Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 198 - 18. oktober 2003 Útlendsk feløg eru áhugað í føroyskari ráðgeving og KT- tænastum, vísir gongdin á Telecom World ’03 í Geneve TELEMESSA Jan Müller Føroya Tele skal vegleiða fleiri onnur lond og feløg í menningini av digitalari sjónvarpstøkni. Nøkur av limalondunum í samstarvs- felagsskapinum hjá tele- fyritøkum í smærri lond- um, TOSS, hava heitt á før- oyingar um at ganga á odda í bæði politisku viðgerðini og tøkniligu menningi av digitalari sjónvarpstøkni í hesum londum. Fyrireik- ingararbeiðið byrjar longu, tá londini hava hálvárliga fund sín í bosniska býnum Banja Luca um einar fjúrt- an dagar. Áheitanin á Føroya Tele kemur eftir fundir millum føroysku fyritøkuna og eina røð av útlendskum telefe- løgum og øðrum fyritøkum í Geneve hesa vikuna. Á al- tjóða ST-stevnuni ITU Tele- com World ’03 hava umframt TOSS-lond sum Malta, Andorra og Jersey eisini so ymisk lond sum Noreg, Iran, Oman, Saudi Arabia, Portugal, Chile, Tunis, Kekkia og Kina havt samband við Føroya Tele. Úr summum londum hava fleiri feløg, sum eru kapp- ingarneytar, tikið upp sam- band. Nýggja digitala tøknin, sum Televarpið brúkar (stytt DTT), vekir alsamt størri áhuga kring heimin. Í næstu viku skal mentanar- nevndin hjá Fólkatinginum viðgera spurningin, um og hvussu Danmark skal byggja eitt tílíkt net. - Hóast vit longu framm- anundan hava merkt ein stóran áhugan, eru vit nokkso ovfarin av, hvussu nógv ymisk lond - summi teirra rættiliga fjarskotin – hava vent sær til okkara. Enn eru útlitini sjálvandi ikki so ítøkilig, men vit hava fingið nógv at arbeiða við her niðri, sigur Tróndur Djurhuus, menningarstjóri hjá Føroya Tele, úr Geneve. Føroykt KT vekir áhuga Hava skjóta verksetingin og royndirnar hjá Føroya Tele við DTT vakt ans, so hevur áhugin fyri føroysku KT- skipanunum ikki verið minni millum tey vitjandi í Geneve. Føroyska KT- virkið Kervi hevur saman við Føroya Tele ment ta sjálvvirkandi og mannleysu kunda- og avrokningar- skipana ISMS, sum av fleiri verður mett at verða tann mest framkomna av sínum slagi í heiminum. Umboð fyri Kervi eru við í hópin- um hjá Føroya Tele, og eftir fundirnar í Geneve verða nærri samráðingar við fleiri útlendsk feløg um sølu av skipanini, sum Føroya Tele eigur. Eins stórur áhugi er fyri teimum sonevndu kross- miðlaskipanunum XM, sum Kervi og Føroya Tele eisini hava ment í felag. Hesar innihaldsskipanirnar gera tað við samantvinning av digitalum sjónvarpi, far- telefoni og interneti møgu- ligt hjá hyggjarum heima í stovuni at brúka tænastur í sjónvarpi á ein nýggjan hátt. Talan kann vera um at atkvøða fyri onkrum, at vedda, at reagera upp á sjónvarpslýsingar og mangt annað. Nógvar fyritøkur, umboðandi flestu heims- partarnar, hava verið á fundi við Føroya Tele og Kervi um hesa skipanina, og eisini um XM verða ná- greiniligari samráðingar í næstum. Anglikansku londini og Eystureuropa eru serliga áhugað í veddingarskipan- unum, meðan onnur lond vísa lýsingarvarpinum og tílíkum tænastum størri ans. - Vit vita væl, at enn eru hetta fuglar á takinum, og at vit framhaldandi mugu arbeiða hart og miðvíst. Hetta er bert ein byrjan, men hetta er ein góð byrjan, staðfestir Tróndur Djur- huus. Umframt Kervi er Bit- land-átakið við í hópinum hjá Føroya Tele. Bitland hevur eisini havt nógvar áhugaverdar fundir í Geneve. Føroyingar leiða DTT-menningina í øðrum londum Vikuskiftið 17. og 18. oktober skipar Klaksvíkar Billardfelag fyri árligu Haldor Holm Cup 2003 í Klaksvík. Við í kappingini eru 6 av teimum bestu leik- arunum roknað eftir miðal- tali frá undanfarna kapp- ingarári. Kappingin er skip- að soleiðis, at allir leikarar spæla eitt spæl ímóti hvørj- um øðrum í 20 umførum. Tað serliga við hesi kapp- ing er tað, at tað eru eyguni og ikki stigini, sum telja. Tá ið allir dystir eru leiktir verða eyguni løgd saman og tann, sum hevur vunnið sær flest eygu, vinnur. Hesir leikarar vera við í ár: Kristian Suni Høgnesen, Ólavur Kjølbro, Sonhard Johannesen, Jens Kjartan Feilberg, Bjarni Skaalum og Max Rasmussen. Ilt at siga, hvør er favo- rittur, tí allir 6 eru góðir leikarar og vilja vinna. Kristian Suni Høgnesen og Ólavur Kjølbro hava vunn- ið kappingina í ávíkavist 2001 og 2002 og teljast teir millum favorittarnar. Nevn- ast kann eisini, at bæði Max Rasmussen og Son- hard Johannesen hava vunnið FM fyri einstak- lingar, uttan at teir enn hava vunnið Haldor Holm Cup, so teir teljast eisini millum favoritttarnar. Bjarni Skaal- um og Jens Kjartan Feil- berg hava ikki vunnið nakr- an tittul enn, so kanska júst av hesi orsøk kundi tað verið annar av teimum, sum fer at gera seg galdandi, tá ið kappingin fer av bakka- stokki seinnapart fríggja- dag 17. oktober. Vinnarar av Haldor Holm Cup: Henrik Pedersen 6 Jan Muller 2 René Sørensen 2 Eirikur Nielsen 1 Kristian Suni Høgnesen 1 Ólavur Kjølbro 1 Kappingin ber navn hjá Haldor Holm sála, sum var ein av undangongumonn- unum til billard í Føroyum. Sponsorur fyri kapping- ina er Føroya Bjór. Klaksvíkar Billardfelag hevur fyrireikað seg væl til veturin. Nýggjur dúkur er lagdur á borið. Eisini er klokka keypt, sum vísir støðuna og miðaltøl. Fe- lagið hevur teknað 2 lið til hetta kappingarár, men um størri áhugi er fyri at leika billard, kunnu áhugað endi- liga venda sær til annað- hvørt Allan Larsen, form. tel: 264144 ella Ólav Kjøl- bro, kassam. tel: 220800. Haldor Holm Cup 2003 Billardtíðindi úr Klaksvíkar Klubba Altjóða umboðið hjá Bitlandi, Michael P. Reveal, greiðir frá átakinum á Føroya Tele-básinum Ein av teimum mongu fundunum hjá Føroya Tele í Geneve Nr. 198 • leygardagur • 18. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Anna Lindh var okkara stóra fyrimynd Kathrina L. Joensen og Eyðólv Dimon kendu persónliga Annu Lindh, sum varð myrd í svenska høvuðsstaðnum fyri góðum mánaði síðani. Kendskapurin spratt gjøgnum norðurlendska samstarvið hjá javnaðar- ungdómi, har tey bæði vóru virkin – serliga í áttatiárunum lesið síðu 6 og 7 FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo "Fagra blóma, tú sum prýðir fjallatindar berg og skørð". Við milda lotinum verða harmonikutónarnir bornir niðan til okkara. Sum í einum dreymi umgyrd við stórfingnari náttúru liggur lítla bygdin langt niðri í dalinum. Sólin skínur, og valla eitt skýggj sæst á luftini. Her og har síggja vit fólk, sum eins og vit hava leitað sær til Gásadals í góðveðrinum. Vit finna eitt stað, har vit kunnu njóta matpakkan og rinda møðina. Tað er, sum steðgar alt upp eina løtu, og lívið fær eitt heilt annað perspektiv. Forkunnug útferð Tað var ein góðveðursdag í vár, at vit gjørdu av at fara til Gása- dals. Nú lá jú væl fyri at ganga gjøgnum tunnilin. Lummalyktir høvdu vit ongar, og steðgaðu á í Bø hjá Hervør at vita, um hon átti ljós at læna okkum. Hervør var blíð og týð og vildi hava okkum at koma inn á gólv- ið. Men klokkan var longu so nógv, at best mundi verða at fara víðari, skuldu vit fáa nóg nógv burtur úr góða veðrinum. Tað mundi taka okkum einar 20 minuttir at ganga gjøgnum myrka, váta og illgongda tunnilin, ið var so knortlutur, at bilar ikki kundu koyra ígjøgnum hann. Onkur segði, at skuldu vit koma turrskødd fram, máttu vit vera í stivlum. Stivlar høvdu vit ongar, men komu kortini fram uttan at gerast "vát um bein". Ikki kundi sigast, at vit høvdu gjørt okkum væl út til túrin, tí hjálmar høvdu vit heldur ikki. Tað kundi verið vandamikið, um nú grót skuldi dottið undan loftinum. Vit komu tó fram í øllum góðum. Meðan vit sita og rinda møð- ina og njóta matpakkan, hoyra vit harmonikutónleik. Bygdablíðskapur Tá vit nærkast bygdini, síggja vit, at tað er Petra, sum er farin út í tún við harmonikuni. Hóast vit eru púra fremmand, eru vit so frammlig at spyrja, um vit kunnu sleppa at taka eina mynd av henni. - Tað er gamaní, tak endiliga eina mynd, sigur Petra fryntliga. Skjótt gongur prátið lívliga og lætt, og tá vit hava sungið, Vest- land, Vestland og aðrar av yndisongunum hennara, bjóðar hon okkum inn til ein drekka- munn. Tá vit hava sitið eina løtu, hoyra vit belj úr kjallaranum. - Hvat í víðu verð var hatta fyri eitt ljóð, spyrja vit. - Hatta er Lady, svarar Petra knøpp á eyðkendu gásadals- dialektini – kúgvin hjá mær. Spurd, um hon fær trupulleikar av onkrari ES-samtykt, um vit skriva um hetta við kúnni, svarar hon avgjørd: - Eg spyrji ongan eftir, hvat eg havi í mínum kjallara! Eftir at hava sitið í hugnaliga køkinum hjá Petru eina góða stund, er tíð at siga farvæl. Látandi við halanum, fylgir Roy okkum á leið, tá vit venda nøsini aftur móti nútíðini og okkara egna gerandisdegi. Eina lítla løtu vórðu vit sett aftur í tíðina - eina tíð - sum við Petru og hennara ættarliði, helst fer at fara í søguna. Harmonikutónar undir bláum himli Langt niðri í dalinum, í einum lítlum, hvítum húsum, býr Petra. Saman við foreldrunum hevur hon búleikast her alt lívið. Í køkinum hevur hon kolkomfýr, í kjallaranum stendur kúgvin, og í stovuni eigur harmonikan sítt fasta pláss... Og onkra góða summarløtuna hoyrist afturljóðið frá løttu tónunum millum høgu fjøllini í Gásadali C M Y K 23 22