leygardagur 18. oktober 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UMMÆLI
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út eina lærubók
um søgurnar og onnur skjøl
eftir Regin í Líð, ið var duln-
evni fyri Rasmus Rasmussen
(1871-1962). Rasmus á
Háskúlanum hevði gávur á
ymiskum økjum. Hann
granskaði plantufrøði, var
háskúlalærari, skrivari í
Føroya Fiskimannafelag. Hann
var greinskrivari, politikari,
týðari og (ein ikki serliga
góður) rithøvundur.
Regin í Líð skrivaði ta fyrstu
føroysku skaldsøguna, um tað
tjóðskaparliga stríðið fram til
1906 "Bábelstornið" (1909).
"Glámlýsi" eftir Regin í Líð kom
út seinni sum hitt fyrsta stutt-
søgusavnið á føroyskum í 1912. Í
hesari útgávuni eru, umframt tær
tríggjar stuttsøgurnar, ymisk
verkevni og pedagogisk eftir-
mæli til lærarar og næmingar.
Bókin er fyrst og fremst ætlað til
undirvísing á miðnámsskúlastigi.
Í bókini eru prentað verkevni til
allar tekstirnar í vanliga eitt
sindur keðiliga studentaskúlastíli
"Greina og tulka…ber saman
við".
Kirsten Brix hevur kannað
søgurnar hjá Regin í Líð í bók-
ini: »Dialog i Babelstårnet.
Analyse af Regin í Líðs fiktive
prosaforfatterskab«, ið er ritgerð,
sum er góðkend á Fróðskapar-
setri Føroya.
Hon heldur, at stuttsøgurnar
hjá Regin í Líð bygdu á real-
ismuna við sálarfrøðisligum
lýsingum og stættartilvitan. Hon
lesur annars hesar søgur reint
tematiskt sum "Høvuðstemað er
seksualiteturin". Her sakni eg
eina meiri formella fagurfrøðis-
liga tulking, hvussu eru hesar
søgur realistiskar? Hvat er ein
stuttsøga (t.e. burtursæð frá, at
øll vita, at stuttsøgan hevur eina
sentrala hending, ið broytir alt)
og hvat er ein realistisk stutt-
søga? Hvat er realisma? Dugdi
hesin Regin í Líð at skriva?
Hon tykist vita, at søgur sum
"Rakul" eru ótrúliga vánaligar,
við lýsingum sum: "Hon var ein
blóma so frísk og skær (…)",
men ger einki við tað. Og dømi
úr "Minnisvarðin": "Ingibjørg
var dóttir Sigvalds bónda (…)
hon var bæði væn og tekkilig; og
tað vistu øll (…)". Hetta eru
triðja rangs søgur, fyltar við
føroyskum stereotypum og
klisjéum, ið meiri skulu tæna
onkrum boðskapistiskum enda-
máli. Søgur, ið liva á einum
uppøstum melodramatiskum
støði, sum kanska eru eitt vet
betri enn lættisoppur. Tað er sum
um Regin í Líð er áhugaverdur tí
hann var føroyingur, kendur,
skrivaði á føroyskum og ikki
minst um kvinnumál og kúgan. Í
mun til henda høvundin er ein
ofta eitt sindur happaður høvundi
sum Ólavur í Beiti ein reinur
Proust og Jens Pauli Heinesen
bæði Hemmingway og Blixen í
einum.
Bókini vantar eina frástøðu til
henda høvundan. Harragud, tað
eru nærum 100 ára gamlar stutt-
søgur, hví ikki viðgera tær so-
leiðis, t.v.s. sum eitt slag av bók-
mentasøgu. Her vantar søguligar
myndir og ein vilja at seta henda
høvund undir liðina á føroyskum
og útlendskum høvundum. Men
fyri Brix hevur tað minni at siga,
at t.d. søgan "Rakul" er eitt stórt
tápuligt intrigant melodrama og
er ótrúliga amatørkent skrivað.
Hetta tykist ikki hava nakran
týdning, hon tykist ikki hava
nakran áhuga í, um hesar søgur
hava nakað listarligt virði í dag,
men um tær umboða eitt boð-
skapistiskt virði. Eg fari at ivast:
er hetta ein reint antikvarisk
útgáva, so hví ikki bert endur-
prenta verkini hjá Regin í Líð?
Sum eg upplivi hetta, umboða
hesar søgurnar alt tað sum var
moðið við fakinum føroyskum í
studentaskúlanum, har tilfar skal
lesast og kanoniserast, ikki tí tað
er gott, men tí tað var føroyskt.
Og hvat verri er, her er ein vilji
at lesa bókmentir sum eina
undirdeild av mentanini, ið er ein
grov skerjing. Har luktar av
drýlum, fiskagentum og kanska
ein góðan dag eitt sindur av
sosialari indignatión, men tað er
ikki nokk. Brix skrivar, at Georg
Brandes hevur staðið faddur at
kravinum um at skaldskapurin
skuldi lýsa veruleikan og taka
samtíðarligar spurningar fram
sum hjúnaband, átrúnað, kyns-
leiklutir o.s.fv. Hetta fekk týdn-
ing fyri t.d. Ibsen, Strindberg,
J.P. Jacobsen og at Regin í Líð
skrivaði seg inn í hetta rák. Eg
eri ikki samdur við hesum
samanberingargrundarlagi. Regin
í Líð hevði ikki eina kyknu
skapta í kroppinum av geniala
skrivingarlagnum hjá Strindberg
ella av tragisku sjónleikunum hjá
Ibsen. Tað er ein orsøk til, at
Regin í Líð er gloymdur (serliga
stuttsøgurnar), og hon er, at hann
skrivaði ólukksáliga vánaligar
søgur og so hjálpir ikki at
kroysta hann uppí kend samtíðar-
rák.
Greinarnar og skjøl eru eisini
tilvildarliga úrvald. Fyrsta grein-
in: "At lesa og hoyra" er eitt
sindur lummafilosofiskt áhuga-
verd og vísir Rasmus Rasmussen
sum ein fólkaupplýsara og
undangongumann, ið saman við
Símuni av Skarði setti Føroya
Fólkaháskúla á stovn. Við er
eisini onkur vánalig yrking og
ein løgin tíðargrein um "Færøske
Fiskeres Opførsel under Island".
Ikki er virði stórt í hesum í dag.
Hesir tjóðskaparglorifiseraðu
persónar sum tjóðarbyggjararnir
og háskúlamenninir dugdu
mangan hvørki at skriva ella at
hugsa áhugaverdar tankar, men
vit eru ikki komin eitt vet við
mentunarsøguligu uppgerðini og
bardaganum um føroysku for-
tíðina. Enn standa teir sum
standmyndir og teirra vánaligu
greinar og elendigu skriblaríir
skulu gevast út í skreytbókum.
Hevði væntað mær meiri av
Føroya Skúlabókagrunni og
einum høvundi av eftirskriftini,
ið er doktari í hesum vánaligu
søgum. Støðið á slíkum bókum,
ið Dansklærerforeningen t.d.
gevur út, er mangan ótrúliga
høgt. Í so máta ger henda bókin
ongan mun.
Glámlýsi er 147 blaðsíður og kostar
148 krónur. Permuna við mynd eftir
Mikines hevur Grafik Studio gjørt,
og Hestprent hevur staðið fyri
prentinum.
Árið er 1997, dagurin er 20.
februar - hetta seina vetrar-
kvøldið koyrir leiðarin fyri Det
Konservative Folkeparti fullur á
eina beton-vegforðing. Ein
lovandi politisk lívsleið endar
við hesum stoyti. Væl vitandi at
spælið er spilt, ringir Hans
Engell sjálvur til løgregluna.
Hann sigur sum er, og skrivar
beinanvegin tíðindaskriv til
fjølmiðlarnar um vanlukkuna
og støðuna, sum hann var í, tá
hon hendi. Sum drivin politikari
veit hann, at fjølmiðlarnir fara
at válka sær í søguni, og tí er
best at vera erligur.
Á fundi í det Konservative
Folkeparti dagin eftir, 21.
februar, verður skriv sent til
fjølmiðlarnar: Flokkurin stuðlar
sínum leiðara. Á tíðindafundi
stutt eftir fundin, leggur Hans
Engell frá sær.
Áðrenn hetta vetrarkvøld var
Hans Engell spáddur at gerast
næsti statsministarin. Hesin
dámligi, dugnaligi og sam-
stundis fólkaligi politikarin,
hevði breiðan stuðul í nógvum
flokkum, og hann hevði spaku-
liga bygt flokkin uppaftur eftir
Tamil gøluna sum noyddi
Schlüter at leggja frá sær. Men
nú var ein lovandi politisk
lívsleið kvett.
Hans Engell gavst tó ikki í
politikki, árini eftir hetta, vóru
fleiri kvettroyndir gjørdar fyri
at fáa Engell aftur í leiðara-
sessin í Det Konservative
Folkeparti. Tað gjørdist skjótt
greitt, at uppsøgnin neyvan
mundi vera so sjálvboðin, sum
fyrst var hildið. Nógv klandur
var í flokkinum, heilt til Hans
Engell í 2000 fór burturúr
politikki og gjørdist blaðstjóri á
Ekstra Bladet.
Eitt sindur av lagnunnar spei-
semi; Ekstra Bladet stendur fyri
júst tí slagi av fjølmiðlasiði sum
gjørdi, at Hans Engell mátti frá
sum leiðari fyri Det Konserva-
tive Folkeparti, og soleiðis
endaði við at gerast blaðstjóri á
blaðnum. Undir Hans Engell
hevur blaðið profilerað seg við
slagorðinum "Find dig i Ekstra
Bladet, eller find dig i hvad
som helst".
Mær dámdi væl Hans Engell,
men eg haldi ikki, at ein flokk-
ur skal finna seg í, at leiðarin
ella annað umboð ikki megnar
at halda skil á sínari alkohol-
nýtslu. Hevði Hans Engell
sloppið at sitið, hevði hetta sent
tann boðskapin út, at flokkurin
fann seg í slíkum atburði.
Nú høvdu vit eina líknandi
støðu í javnaðarflokkinum
nýliga.
Flestu fjølmiðlarnir funnu seg
ikki í hesum, og tordu at siga
frá um hendingina. Eisini sóu
vit Jóannes Eidesgaard á sjón-
varpskíggjanum, tó ikki fyrr
enn hann varð noyddur til hetta,
tí tvey bløð longu høvdu prent-
að søguna. Eg má viðganga, at
eg gjørdist heilt rørdur av
Jóannesi, hann kláraði seg væl í
samrøðuni við Dag og Viku, og
tað var frískt, at ein politikari
ikki royndi at snúgva sær und-
an. Mín virðing fyri manninum
vaks.
Spurningar sum, um Jóannes
veruliga angraði, at hann hevði
gjørt Føroyar fyri skommum,
ella um hann bara angraði, tí
fjølmiðlarnir skrivaðu um hend-
ingina, melda seg sjálvandi.
Men tann mest áhugaverdi
spurningurin kom, tá javnaðar-
flokkurin gav formanninum
álitisváttan á fundi fáar dagar
eftir. Hvønn boðskap sendir
javnaðarflokkurin út við at
finna seg í hesum? Hvussu skal
flokkurin nakrantíð kunna seta
mørk fyri atburðin hjá um-
boðum sínum, tá hann finnur
seg í hesum frá formanninum?
Aðrir flokkar hava havt líkn-
andi gølur. Tjóðveldisflokkurin
hevur taklað sínar drukkgølur
líka illa, ella verri enn javnaðar-
flokkurin, meðan sjálvstýris-
flokkurin hevur sligið hart
niður á slíkt.
Persónliga haldi eg, at tað er
ein stór eyðmýking av javn-
aðarflokkinum, ja av sjálvari
javnaðarhugsjónini, at tað ikki
longur eitur timburmenn, men
nú eitur javnaðarmenn.
2
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Find dig i Eidesgaard
og find dig i hvad som helst
Niels Uni Dam skrivar
Ein einkisigandi
lærubók
- Glámlýsi - Lærubók um Regin í Líð eftir Kirsten Brix
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
3
UMMÆLI
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Mentunargrunnur Studentafelag-
sins hevur herfyri givið nýggja
yrkingasavn hansara »Gud er
danskari« út. Eins og yrkjarin
Henrik Nordbrandt er Alexandur
ein klassiskur yrkjari. Hann er
hugtikin av heimslýrikki og
kennir heimsins yrkingar. Nær-
um eingin hevur týtt so nógvar
stórar yrkjarar sum Alexandur, ið
eru at lesa í søvnunum "Lógva-
lestur", "Anadyomena" og
"Veingir". Javnan hevur hann í
bløðunum týddar yrkingar eftir
yrkjarar sum Ovid, Johan
Wolfgang von Goethe, Homer til
íran Seamus Heany, og serliga
hevur sonettin fingið eitt stórt
pláss. Slík søvn mynda ein
virknan og dugnaligan týðara, ið
orkar at flyta og enduryrkja eitt
dygt úrval av heimsbókmentum
til føroyskt. Hann ferðast heim-
kunnugur ímillum øll hugsandi
sløg av lýrikki sum William
Carlos Williams (1883-1963,
USA), Rainer Maria Rilke
(1875-1926, Eysturríki) og
Friedrich von Schiller (1759-
1805, Týskland).
25 ár sum føroyskur yrkjari
Alexandur hevur verið frammi
leingi, tí tað er ein løta síðani
savnið "Nón" kom í 1968 og
"Assa" árið eftir. Tað vil siga, at
hetta savnið er eitt 25 ára
jubileumssavn. Seinni komu t.d.
: "Jomfrú við ongum bróstum",
"Við fjøll og bláan fjørð", "Málið
er mítt øki", "Várt dagliga lív",
"Útskot", "Havnarlív", "Kærleiki
mín", "Staksteinar" og "Odysse-
us í hjartanum". Hann hevur týtt
bøkur sum: "Tann lítli prinsurin",
barnabøkur og mangt annað. Er
hann ikki í holt við týðingar ella
barnabøkur skrivar hann sjálvur.
Í hesum savninum koma vit
sveimandi omanifrá, myndin er
tikin oman skýggini við heitin-
um: "Gud er danskari", vendir tú
savninum við, so stendur »enn
Guð« á bakpermuni, og greitt er,
at yrkjarin heldur gleim. Tað er
jú púra greitt, at Gud við d er
danskari enn Guð við ð! Ein lítil
tilsiping er ivaleyst til Róa
Patursson, sum segði, at »at
uttan ð / kann eingin liva«! Við
sjálvstýris roksi og nýføroysku
nationalismuni í huga tykist
tittulin »Gud er danskari« sum
eitt stuttligt ískoyti til hetta kjak.
Í savninum eru einar 46
yrkingar á 79 síðum. Tær eru
ymiskar í longd og í góðsku.
Fyrst kemur ein haikuyrking, ið
hann helst hevur týtt sjálvur, ið
snýr seg um minnið, ið gevir
savninum dám av at vit eru í
minninum og ein farra av
melankoli.
Ein klassiskur yrkjari
Yrkjarin er klassiskur í búna.
Allar yrkingar hava t.d. heiti og
hann brúkar øll tekin. Nógvar
yrkingar í savninum eru um at
yrkja og um mál: "tú møtir í
málinum tey flestu mistrúgva".
Fyrsta yrkingin "Ferðamaður"
ber okkum inn í ferðina og inn í
yrkingaheim: "burtur í onnur
lond burtur í aðrar oyggjar/
burtur í onnur mál". Onkur
yrking er eitt sindur argandi, sum
yrkingin. "Hvít nationalisma":
"Úti í kavanum/ stendur ein
flaggstong/ og skríggjar/ eftir
litum". Og: "Fyri tað um fyrsti
føroyingurin/ æt Grímur Kamban
// er eingin grund til/ at hvør
Hanus og Janus skal/ hava
Kamban til eftirnavn (…)". Hetta
er eitt sindur stuttligt, men alt
annað enn góðar yrkingar, tí
hesin boðskapur hevur hugin at
kvæla formin og hetta gerst
boðskapisma, ið eisini hendir í
yrkingum sum "Tey ráðandi",
"Innhugsin yrkjari á útoyggj",
"Fátækur kapitalistur". "Útlend-
ingar eru inn…". Nógv betur
stendur til í yrkingum sum:
"Myrkingar", har ein semi-
abstraktur og áhugaverdur
formur spælir sær: "Elskaða - / í
kvøld ert tú opin/ sum myrkrið í
gomlu málningunum/ hjá
Mikinesi". Eisini yrkingin
"Verðin": "(…) og lat okkum
ikki gloyma/ at elska okkara
dreymar/
sum sakleysar spírandi dagar
(…)". Onkur yrking er stutt og
banal, sum "Tvær flugur",
"Spegil", "Hetta er ein yrking",
meðan aðrar eru langar, saman-
settar og góðar sum yrkingin
"Livandi" og "Synd er í fuglun-
um": "(…) synd er føroyinginum
sum altíð er danskari/ synd er í
indianarunum sum verða týndir
(…)". Yrkingin "Lívið skrivar
tað tú sært" er eisin fylt við
originalum myndum við poet-
iskum spenningi: "At doyggja/ er
sum at fara út og síggja mánan
hvørva/ aftur undir eitt skýggj //
og tá hann kemur undan/ fert tú
inn aftur/ men verður standandi
eina løtu/ sum um einki var hent
// áðrenn tú ósæddur leitar tær
afturundir onkunstaðni (…) har
sálin syngur í takrennuni um sítt
skroypiliga land".
Minnið
Alexandur Kristiansen hevur
einaferð skrivað nøkur góð orð
um danska yrkjaran Henrik
Nordbandt og møtið við hann á
Andys Bar á Gothersgade. Tá
helt hann um mannin: „hetta
eisini ein dyggiligur varði, hann
hevur reist sær sjálvum móti
endanum av 20. øld. Artur
Lundkvist hevur sagt í einum
ummæli, at »samstundis sum at
Henrik Nordbrandt stendur mitt í
nútíðini, sum í eini fossandi á,
vendir hann bakið ímóti eini sera
ivasamari framtíð og lítur inn í
tað farandi, tað hvørvandi og tað,
ið longu er horvið. Bert tað farna
er fyri honum tað sanna livandi;
tað, sum við sínum sakni gevur
dýpd og týdning til tað, sum nú
er. Men tá ið saman um kemur,
rúmar hugburður hansara kanska
eini fjaldari framtíð, einum vilja
at líta aftureftir til tess at fara í
holt við tað mista og føra tað
víðari, eini endurskapanar-
hugsan, sum tykist at hava eitt
vaksandi rák við sær. ... Henrik
Nordbrandt hevur vágað tað,
sum heimføðingarnir ikki í sama
mun kenna til. Hansara skald-
skapur er at finna í einari fram-
takshugaðari balansustøðu, í
einum spenningsøki sum ein
línudansari.«
Hetta segði høvundin sum fekk
barnabókavirðislønina hjá
Tórshavnar býráði. Yrkjarin frá
Fuglafirði føddur í 1949.
Lærarin og fyrrverandi sjómaður,
ið er ein kendur orðasmiður í
føroyskum skaldskapi. Hesi orð
siga nógv um Alexandur sjálvan,
ið eisini stendur mitt í nútíðini,
men vendir eisini bakið ímóti
eini ivasamari framtíð og lítur og
brúkar tað farandi.
Alexandur Kristiansen er
kanska nakað ójavnur sum
yrkjari, men hevur av og á
okkurt heilt serstakt. Kanska er
tað tí hann dugir so ótrúliga væl
at týða, at hann hevur eina
tilvitan um gamla yrkingahevd.
Her er eingin avantgardutónar
sum so, eingin postmodernað
ella seinmodernað smartness og
einki popsmart týðarrákskent
rák. Hann livir ikki í tí speisama
elementinum, har kenslur skulu
pettast í smáar bitar ella berjist
ímóti heildum, heildarhugsjónum
og tonkum um, at málið kann
umboða nakað alment ella
samanhangandi, so sum t.d.
pathos. Hann er í Føroyum
skildur við Kára P., Róa Paturs-
son og Jóanesi Nielsen.
Alexandur er hin vegin ikki ein
gamaldags yrkjari, hann hevur
valt at halda seg eins langt frá
t.d. Per Højholt sum Pól F. var
frá Tóroddi Poulsen.
Yrkingasavnið »Gud er
danskari — enn Guð« er 80
síður og kostar 140 kr.
Gud er danskari
– enn Guð
- Alexandur Kristiansen við nýggjum savni
»og lat okkum ikki gloyma
at elska okkara dreymar
sum sakleysar spírandi dagar (…)«
Frá: Verðin. Alexandur Kristiansen 2003.
Í sekstiárunum komu yrkjarar sum Guðrið Helmsdal Nielsen, Líggjas í Bø, Steinbjørn B.
Jacobsen, Alexandur Kristiansen, Heðin M. Klein og Rói Patursson fram. Her var okkurt
heilt annað og nýtt. Tjóðskaparyrkingin hvarv saman við ævigu regionalistisku føroysku
mytologiseringini av náttúruni, bygdini og heimstaðinum. Guðrið er ótrúliga fín og
modernað í støðum. Líggjas í Bø merktur av undirgangsvisiónum. Bæði hann, Guðrið
og Steinbjørn eru í støðum nýskapandi leidd av modernistiskum ráki, men Alexandur
var ikki so lættur at flokka í henda bólk.
C
M
Y
K
25
24