leygardagur 18. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 198 - 18. oktober 2003
Nr. 198 - 18. oktober 2003
7
Ein ætlan er í um-
búna fyri alivinnuna,
sum hevur við sær, at
firðir javnan skulu
tømast fyri aling og
hvíla. Ættarliðini av
alifiski skulu skiljast
sundur. Samstundis
verður eftirlitið hert.
Eitt nú fáa alibrúkini
vitjan av Heilsufrøði-
ligu starvsstovu
hvønn einasta mánað
ALIVINNA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
ILA hevur kostað føroyska
samfelagnum 200 milliónir
krónur. Tað eru turru og
talandi
tølini,
sum
Havbúnaðarfelagið
er
komið til, eftir at ein
kreppubólkur hevur kannað
alivinnuna.
Samstundis
kann staðfestast, at øll
eginogning í alivinnuni,
sum fyri tveimum árum
síðan var 500 milliónir
krónur, er horvin sum døgg
fyri sól.
Prísurin á laksi hevur
verið í botni, men nú síggja
marknaðarútlitini eitt sind-
ur bjartari út. Trupulleikin
er ILA, ið liggur sum ein
kleppur um beinini á ali-
vinnuni.
– Útlitini eru út av lagi
vánalig, og tað kemst fyrst
og fremst av ILA. Eg eri
bangin fyri, at vit eru noydd
at góðtaka ein álvarsligan
niðurberjingarkur fyri at
koma undan við lívinum.
Verður ILA-sjúkan ikki
bast, vil eingin seta pengar
í føroysku alivinnuna, og
alivinnan sjálv hevur ikki
pengarnar, sum skulu til,
sigur Atli Gregersen, næst-
formaður í Havbúnaðarfel-
agnum.
Og tað er júst ein álvars-
lig niðurberjingarætlan, ið
liggur í kortunum frá al-
mennari síðu. Vinnumála-
ráðið hevur sent tvær kunn-
gerðir til hoyringar hjá
Havbúnaðarfelagnum.
Skrappur ES-kostur
ILA er ein virus, sum til ber
at koppseta ímóti. Men
trupulleikin hevur verið, at
ES ikki vil hoyra talan um
koppseting. ILA er á lista 1
hjá ES yvir sjúkur. Munn-
og kleyvsjúkan er á sama
lista. Talan er um sjúkur,
sum ES ikki vil liva við, og
tí verða tiltøk ikki góðtikin,
har lív verður hildið í sjúk-
uni.
Føroyingar hava søkt ES
um loyvi at koppseta fyri
ILA, men treytin er, at vit
lúka nakrar treytir fyrst. Og
vit noyðast at ganga undir
teirra krøv, tí mest sum
allur okkara laksur verður
útfluttur
á
evropeiska
marknaðin. Tað er hesum,
sum kunngerðirnar royna at
ganga á møti.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnumál-
um, vil ikki siga so nógv
um kunngerðirnar enn, tí
tær helst verða broyttar
ávegis.
– Eg havi biðið Fíggjar-
málaráðið um tvær milli-
ónir krónur til koppseting
komandi ár, men fyri at vit
sleppa at vera royndarøki
fyri einari koppsetingar-
ætlan setir ES hørð krøv,
sum vit royna at eftirlíka.
Fyrr enn tað er komið upp á
pláss, kunnu vit ikki rokna
við at sleppa at koppseta,
sigur Bjarni Djurholm.
Tvær kunngerðir
Vit skulu vísa, at vit veru-
liga ætla at niðurberja ILA.
Ætlanin, sum Landsdjóra-
læknin nú hevur orðað í
einari kunngerð, gongur
undir hesar treytir. Kunn-
gerðirnar eru tvær í tali.
Onnur er ein rakstrarkunn-
gerð, har Føroyar millum
annað verða býttar upp í
aliøki og sigur, hvussu ein
alistøð skal rekast. Hin er
ein ILA-kunngerð, har eft-
irlitið við alibrúkunum
verður hert munandi.
– Vit eru svangir eftir at
sleppa at vaksinera og vilja
svølgja kamelar, men um
tað er so rabiat, at tað gong-
ur út yvir vanligan bónda-
fornuft, so kunnu vit ikki.
Vit kunnu ikki fara so harð-
liga fram, at vit eisini út-
rudda alivinnuna, tí so er
onki vunnið, sigur Atli
Gregersen.
Skilja ættarlið
Rakstrarkunngerðin snýr
seg um at skilja ættarliðini
av alifiski sundir. Føroyar
verða býttar upp í 24 aliøki.
Firðir skulu alast tómir og
síðan leggjast stillir at
hvíla, áðrenn smolt kann
setast útaftur, so smittan er
heilt burtur.
Siga vit, at smolt verður
sett út á vári 2004, so byrja
alarar at slakta á heysti í
2005. Á ólavsøku í 2006 er
liðugt at slakta, og so skal
fjørðurin leggjast brakk. Er
einki ILA staðfest, skal
hann liggja í tveir mánaðir,
áðrenn setast kann útaftur.
Eru spor eftir ILA, skal
hann liggja í seks mánaðir,
so ILA-smittan er úr um-
hvørvinum. Sum skilst eru
stórir partar av vinnuni við
upp á hesa ætlan.
Eitt heilsupoliti
Hin parturin av ætlanini
snýr seg um at herða eftir-
litið við alibrúkunum mun-
andi
viðvíkjandi
ILA-
smittu. Talan verður um eitt
heilsufrøðiligt politi, sum
aktivt fer út 12 ferðir um
árið.
Hvør aliringur fær sostatt
vitjan eina ferð um mánað-
in og fiskar verða tiknir
heim til kanningar.Verður
ILA funnið, so verður farið
undir at slakta alt eftir ein-
ari ávísari effektivari ætlan.
Uppií eftirlitinum hongur
eisini eitt strangari eftirlit
við, at brunnbátarnir halda
seg til tær reglur, sum eru
galdandi, og eitt nú ikki
hava opnar ventilar.
Hesari ætlan við at gera
kanningar hvønn mánað
eru alarar hart ímóti, tí tað
kemur at viðføra, at tú av-
dúkar sjúkuna langt áðrenn,
hon gerst eitt hóttafall.
Ov seint
Atli Gregersen heldur tvær
høvuðsorsøkir vera til, at
føroyingar
fullkomiliga
hava mist tamarhaldið á
ILA. Onnur er, at reglu-
gerðirnar eru komnar ov
seint, og hin er, at eftirlitið
hevur verið ov vánaligt.
Nú skal vinnan so taka
støðu til, hvat hon heldur
um broytta rakstrarháttin og
herdu reglurnar við eftirliti.
Atli Gregersen fær ikki
sagt, hvat vinnan fer at
mæla til, tí tann viðgerðin
hevur ikki verið enn, men
hann ávarar ímóti so hørð-
um tiltøkum, at alivinnan
verður avhøvdað.
Alivinnan fær skrappan kost
Deyðilig
smitta í
áum
Norskur granskari
er komin fram til,
at ILA-smittan er
at finna í náttúr-
uni, og tí er nærum
vónleyst at sleppa
heilt av við hana.
Hetta fer at styrkja
kravið hjá alarum
at sleppa at kopp-
seta ímóti ILA
ILALING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Heilir firðir hava verið
stongdir fyri aling í
royndunum at basa ILA-
smittuni. Tá ið smittan
hevur víst seg hava boð-
ini frá myndugleikunum
til alarar verið, at teir
skulu slakta alt og síðan
lata fjørðin fáa frið og
hvíla, til smittan er burt-
ur.
Nú verður spurnartekn
sett við, um tað er nóg
mikið. Norski profess-
arin við Institutt for
fiskeri og marin biologi,
Are Nylund, heldur seg
hava avdúkað smittu-
kelduna til ILA.
Are Nylund sigur, at
smittan kemur frá vill-
um sílum. Tíggju ár eft-
ir, at hann fyrstu ferð
fann smittuna og eftir
kanningar í norskum
áum í 2001 og 2002, er
Nylund komin til ta nið-
urstøðu, at vill síl eru
smittuberar av ILA, og
at smittan hevur verið í
náttúruni í langa tíð.
Sílini verða ikki sjúk
av ILA, tí tey hava eina
virus við frábrigdi. Men
tá ið hon fer yvir í ali-
laksin hendir í nøkrum
førum ein broyting í
arvaeginleikunum, og
broytta virussið er bæði
smittandi og deyðiligt. Í
einum alibrúki breiðir
smittan seg skjótt.
Alarar hava leingi bið-
ið um loyvi at koppseta
ímóti ILA, men ES hev-
ur higartil sagt kortanei.
Málið hjá ES er at út-
rudda sjúkuna. Eru nið-
urstøðurnar hjá Are Ny-
lund
eftirfarandi
er
stríðið ímóti ILA til fá-
nýtis, tí sjúkan fer at
koma afturíaftur frá
náttúrligu smittukeld-
uni. Óivað fara nýggju
vísindaligu úrslitini at
birta uppundir uppaftur
størri kravi um at sleppa
at koppseta ímóti ILA.
Tíðin er komin at
taka spurningin upp
um ein endurgjalds-
grunn í alivinnuni,
heldur Atli Greger-
sen, alari, men tað
liggur ikki í kortun-
um, sigur Bjarni
Djurholm, lands-
stýrismaður
ALIVINNA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Higartil hava verið tvær
leiðir at bast ILA-sjúkuni:
Tann skotska leiðin og tann
norska. Hvørgin kosturin er
mjúkur, og tí er alivinnan í
einum dilemma.
Skotar hava slaktað alt,
so skjótt teir fingu ein feril
av ILA. Á tann hátt er
nógvur fiskur farin fyri
skeyti, tí hann ikki hevur
verið tøkur. Føroyingar
hava gingið norsku leiðina.
Tann fiskurin, sum er
sjónliga sjúkur, verður tikin
og burturbeindur. Síðan er
bíðað eftir, at restin fær
tøkustødd, áðrenn slaktað
verður. Er eingi sjónlig tek-
in, kann fiskurin seljast til
matna, og tískil er missurin
ikki so stórur.
Tað hevur víst seg, at
norska loysnin er ikki nóg
góð, tí síðan ILA fyrstu ferð
varð staðfest í 2000 hevur
sjúkan breitt seg sum ringar
í vatninum til alt landið.
– Vit hava roynt at funnið
eina javnvág millum tað,
sum er heilsufrøðiliga og
fíggjarliga forsvarligt. Tað
hevur ikki víst seg at rigga
nóg væl, og tí mugu vit
herða krøvini, sigur Bjarni
Djurholm.
Atli Gregersen, næstfor-
maður í Havbúnaðarfelagn-
um sigur, at verður farið at
slakta alt í einum alibrúki, so
skjótt ILA verður funnið, so
mugu vit aftur fara at hugsa
um ein niðurberjingargrunn,
sum veitir alivinnuni endur-
gjald fyri mist virði.
– Tað kostar kanska minst
10 til 20 milliónir krónur í
mistari inntøku, hvørja ferð
vit mugu reinsa fiskin burt-
ur í einum alibrúki. Tað
maktar alivinnan ikki, sum
er. Best hevði sjálvandi ver-
ið, um alivinnan sjálv
megnaði at fíggja ein grunn,
sum kann geva endurgjald,
men tað klárar hon ikki.
Tíðin er komin at taka
spurningin aftur til við-
gerðar, sigur Atli Gregersen.
Bjarni Djurholm sigur, at
kjakast hevur verið um ein
niðurberjingargrunn, men
tað er eitt eymt punkt.
– Tað kunnu gerast stórar
upphæddir at gjalda úr ein-
um slíkum grunni, sum
landið neyvan einsamalt
kann fíggja. Vit hava áður
roynt eina endurgjaldsskip-
an, har alivinnan og tað al-
menna rindaðu helvtina,
men hon datt niðurfyri.
Sum er, er eingin ætlan um
at taka táttin uppaftur, sigur
Bjarni Djurholm.
ALIVINNAN Á
VEGAMÓTI. Verður farið
ov harðliga fram ímóti ILA,
kann greinin sagast av, sum
vinnan situr á. Verður farið
fram sum higartil, so breiðir
smittan seg sum ringar í
vatninum. Tvær kunngerðir
eru til hoyringar hjá vinnuni
í løtuni, sum skulu rudda
slóð fyri, at føroyingar sleppa
at koppseta
Dilemma í alivinnuni
C
M
Y
K
7
6