leygardagur 18. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 198 - 18. oktober 2003
Nr. 198 - 18. oktober 2003
5
Eru pengar brúktir í
Løgmansfyrisitingini,
uttan at neyðug
heimild er fingin frá
løgtinginum fyrst?
Tann spurningin fer
landsstýrismálanevn
din at viðgera eftir
áheitan frá Vilhelmi
Johannesen, ting-
manni
KANNING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Landsstýrismálanevndin
eigur at taka málið um ein
eykajáttan til Løgmans-
skrivstovuna upp. Tað held-
ur Vilhelm Johannesen,
tingmaður í Javnaðarflok-
sins.
Løgmansskrivstovan
hevur biðið um 700.000
krónur til at umvæling av
hølum. Í umsóknini til løg-
tingið stendur, at hetta er
»fyri formliga at staðfesta
meirnýtsluna, sum er farin
fram«.
Her verður beinleiðis
viðgingið, at brot er gjørt
móti ásetingunum í grein
43, stk. 2 í stýrisskipanar-
lógini, segði Vilhelm Jo-
hannesen, tá hann viðgjørdi
eykajáttanarlógina í vikuni.
– Stýrisskipanarlógin er
púra greið. Ein útreiðsla
kann ikki fara fram uttan
so, at heimild er fyri henni,
antin í galdandi fíggjarlóg,
ella aðrari játtanarlóg, sum
er í gildi. Og hevur eitt mál
skund, so kann løgtingsins
fíggjarnevnd eftir uppskoti
frá landsstýrinum veita
eykajáttan, sigur Vilhelm
Johannesen, sum er limur í
fíggjarnevndini.
Hann sigur, at málið
gerst uppaftur álvarsamari,
tí tað er løgmaður, sum skal
hava
eftirlit
við,
at
landsstýrismenn umsita á
fullgóðan hátt. Vilhelm
Johannesen vísir eisini til,
at lands-stýrismálanevndin
skal hava eftirlitið við
landsstýrinum og heldur
hetta tí vera eitt upplagt
mál hjá nevndini at taka
sær av.
Sostatt er hetta ein óbein-
leiðis áheitan á landsstýris-
málanevndina um at hyggja
nærri at, um løgmaður hev-
ur brúkt pengar, áðrenn teir
eru játtaðir.
Formaðurin í landsstýris-
málanevndini vil ikki siga
stórvegis um, hvat nevndin
fer at gera, men greitt er, at
nevndin fer at taka málið
upp.
– Eg dugi ikki at siga, um
nakað óregluligt er farið
fram, tí eg kenni ikki málið
nóg væl. Men kemur ein
áheitan á okkum um at við-
gera málið, so gera vit tað,
tí tað er okkara skylda. Um
vit seta eina kanning í verk
kann eg ikki siga, fyrr enn
vit hava viðgjørt málið í
nevndini, sigur Heini O.
Heine
sen, formaður í
landsstýrismálanevndini.
Løgmaður
undir lupp
Hósdagin keypti Tor-
bjørn Jacobsen máln-
ingin, sum Berit
Abrahamsen, sum
arbeiðir á Verkhúsin-
um Stíggi í Saltangar-
á, hevur málað
STUTTLIG SØGA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið brúkarar á Verkhúsin-
um Stíggi í Saltangará
høvdu framsýning í Ribar-
húsi í Fuglafirði í august,
var Berit Abrahamsen, sum
er av Strondum, ein av
framsýnarunum. Eins og
onnur, hevði hon fleiri
myndir við á framsýning-
ini, og tá ið saman um kom,
seldi hon einar 5-6.
SvF var og vitjaði fram-
sýningina,
og
Tórður
Mikkelsen nýtti høvi eitt nú
at práta við Berit, sum á
svf-skíggjanum vísti fram
ein av málningum sínum,
ið hon kallaði "samband".
Tá ið Tórður spurdi hana,
um nakar mundi fara at
keypa hendan, segði Berit
við einum skálkasmíli, at
"hendan
myndin
hevði
verið góð hjá Tobba…"
Tá ið Torbjørn Jacobsen
hoyrdi um hetta, avgjørdi
hann at keypa myndina.
- Eg vendi mær beinan-
vegin til Stíggj, sigur Tor-
bjørn.
Hósdagin var Tobbi so í
verkhúsinum í Saltangará
og fekk málningin, sum
Berit hevur málað.
Ovurfegin var hon, tá ið
fólkatingsmaðurin
gav
henni 300 krónur fyri
málningin, sum annars
kostaði 200 krónur!
Við Sosialin sigur Berit,
at hon júst hevði hoyrt
Tobba sum sambandsmann
í Barometrinum, tá ið svf-
maðurin tosaði við hana í
Ribarhúsi.
- Tí segði eg við svf-
mannin, at málningurin,
"samband", hevði verið
góður hjá Tobba, sigur hon.
Nú eigur Torbjørn Jacob-
sen so málningin – og Berit
Abrahamsen hevur fingið
sítt ynski uppfylt.
»Hendan myndin hevði verið
góð hjá Tobba«
Berit Abrahamsen og Torbjørn Jacobsen. – Eg segði til stutt-
leikar, at málningurin, "samband", hevði verið góður hjá
Tobba, sigur Berit og smílist
I Am í nýggum stíli
Gyltur møguleiki hjá Eivør
Um ein góðan mánað
kemur nýggja fløgan
hjá gospelbólkinum I
Am út. Talan er um
eina fløgu, har stílur-
in hjá bólkinum er
fullkomuliga broyttur
TÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Um ein góðan mánað gevur
gospelbólkurin I Am út eina
fløgu. Bólkurin, sum ikki
hevur verið so nógv at hoyrt
til síðani luttøku teirra í Prix
Føroyum í 2001, ger nú av
álvara aftur vart við seg. Í
nýggjum hami.
Teir vunnu fyrsta Gospel
Prixið av sínum slagi fyri
einari viku síðani, og nú
leggja teir hondina á tær
seinastu upptøkurnar á
teirra næstu útgávu.
Fløgan hjá I Am vísir
eina heilt aðra og nýggja
síðu av bólkinum, sambært
teimum báðum monnunum,
sum sita hinumegin borðið.
Heðin og Birgir eru á ein-
um máli um, at útgávurnar
báðar als ikki kunnu sam-
anlíknast.
– Hesin stílurin, sum vit
nú hava valt, er meiri ráur
og kulur, heldur Birgir fyri,
og Heðin nikkar.
Broytingarnar eru komn-
ar í kjalarvørrinum av, at
nýggjur gittarleikari er
komin við í bólkin. Men
tað eru alt broytingar, sum
allir eru glaðir fyri. So hó-
ast bólkurin ikki hevur ver-
ið so nógv frammi, so hava
teir ikki ligið á tí latu síðuni
kortini. Og um stutta tíð
kemur so onnur fløgan út.
Rokkur
I Am hevur havt nakrar so-
kallaðar "balladur", sum
eru vorðnar sannar landa-
plágur, men sum tað ljóðar
á teimum nú, so verða
sangirnir ikki so stillir á
hesu útgávuni.
– Friðsæla stund verður
gott nokk við, og so ein
annar stillur sangur, men
tað er so at siga tað. Restin
verður
harður
rokkur,
greiðir Heðin frá.
Vakra
lagið
Friðsæla
stund, sum ikki er á nakrari
aðrari útgávu hjá bólkinum,
hevur tó fingið nakrar til-
trongdar broytingar, sum
bólkurin er sera væl nøgdur
við.
Tíggju løg eru á fløguni
og eru øll uttan Friðsæla
stund á enskum.
– Tað er ikki nøkur ser-
støk orsøk til, at allir tekstir-
nir eru á enskum. Soleiðis er
tað bara blivið, sigur Birgir.
Fløgan fer eisini at koma
út í Danmark, og tað liggur
í luftini, at møguliga fer
hon at koma út aðrastaðni í
Skandinavia eisini.
So at siga alt verður gjørt
í Føroyum uttan røddirnar.
Birgir manglar at syngja
ein ella tveir sangir inn, og
so skal restin gerast í Dan-
mark.
Teir báðir Heðin og Birg-
ir halda, at stílurin á fløguni
ikki er so føroyskur.
– Tónleikurin er flottur
og ljóðar ikki so føroyskur.
Og tað hava vit eisini lagt
okkum eftir, siga teir.
Minni tíð
Sangarin Birgir Sigurðsson
er fluttur til Danmarkar at
lesa, men tað hevur ikki
darvað teimum so nógv í
fyrireikingunum til fløg-
una. Birgir hevur verið
nógv heima og serliga í
sambandi við venjingarnar
til Gospel Prixið, sum
bólkurin jú vann.
– Eg fari niður aftur, tá
heystfrítíðin er av. Men so
komi eg heimaftur, tá fløg-
an kemur út og á jólum,
sigur Birgir.
Tá Birgir er farin niður
aftur eftir jól, fer bólkurin
einans at spæla, tá hann er
heima.
– Vit eru ikki ein dansi-
bólkur, so tað skuldi ikki
farið at verðið nakar trupul-
leiki at fingið nakrar fram-
førslur frá hondini, ta tíð
ein er heima, heldur hann
og leggur afturat, at tað fer
ikki at bera til hjá honum at
blíva við at koma heim í
úrtíð, tí hann hevur lesnað-
in at passa.
Okkurt verður á skránni
tá fløgan kemur út. Bólkur-
in fer at hava onkra fram-
førslu og so framvegis. Júst
hvat fer at henda og hvar, er
ikki endaliga avgjørt enn.
Tað er 3-arin, sum gevur
fløguna hjá I Am út. Hon
verður væntandi á markn-
aðinum seint í november
mánaði.
Ljóskastarin er av
álvara settur á Eivør
Pálsdóttir, sum er við
á íslendskum festivali
í hesum døgum.
Íslendsku fjølmiðlar-
nir gera nógv burtur
úr henni í sambandi
við hennara fram-
førslu á festivalinum
TÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Yvir 600 útlendsk fjøl-
miðla- og umboðsfólk frá
tónleikafyritøkum eru í Ís-
landi í sambandi við Air-
waves festivalin, sum er
tann størsti rockfestivalurin
í Íslandi. Tískil má hetta
sigast at vera ein gyltur
møguleiki hjá Eivør at gera
vart við seg og møguliga
kunna koma fram aðra-
staðni í Evropa.
Tjóðarrásin í íslendska
útvarpinum, Rás 2, fer at
taka konsertina hjá Eivør
upp og senda hana seinni.
Og møguliga fer íslendska
rásin somuleiðis at senda
konsertupptøkuna til eina
aðra útvarpsrás, sum hoyr-
ist um alt Evropa.
Fréttablaðið hevur spurt
blaðstjóran
á
tónleika-
blaðnum
Sánd,
hvørjar
bólkar hann gleðir seg til at
hoyra til festivalin.
Hann nevnir fleiri og
Eivør til síðst. Og so leggur
hann afturat, at fløgan hjá
Eivør, sum er á veg á
marknaðin, er ótrúliga góð.
So ikki kann annað sigast
enn, at føroyski songfuglur-
in í Íslandi av sonnum hev-
ur gjørt vart við seg. Og so
er spennandi at vita, um tað
fer at eydnast henni at berg-
taka alt og øll enn einaferð
og harvið vinna sær eitt at-
gongumerki til evropeiska
marknaðin.
Queen of charm
Tá tær íslendsku útvarps-
rásirnar greiddu frá skránni
fyri festivalinum fríggja-
dagin, vórðu løg hjá Eivør
spæld. Og bæði bløðini
Mannlíf og Fréttablaðið
hava samrøðu við Eivør
fríggjadagin.
Fréttablaðið kallar Eivør
fyri drotning av sjarmu. Við
blaðið sigur Eivør, at hon
hevur annað beinið í Dan-
mark, tí føroyski sjeikurin
hjá henni, ein klaverspæl-
ari, býr har. Fløgan hjá Ei-
vør kemur út sama dag í Ís-
landi og Føroyum. Miku-
dagin tann 22. oktober.
Eivør sigur, at orsøkin til,
at hennara fløga eitur
Krákan, er millum annað tí,
at tað eru nógvar krákur í
Føroyum og serliga nógvar
í Gøtu, har Eivør jú er frá.
Eivør sigur somuleiðis, at
hon sær krákuna sum eitt
tekin um frælsi.
Eivør og orkestur henn-
ara byrja annars eina rund-
ferð tann 28. oktober. Tey
fara at ferðast tvørtur um
Ísland, Noreg, Danmark og
Svøríki.
Á fløguni hjá I Am eru tíggju
løg, sum teir sjálvir hava
skrivað. Teir spæla og syngja
somuleiðis øll løgini – tó eru
onkrar kórrøddir eisini við
Mynd: Kristfríð Tyril
Nógv verður gjørt burtur úr
Eivør Pálsdóttir í íslendsku
fjølmiðlunum
C
M
Y
K
5
4
maersk-skibsoffi cer.dk
Et stort skib kan kun drives sikkert og effektivt,
hvis der er styr på alle detaljer. På vores største
skibe er der 50.000 målepunkter, der skal
overvåges. Fra top-lanternerne til skrueakslens
smøring – alt skal fungere.
Som skibsoffi cer hos Rederiet A. P. Møller får du
den højeste maritime lederuddannelse, så du kan
varetage de helt store opgaver, men du begynder
i det små. For det er håndteringen af detaljerne,
der er afgørende for vores pålidelighed.
Uddannelsen veksler mellem teori og praktisk
sejlads og varer 4 ½ år. Efter uddannelsen og
fornøden sejltid tager du seniormodulet på 2 år,
som gør det muligt at avancere til skibschef.
Skibsoffi cerer er meget efterspurgte, feriefor-
holdene er gode og lønnen er attraktiv. Læs
om detaljerne på maersk-skibsoffi cer.dk, hvor
du også kan bestille vores start-kit med
ansøgningsskema og CD-ROM – eller send en sms
til +45 24 24 20 45 med koden APM efterfulgt
af dit navn og adresse.
Hos os begynder du i det små
VI SØGER 90 ASPIRANTER
TIL START DEN 12. JANUAR 2004.
SEND DIN ANSØGNING NU!
NP3 Communication