ar, har Skipafelagið Før- oyar veitti okkum dygga hjálp, so 5 bingjur av klæðum kundu sendast av landinum. Síðsta heyst savnaðu vit klæði og pr. 21. nov. sendu vit 26 tons av klæðum til Dansk Røde Kors, sum skildi og pakkaði klæðini, har stórur partur fór til Hvítarusslands og longur eystur. Tú kanst hjálpa okkum at hjálpa. melda teg til sum hjálparfólk á tlf. 319630, har telefon- svarari boðar frá, hvussu tú meldar teg teg. Ólavur í Mittúni Tað er við sorg í hjarta, at eg taki pennin í hond, men hvussu leingi skal eg tiga? Eg, sum fekk loyvi til at liva? Er tað ikki heilaga skylda mín at vera tals- maður teirra, sum ikki sjálv kunnu mæla orð av munni? Eftir at landsstýrismað- urin Bill Justinussen sendi læknunum eitt skriv og minti teir á fosturtøkulóg- ina, er tað ein útvarpsmað- ur, sum heldur enn sakliga at lýsa málið sigur frá síni lítilvitan og harvið eisini frá sínum dugnaloysi til at lýsa hetta málið. bert eitt dømi, sum eftir hondini er gamalt og slitið, javnstøðu- nevndin og javnstøðu- nevndarformaðurin, og haðani kom sama óseriøsa tvætlið, sum er komið haðani fyrr: konan skal ráða yvir egnum kroppi. Harra útvarpsmaður og javnstøðuformaður, hvat hevur tað við fosturtøku- málið at gera? Í fosturtøku- málinum er ikki talan um kvinnukroppar, men um gitnar menniskjur av báð- um kynum, sum vegna menniskjans ráu náttúru ikki fáa loyvi til at síggja dagsins ljós. Tað fingu tit bæði saman við mær, vegna tað at tað vóru tríggjar mammur, sums øgdu ja til okkum. Tit áttu at skamm- ast um tað, tit higartil hava borið fram. Til útvarpsmannin havi eg hesi ráð: Set teg inn í evnið, so tú gerst førur fyri at lýsa tað sakliga. Tú um- boðar ein almennan miðil, sum eisini eg eri noyddur at gjalda til, og tí meti eg, at eg skal, so vítt tað er gjør- ligt, fáa rættar eftirfarandi upplýsingar. At fáa hendur á hesum upplýsingum er ikki torført. Tú kundi spurt onkran av teimum 300.000 læknunum, sum taka undir við Lejeune-yvirlýsingini, orðað av franska arva- granskaranum Jerome Le- jeune (1926-94). Yvirlýs- ingin fæst í føroyskum líki frá Føroya Pro Vita. Tá ið tú nú ert farin undir fosturtøkuspurningin, so ert tú samstundis inni í týdningarmesta spurningi yvirhøvur – tað veri seg átrúnarliga eins væl og politiskt (samfelagsliga), tí í tí gitna menniskjanum liggur øll framtíð okkara, ja, øll framtíð yvirhøvur, og sum vit fara við hesum okkara allarveikastu, so- leiðis fara vit við fram- tíðini, soleiðis fara vit við okkum sjálvum. Fosturtøkuspurningurin er ikki bert ein spurningur um tær fosturtøkur, sum tú finnur í yvirlitinum frá landslæknanum, og tað nógva tosið um tey, sum hava pengar og tí kunnu leita sær til útlond at fremja hesa skemdargerð. Nei, nakað, sum er uppaftur álvarsamari, er tann drep- andi bollasølan frá okkara fasadufínu apotekum, halt bert fram og kanna málið, her er ein rúgva at fara eftir. Eisini kundi tú farið ein túr inn á bóka- og video- savnið hjá Føroya Pro Vita. Hetta finnur tú undir innanoyggja hvønn fríggja- dag í Dimmu. Tøkk til allar mammur ið valdu og velja lívið Que sera, sera C M Y K 11 10