leygardagur 18. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 198 - 18. oktober 2003
Nr. 198 - 18. oktober 2003
9
Fólkatalið í Føroyum
fer at veksa støðugt
tey næstu gott tretivu
árini, men fer síðani
at steðga upp, vísa
framrokningar
FRAMROKNINGAR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Síðani kreppuárini mið-
skeiðis í nítiárunum er
fólkatalið í Føroyum støð-
ugt voksið. Og líkt er til, at
hesin
vøksturin
heldur
fram. Framrokningar, sum
vit eisini umrøddu í blaðn-
um í gjár, vísa, at vit í Før-
oyum fara at gerast fleiri og
fleiri til 2030.
Magni Laksáfoss, bú-
skaparfrøðingur,
hevur
gjørt nakrar framrokningar
fyri Føroyar, sum millum
annað vísa, at talið av
pensjónistum í Føroyum fer
at veksa meira enn nakar
annar
samfelagsbólkur.
Framrokningarnar eru gjør-
dar fyri nógv ár fram, men
vit leggja í hesum viðfagni
dent á árini fram til 2030.
Sum tað eisini sæst á
myndum á hesum síðum
veksur fólkatali í Føroyum
javnt næstu árini. Í løtuni
búgva
beint
omanfyri
48.000 fólk í Føroyum. Í
2009 fer fólkatalið upp um
tey 50.000. Vøksturin hel-
dur fram til umleið 2030, tá
Framrokningar í fólkatali vísa:
Gerast 54.000 um tretivu ár
Færri børn og fleiri gomul. Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram næstu tretivu árini
mett verður, at vøksturin
steðgar upp, og fólkatalið
verður meira konstant. Tá
búgva
væntandi
nakað
omanfyri 54.000 fólk í
Føroyum.
Fleiri eldri, færri fødd
Søguliga sæð er fólka-
mynstrið
eisini
broytt
seinnu árini. Sum tað sæst á
teimum eyðkendu pyramid-
unum á hesum síðum, so
var í 1967 flest av teimum
heilt ungu og minst til av
teimum elstu. Hetta er
kanska ikki so heilt løgið,
men tá hugt verður eitt
sindur fram í tíðina, so eru
tað ikki smáu børnini, sum
fylla mest. Hóast føroyskar
kvinnur í mun til onnur
evropeisk lond eru raskar at
føða sær og monnunum
børn, so hevur barnatalið
verið
minkandi
síðani
1967. Talan er í nógvar
mátar um eitt heilt annað
samfelag í dan í mung til
sekstiárini, og gongdin í
Føroyum líkist eisini henni
í londum, vit vanliga sam-
anbera okkum við.
Sum vit eisini nevndu í
blaðnum í gjár, væntast at
talið av pensjónistum og
eldri fólki støðugt fer at
hækka næstu árini.
Sum tað sæst á pyramid-
unum, eru vit so smátt farin
at fylla upp í tann endan av
pyramiduni. Men tað verð-
ur ikki fyrr enn eftir 2010,
at vit veruliga fara at
merkja, at hesin aldurs-
bólkurin vekstur væl skjót-
ari enn allir hinir.
Áhugavert er, at yngru
aldursbólkarnir, t.e. fólk í
skúlaaldri og undir skúla-
aldur, heldur seg rættiliga
konstant við bert smáum
munum. Tað merkir so, at
tørvurin á barnagarðspláss-
um og skúlum ikki verður
stórvegis størri í tali, men
hetta er sjálvand treytað av,
at stovnar og skúlar eru
hóskandi og á røttu støðun-
um.
Kreppur
Við at eygleiða pyramid-
urnar sæst, hvussu fólka-
mynstrið í Føroyum broyt-
ist. Skapi á pyramiduni í
1967 og henni í dag og
2030 er heilt hvør sítt. Av
plásstroti fáa vit ikki prenta
allar pyramidurnar, men
broytingin
sæst
kortini
rættiliga
týðuliga
útfrá
teimum prentaðu pyramid-
uni.
Ì fleiri førum kunnu ein-
stakar hendingar hava ein
stóra ávirkan. Ì Føroyum
vóru svárar búskaparligar
kreppur í fimtiárunum og
nítiárunum. Hetta setir
sjálvsagt sín dám á. Eitt nú
í pyramidurnar fyri 1967
sæst, at partar av einum
ættarliði, sum flutti burtur í
fimtiárunum, er lítil í mun
til aðrar aldursbólkar. Eis-
ini í dag síggjast fylgjurnar
av seinastu kreppuni í níti-
árunum. Øll tey, sum fluttu
burtur í nítiárunum, eru
ikki flutt aftur.
Magni Laksáfoss metir,
at var eingin kreppa í níti-
árunum, so vildi útvikling-
urin í fólkatali kortini verði
tann sami. Skilt á tann hátt,
at vøksturin hevði verið
tann sami, men talið av
fólki hevði sjálvandi verið
tilsvarandi meira.
Sum vit eisini nevndu í
gjár, so er tann elsti aldurs-
bólkurin tann mest støðugi.
Tey eldru flyta ikki í nakran
stóran mun burtur í onnur
lond sum yngri aldursbólk-
ar, ið bæði flyta í kreppu-
árum og eisini leitað burtur
í eitt nú útbúgvingarørind-
um.
Líkist hinum
Tann upplagdi spurningur-
in er, um útviklingurin í
Føroyum er nakað serstakt?
- Gongdin hjá okkum í
Føroyum líkist sera nógv
gongdini í hinum londun-
um í vesturheiminum, sigur
Magni Laksáfoss.
Hann vísir á, at demo-
grafiski útviklingurin er, at
farið verður frá eini menn-
ingarslandspyradidu móti
pyramiduni hjá vanligum
ídnaðarlondum. Hetta vil
siga, at vit fara frá einum
vaksandi fólkatalið móti
einum stabilum fólkatalið.
- Vit hava tó enn eitt
hægri burðartal í mun til
onnur lond. Okkara burðar-
tal liggur um 2,4, sum er
væl hægri enn í øðrum
londum, har talið liggur
niðanfyri 2.
Hetta mekir, at um eingin
innflyting var til vestur-
heimin, vildi fólkatalið
farið at minka. Vit haraftur-
ímóti, kunnu gott »missa«
fólk á hvørjum ári, tí burð-
artalið er omanfyri tvey,
sigur Magni Laksáfoss.
Framrokningarnar hjá Magna Laksáfoss eru
gjørdar eftir Sverdrup modellini. Royndir vísa, at
hesar framrokningar eru eftirfarandi. Men tað er
samstundis greitt, at í 2030 ella okkurt annað ár
fara ikki at búgva júst hetta tal av fólkum í
Føroyum. Endamálið er at vísa tendensir í
samfelagnum og at siga, hvat vit kunnu vænta
okkum.
Framrokningarnar eru gjørdar útfrá teirri fortreyt,
at eingin størri búskaparkreppa fer at vera í
Føroyum ella ein nýggj stór vinna fer at taka seg
upp.
Útrokningarnar eru gjørdar við fólkatalinum fyrst
í 2002 sum grundarlag, og hini tølini eru fram-
rokningar. Øll ársvirði eru roknaði fyri fyrsta dag
í viðkomandi ári.
Fakta
Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur, hevur
gjørt framrokningar í
fólkatali og aldursmynstri í
Føroyum
C
M
Y
K
9
8